týsdagur 27. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 17 - 27. januar 2004
Nr. 17 - 27. januar 2004
19
Tíggjunda ferðin, at
Óli Breckmann varð
valdur, var fyrsta
ferðin, at hann ikki
var valdømisvaldur
SUÐURSTREYMOY
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Valkvøldið vórðu viðmerk-
ingar gjørdar til atkvøðu-
tølini í einstøku valdøm-
unum. Viðmerkingarnar til
tølini í Suðurstreymoy vóru
fáar og smáar. Hetta komst
fyrst og fremst av, at tá ið
tølini fyri Havnina vóru
klár,
varð
landsúrslitið
greitt, og harvið bar til at
fara til formansumfarið. Tí
verður gjørt eitt lítið sindur
burturúr fólkaríkasta val-
døminum her, nú eina viku
eftir valið.
Fullveldisrákið kendist
fyrst og fremst í høvuðs-
staðnum. Soleiðis hevur
ofta verið tikið til. Sipað
hevur verið til tann veru-
leikan, at Tjóðveldisflokk-
urin á valinum í 1998 vann
tríggjar
valdømisvaldar
tingmenn í Suðurstreymi.
Frammanundan
hevði
flokkurin bert havt ein
tingmann í fólkaríkasta
valdøminum. Í 2002 megn-
aði Tjóðveldisflokkurin at
endurvinna tríggjar í hesum
valdøminum. Hesa ferð
varð roknað við, at flokk-
urin mundi fara at missa ein
valdømisvaldan tingmann,
men tað gjørdi hann ikki.
Fyrst og fremst orsaka av
óvanliga høga persónliga
atkvøðutalinum hjá Høgna
Hoydal endurvann Tjóð-
veldisflokkurin tríggjar val-
dømisvaldar. Hesa ferð at-
kvøddu 1421 fyri Høgna
persónliga. Við 1521 at-
kvøðum setti hann met í
1998. Í 2002 fekk hann
1351 atkvøður, og hesa ferð
lyfti hann seg upp á 1421.
Burtursæð frá Høgna í
1998 og Lisbeth L. Peter-
sen í 2002 (1394 atkvøður)
er hetta hægsta persónliga
atkvøðutalið nakrantíð. Atli
Dam fekk 1356 atkvøður í
1990. Hægsta talið hjá
Jógvani Sundstein var 1001
(í 1988), og hægsta talið hjá
Paula Ellefsen var 1037 (í
1988).
Annita á Fríðriksmørk
fekk hesa ferð 527 at-
kvøður. Í 2002 fekk hon
405 atkvøður. Valið hesa
ferð staðfesti hennara støðu
sum nummar tvey í Suður-
streymi. Verri gekk tað hjá
Kristinu Háfoss. Í 2002
varð hon triðji tjóðveldis-
tingmaðurin við 364 per-
sónligum atkvøðum. Hesa
ferð fór talið niður á 160.
Finnur Helmsdal fekk í
2002 203 atkvøður. Tað var
tvær færri enn Jógvan
Arge, sum kom í tingið, tá
ið Høgni Hoydal gjørdist
landsstýrismaður.
Hesa
ferð fekk Finnur nakrar
atvøður færri, enn hann
gjørdi fyri tveimum árum
síðani, men hann kom í
tingið við 197 atkvøðum.
Við sama atkvøðutalinum
komu Jógvan Arge og Rói
Egholm ikki í tingið.
Síðsta ferðin, at tað
frammanundan var lutakast
um valdømisvaldan ting-
sess í Suðurstreymi, var í
1978. Tá fingu Eilif Samu-
elsen og Dánjal Larsen,
sum báðir vóru á sam-
bandslistanum, 105 persón-
ligar atkvøður. Annar teirra
skuldi í sessin aftaná Paula
Ellefsen, og Eilif vann luta-
kastið.
Óli eykavaldur
Óli Breckmann er tann í
nýggja
tinginum,
sum
hevur drúgvastu parlament-
arisku royndirnar. Hann
hevur sitið í tinginum út í
eitt síðani í november 1974.
