týsdagur 27. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 27. januar 2004
15
14
Nr. 17 - 27. januar 2004
Bogi Eliasen
Nú er valið av og í skriv-
andi stund er spenningur
um, hvør samgongan verð-
ur. Vit á Tinghelluni hava
roynt at fylgt við í dystinum
upp undir val og gjørt okk-
ara viðmerkingar, og Kári
hevði eina góða lýsing av
valinum í hósdagsblaðnum.
Og rætt hevur hann, eg havi
víst á í eini Tinghellu, at
Tann Stuttligi Flokkurin
hevur verið sunnur fyri
okkara demokrati, og einki
rakar betur enn hansara
lýsing av flokkunum sum
hamstarahjól.
Úrslitið
Úrslitið av valinum varð
sera óvæntað. Serliga um
hugsað verður um, at for-
sagnirnar í stóran mun
spáddu andstøðuni stóra
framgongd,
har
serliga
Sambandsflokkurin skuldi
fáa størsta ágóðan av hes-
um. Tað var lagt upp til, at
valið fór at geva fráfarandi
samgongu eina ordiliga
afturgongd.
Men so varð ikki. Sjálvt
um valið gav Sambands-
flokkinum flest atkvøður í
prosentum, hevði hann eina
afturgongd og misti eitt
umboð. Javnaðarflokkurin
hevði eina lítla framgongd,
men
framgongdin
var
ógvuliga jánkaslig, í mun
til hvat var í væntu.
Veruleikin er, at fráfar-
andi samgongu fekk ein
tinglim afturat. So um
løgtingsvalið 2004 eisini
var ein uppgerð um ríkis-
rættarligu støðuna, so kann
ikki sigast at fólkið er ímóti
tí leisti, sum førdur hevur
verið í seks ár. Men kanska
er úrslitið so líkt seinasta
vali, tí tað er ikki so langt
síðani seinast.
Er skipanin órættvís?
Nógv hevur verið sagt um,
at okkara valskipanin er
órættvís, tí tann triðstørsti
flokkurin á tingið fær flest
tingmenn. Hetta er heldur
ikki fyrstu ferð, at býtið av
tingmonnum ikki fylgir
prosentvísa býtinum. Og
hetta tykist órættvíst, um
vit hugsa um Føroyar sum
eina heild. Hinvegin hava
vit valt at hava eina skipan,
við bæði valdømum og at
minni økini er yvirum-
boðaði. Aftrat hesum er eitt
mark fyri, hvussu nógvir
eykamenn kunna setast fyri
at rættvísgera møguligar
skeivleikar. Soleiðis má
niðurstøðan verða, at um
vit ynskja ein skipan, sum
tekur so nógva hædd fyri
teim minnu økinum, mugu
vit liva við sovorðnum
skeivleikum. Mín meting er
greið. Ein broyting til eitt
valdømi, hevði eisini loyst
henda trupulleikan.
Andstøðupolitikkur
Fráfarandi samgonga hevur
buldrað so illani innanhýs-
is, at tað ikki hevur verið
neyðugt hjá andstøðuni at
vísa á teirra veikleikar. Og
kanska sást hetta seinastu
vikuna í valstríðnum. Ser-
liga
Sambandsflokkurin
hevði einki at bjóða. Vit
hava her í Tinghelluni víst
á, at tað ikki ber til at hava
eitt loyniligt skattauppskot,
men í heila tikið virkaði
flokkurin sum um hann
longu hevði vunnið og
royndi at fáa tann 11. ting-
mannin, sum onkur veljara-
kanning segði, at hann var
nær við at fáa.
At leggja frá sær
Eg skilji væl, at Lisbeth L.
Petersen leggur frá sær.
Hon hevði eitt vánaligt
persónligt val, serliga um
samanborið
verður
við
valið í 2002. Men flokkurin
hevur enn størsta prosent-
part av veljarunum og ein
reellan møguleika at koma í
samgongu. Við at leggja frá
sær
her,
letur
hon
í
veruleikanum øll kort frá
sær, um vit hugsa um løg-
mannsembætið, og ger í
heila tikið, at flokkurin
stendur veikur í samráðing-
arstøðu. Gerðin hevði verið
skillig, um flokkarnir í
Føroyum vóru í blokkum,
eins og til seinasta val, tí so
visti Lisbeth, at hon hevði
skula í andstøðu. Soleiðis
er støðan ikki nú. Støðan er
tann, at allir flokkar hava
møguleika at koma í sam-
gongu, eins og møguleik-
arnir eru fyri bæði smølum
og breiðum samstarvið.
