týsdagur 27. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 17 - 27. januar 2004
Nr. 17 - 27. januar 2004
7
Leiðarin á Hotel
Tórshavn og sjúkl-
ingavegleiðarin á
Ríkissjúkrahúsinum
eru ójavnar á máli um
tørvin á sjúklinga-
vegleiðingini
SJÚKLINGA-
VEGLEIÐING
Edvard Joensen
Ósemja er millum avvarð-
andi partar um, hvør tørv-
urin á sjúklingavegleiðing-
ini í Danmark er. Leiðarin á
Hotel Tórshavn heldur, at
tørvurin er nógv minni, enn
tað, normerað er. Vegleið-
arin heldur ikki, at leiðarin
veit rættiliga, hvussu stórur
tørvurin í veruleikanum er.
Fundur um málið verður í
Keypmannahavn í morgin.
Tað er ikki rætt, sum ført
hevur verið fram í føroysk-
um fjølmiðlum, at føroyska
sjúklingavegleiðingin
í
Danmark skal niðurleggj-
ast, sigur Ina Frisdahl, leið-
ari á Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn.
– Talan er um eina um-
legging av hesi tænastuni,
soleiðis at vit fáa meira
burtur úr teimum pengum,
vit fáa játtaðar á fíggjarlóg-
ini, sigur hon.
Men
hvussu
hvussu
hendan umleggingin ná-
greiniliga skal gerast, hevur
hon enn ikki nakað ítøkiligt
boð uppá, annað enn at
vegleiðingin skal leggjast
undir verandi sjúkrarøktar-
frøðingarnar á Hotel Tórs-
havn, og at fleiri skulu set-
ast í starv, eitt nú sum av-
loysarar um summarið, fyri
tann játtaða peningin.
Í lesarabrævi í blaðnum í
dag vísa tveir føroyskir
sjúkrarøktarfrøðingar
í
Keypmannahavn
á,
at
hendan ætlanin ikki tykist
at hava hald í veruleikan-
um.
Somu hugsan hevur eis-
ini verandi føroyski sjúkl-
ingavegleiðarin í Danmark,
sum sigur, at heldur enn at
umleggja vegleiðinga og
geva henni færri tímar, eig-
ur hon at útbyggjst, tí tørv-
urin er størri enn tann veg-
leiðingin, sum í dag verður
givin.
Meira fyri pengarnar
Talan er ikki um niðurlegg-
ing, men um at fáa meira
fyri teir skattapengar, vit
fáa at arbeiða við, sigur
leiðarin á Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn.
Játtaðar eru 280.000,-
krónur til vegleiðingina,
sigur Ina Frisdahl. Men tað
vísir seg, sigur hon, at
tørvurin er ikki tann, sum
hildið var, tá hendan skip-
anin varð sett í verk.
Vegleiðingin er normerað
til 30 tímar um vikuna, men
tørvurin er ikki meira enn
seks tímar, sigur Ina Fris-
dahl.
Hon sigur, at tað hevur
víst seg, at teir sjúklingar,
ið uttan fylgisfólk koma til
sjúkraviðgerð í Danmark
uttan um Hotel Tórshavn,
eru nógv færri, enn hildið
hevur verið. Tó sigur hon
seg ikki kunna vísa á nakra
nágreiniliga kanning, sum
kemur fram til hesa niður-
støðu. Heldur ikki kann
hon siga við vissu, hvussu
skipanin fer at virka, tá hon
verður umløgd. Eingin
støða er tikin til hetta enn,
sigur hon. Men Sosialurin
skilir, at í morgin verður ein
fundur í Keypmannahavn,
har tosað fer at verða um
hetta málið.
Leiðarin á Hotel Tórs-
havn sigur, at í dag eru átta
sjúkrarøktarfrøðingar
í
starvi á Hotel Tórshavn,
leiðarin íroknaður, og at
hesar so skulu skiftast um
ta sjúkravegleiðing, sum
tørvur er á, samstundis sum
tær eisini skulu taka sær av
øðrum uppgávum, sum eru
á hotellinum.
Fyri teir pengar, sum játt-
aðir verða á fíggjarlógini til
vegleiðingina, væntar leið-
arin so eisini at kunna seta
fleiri fólk í starv, eitt nú
sum avloysarar, ið so kunnu
avlasta tey, sum eru í føst-
um starvi.
Men tað fer ikki at ganga
út yvir vegleiðingina, sigur
hon, tí vegleiðingin fer altíð
at verða gjørd av fólki, sum
er í føstum starvi og soleið-
is kennir til viðurskiftini.
Dentur verður lagdur á, at
tað altíð er sami vegleiðarin
til sama sjúklingin.
Tað metir leiðarin á Hotel
Tórshavn ikki fara at verða
nakran trupulleika, hóast
tað eftir ætlaðu nýggju
skipanini kanska gerast
einir átta ymiskir vegleiðar-
ar.
– Tí hesum kunnu vit
koma út fyri, sum er, hóast
bara eina fastur vegleiðari
er, um til dømis berst veg-
leiðaranum frá av eini-
hvørji orsøk, sigur Ina Fris-
dahl.