Fyri einari viku síðani var
hann fyri tíggjundu ferð
valdur í løgtingið. Tá ið
hann varð valdur fyrstu
ferð, fekk Fólkaflokkurin
bara ein valdømisvaldan í
Suðurstreymi. Óli Breck-
mann vann sessin frá Knúti
Wang, sum hevði verið
valdømisvaldur síðani í
1958. Knút kom ikki inn, tí
Eliesar Arge varð eyka-
valdur.
Síðani í 1974 hevur
Fólkaflokkurin átt í hvussu
so er tveir valdømisvaldar
hvørja ferð, og Óli Breck-
mann hevur hvørja ferð
verið
valdømisvaldur.
Fólkaflokkurin hevði hesa
ferð eitt gott val. Undan-
takið var í Suðurstreymi,
har teir duttu niður á ein
valdømisvaldan. Tað var
Bjarni Djurholm, sum fekk
595 persónligar atkvøður.
Óli Breckmann fekk 450
persónligar atkvøður. Á
valinum í 2002 fekk Bjarni
393 atkvøður, og Óli fekk
511.
Hóast Poul Michelsen
ikki kom í tingið hesa ferð,
so fekk hann fleiri persón-
ligar atkvøður, enn hann
fekk í 2002. Ta ferðina fekk
hann 293, og hesa ferð fekk
hann 335. Um Bjarni Djur-
holm verður landsstýris-
maður, so fara hesar at-
kvøðurnar at bera Poul í
tingið.
Eingin kvinna
Nógvu tey seinastu árini
hevur Javnaðarflokkurin í
Suðurstreymi havt kvinnu-
liga umboðan í tinginum.
Tað hevur hann ikki longur.
Kristian Magnussen og
John Johannesen vórðu
valdir við ávikavíst 412 og
380 persónligum atkvøð-
um. Á næstu plássunum eru
tvær kvinnur – Helena Dam
á Neystabø við 342 og
Katrin Dahl Jakobsen við
308 atkvøðum.
Fyrsta
kvinnan,
sum
umboðaði Javnaðarflokkin
í Suðurstreymi í tinginum,
var Jona Henriksen. Hon
kom í tingið fyri Jákup
Lindenskov í 1975, og hon
varð vald á ting í 1978. Í
1980 og 1984 varð eingin
kvinnulig umboðan fyri
Javnaðarflokkin í Suður-
streymi. Frá 1988 og til
1998 var Marita Petersen,
sáli, vald í størsta valdøm-
inum, og síðani tá hevur
Katrin Dahl Jakobsen verið
vald tvær ferðir. Í 2002 var
hon fyrst vald á javnaðar-
listanum við 459 persón-
ligum atkvøðum, meðan
Kristian Magnussen, sum
varð eykavaldur, fekk 328
persónligar atkvøður.
Kaj Leo staðfesti sína
støðu
Á sambandslistanum var
talan um rættuligt skrædl
hjá Lisbeth L. Petersen,
sum fór frá 1394 atkvøðum
í 2002 og til 648 atkvøður
hesa ferð. Kaj Leo Jo-
hannesen meiri enn tví-
faldaði
sítt
atkvøðutal.
Hann fekk 263 atkvøður í
2002. Tær vóru nóg mikið
til eykavaldan sess. Hesa
ferð fekk hann 551 atkvøð-
ur og syfti væl og virðiliga
Heðini Mortensen, sum
fekk 397 atkvøður. Í 2002,
tá ið hann rakk næsta
valdømisvalda
sessinum
hjá Sambandsflokkinum í
Suðurstreymi,
atkvøddu
410 fyri Heðini Mortensen.
Sambandsvalið boðar frá,
at Kaj Leo Johannesen
tykist standa stinnastur í
høvuðsstaðnum. Spurning-
urin er so, hvør fer at bjóða
av um næsta sessin, tá ið
Lisbeth L. Petersen hevur
tikið seg aftur.
Jenis av Rana er so
tryggur í tinginum, sum tað
ber til at vera, tá ið talan er
um eykavaldan sess. Á
sjálvstýrislistanum
fekk
Sámal Petur í Grund ikki
undirtøku, sum bendir á, at
hann er á veg aftur í tingið.