Hinvegin er tað gleðiligt at
síggja ein floksleiðara sum
tekur í egnan barm.
Hvør tekur við?
Men hvør skal taka við.
Fyribils er næstformaðurin,
Alfred Olsen settur, og tað
er jú nátturligt, at næst-
formaðurin tekur við, tá
formaðurin leggur frá sær í
úrtíð. Men hann er ikki
nøkur varandi loysn, um
flokkurin ætlar at endur-
nýggja seg. Hann er partur
av gamla ættarliðnum og
stendur ikki fyri nakrari
nýhugsan ella broyting.
Men hvør kann taka við.
Fram til valið hevur ofta
verið ført fram, at Sam-
bandsflokkinum
tørvar
leiðarar og løgmannsevni.
Um vit fara at leita eftir
boðum upp á nýggjan for-
mann í nýggju tingmann-
ingini,
er
fyrrverandi
formaðurin og løgmaðurin
Edmund
Joensen,
men
hann er partur av tí gamla
ættarliðnum. Marjus Dam
kann ikki hugsast at verða
evni. Jóhan Dahl er kanska
eitt gott boð. Hann er ikki
millum teir yngstu, men
heldur ikki ov ungur til at
verða formaður og hevur
víst á, at hann ynskir broyt-
ingar og at gera Sambands-
flokkin betri. Hitt upplagda
evni er Bárður Nielsen.
Hann hevur havt eitt gott
val og kann vera við til at
endurnýggja flokkin. Men
hann er kanska ov ungur til
at sita sum formaður í
flokkinum og verða løg-
mannsevni, sjálvt um hann
hevur bjóðað seg fram.
Men, sum skilst á fjøl-
miðlunum, er ein uppgerð á
veg í Sambandsflokkinum.
Men tað undrar meg, at
uppgerðin skal verða með-
an samgongusamráðingar
fara fram, og stjórn ikki er
skipað og harvið avmarkar
møguleikarnar hjá flokkin-
um í skipanini av nýggjari
stjórn. Ella stendur tað
veruliga so illa til, at flokk-
urin er við at detta sundur.
Nýggja stjórnin
Møguleikarnir eru nógvir
og mest spennandi er at
vita, um vit fáa eina breiða
samgongu við minst 21 ella
22 tinglimum. Tí tað krevur
meira kompromis flokk-
anna ímillum.
Stóru flokkarnir hava
allir lagt upp til breiðar
samgongur, og tað merkir
helst, at tríggir av hesum
flokkum fara saman, um
ikki freistingin verður ov
stór til at skipa eina smala
samgongu. Men eitt er
greitt, Jóannes Eidesgaard,
situr við bestu møguleikun-
um, tí hann kann samráðat
við allar flokkar og er sjálv-
ur eitt gott boð til løgmann.
Tað
verður
somuleiðis
spennandi at vita, um bert
Tjóðveldið
ella
hinir
flokkarnir eisini halda fast
um, at Anfinn ikki skal í
Landsstýrið.
Annað um valið
Plakatteoriin.
Serliga Havnin var á
tremur við plakatum. Tað
eyðmerkta hevur verið, at
plakatirnar hava í stóran
mun
verið
persónligar,
heldur enn fyri flokkarnar.
Tað sama var galdandi við
valtilfari, sum bleiv borið
til húsini, tað var alt per-
sónligt. Hetta vísir tvey
ting. Fyri tað fyrsta hvussu
óskipaðir flokkarnir eru, og
at kappingin í valstríðnum í
størri mun er blivin millum
valevnini í sama flokki enn
í millum flokkarnar, hóast
flokkarnir enn dominera.
Og so plakatspurningur-
in, virka tær? Tann mest
aktivi í Havn hevur verið
Heðin Mortensen, og hann
kom ikki inn aftur. Ein
annar, sum kanska er
nummar tvey á tí listanum,
Poul Michelsen, er fyribils
eykavaldur, uttan at sita
tryggur í sessinum, tí alt
stendur á hvussu vallógin
verður tulkað. So plakatir
eina er ikki nokk.
Enn er mest umráðandi
parturin í føroyska val-
stríðnum at reka.
Valið - hvat so?
C
M
Y
K
14