Ógreið útmelding
– Útmeldingin frá leiðaran-
um á Hotel Tórshavn er
ógreið,
sigur
Eleonora
Olsen, sum hevur røkt før-
oysku sjúklingavegleiðing-
ina í Danmark. Sum eg
skilji tað, ið sagt verður,
skal farast aftur til ta gomlu
skipanina, vit fóru frá, tí
ikki varð hildið, at hon var
nóg góð. Og hvaðani leið-
arin hevur hasar seks tím-
arnar frá, dugi eg ikki at
skilja. Talan skuldi heldur
verið um at víðkað tímatal-
ið, tí tørvurin er enn størri,
enn tað, vit kunnu veita í
dag.
Eleonora Olsen heldur
uppá, at tað verður ikki nóg
gott, um vegleiðingin aftur
skal leggjast undir ta skip-
an, farið varð frá í síni tíð.
Hendan vegleiðingin virkar
bara optimalt, um hon er
sjálvstøðug, sigur hon.
Hon heldur bart út, at her
verður ikki spælt við opn-
um kortum. Tað eru ongar
kanningar gjørdar av tørv-
inum, annað enn tað, hon
sjálv í sínum arbeiði hevur
funnið fram til. Og tað vís-
ir, at tað saktans kundi ver-
ið brúkt meira einn teir ver-
andi 30 tímarnir um vik-
una.
– Hvaðani leiðslan fær
hasar seks tímarnar frá,
dugi eg ikki at skilja, sigur
føroyski sjúklingavegleið-
arin í Danmark.
Tað verður ein beinleiðis
vanlukka fyri sjúklingarnar,
um verandi tænasta verður
niðurløgd og flutt undir
eina kollektiva vegleiðing
av Hotel Tórshavn, metir
hon.
Talan er um uppbygt álit
á sjúkrahúsinum. Um at
kenna mannagongdir og
fólk. Stutt og greitt um at
arbeiða effektivt, tí ein veit,
hvussu farast skal stytsta
veg til málið.
– Tað kann bara verða
talan um verri tænastu, tá
fleiri fólk fara at gera sama
arbeiði, sigur Eleonora
Olsen, sjúklingavegleiðari.
Og tað ger ikki støðuna
betri, at boðað er frá, at enn
fleiri fólk í framtíðini fara
at verða send til sjúkravið-
gerð í Danmark uttan fylgi.
Tað krevur upp aftur hollari
ráðgeving, vísir hon á.
Hon vísir eisini til fund-
in, sum verða skal í morgin
og vónar, at har fara at
koma greiðari meldingar
enn tað, higartil er frætt um
hetta málið, sum eftir henn-
ara tykki er komið rættiliga
tilvildarliga út millum fólk.
Eleonora Olsen er samd
við teimum, sum halda, at
talan her er um at spara
pening gjøgnum bakdyrnar,
soleiðis at meira fæst til
rakstur av sjúklingahotell-
inum. Tí hon sær onga sak-
liga grund til at minka um
ráðgevingina.
Ósemja um sjúklingavegleiðing
Ósemja er um, hvussu føroyska sjúklingaráðgevingin í Danmark skal fara fram. Leiðslan á Hotel Tórshavn vil hava hana lagda aftur í gomlu skipanina, sum onnur
halda vera eina nógv verri tænastu enn ta, sum í løtuni verður givin
Nú skal alivinnan hjálpast
Lagaligari skattavið-
urskifti, niðurberjing
av ILA, útlendskur
peningur, veðseting í
aliloyvum og tryggari
marknaðaratgongd til
ES eru loysnirnar,
sum Føroya Havbún-
aðarfelag mælir til
fyri, at kreppurakta
alivinnan kemur á
føtur aftur
KARMAR FYRI
ALIVINNUNA
Páll Holm Johannsen
pall@sosialurin.fo
Tølini eru ræðandi. Við árs-
enda 2000 hevði alivinnan
500 mio. krónur í eginogn.
Við ársenda í ár, er vandi
fyri, at lítil og eingin egin-
ogn er eftir í alivinnuni.
Sjúkutrupulleikarnir og
lágu laksaprísirnir eru høv-
uðsorsøkin til, at føroyska
alivinnan er farin frá at
verða ein týðandi partur av
føroyska búskapinum til
eina vinnugrein, sum liggur
á gravarbakkanum.
Mánamorgunin
legði
Føroya Havbúnaðarfelag
fram síni tilmæli um, hvørji
átøk mugu gerast fyri at
venda keðiligu gongdini í
alivinnuni. Boðskapurin er
greiður. Skal tað verða
føroysku alivinnuni lív lag,
mugu
grundleggjandi
broytingar fremjast.
Arbeiðsbólkurin mælir
til, at skattaviðurskiftini hjá
alivinnuni gerast lagari,
útlendskir íleggjarar skulu
hava betri møguleika at
koma inn í føroysku ali-
vinnuna,
fíggjarstovnar
skulu hava loyvi til at fáa
veð í alivloyvunum og før-
oyskir alarar eiga at fáa
betri og tryggari marknað-
aratgongd til ES.
