Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 17 - 27. januar 2004 Nr. 17 - 27. januar 2004 9 MARKNAÐARRÁK Síðani fram kom, at einans 1.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í USA í desembur, eru lánsbræva- rentur sum heild falnar nógv, men seinastu vikurnar hava rent- urnar verið rímuliga støðugar. Undir vanligum umstøðum, áttu hesar rentur at verið hækkaðar, m.a. orsakað av bjørtum búskap- arligum uppgerðum og rokn- skapum. Kortini hava hesar verið trekar. Orsøkirnar eru fleiri. Eftir at dollarin styrknaði í farnu viku, er hesin aftur viknað- ur. Orsøkin er, at evropiskir fíggjarmálaráðharrar og limir í ECB á ECOFIN fundinum í farnu viku, góðu ábendingar um lækkandi órógv um sterku evr- una. Samstundis hava asiatiskir tjóðbankar, serliga tann japanski, keypt hópin av amerikonskum lánsbrøvum, og sostatt eisini dollarar, seinastu dagarnar. Hetta verður gjørt fyri at forða asiat- isku gjaldoyrunum at styrkna, men forðar samstundis amerik- onsku rentunum at hækka. Hetta ger eisini lánsbrævarenturnar um okkara leiðir trekar. Roknast kann við, at renturnar halda sær á lága stiginum nakað enn, hóast hesar sambært búskaparligu upp- gerðunum, áttu at hækka. Amerikanski tjóðbankin hevur rentufund mikudagin, men tey fara ikki at broyta rentuna. Greenspan fer neyvan at leggja nýggj sjón- armið á borðið, og ikki fyrr enn hetta hendur, fara marknaðirnir at ávirkast av FED og Greenspan. Eftir at ein triðingur av virkjun- um í breiða amerikanska vísitalin- um S&P 500 hava kunngjørt roknskap, hava umleið tveir trið- ingar av virkjunum kunngjørt inn- tøkur hægri enn væntað; roknast kann við, at hendan gongdin held- ur áfram. Tó hava inntøkurnar ikki verið nóg bjartar til, at fáa marknaðirnar at hækka meira. Partabrævamarknaðirnir liggja á einum høgum stigi og góðu rokn- skapirnir hava heldur fingið íleggjarar at staðfesta vinning. Marknaðarrák metur, at góðu roknskapirnir kortini fara at syrgja fyri, at marknaðirnir fara at standa stinnir og góður møguleiki er fyri, at hesir hækka meira. Hesa vikuna kunngerða m.a. virkini AOL Time Warner, Hen- nes & Mauritz, Novozymes um- framt fleiri at oljurisunum, og roknskaparkunngerðir fáa neyvan heilt stóru ávirkanina á virðis- brævamarknaðirnar. Hinvegin kann fyrsta uppgerðin av amer- ikanska búskaparvøkstrinum fyri 4. ársfj. ávirka marknaðirnar. Væntað verður at búskapurin vaks 4,8%, men møgleiki er fyri enn bjartari tali. Um so verður eiga lánsbrævarentur og partabrøv at hækka. Lánsbrævarenturnar eru trekar Vika 5, 2004 www.kaupthing.fo Línuskipini einasti skipabólkur sum hevði framgongd í 2002 Grannskoðarafyritøk an, Rasmussen og Weihe, hevur gjørt eina roknskapar- greining av føroyska fiskiskipaflotanum og flakavinnuni fyri ár- ini, 1998 til 2002. Grundarlagið undir greiningini, sum lýsir gongdina hesi árini, er almennu rokn- skapirnir umframt eyka upplýsingar, sum fyritøkan hevur útvegað sær FISKIFLOTIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðsta fríggjadag bjóðaði Rasmussen & Weihe viðskiftafólki til kunnandi fund um úrslitið av kann- ingini, sum fyritøkan hevur gjørt. Umboð fyri reiðaríir, fiskavirkir og fíggingar- stovnar vóru á fundinum, har Jóhan Martin Jacobsen legði úrslitini