Malan Johansen fekk eitt
rimmar val. Sjálvstýris-
flokkurin restaði eina at-
kvøðu í at skula í lutakast
við Eysturoyar valdømi um
einsamalla eykavalda sess-
in. Møguleiki eigur at vera
fyri sjálvstýrisumboði í
Suðurstreymi, og valið hesa
ferð bendi á, at Malan Jo-
hansen kann fara at gerast
tingmaður, tá ið val verður
næstu ferð. Nær tað verður,
er ein heilt annar spurn-
ingur.
Tað
er
merkisvert,
hvussu hugaðir veljararnir í
høvuðsstaðnum eru í at
velja. Hesaferð var vallut-
tøkan 91,3% í Havnini, tað
er met, og tað skal leitast
leingi eftir høvuðsstaði, har
valluttøkan er so stór, sum
hon er í høvuðsstaðnum.
Høgni
heldur
óvanliga
høgt
atkvøðutal
Høgni Hoydal var aftur toppskorari í Suðurstreymi
Katrin Dahl Jakobsen fall – og harvið er drúgva kvinnuliga umboðanin hjá Javnaðarflokkinum
í Suðurstreymoy burtur
Víðagitni sanglærarin
úr Danmark gav frá-
læru til sanghugaðar
føroyingar í viku-
skiftinum. Hugskotið
við skeiðnum var, at
tann einstaki lærur
røddina at kenna og
gerst betri sangari
SANGSKEIÐ
Steintór Rasmussen
Tað var ein góð blanding av
leikum og lærdum í Norð-
urlandahúsinum. 15 sang-
arar høvdu meldað luttøku í
meistarabólkinum,
men
harumframt
vóru
fleiri
áskoðarar sum fingu ráð og
vegleiðing frá Cahtrinu
Sadolin, sum vitjaði Føroy-
ar á fyrsta sinni.
Cathrina verður roknað
millum tey fremstu í heim-
inum, tá tað snýr seg um
vitan og frálæru innan
sang. Sjálv hevur hon útfrá
egnum royndum og teorium
skrivað bókini Komplet
Sang Teknik, sum av mong-
um verður mett sum bíblian
hjá øllum sangarum. Eisini
hjá Cathrina Sadolin er
boðskapurin sera einfaldur.
– Øll kunnu syngja. Tað
er bert ein spurningurin um
at brúka røddina og kroppin
á rætta hátt, sigur Cathrina
og ger samstundis vart við,
at tað er umráðandi at sang-
arin lurtar eftir sær sjálv-
um, venur og arbeiðir við
røddini. Tað eru fleiri mátar
at gerast góður sangari,
men tað sum hevur størsta
týdning, er at ein nýtur tey
amboðini, sum gagna ein-
um sjálvum best.
Nógv at taka av
Hóast Catrhina heldur at
tað býr ein sangari í øllum
menniskjum, so er hon
kortini bilsin av hvussu
nógvir gávuríkir sangarar
eru í Føroyum.
– Eg haldi at tað hevur
verið serstakliga stuttligt og
spennandi at hildið skeið
her. Fólk eru sera opin og
móttakilig. Tey, sum hava
luttikið, hava torað væl at
viðurkent og víst á sínar
egnum veikleikar. Og tað er
sær sjálvum ein styrki. Har-
afturat havi eg hoyrt nógvar
frálíkar røddir og tað er
altíð hugaligt.
Cathrina Sadolin hevur
sjálv drúgvar royndir bæði
sum sangari, og hon arbeið-
ir nú sum granskari innan
raddarslit. Eisini ferðast
hon víða og heldur fyri-
lestrar um sang og teknik.
Hennara vitan og innlit inn-
an sang hevur gjørt Cathrinu
til eitt høgt virt navn um
allan heimin.
Sosialurin var á skeið-
num, og í blaðnum leygar-
dagin, hava vit eina sam-
røðu við Cathinu Sadolin.
Prátað varð eisini við fólk,
sum sungu og lýddu á.
Lærumeistarin Cathrina Sadolin:
Tað býr ein sangari í okkum øllum
Víðagitni sanglærarin, Cahtrina Sadolin, heldur at tað býr ein sangari í øllum menniskjum, men kortini er hon bilsin av øllum gávuríku sangarunum i Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
19
18