Hóast røddir hava verið
frammi um almennan stuð-
ul til alivinnuna, mælir
bólkurin til, at politiski
myndugleikin heldur seg til
at geva alivinnuna so góðar
karmar sum gjørligt, og
ikki veitir vinnuni rakstrar-
stuðul.
Tørvur á eginpeningi
Arbeiðsbólkurin væntar, at
nærum allur eginpeningur-
in í alivinnuni er fokin við
ársenda 2004. Fyri at venda
gongdini, er bráðneyðugt
við nýggjum innskotum av
eginpeningi.
Verandi lóggávu loyvir
ikki útlendskum íleggjarum
at eiga meir enn ein triðing
av partabrøvunum hjá ein-
um alara. Arbeiðsbólkurin
mælir til, at forðingin fyri
útlendskum peningi verður
tikin av og at útlendskir
íleggjarar fáa fría atgongd
til ta føroysku alivinnuna.
Bólkurin metir, at ali-
vinnan vil reisa seg nógv
skjótari, um útlendingar
sleppa at seta pening í ali-
vinnuna. Verandi lóggáva
avmarkar fíggjarmøguleik-
arnir hjá vinnuni.
Eigarar av føroysku ali-
brúkunum eru í dag illa
sperdir fíggjarliga og tí
verður torført hjá teimum at
seta meir pening í vinnuna.
Bólkurin nevnir siðvenjur-
nar við lokalum loysnum,
har ein bygd ella økið hevur
savnað pening saman til at
eitt nú keypa fiskavirki.
Skrivarin í bólkinun,
Hans Jákup Mikkelsen,
segði undir framløguni, at
lokala loysnin var lítið
sannlík í alivinnuni. Hann
róð framundir, at fíggjar-
tørvurin í alivinnuni er so
stórur, at lokala loysnin
kemur vall upp á tal, hóast
siðvenja er í Føroyum fyri
slíkum kreppuloysnum.
Lagaligari
skattaviðurskifti
Arbeiðsbólkurin heldur, at
skattaviðurskiftini hjá før-
oyskum alarum eru væl
verri enn eitt nú í Noregi.
Hetta elvir til verri kapp-
ingarføri og tískil mælir
bólkurin til, at føroyska
alivinnan fær í minsta lagi
somu
skattaviðurskiftir
sum kappingarneytarnir í
grannalondunum.
Norskir
alarar
hava
møguleika fyri at framflyta
skattalig hall. Í Noregi
verður skattur ikki goldin
fyrr enn samlaða yvirskotið
er størri enn virðið av
fiskinum, sum svimur í
ringunum.
Við øðrum orðum, kann
skattur verða endurgoldin
einum felagi innan tvey ár,
um tað vísir seg, at felagið
fær undirskot í hesum tíðar-
bili. Norskir alarar kunnu
føra hall fram í 10 ár og tað
trekkjast av úrslitinum av
skattinum.
Síðan 1993 hevur før-
oyska alivinnan rinda 100
mio. krónur í skatti. Í 2002
vísir allir roknskapirnir
hall. Høvdu føroyingar havt
norsku
skattaskipanina,
hevði alivinnan sloppi und-
an at goldi stóran part av
hesum skatti.
Vantandi skattaútreiðslur
høvdu
komið
føroysku
alivinnuni væl við í dag og
kreppan hevði møguliga
ikki verið so álvarsom.
Bólkurin mælir tí til, at
føroysku alarar fáa møgu-
leika at flyta tap og vinning
aftur og fram yvir eitt
longri tíðarskeið.
Veð í aliloyvini
Seinastu mánaðirnar er
kjakið,
hvørt
føroysku
fíggingarstovnarnir skulu
hava møguleika fyri at fáa
veð í aliloyvini veruliga
kyknað.
Arbeiðsbólkurin sigur í
síni niðurstøðu, at fígging-
arstovnarnir eiga at fáa
møguleika at fáa veð í ali-
loyvum. Hetta stig skal
takast fyri, at tryggja virð-
ini hjá fíggingarstovnunum.
Føroysku peningarstovnar-
nir hava gjørt vinnuni greitt
at fáa teir ikki veð í ali-
loyvunum, hava teir torført
við at ímynda sær, at teir
halda á við at fíggja ali-
vinnuna.
Bólkurin mælir tí til, at
veðseting í aliloyvini verð-
ur møgulig, so peninga-
stovnar og kreditorar fáa
møguleika at veita átrok-
andi og nøktandi fígging til
alivinnuna.
Ein arbeiðsbólkur undir Føroya Havbúnaðarfelag legði mánamorgunin síni tilmæli fram til føroysku alivinnuna. Bólkurin mælir millum annað til lagaligari skattaviðurskifti og at
fíggingarstovnarnir fáa møguleika at fáa veð í aliloyvunum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6
Lesið
internet
Sosialin !