fram. Í blaðnum í dag fara vit at hyggja at einum parti av tí, sum sagt varð um fiskiflotan. – Vit hava við fáum und- antøkum tikið øll fiskiskip við í greiningina. Talan er skip, ið eru omanfyri 110 tons (línuskip) ella hava eina maskinorku yvir 400 hk (trolarar). Hetta svarar til flokkingina av fiskiskip- um í lógini um vinnuligan fiskiskap, segði Jóhan Martin Jacobsen. Hann vísti á, at útróðrar- flotin er ikki við í greining- ini, tí her eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í parta- felag ella smápartafelag og hava skyldu at lata inn al- mennan roknskap. Í frágreiðingini eru vinnugreinarnar býttar upp soleiðis: Pelagisk vinna, rækjuvinna, verksmiðju- trolarar, partrolarar, lemmatrolarar, línuskip, garnaskip og onnur skip. Egnar niðurstøður – Vit hava lagt dent á at vísa gongdina hjá hvørjum ein- støkum skipabólki hesi 5 árini, men fyri at fáa eina heildarmynd av fiskivinn- uni, hava vit eisini valt at leggja tølini fyri allar skipabólkarnar saman. Tað eru nógvar detaljur í eini slíkari greining, og tí hevur Rasmussen & Weihe lagt dent á, at tey, sum lesa frágreiðingina, kunnu gera sær sínar egnu niðurstøður. – Taltilfarið er rúgvus- mikið og kann greinast á ymiskar hættir. Men vit kunnu staðfesta, at ógvu- liga stórar broytingar eru farnar fram árini, 1998 og fram til 2002. Jóhan Martin Jacobsen vísti á, at sum heild hevur fiskiflotin havt eina støð- uga framgongd árini 1998 til og við 2001. – Men árið 2002 er nakað verri enn 2001, og hetta stuðlar eisini undir ábend- ingarnar um, at búskapar- gongdin er vend frá fram- gongd til afturgongd. Gongdin versnar Hann segði, at greiningar- nar fevna ikki um 2003, men týðiligar ábendingar eru um, at árið 2003 hjá mongum skipum er mun- andi verri enn 2002. – Sambært Hagtíðindum fyri desember 2003, mink- aði feskfiskaveiðan við 13% í virði níggju teir fyrstu mánaðirnar í 2003 í mun til árið fyri. Tað eru bert línuskipini, sum ikki hava merkt nakra niður- gongd í 2003. Jóhan Martin Jacobsen segði, at veiðivirðið hjá partrolarum, lemmatrolar- um og garnaskipum er minkað við ávikavist 27, 16 og 11% fyrstu níggju mán- aðirnar í 2003. Pelagisk skip Skipini, sum fiska pelagisk fiskasløg, høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 versnaði úrslitið mun- andi. Úrslitið fyri 2002 er tó tað næstbesta hesi 5 ár- ini. Pelagiski flotin er væl konsolideraður og er annars væl fyri. – Sambært teimum ábendingum, vit hava fing- ið, kann roknast við, at pel- agiski flotin hevur havt eitt gott ár í 2003 – eitt ár, sum helst svarar til árið 2002, segði Jóhan Martin. Rækjuskipini Greiningin hjá Rasmussen & Weihe staðfestir nógvu umtaluna, sum rækjuflotin hevur fingið seinastu árini. – Rækjuflotin hevur havt nøkur trupul ár, og støðan var alt annað enn góð við árslok 2002. Alllar ábend- ingar siga, at flotin hevur havt enn eitt vánaligt ár í 2003. Jóhan Martin segði, at skip eru farin av knóranum, og okkurt skip er farið úr flotanum. – Henda ikki munandi broytingar í rakstrinum, má roknast við, at fleiri rækju- skip fara av knóranum í næstum. Verksmiðjutrolarar Verksmiðjuskipini eru rættiliga stabil. Tey hava havt nøkur rímiliga góð ár, hóast veiðinøgdirnar hava verið skiftandi. Áhugavert er, at miðalprísurin