Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 17 - 27. januar 2004 Nr. 17 - 27. januar 2004 11 Stemmukassarnir vóru ikki meiri enn beindir burtur fyri hesu ferð, tá vit frættu skelkandi boð úr Fíggjar- málaráðnum. Tríggjar dagar eftir valið fáa vit at vita, at inntøkumetingarnar fyri næsta ár eru 200 millión- ir lægri, enn sagt var í fíggjarlógaruppskotinum, ið ikki er meiri enn nakrar mánaðar gamalt. Hvat er hetta? Hví var hetta ikki almannakunngjørt áðrenn valið? Hvussu bleiv við føstu búskparstýringini? Hetta merkir jú, at fíggjarlógaruppskotið hjá Kar- sten Hansen fyri 2004 longu nú gevur eitt risahall. Hví kom hetta ikki út áðrenn valið? At skattainntøkurnar lækka, hevur verið ávarað um leingi. Andstøðan hevur víst á hetta, men hevur ver- ið kveistrað til viks við veruleikafjarum frasum sum, at ongantíð áður hevur føroyski búskapurin verið so væl fyri sum nú. Eitt er politisk tokutala, men tað kann undra, hví serfrøðin, ið situr næst landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ikki hevur rópt varskó, tá alt ov høgu inntøkumetingarnar vóru lagdar fram seinasta heyst. Einki er vorðið radikalt øðrvísi síðani tá. Skriftin stóð longu týðiliga á vegg- inum. Tað sigur seg sjálvt, at tá útflutningurin av ali- fiski fer niðurum 10 túsund tons um árið innan stutta tíð, so minka skattainntøkurnar í stórum. Eingin rakettvísund skal til fyri at síggja hetta. Valstríðið hjá Tjóðveldisflokkinum snúði seg fyri ein stóran part um, hvussu væl hevur verið stýrt fíggjarliga, og hvussu væl landskassin er fyri. Hetta settu aðrir flokkar spurnartekin við og vístu á, hvussu almennu útreiðslurnar hava víst ein ótálmað- an vøkstur seinastu árini, vegna ov veika stýring, har fíggjarmálaráðharrin hevur verið harður, har tað hevur verið óneyðugt, og alt ov passivur, har upp- stramming var fyri neyðuni. Almennu umsitingarút- reiðslurnar vuksu ov skjótt, meðan skorið var niðast í pyramiduni. Heldur eingi fyrivarni hava verið tikin fyri krepputeknum í vinnuni, ið sjálvsagt koma at ávirka inntøkur landskassans. Úrslitið síggja vit í dag við einari meting frá Fíggj- armálaráðnum, ið vísir 200 milliónir minni í mettum skattainntøkum fyri 2004. Hetta er støðan 3 dagar eftir valið. Hvussu verður støðan 333 dagar eftir val- ið? Hvussu fara arbeiðsloysistølini at síggja út hetta árið? Tey fara neyvan at vísa eina pena mynd. Hetta er ikki svartskygni, men bert ein realistisk metan av framtíðarútlitunum. Komandi samgonga, óansæð hvør hon verður, kemur ikki at fáa ein dans á rósum. Støðan líkist keðiliga nógv støðuni í 1988, har ein annar populerur fíggjarmálaráðharri hjá Tjóðveldisflokkinum lat ein landskassa, ið skuldi vera á tremur, frá sær. Veruleikin vísti seg skjótt at verða ein annar. Í dag hava vit eina 2004 fíggjarlóg, ið 3 dagar eftir valið fór 200 milliónir eftir hæli. Vit mugu bara vóna, at søgan við tjóðveldisfíggjarmála- ráðharranum við fullum landskassa ikki endurtekur seg. DAGSINS MEINING Sosialurin Tann sterki búskapurin? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Svenn Aage Ellefsen Skal eingin blanda seg? Partafeløg verða vanliga stovnsett fyri at gera íløgur í fyritakssemi, ið skal geva íleggjarum vinning! At stjórna felag og fyri- tøku velja partaeigarar nevnd, ið setir stjóra at taka sær av dagliga rakstrinum. Um felagsins virksemi gongur sambært løgdu ætlanunum verður stjórin sitandi og nevndin vanliga afturvald á ársaðalfundum. Halda nevnd og stjóri ikki løgdu ætlanirnar og ætlaðu úrslitini verða ikki rokkin, tá møtir partaeigar- in/-eigarnir á aðalfundinum at taka neyðug stig, at fáa felagið á ætlaðu kósina. Óvanligt partafelag Men í so másta er parta- felagið Vágatunnilin eitt óvanligt partafelag. Hetta felagið varð í fyrsta lagi einans ætlað at krevja inn eitt nýtslugjald og við tí afturrinda lántøku uppá kr. 80 mió. ið skuldi verða partfígging av Vágatunnl- inum. Tá so lánið varð afturrindað, skuldi felagið avtakast. Her var ikki talan um ætlað avlop ella ætlaðan rakstrarvinning til eigar- in/íleggjaran. Her var talan um ein felagsbygnað, ið flest øll vágafólk tóku undir við og fegnaðust um. Vit tóku undir, tí talan varð um eina einfalda, bíliga og gjøgnumskygda fyribils- skipan. Vágafólk rinda – onnur ikki! Seinni hava so landspolit- ikkarar – eisini við væl- signilsi frá okkara egnu løgtingsumboðum – avrátt, at partafelagið omaná láns- byrðina skal bera allar rakstrar- og viðlíkahaldsút- reiðslur av bæði tunnli og vegastrekki, og omaná hava teir uttan at himprast lagt hesa stóru eykarokningina í sambandi við byggingina, einar 50 mió. krónur, sum stein oman á byrði hjá okk- um, sum skulu afturrinda lántøkuna! Hví halda landspolitikk- arar at vágafólk sjálvi vilja rinda viðlíkahald av vegi og tunnli millum Vágar og meginøki, tá landskassin rindar allar hesar somu út- reiðslurnar fyri t.d. Leirvík- ar-, Norðskála- og Kolla- fjarðartunnlarnar hjá teim- um ið búgva í Norðstreym- oy, Eysturoy og Norðoyggj- um? Úrslitið av øllum er, at tey sum dagliga koyra gjøgnum tunnilin til arbeið- is hava eina alt ov tyngjandi mánaðarliga útreiðslu, og at framfýsni og fyritaks- semi í Vágunum ikki kann mennast ájavnt aðrastaðni í landinum orsakað av høga bummgjaldinum! Rakstrarútreiðslur og eykarokning Hví gjørdist eykarokningin so stór? Hví góðtók parta- felagseigarin (løgtings/lands- stýri) uttan ábreiðslu, orð ella eið til nevnd og stjórn eina so stóra eykarokning? Og hvønn rætt hevði eigar- in, at flyta alla eykarokn- ingina yvir á okkum, ið rinda nýtslugjaldið, tá íløg- an annars varð fíggjað við tveimum pørtum í lands- kassastuðli og einum parti í lántøku? Vágafólk eru lumpaði so tað stendur eftir. Fleiri eru vit, ið hava mótmælt bæði munnliga og skrivliga, men eigasørt at teir, ið higartil hava rátt, hava so mikið sum hirt at svara! Okkurt hissini: »politikarar skulu ikki blanda seg« hava vit hoyrt! Men um landspolit- ikarar – t.e. eigarin – ikki skulu blanda seg, hvør skal so gera tað? Leiðslan fingið Vágar »í len« Sigast kann, at teir ið stjórna Vágatunnlinum (flestallir monopolmenn), hava fingið Vágar í len. Teir eiga nú háls og hondsrætt yvir Vágunum! Teir áseta eitt toll/ferða- gjald millum Vágar og meginøkið, so høgt teimum lystir. Teir hava kostað partafelagnum og vága- fólkum eina eykarokning í byggifasuni uppá 50 milliónir, uttan at teimum nýtist koma við nakrari frá- greiðing ella undanførslu. Teir mettu ferðslutíttleikan so skeivt, at eingin klárar at gera teimum kunstin eftir. Teir hava keypt eina inn- krevjingarskipan, sum hev- ur kostað fleiri ferðir tað, tað annars hevði kostað, at havt (t.d. rørslutarnaði) fólk í innkrevjingararbeið- inum. Teir koyra við hesi inn- krevjingarskipanini, sum sleppur fleiri undan at gjalda, so mesti kostnaður- in endar á »kubbunum« og t.e. okkum úr Vágunum. Teir hava enn ikki fingið trygdina í tunnlinum uppá pláss. Eitt egið fitt, lítið kongaríki Teir hava eftir stuttari tíð sett so nógv fólk í starv og hava vundið ein so tungan rakstur uppá felagið, at tað sambært teimum sjálvum er neyðugt at krevja inn 25 mió. krónur árliga í fimtan ár (ella tilsamans kr. 375 mió) fyri at afturrinda lán- tøkuna, ið ætlandi skuldi verða kr. 80 mió. Teir ætla sær soleiðis at oyðsla burtur bummpeng- arnar uppá 375 mió. kr. umframt landskassastuðul- in uppá 160 mió. krónur ella tilsamans 535 mió. krónur, uttan at okkara løg- tingsumboð ella nakar ann- ar higartil hava kravt innlit ella sett nakað spurnartekin við framferðina. Felagið er sostatt ikki undir nøkrum eigaraeftirliti og eigur av hesum sama einki álit hjábrúkaranum! Hvat ætla okkara aftur- valdu løgtingsumboð? Okkara spurningur er nú, hvørt hetta skal halda fram óbroytt, ella vend skal koma í? Nú valið er av og ting- mennirnir báðir eru aftur- valdir (í øllum góðum) kann ein uttan at órógva valið – loyva sær at siga sum er! Teir hava gjørt alt ov lítið í hesum sambandinum. Jú, í fjølmiðlunum hava teir sett nógv uppskot fram. Meðan ein hevur hildið, at vit skulu koyra ókeypis, hevur ein eykatingmaður mett, at hundrað krónur er hóskandi bummgjald. Tað er so ikki hesum seinna fyri at takka, at vit nú rinda hálvfems! Onki ítøkiligt uppskot til bata hava teir lagt fyri Løg- tingið, ið er einasti parta- eigarin, og har teir hava umboðað okkum! Lat teir tí her verða mint- ar á, at teir nú mugu taka annað skinn um bak. Teir skulu, tá teir koma í samgongusamráðingar, bein- anvegin krevja, at lands- verkfrøðingurin – tað er landskassin – og ikki parta- felagið skal rinda rakstur og viðlíkahald av Vága- tunnlinum, og at nýtslu- gjaldið einans skal aftur- rinda lántøkuna sambært upprunaligu ætlanini. Tástani fáa Vágarnar fulla nyttu av fasta sam- bandinum við eini ferðslu upp móti 2000 akførum um dagin og einum bumm- gjaldi, ið ikki darvar virk- seminum í oynni! P/F Vágatunnilin: Uttan fyrilit, uttan innlit,uttan eftirlit og uttan álit S a m b a n d s f l o k k u r i n gjørdist størsti flokkurin í atkvøðutali við valið sein- asta týsdag. Tað skerst ikki burtur, hóast bæði fjølmiðlar, politiskir mót- støðumenn og enntá fólk innanfloks tykjast ikki at vilja viðurkenna tað Eilif Samuelsen Sambandsflokkurin fekk 586 atkvøður fleiri enn Javnaðarflokkurin og 618 fleiri enn Tjóðveldisflokk- urin. Sostatt kann ikki ann- að enn sigast, at flokkurin hevði eitt gott val, hóast hann fór nakrar atkvøður aftur í mun til seinasta val. Tjóðveldisflokkurin fekk tá ið avtornaði ein sess meira í tinginum, og tað skyldast fyrst og fremst eini órætt- vísari vallóg. Tann sessin átti Sambandsflokkurin av røttum at havt fingið, siga teir valkønu, og tá hevði myndin verið munandi meira rættvísandi. Veljarakanningarnar beint undan valinum vístu eina heilt aðra mynd enn valúr- slitið gav. Tann fyrsta, sum sendi Sambandsflokkin upp til skýggja, var helst óveru- lig, men ikki tess minni er tað hon, sum fjølmiðlarnir hava sammett øll tey seinnu úrslitini við, og tí tektu fjøl- miðlafólk endiliga ta heilt stóru sensatiónina og kundu leggja øllum Føroya fólki í sinni, at Sambands- flokkurin var tann stóri tap- arin. Sjónvarpið avger Kampurin um at fáa at- kvøðurnar frá veljarunum fer í dag fyrst og fremst fram í politisku sjónvarps- sendingunum undan val- inum. Serliga tær sending- ar, sum floksformenninir luttaka í, eru avgerandi fyri, hvar ein stórur partur av flótandi atkvøðunum finna í havn. Tað umboðið, sum ikki her við sínum sjón- varpstekki og talugávum megnar at fáa boðskapin klárt og týðuligt út til hyggjararnar, er púrasta fokin. Og tað er í hesum høpi, at nógv hava víst á, at formaður Sambandsfloks- ins ikki stóð seg so væl sum hinir. Hon hevur eisini sjálv tikið avleiðingarnar av tí, og er farin frá. Beiskur kostur Sjálvandi kann tað vera herkin kostur hjá henni at lesa, hvussu blaðfólk út- greina og meta um avrik hennara sum forkvinna, men slíkt hoyrir upp í ger- andisdagin hjá einum polit- ikara. Men tað má vera bæði beiskt og sárt at hoyra ein av sínum egnu alment í bløðunum fara so bonskliga fram móti bæði leiðslu floksins og teimum valevn- um, sum veljarafeløgini hava sett at umboða seg til valið. So mikið meira av tí at fyrrverandi tingmaðurin í Eysturoynni man hava gloymt, at hann var ein av teimum ítastu at fram- provokera formansskiftið fyri trimum árum síðani, og sum førdi til, at nú fráfarni formaður meira ella minni móti sínum vilja varð kosin formaður. Slíkar uppgerðir, sum ein eftirmeting av einum mis- eydnaðum vali mugu føra við sær, eiga høviskliga at vera viðgjørdar innanhýsis í flokkinum og ikki í fjøl- miðlunum. Tað hevur ikki verið hildið sømiligt at vaska síni skitnu klæði al- ment. Regluligi landsfundur floksins verður seinnapart- in í mars. Tá verður nýggi formaður floksins funnin. Sambandsflokkurin er framvegis tann flokkurin, hvørs stevnuskrá flest fólk taka undir við, og Sam- bandsflokkurin er framveg- is tann flokkurin, sum hev- ur greiðasta og besta boð uppá framtíð Føroya. VIÐMERKINGAR Sambandsflokkurin er størsti flokkur Í hesum døgum verða broytingar gjørdar á Sjúk- lingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, ið hýs- ir føroyskum sjúklingum, sum eru í sjúkuviðgerð í Keypmannahavn. Mari- anna Andreassen, sum undirvísir í H:S (Hoved- stadens sygehusfællesskab) og lesur cand. scient. soc, og Kathrina L. Joensen, sum er sjúkrasystir, lesur cand. pæd. psyk og er ráðgevi á »Kræftlinjen og i unge/ sorg« eru als ikki samdar við leiðsluni á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Tær halda, at sjúklingaráðgevingin er ein sera týðandi, sjálv- støðug eind, sum ikki kann umstruktureast ella rationaliserast ella spar- ast, so sum leiðslan er í ferð við, um innihaldið skal verða tað sama. Tær spyrja, um leiðslan í heila tikið hevur fingurin á pulsinum? Og um hetta er valdsnýtsla Marianna Andreassen og Kathrina L. Joensen Sum føroyskir sjúkrarøkt- arfrøðingar búsitandi í Danmark, við royndum frá Sjúklingahotellinum