Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 17 - 27. januar 2004 Nr. 17 - 27. januar 2004 17 Sunnudagin gjørdi Sjálvstýrisflokkurin av ikki at halda fram at skipa samgongu saman við Javnaðar- flokkinum, Sam- bandsflokkinum og Fólkaflokkinum SAMGONGU- SAMRÁÐINGAR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Tá tað var greitt, at teir tríggir stóru flokkarnar ikki vildu tryggja okkum ein landsstýrissess, so gjørdi landsnevndin í Sjálvstýris- flokkinum av, at vit ikki halda fram við samráðing- unum um skipan av nýggj- ari samgongu. Hetta segði Kári P. Høj- gaard við útvarpið sunnu- dagin, eftir at hann og Sjálvstýrisflokkurin vóru farnir av postinum á Gamla Apoteki, har nú teir tríggir, Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin royna at skipa nýggja samgongu. Tað vóru Sambands- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin, sum umframt Javnaðarflokkin peikaðu á Jóannes Eidesgaard sum samráðingarleiðara. Tískil valdi Jóannes Eidesgaard fyrst at bjóða hesum flokk- um til samráðingar, síðani at hoyra, hvat hinir flokk- arnir høvdu at siga til møguligt samstarv, áðrenn hann tók avgerð um at bjóða Fólkaflokkinum til realitetssamráðingar. Fundur var hildin til út á kvøldið leygarkvøldið, og tá lá í luftini, at Sjálvstýris- flokkurin fór at taka seg burturúr, um teir ikki fingu vissu fyri, at flokkurin fekk ein landsstýrissess. Men líka so greitt lá tað í luftini, at tað fekk Sjálvstýris- flokkurin ikki. Eingin ill- støða tóktist vera av hesum, men fyri Sjálvstýrisflokkin hevur tað týdning at vera við í arbeiðinum sum fer fram í landsstýrinum. – Kunnu vit ikki verða við í tí arbeiði, sum fer fram har, so verður tað vón- leyst hjá einum einsamall- um tingmanni at arbeiða konstruktivt, segði Kári P. Højgaard, sum eftir øllum at døma verður einsamallur um at umboða Sjálvstýris- flokkin í føroyskum polit- ikki í komandi valskeiði. Hóast Sjálvstýrisflokkur- in er farin burtur úr sam- ráðingunum á Gamla Apo- teki, so segði Kári P. Høj- gaard við útvarpið sunnu- kvøldið, at hann helt tað vera røttu avgerðina, at hann peikaði á Jóannes Eidesgaard, sum samráð- ingarleiðara. – Vit mugu vera realist- iskt. Tað hevði ikki nytta at peika á Anfinn Kallsberg, soleiðis sum støðan varð vorðin. Jóannes Eidesgaard er tann, sambært veljara- kanningum, sum er næst best umtóktur sum løgmað- ur eftir Anfinn Kallsberg, tí var tað so nátúrligt at peika á hann. Hann hevur eisini prógvað í hesum samráð- ingunum, at hann er førur fyri at leiða slíkar samráð- ingar, sum hava gingið sera væl og hava verið sera konstruktivar, segði Kári P. Højgaard, sum nú kennir seg leysan av hesi møgu- ligu samgongu. Hann fer í løgtinginum at taka støðu til mál fyri mál, fer at ar- beiða konstruktivt og taka undir við teimum góðu málunum frá samgonguni. Teir tríggir flokkarnir, sum nú samráðast, hava til- samans 21 tingsessir aftan fyri seg. Sjey fólk eru í tingnevndunum. Nevndar- býtið verður tí fimm limir til samgonguna og tveir til andstøðuna. Kári farin av postinum Samráðingarleiðarin, Jóannes Eidesgaard, letur væl at samráð- ingarstevninum. Vinnupolitikkur er framvegis á skránni. Hóast flokkarnir eru hugsjónarliga ymiskir á máli um, hvussu vinnupolitikkurin skal orðast, so gongur væl at finna eina felags semju á økinum SAMGONGU- SAMRÁÐINGAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Seinast í sjeytiárunum hevði amerikanski tón- leikabólkurin, The Jackson Five, við umstrídda Micha- el Jackson á odda eitt stórt hitt við lagnum ABC. A-B-C tónarnir í føroysk- um politikki, Fólkaflokkur- in, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin syngja framvegis sama lag og løg- ini gerast betri og betri fyri hvønn dag sum gongur. Tónarnir, sum eru inn- spældir um vikuskiftið, ljóða, sambært samráðing- arleiðaranum, Jóannesi Eidesgaard, so mikið væl, at nógv bendir á, at Javnað- arflokkurin, Sambands- flokkurin og Fólkaflokkur- in verða flokkarnir, sum skulu mynda samgonguna komandi árini Tung økið Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin hava um viku- skiftið umrøtt ríkisrættar- ligu støðuna og vinnupolit- ikk. Samráðingarleiðarin sigur, at tað er til ætlað, at tey sonevndu tungu evnini verða viðgjørd fyrst. Viðvíkjandi vinnupolit- ikkinum og ríkisrættarliga spurninginum eru flokk- arnir hugsjónaliga ymiskir á máli, men kortini ganga samráðingar væl. