týsdagur 27. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 17 - 27. januar 2004
Nr. 17 - 27. januar 2004
13
VIÐMERKINGAR
EFTIRMETING:
Sam-
bandsflokkurin stóð til at
vinna stórsigur, men tapti
stórt. Tjóðveldisflokkurin
kundi vænta sær eitt
skrædl, men endaði sum
størsti flokkur á tingi.
Løgtingsvalið
hesaferð
vísti, at onki er avgjørt,
fyrr enn síðstu orðini eru
søgd í einum valstríði.Tað
vísti eisini, at veljararnir
hugsa seg um, tá flokkar
fara at seta teimum retor-
iskar spurningar, og at
teir revsa tey, sum ikki
duga at greiða frá sínum
politikki
Uni Arge
Teir fýra samgonguflokkar-
nir mundu óra ilt, tá Anfinn
Kallsberg orsakað vantandi
stuðli til sín sjálvs skrivaði
út nýval 5. desember í fjør.
Fólkaflokkurin var við ein-
um skerdum løgmansevni
særdur. Tjóðveldisflokkur-
in kundi vænta sær ein lús-
ing fyri at hava verið við til
at slitið fullveldissamgong-
una. Sjálvstýrisflokkurin
riðaði á eggini, og Mið-
flokkurin kundi heldur ikki
kenna seg tryggan.
Seks vikur seinni vóru
somu flokkar gingnir fram
úr 17 upp í 18 tinglimir.
Beint ímóti øllum spádóm-
um og veljarakanningum
høvdu teir styrkt um sína
støðu, og Sambandsflokk-
urin, sum ætlaði sær at
vinna stórsigur á valinum,
var gingin aftur og hevði
mist ein tinglim. Tað var
ein sensatión. Neyvan nakr-
antíð í nýggjari politiskari
søgu hevur úrslitið av ein-
um løgtingsvali verið so
óvæntað.
Samanbera vit valúrslitið
við, hvat spádómarnir søgdu,
má sigast, at Tjóðveldis-
flokkurin vann, hóast hann
gekk aftur í prosentum. At
varðveita allar átta ting-
sessirnar eftir seks baldrut
ár í Tinganesi er væl klárað.
Ikki ein einasti av tinglim-
unum hjá Tjóðveldisflokk-
inum varð eykavaldur. Øll
komu inn sum umdømis-
vald. Tað vísir, at flokkurin
er á lívi aðrastaðni enn bara
í Suðurstreymi.
Javnaðarflokkurin gekk
fram í prosentum, men ikki
tingmannatali. Hann fekk
eitt gott val. Appilsinir við
nógvum C-vitaminum fingu
í valstríðnum Javnaðar-
flokkin at virka leskiligan
og positivan. Tað var til-
trongt og mundi hjálpa.
Flokkurin kundi kanska
fingið meira burtur av tí,
sum
Sambandsflokkurin
misti. Men Javnaðarflokk-
urin skoraði so fleiri at-
kvøður enn seinast, og tað
var ikki minst Jóannesi
Eidesgaard fyri at takka.
Hann upptraðkaði sum ein
støðufastur leiðari alt val-
stríðið.
Løgdu ongantíð um
Sambandsflokkurin hevði
frá byrjan tann trupulleik-
an, at hann hevði onki veru-
ligt boð upp á framtíðina.
Ungu leyvurnar í flokki-
num siga, at trupulleikin var,
at forkvinnan dugdi ikki at
bera boðskapin fram. Kanska
var tað høvuðstrupulleikin.
Men kanska ein annar trup-
ulleiki var, at allur Sam-
bandsflokkurin, sum hann
var, legði seg at bíða eftir,
at atkvøðurnar skuldu fossa
inn í flokkin og gloymdi at
bera fram sín politikk.
Størsta mistakið hjá Sam-
bandsflokkinum var loyni-
ligi skattalættin. Eftir val-
fundin millum floksfor-
menninar á Læraraskúla-
num tvær vikur fyri valið
skuldi Sambandsflokkurin
beinanvegin havt lagt val-
stríðið hjá sær um. Longu
sama kvøld gjørdu fólk
gjøldur burturúr, at inni-
haldið í skattauppskotinum
var loyniligt, og áhoyrarar-
nir vóru á einum máli um,
at Lisbeth L. Petersen skul-
di vera fegin um, at loft-
miðlarnir ikki sendu frá
fundinum.
