fríggjadagur 27. mai 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Avtalan millum Føroyar og
Grønland sigur, at veiðan av
toski má ikki fara upp um
255 tons, meðan hjáveiðan
av
svartkalva
og
kalva
kann verða upp til 275
tons. Umframt kvoturnar í
Eysturgrønlandi hava Før
oyar eina kvotu av svartkal
va upp á 100 tons í Vestur
grønlandi.
Tað sigur Fiskimálaráðið,
sum hevur lýst kunngerð,
ið ásetir, hvørji skip kunnu
fáa loyvi at fiska botnfisk í
Grønlandi.
- Treytin fyri at sleppa til
Eysturgrønlands er, at skipið
hevur fiskiloyvi til botnfisk í
føroyskum sjógvi. Haraftrat
hava tey skip fyrimun, sum
árini 2006-2010 hava fiskað
mest av botnfiskakvotunum
í Eysturgrønlandi, ið Føroyar
hava í avtaluni við Grønland.
Fiskimálaráðið vísir á, at
í avtaluni við Grønland er
ásett, at í mesta lagi trý skip
kunnu royna í Eysturgrøn
landi í senn.
- Tí er talið av fiskiloyvum
í fyrsta umfari avmarkað til
trý skip.
Lagt verður aftrat, at
treytin fyri at fáa svartkalva
kvotuna í Vesturgrønlandi er,
at skipið hevur fiskað svart
kalva har sambært fiskiveiði
avtaluni millum Føroyar og
Grønland í tíðarskeiðnum
2006-2010.
Eingin ES-avtala
Undanfarin ár hava Føroyar
í fiskiveiðiavtaluni við ES
havt kvotur av rækjum,
svartkalva og kongafiski í
Grønlandi.
- Í ár er eingin avtala gjørd
við ES, tí tey tvinna fiski
veiðiavtaluna
saman
við
ósemjuni um makrelin og
vilja ikki gera nakra avtalu
við Føroyar, fyrr enn makrel
spurningurin er loystur.
Fiskimálaráðið sigur, at
umsóknir um loyvi at fiska
botnfisk í Grønlandi í 2011
skulu verða ráðnum í hendi
innan týsdagin 31. mai 2011
klokkan 15.00.
- Skip, sum longu hava
søkt, nýtast ikki at søkja av
nýggjum, verður lagt aftrat.
-
Kunngerðin
um
veiði eftir botnfiski við fiski
førum undir føroyskum flag
gi í grøn-lendskum sjógvi í
2011 er lýst í Kunngerðablað
num og er tøk á www.logir.fo.
vilmund@sosialurin.fo
Skip kunnu nú fara til
Grønlands eftir botnfiski
Eftir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland
kunnu føroysk skip royna eftir toski, brosmu og
steinbíti í Eysturgrønlandi í 2011, og Fiskimálaráðið
hevur nú lýst kunngerð sum ásetir, hvørji skip
kunnu fáa loyvi at fiska botnfisk í Grønlandi
Vilmund Jacobsen
Loyvini at trola innan fyri
12 fjórðingar í summar –
trolingin á landleiðini tey
rópa – eru útskrivað fyrr í
hesi vikuni.
Síðani fyrst í sjeytiáru
num hevur verið loyvt trol
bátum undir ávísa stødd
at trola eftir flatfiski inn
an fyri 12 fjórðingar um
summarið. Veiðan er fyri
tað mesta flatfiskur og hav
taska, umframt toskur og
hýsa.
- