Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 8 Sosialurin Leo Poulsen John Johannesen hevur fing­ið umhvørvismál at um­ sita hetta fram til val­ið, og í sambandi við, at Komm­ u­nala brennistøðin í Havn fyri tveimum vik­um síð­ani fekk handað um­hvørvis­góð­ kenningina ISO 14.001, varð lands­stýris­mað­urin boðin at vitja á brenni­støðini. Fyrrapartini í gjár var John Johannesen so saman við umhvørvisráðgevanum í Innlendismálaráðnum, Elsu Østergaard, á vitjan á brenni­ støðini. Bárður Michelsen, stjóri, og Elin Linden­skov, for­ kvinna í Heilsu- og um­ hvørv­is­nevnd­ini, vístu runt og Bárð­ur Michelsen greiddi frá manna­gongd­um á brenni­ støðini. Leiðslan á brennistøðini hev­ur seinastu nógvu árini gjørt nógv við at gera fastar manna­gongdir innan øll øki, og tað førdi til ISO 14.001 um­ hvørvisgóðkenningina, sum Norske Veritas hevur latið. Brennistøðin leggur stóran dent á, at mannagongdirnar eru umhvørvisliga haldbærar, og við slagorðunum »Skilir tú?« verður syrgt fyri, at ymsu sløgini av ruski enda á røttum stað. Sýrur og annað vanda­ mik­ið burturkast endar í serligum íløtum, og trygdar­ viðurskiftini eru í hásæti. – Vit hava eina neyðbrúsu, so fólk skjótt kunnu skola burtur av sær, um tey fáa okk­urt á seg. Enn hevur tíbetur ikki verið brúk fyri henni, sigur Bárður Michelsen. Nógv burturúr John Johannesen, umhvørv­ i­s­málaráðharri, helt seg hava fing­ið nógv burtur úr vitjan­ini. – Jú, eg havi fingið um­ hvørvismál at umsita, og her síggja vit umhvørvispolitikk í verki. Burturkast frá húsar­ haldum og frá vinnuni verð­ ur skilt og endurvunnið, og tað, sum ikki kann endur­ vinnast, verður brent og gjørt um til hita til hús í Havn. So her síggja vit eitt dømi um veruliga góðan orku- og um­ hvørvispolitikk, sigur John Johannesen. Sum nevnt hevur brenni­ støðin fingið eina ISO 14.001 umhvørvisgóðkenning. – Tað má eg ynskja brenni­ støðini og Tórshavnar komm­ unu tillukku við. Eg haldi tað er gott, at brennistøðin gongur á odda, og tað hava vit eisini fingið víst, við hes­ari rundvísingini, at her er veruliga talan um eina ógvu­liga umhvørvistilvitaða brennistøð við skipaðum managongdum. Og tað frøir meg sum landsstýrismann við yvirskipaðari ábyrgd av umhvørvispolitikkinum. Hann heldur, at Kommu­ nala brennistøðin kundi verið ein fyrimynd hjá øðrum stovnum og fyritøkum. – Nú er hetta sjálvandi ein serlig fyritøka, ein brennistøð og ein ruskinnsavningarstøð, men eg haldi, at tað í øllum liðum í samfelagnum átti at verið hugsað um umhvørvið, sigur John Johannesen. Umhvørvisráðharrin vitjar brennistøðina Í gjár var umhvørvismálaráðharrin, John Johannesen, saman við umhvørvisráðgevanum í Innlendismálaráðnum, Elsu Østergaard, á vitjan á kommunalu brennistøðin í Havn Bárður Michelsen, stjóri á brennistøðini, Elin Lindenskov, forvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Elsa Østergaard, umhvørvisráðgevi í Innlendismálaráðnum, og John Johannesen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, á Kommunalu brennistøðini Mynd: Álvur Haraldsen