Men Sambandsflokkurin
lærdi ikki av mistakinum á
Læraraskúlanum. Hann lærdi
heldur ikki av, at Dimma-
lætting í oddagrein fanst at
avrikinum hetta kvøldið. So
flokkurin helt fram í sama
spori. Forkvinnan tosaði í
sjónvarpinum um eitt skatta-
uppskot, sum hon nóg illa
skilti sjálv. Hon visti ikki,
at orðið sjálvbjargni stóð í
stevnuskránni. Hon visti
ikki, hvat skrásett parlag
var. Har vantaði hegni til at
sannføra og greiða frá.
Stór kanning av leið
Eftir valið hava summi víst
á, at fleiri veljarakanningar
raktu langt við síðuna av.
Staðfestast kann, at tann
stóra kanningin hjá Fynd,
sum gav Sambandsflokk-
inum 10 mans og Tjóð-
veldisflokkinum 6, fór so
langt av leið, sum hon
kundi, samanborið við sjálvt
valúrslitið. Men tað kann
væl vera, at hon gav eina
rætta mynd av tí, sum velj-
ararnir vildu, júst tá hon
varð gjørd.
Millum mong tóktist
leingi at vera ein brennandi
hugur til at revsa ósamdu
samgonguna við at velja
Sambandsflokkin ella Javn-
aðarflokkin. Soleiðis var
prátið ið hvussu er. Tjóð-
veldisflokkurin royndi at
greiða frá, hví málið um
Anfinn Kallsberg var nóg
góð orsøk til at upploysa
fullveldissamgonguna. Men
flokkurin var kroystur, tí
líkamikið hvat hann segði,
vístu kanningarnar, at Sam-
bandið skuldi vinna og
Tjóðveldið tapa stórt.
Tvær orsøkir vóru til, at
hetta ikki hendi kortini.
Onnur var, at Sambands-
flokkurin kom illa frá val-
stríðnum. Hin var, at Tjóð-
veldisflokkurin bað fólk
hugsa. Svart samband ella
fræls framtíð? Tóm vallyfti
ella sosial frambrot? Svarið
nú, hvat tit vilja hava, segði
flokkurin mestsum argandi.
Hjá fleiri, sum ætlaðu at
vraka flokkin, mundi øðin
so líðandi leggja seg. Ikki
minst síðstu dagarnar, tá
Høgni Hoydal trygt bar
flokkin í gjøgnum stóru
sendingarnar í loftmiðl-
unum.
Fólkaflokkurin stóð seg
eisini væl. Tað plagar hann,
tá harðast leikar á. Í Fólka-
flokkinum eru nógvir yvir-
livarar, og í einum hørðum
valstríði eru teir allir ein
sterk eind. Fleiri enn 800
norðoyingar bóðu journal-
istiskar rithøvundar og
tjóðveldisfólk floyta og
krýndu Anfinn Kallsberg til
kong í Norðoyggjum. Slepp-
ur Anfinn Kallsberg ikki at
verða løgmaður, kann hann
ið hvussu er vera errin av
uppreisnini.
Spenningurin í Fólka-
flokkinum í Suðurstreymi
var stórur. Poul Michelsen
ætlaði at koppa annaðhvørt
Óla Breckmann ella Bjarna
Djurholm. Tað eydnaðist
honum ikki. Kappingin
millum teir tríggjar mundi
geva Bjarna Djurholm ta
stóru framgongd, ið hann
fekk. Óli Breckmann lendi
mitt ímillum sum eykavald-
ur. Í Vágum helt Jørgen
Niclasen skansan. Eisini
hann fekk uppreisn eftir
lagnuløtuna í tinginum í
fjør, tá hann mátti leggja frá
sær sum landsstýrismaður.
Teir smáu og stuttligu
Sjálvstýrisflokkurin kom
innum, hóast fleiri kann-
ingar avskrivaðu hann, og
fer nú væntandi at hátíðar-
halda 100 ára dagin fjálg-
aru megin tinggáttina. Mið-
flokkurin vinnur fram í før-
oyskum politikki. Tað var
eitt bragd, at flokkurin fekk
bæði Jenis av Rana og Bill
Justinussen valdar á ting.
Men tað var kanska ikki so
óvæntað, hugsa vit um,
hvussu nógv spurningarnir
um fosturtøku og samkynd
vórðu umrøddir í valstríð-
num. Miðflokkurin fekk
løn fyri at hava greiða støðu
til hesar spurnningar.
Tann stuttligasti í val-
stríðnum var Jóhan í Kolla-
firði. Men boðskapur hans-
ara var eisini álvarsamur.
Viðhvørt virkaði tað, sum
Jóhan bardist fyri teimum,
sum kenna seg øðrvísi í
sandkassanum, og ímóti
føroyskari
vanahugsan.
Velja tit tað, tit altíð hava
valt, fáa tit tað, tit altíð hava
fingið. Kendi nakar seg
raktan? Hann var eisini
stinnur í Freud, Kierke-
gaard og Sokrates. Tað
gjørdi hann áhugaverdan.
Vónandi skapti hetta fríska
lotið móta, so valevnir í
framtíðini fara at leita sær
upp í heimspekiligar hædd-
ir eftir íblástri í staðin fyri
bara at tosa um tunlar og
skatt.
Samanumtikið vísti val-
ið, at ongin, sum stillar
upp, skal kenna seg vísan í
nøkrum. Heldur ikki flokk-
ar ella valevni, sum verða
spádd at skora flestar at-
kvøður. Tað svíður sjálv-
andi fast hjá sambandsfólk-
um, at Sambandsflokkurin
skuldi missa ein tinglim og
ikki vinna seg upp á einar
níggju, sum útlit vóru fyri.
Men niðurstøðan má vera,
at veljararnir broyttu mein-
ing, tá teir ikki fingu greið
boð um politikkin hjá
flokkinum. Teir vóru til
reiðar atkvøða fyri flokk-
inum, um hann bara segði
tað rætta og ikki ov nógv.
Men hann segði tað skeiva
og ov lítið.
Nú fæst so at síggja, hvør
hóast alt sessast í Tinganesi
at stýra landinum.
Tað óvæntaða valúrslitið
Stutt viðmerking til ynski
um heimsins besta skúla
Eli Hentze
skúlastýrislimur fyri
Sands Skúla
Barnaskúlin heima á
Sandi fekk nú um dagar-
nar at vita, at nakrir tímar
skuldu takast av tímatalv-
uni. Undirritaði vil gjarna
hava eitt alment svar, um
hví so er! Undirritaði
ynskir ikki eitt akadem-
iskt svar, ið svargevarin
nóg illa skilir sjálvur.
Undirritaði ynskir ikki
eitt svar, ið er leitað fram
úr rokniarkinum á einari
ella
fleiri
teldum
í
Mentamálaráðnum norð-
uri í Havn. Undirritaði
ynskir eitt svar, ið vanlig
fólk skilja.
Anno 2004 hava børn í
Sands kommunu ikki
ítrótt
á
tímatalvuni.
Rokniarkið í Mentamála-
ráðnum hevur givið tey
boð, at fólkaheilsan, ið
nógv hevur verið tosað
um í seinastuni, ikki eru
so neyðug fyri børn
heima á Sandi.
Tað kann ikki vera rætt
mitt í einum skúlaári at
koma við boðum um, at
nú skulu børnini ikki fáa
ta undirvísing, tey høvdu
fyri jól. Javnaðarflokkur-
in hevur tosað um mat-
pakkar til skúlanæmingar
fyri 10 milliónir kr. Jú,
maturin hevur nógv at
siga, men flest øll børn í
Føroyum hava foreldur,
ommur og abbar. Vit
ynskja undirvísingartím-
ar til okkara børn! Und-
anfarna samgonga hevur
latið ljóðað, at undirvís-
ingarverkið hevur fingið
10 tals milliónir fleir at
ráða yvir. Undirvísingar-
tímarnir í barnaskúlanum
á Sandi eru bara fækkað-
ir í tali síðani einaferð
tíðliga í 90´árunum.
Á Sandi fara vit at
biðja foreldrini ella onn-
ur avvarðandi at smyrja
matpakkarnar hjá teirra
børnum. Men vit fara at
heita á tykkum, ið júst
eru sett at stýa hesum
landi, at geva eisini okk-
ara børnum møguleikar
at mennast á jøvnum føti
við onnur í Føroyum.
Tí fari eg enn einaferð
at heita á tykkum norðuri
í Havn – blakið rokniark-
ið av f… til.
Heimsins besti skúla
kann bert skapast í skúla-
num!!!
Tit norðuri í Havn –
blakið rokniarkið av f… til
Napolion Magnussen
Fyri nøkrum árum síðani
gekk sending í SVF ið
nevndist »Kennir tú slag-
ið?«.
Nú samgongusamráðing-
ar eru í gongd, er mangt ein
kann hugleiða um, tá ein
sær at Javnaðarflokkurin,
umframt at hava fingið
Sambands- og Sjálvstýris-
flokkin afturat sær, besta
hugin hevur á Fólkaflokk-
inum.
Teir, Fólkaflokkurin, hava
sitið í samgongu tey sein-
astu nógvu árini, og hava
millum annað havt vinnu-
og fiskivinnumál undir sær.
Og er tað nakrastaðni, at
ein sær rotinskapin skína
ígjøgnum, er tað á hesum
økjum.
Innan
fyri
vinnumál
kunna vit nevna alingina á
Sandavági og Sandsvág,
har menn, ið hava havt um-
sóknir inni í áravís, ikki
eingang hava fingið svar.
Men so brádliga ein dag er
alt »fiksað«, uttan at áður
nevndu menn vistu av.
Fara vit so til fiskivinnu-
mál er tað uppaftur lættari
at finna dømir. Har hava
eitt nú fleiri rættarmál
peika á syndir og syndarar.
Um vit halda okkum til,
at fiskiríkidømið okkara er
ogn Føroya fólks, (ið vit
sjálvandi aldri fáa ein
Fólkafloksmann at siga, har
skula jú bara tey fáa eiga
alt!), er tað tí sjálvsagt, at
reiðarar ikki skula kunna
sita á fiskiloyvum og fiski-
døgum og válka sær sum
teimum lystir. Við ongum
bátum, ella við bátum, ið
ikki eingang hava siglingar-
loyvi, skula teir ikki kunna
selja ogn Føroya fólks. Um
teir ikki innan fyri 3-6
mánaðir hava fingið sær
fiskifar
ella
ítøkiligar
ætlanir um bygging, skal
fiskiloyvið inndragast. Her
kann Skipaeftirlitið verða
eftirlitismyndugleiki, teir
umsita jú siglingarloyvini
frammanundan. Uttan sigl-
ingarloyvi, onki fiskiloyvi!
Og tað skal undir ongum
umstøðum vera loyvt at
selja fiskidagar, ið jú eru
ogn Føroya fólks. Dagarnir
skula inn í ein fiskidaga-
banka, ið so letur teir út
aftur til teir, sum hava tørv
á teimum, kanska fyri ein
túr hvørjaferð. Og har haldi
eg, í mótsetning til uppskot
Javnaðarfloksins, at landið
skal ikki »dríva buissnes«.
Nei, latið til teir, ið hava
brúk fyri døgum, tað skapar
jú í sær sjálvum inntøkur
ígjøgnum økt arbeiði.
Latið okkum fáa enda á
hesum spekulantum, ið
leggja óneyðugar útreiðslur
á skip, og harumframt
fíggja sítt luksuslív við at
selja ogn Føroya fólks.
Tí er tað neyðugt í eini
nýggjari samgongu, at hes-
in flokkur, í bert kennir sítt
egna »slag«, ikki aftur fær
fatur á hesum so týdningar-
miklu málsøkjunum.
Kennir tú slagið? Tað
geri eg!
Hugleiðingar eftir valið
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin 17. januar
fylti Heini Johansen í Vest-
manna 70 ár. Heini er havn-
armaður, sonur Dagmar og
Herluf Johansen.
Hann lærdi til timbur-
mann hjá pápanum, sum
var timburmeistari. Síðan
lærdi hann til skrivstovu-
mann
á
Lønjavningar-
grunni Skipsfiskimanna frá
1953 til 1956, tá hann fekk
starv í Føroya Banka, har
hann eisini fekk útbúgving
sum bankamaður.