og Ríkissjúkrahúsinum, kenna vit ábyrgd til at vísa okkara undran um kjakið síðstu dagarnar um føroysku sjúk- lingaráðgevingina í Dan- mark. Trupulleikin um at brúka eina játtan rætt, ella fáa tað besta burtur úr henni? Úttalilsini frá leiðsl- uni um, hvørt tað í heila tikið er tørvur á eini sjúkl- ingaráðgeving? Sjúklingavegleiðarin er eitt bindilið millum føroysk og donsk sjúkrahús. Tað merkir, at sjúklingavegleið- arin er hjásitari og vegleið- ari í samband við viðger á sjúkrahúsi. Hjálpir sjúk- lingum og avvarðandi at av- klára ivaspurningar og at útgreina misskiljingar, og vegleiðir um kærumál og innlit í hesum sambandi. Ein sjúklingaráðgeving er soleiðis eitt gjøgnumgríp- andi virksemi, sum ikki kann gersat upp í tímum. Nógv arbeiði liggur í at skapa samband til brúkarar- nar, starvsfólk og bygnaðin á ymsu stovnunum. Við tí útbúgving og teim- um royndum sjúkrarøktar- frøðingar hava í dag, eru vit formliga útbúnar til eisini at taka okkum av fíggjarlig- um og samfelagspolitiskum funktiónum. At seta á stovn eina sjúklingaráðgeving merkir, at vit eisini noyðist at hyggja at øðrum viður- skiftum, og í hvørjum sam- anhangi sjúklingavegleið- ingin skal virka. Tað var heilt afturi í átta- tiárunum, at tað varð tosað um at seta á stovn eitt sjálv- støðugt vegleiðaravirksemi. Tað vóru fyri- støðukvinnur- nar á føroysku sjúkrahúsunum, ið settu fram hetta ynski. Tað var við gleði, at vit fingu hesa sjálvstøðugu skipan fyri næstan trimum árum síðani. Frammanund- an var virksemið ein partur av sjúkrasystraarbeiðinum á PHT (Sjúklingahotellið Tórshavn), har man ikki náddi tað optimala, ið ligg- ur í vegleiðaravirksem- inum. Tá nýggja hotellið læt upp, var eitt av mál- unum, at tænastustigið skuldi hækkast, og var m. a. sjúklingavegleiðarin eitt av hesum tænastubetringum. Ein stór betring fyri sjúk- lingarnar og tey sárbæru avvarðandi í føroyska heilsuverkinum, sum eru í tí serligu støðu, at noyðast langan veg heiman fyri at fáa neyðugu hjálpina. Og tað er við harma, at vit síggja og hoyra, at leiðslan á PHT er í ferð við at oyði- leggja hetta framstigið, og tí seta vit fram spurningin, um skipanin í heila tikið veruliga er roynd í verki. At brúka eina játtan rætt kann hava nógvar innfals- vinklar, men um vit hyggja trongskygd at tí fíggjarliga, kunnu vit skjótt verða samd um at gera eina funktión upp í tímum. Tá sagt verður, at bert seks tímar eru brúktir um vikuna til hetta virksemi, má hetta byggja á misskilj- ingar, og gevur hetta tí eina veruleikafjara mynd av hes- um virksemi. Tí skilja vit als ikki, at hetta nú skal umskipast til aftur at vera eykaarbeiði hjá teimum, ið dagliga starvast á PHT. Eingin ivi er um, at sjúk- lingurin verður gísli í hes- um máli – og tað harmar okkum. Vit hava fleiri ára royndir sum sjúkrasystrar, bæði teoretiskar, praktiskar og á leiðslustigi. Vit hava starvast á Ríkissjúrkahús- inum og røktað føroyskar sjúklingar í nógv ár. Báðar hava vit verið sjálvbodnir vitjunnarvinir í H:S í nógv ár, og hava fingurin á puls- inum í mun til tørvin, sum vit síggja hann í dagligdeg- num. Sjálvt um bæði vit, presturin í samuelskirkjuni og trúðboðarir frá Kristna- stovu hava okkara dagligu gongd á sjúkrahúsunum saman við tí