fyri lidnu vøruna er broyttur øvutan veg, sum nøgdirnar hava verið skiftandi hesi 5 árini. Tá ið nøgdirnar eru minni, er prísurin hægri – og øvut. Flotin var væl fyri við árslok 2002. – Tær ábendingar, vit hava, geva okkum ta fatan, at raksturin hjá hesum skipabólki í 2003 er nøku- lunda á sama støði sum í 2002, segði Jóhan Martin. Partrolarar Hóast fíggjarstøðan hjá partrolarunum versnaði í 2002, eru hesi skip væl fyri. Men ábendingarnar fyri 2003 eru ikki serliga positivar. Sambært Hagtíð- indum hevur hesin skipa- bólkur staðfest eina aftur- gongd uppá 27% í veiði- virði níggju teir fyrstu mán- aðirnar í 2003 í mun til árið fyri. Hetta er ein sera stór afturgongd. – Upsaprísirnir eru sera lágir, og ein so stór aftur- gongd merkir helst, at par- trolararnir hava trupult við at fáa raksturin at hanga saman. Væntandi er tí, at fleiri skip hava havt eitt hall í 2003, segði Jóhan Martin. Lemmatrolarar Samanumtikið hava lemmatrolararnir havt tað hampiliga gott árini 1998 til 2002, og konsolideringin er góð. – Men 2002 royndist ikki nakað serligt, og ábending- ar eru um, at 2003 er mun- andi verri enn 2002. Jóhan Martin vísti til Hagtíðindi og segði, at fyrstu níggju mánaðirnar í 2003 høvdu lemmatrolar- arnir eina afturgongd í veiðivirði upp á 16%. Eins og hjá partrolarun- um, er tí væntandi, at lemmatrolararnir helst hava havt eitt hall í 2003. Línuskipini Línuskipini eru sera væl fyri. Tað hevur gingið væl hjá hesum skipabólki sein- astu árini, og árið 2002 var serstakliga gott. Mett verð- ur, at árið 2003 helst er líka so gott sum árið fyri. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2003 høvdu línuskipini umleið sama veiðivirði sum árið fyri. – Línuskipini er einasti skipabólkur, sum hevði framgongd í 2002. Orsøkin er í fyrsta lagi, at veiði- nøgdin øktist við 37,3%. Vaksandi nøgdin vann á einum falli í avreiðingar- prísunum uppá 15,6%, segði Jóhan Martin. Garnaskipini Garnaskipini eru væl fyri, hóast 2002 var eitt vánaligt ár hjá hesum skipum. Úr- slitið í 2002 var munandi verri enn árið fyri, og ábendingar eru um, at afturgongdin helt fram í 2003. Sambært Hagtíðindum hava "Gørn og annað" verið fyri eini afturgongd í veiði- virði uppá 11% fyrstu níggju mánaðirnar í 2003. – Garnaskipini høvdu sítt besta ár í 2000, men síðan hevur gingið afturá. Nøgd- irnar eru munandi minkað- ar, men prísurin hevur hildið sær nøkulunda sein- astu trý árini, segði Jóhan Martin Jacobsen. Skipaaldur Okkara fiskiskipafloti er annars rættiliga gamal. Pelagisku skipini eru 18 ár í miðal, rækjuskipini, sum eru tey nýggjastu, eru 13 ár í miðal, verksmiðju- trolararnir (17), partrolar- arnir (27), Lemmatrolar- arnir (20), línuskipini (35), garnaskipini (34) og onnur skip eru 34 ár í miðal. Samanlagt er okkara fiskiskipafloti 26 ára gamal í miðal. Jóhan Martin Jacobsen greiddi frá støðuni í føroysku fiskiskipaflotanum og flakavirkisvinnuni Mynd: Jens Kr. Vang Seinasta fríggjadag bjóðaði grannskoðarafyritøkan, Rasmussen & Weihe, til kunnandi fund um vinnuna á sjógvi og landi Mynd: Jens Kr. Vang Viðskiftafólk hjá Rasmussen & Weihe lýddu á, meðan roknskapargreiningin av fiskiflotanum og flakavinnuni varð løgd fram Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8