Í 1963 bleiv hann settur
sum deildarleiðari hjá Før-
oya Banka í Vestmanna.
Hetta starv røkti hann til
1994.
Síðan 1997 hevur hann
arbeitt sum húsavørður hjá
grannskoðaravirkinum
Rasmussen & Weihe í
Havn.
Heini hevur eisini sitið á
Løgtingi. Í tíðarskeiðinum
1991-94 var hann eyka-
maður hjá Thomasi Arabo,
umboðandi Javnaðarflokk-
in.
Heini er giftur við Finn-
gerð f. Pætursdóttir Dam,
av Tvøroyri, dóttir Ragn-
hild og Peter Mohr Dam.
Tey eiga tveir synir, sum
báðir eru maskinmeistarar,
teir eru giftir og búgva í
Vestmanna. Eisini eiga tey
sjey ommu- og abbabørn.
Vit hava nú í longri
tíð hoyrt vertin á
morgunsendingini
hjá útvarpinum
ringja til donsku
veðurstøðina DMI at
vita hvussu veðrið
verður í vikuskift-
inum. Maðurin sum
sigur frá er Alix
Rasmussen
Alix Rasmussen er 51 ára
gamal og klaksvíkingur,
sonur Nancy, f. Mikkelsen,
ættað úr Víkarbyrgi, og
Steingrím Rasmussen, úr
Grótinum í Klaksvík. Hann
hevur fýra brøður: Jón í
Grønlandi, Álvur í Havn og
Páll og Steintór í Klaksvík.
Steingrím er fyrrverandi
maskinmestari og hevur
siglt í stóru verð og við
fleiri føroyskum fiskiskip-
um og farmaskipum.
Alix tók realprógv í
Klaksvík í 1969 og stu-
dentaprógv í Hoydølum í
1972. Sum ungur var hann
nakrar túrar til skips - til
snellufiskiskap undir Ís-
landi við sluppini Sæborg
og við Grunningi, til línu-
fiskiskap við Fjallshamar
og við Stellu Karina í
Grønlandi og í Barentshav-
inum. Á landi arbeiddi
hann eisini okkurt fyrifall-
andi: í Grótbrotinum og
sum
landingarmaður
á
Norðborg, har hann var
kendur sum »grabbarin« -
altíð av teimum fyrstu á
krubbubotnin, tá saltfiska-
bátarnir vórðu landaðir, í
ídnari kapping við aðrar
unglingar. Ágrýtin grønur
skóti hjá Vilhelm, men
annars vóru flestu allar frí-
tíðarløtur hildnar í Múla
hjá ommusystrini Martinu
og øðrum góðum múlafólk-
um!
Í 1973 fór hann til Dan-
markar at lesa fysik-geo-
fysik á universitetinum í
Keypmannahavn.
Hann
bleiv útbúgvin veðurfrøð-
ingur í 1981 og fekk starv á
Danmarks Meteorologisk
Institut, har hann hevur
arbeitt síðan tá. Í fleiri ár
hevur hann har m.a. arbeitt
saman við okkara veður-
manni Petur Skeel - inntil
Skeel í 1991 helt leiðina
heim til Føroyar.
Alix er giftur við Vibeke,
f. Jensen, úr Birkerød, tey
búgva í Værløse og eiga
tveir synir: Martin 19 ár og
Thomas 11 ár.
Heini Johansen 70 ár
Alix Rasmussen, veðurfrøðingur:
Føroyska røddin
frá DMI
Dagurin
27. januar. Chrysostomos, deyður ár 407. Jóannes æt hann, men fekk navnið Chrysostomos (gullsmiður), av tí at
hann var tiltikin at prædika. Var patriarkur í Konstantinopel, men fekk so nógvar fíggindar innan fyri kirkjuliðið,
at hann fleiri ferðir mátti taka til rýmingar, og á einari av ferðunum doyði hann, men varð seinni skírdur halgi-
menni.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýndan heiður á
gullbrúdleypsdegi okkara, 27. desember
2003.
Ein serlig tøkk til børnini sum gjørdu dagin
ógloymandi, hátíðarligan og góðan.
Somuleiðis takka vit familju, vinum og
kenningum fyri blómur, gávur, telegram og
uppringingar.
Poul og Kristina Poulsen
Hvalba
C
M
Y
K
13
12