núverandi sjúk- lingavegleiðaranum, náa vit ikki at nøkta tørvin. Ein ætlan í hesari stødd, sum eitt sjálvstøðugt sjúkra- røktara-vegleiðara-virk- semi, má verða grundað á eina trygga tørvsmeting við greiðum endamáli og ætlan og á greiðar eftirmetingar. Hetta er ein tilgongd, ið má fara fram yvir eitt longri tíðarskeið og byggja á grundleggjandi fakliga og praktiska vitan um, hvat, hví og hvussu tú setur á stovn eitt slíkt virksemi. Í løtuni er ógreitt at gjøgnumskoða á hvørjum grundarlag leiðslan á PHT hevur tikið hesa avgerð um at um strukturera virksemið til eykaarbeiði hjá verandi starvsfólki. Útdeligeringin av sjúklingavegleiðaravirk- seminum til sjúkrarøktar- frøðingarnar, sum dagliga starvast á PHT, fer í mun til í dag, at avmarka møgu- leikarnar hjá sjúkrarøktara- frøðingunum at loysa ikki planlagdar uppgávur, sum er ein stórur partur av ar- beiðinum á PHT í dag. Sjúklingar, sum eru á PHT, eru í teirri heilt ser- ligu støðu, at teir mugu uttanlands fyri at leita sær viðgerð. Sjúkrarøktarfrøð- ingar, ið dagliga starvast við hesum trupulleikum á PHT, mugu hava orku og yvirskot til hesar sjúklingar og til dagliga arbeiði, sum er á PHT, tað er ógvuliga umfatandi og fjølbroytt ar- beiðsøki. Tað vil siga orka, sum ikki kann gerast upp í tímum í mun til sjúklingar- tørv bæði fysiskt, psykist og sosialt. Vit hava báðar starvast á Hotel Tórshavn og vita, hvat hetta arbeiðið ber í sær. Soleiðis síggja vit, at hetta verður meir arbeiði fyri hesar sjúkrarøktarfrøð- ingar, og tað fer at merkja tænastulækking. Dagliga arbeiði inniber eisini, at tað fyri tað mesta bert er ein sjúkrarøktarfrøðingur á vakt í senn, umframt leiðar- an. Hetta hevur við sær, at sjúkrarøktaravirksemið er sárbært, um eitthvørt óvæntað skuldi stungið seg upp, t.d. langtíðarsjúkra- meldingar. Ein kunngerð er komin frá Heilsumálaráðnum í november 2003, ið m. a. snýr seg um at ávísa fleiri sjúklingar til viðgerð í Dan- mark uttan at nakar avvarð- andi er visiteraður við, og samstundis er prísurin fyri uppihald á PHT hækkaður fyri gjaldandi avvarðandi. Út frá hesum kunnu vit bert vænta, at tað verða fleiri sjúklingar, ið koma einsamallir. Kunngerðin merkir at tørvurin fyri vitjanum, veg- leiðing, hjásita við lækna- samrøður og uppsøkjandi og mennandi arbeiðsupp- gávur økist. Hetta eru upp- gávur, sum sjúklingaveg- leiðarin hevur í dag, og tí má spurningurin vera, um vit ikki heldur áttu at upp- normerað og útbygt í staðin fyri at umstrukturerað. Okkara niðurstøða er, at grundarlagið fyri hesari av- gerð er ógreitt, og tí seta vit hesar spurningar, sum vit vóna at avvarðandi myndug- leikar taka í álvara og vilja virka til at varðveita og út- byggja virksemið. Heilt greiða niðurstøða okkara er, at sjúklingaráð- gevingin er sera týðandi sum eitt sjálvstøðugt virk- semið og kann ikki um- strukturerast/rationaliserast /sparast í teirri trúgv, at innihaldið verður tað sama. Og spurningurin má tí vera, um hetta er ein sparing gjøgnum bakdyrnar og manglandi vitan um, hvat ein sjúklingaráðgeving er. Hevur leiðslan í heila tikið fingurin á pulsinum? Er hetta maktnýtsla? Tað er tørvur á sjúklingavegleiðara burturav: Sjúklingaráðgevingin heldur fram, men á hvønn hátt? C M Y K 11 10