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at flokkarnir hava funn- ið ein felagsnevnara á ríkis- rættarliga økinum og í løt- uni verður dúgliga kjakast um vinnupolitikkin. Formaður Javnaðarfloks- ins vil kortini einki ítøkiligt siga um, hvør felagsnevnar- in er á ríkisrættarliga økin- um, ei heldur hvørjar semj- ur higartil eru gjørdir á vinnupolitiska økinum millum flokkarnar. Praktiskur politikkur Sunnudagin vórðu einskilj- ingar og rækjuvinnan um- røddar. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkarnir eru hugsjónarliga samdir á vinnupolitiska økinum. Báðir flokkar siga seg vilja virka fyri einum føroyskum vinnulívið, sum byggir í størst møguligan mun á privata grundarlagið. Javnaðarflokkurin er hin- vegin afturhaldin, tá ein- skiljingar av almennum ognum eru á skránni. Hug- sjónarligu munirnar á Fólka- og Sambandsflokk- inum einumegin og Javnað- arflokkurin hinumegin, hava kortini ikki higartil elvt til stórvegis ósemjur millum flokkarnar. – Vit vita, at flokkarnir eru ymiskir á máli, tá vit tosa um vinnupolitikk. Hetta gevur pørtunum høv- ið til geva seg eyka fyri at finna eina felags semju, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann greiðir frá, at eitt eru hugsjónarligir munir, eitt annað er praktiskur politikkur. – Tað vísir seg ofta, at tað er lættari at finna semjur við flokkar sum eru ymisk- ir hugsjónarliga, enn flokk- ar sum líkjast nógv. Líkjast flokkar ov nógv, vísir tað seg ofta, at ein vil halda upp á sítt, heldur enn at finna eina felags praktiska semju, vísir formaður Javnaðarfloksins á. Jóannes Eidesgaard vísir til samgonguna millum Javnaðarflokkin og Fólka- flokkin frá 1990, har flokk- arnir, hóast ymiskir hug- sjónarliga, hildu seg til praktiskan politikk og fingu nógv av skafti. Alivinnan á skránni Samgongusamráðingar skulu halda fram seinna- partin mánadagin. Kreppu- rakta alivinnan verða á skránni. Øll umboðini fyri Sambandsflokkin, Javnað- arflokkin og Fólkaflokkin skuldu verða við til fram- løguna hjá Havbúnaðar- felagnum um alivinnuna. Eftir framløguna fyrra- partin mánadagin, skuldi partarnir hittast seinnapart- in mánadagin at umrøða alivinnuna. Vinnupolitisku telvingarnar halda á Realitetssamráðingarnar byrjaðu leygardagin. Her sita umboð fyri allar fýra flokkarnar við samráðingarborðið í Fíggjarnevndarhølinum leygardagin Mynd: Eirikur Lindenskov Teir líða onga neyð, menninir sum samráðast um nýggja samgongu á Gamla Apoteki Mynd: Jens Kristian Vang Sunnudagin beyð Fólkaflokkurin til turran bógv í Fólakflokshølinum á Gamla Apoteki. Andrias Petersen sker av Tindhólma-bógnum, sum Jørgin Niclasen hevði við hendan dagin Mynd: Jens Kristian Vang Nýggja stjørnuskotið hjá Javnaðarflokkinum, John Johannessen og Bjarni Djurhuus, fyrstvaldi tingmaður Fólkafloksins í Suðurstreymoy Mynd: Eirikur Lindenskov The Grand Old Man, Sverre Midjord og Johan Dahl heilsast í Javnaðarhølinum á Gamla Apoteki leygardagin, tá farið varð undir realitetssamráðingarnar leygardagin Mynd: Eirikur Lindenskov Frá samráðingunum – Kári fór av postinum, søgdu hinir skemtandi, tá Kári P. Højgaard og Sjálvstýrisflokkurin tóku seg úr samráðingunum Mynd: Eirikur Lindenskov Heðin Zachariassen - sum fríggjakvøldið alment aftur gjørdist tingmaður Fólkafloksins, og Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum Mynd: Eirikur Lindenskov Sum vera man hevði Edmund Joensen rækjur við norðan av Oyri… Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 17 16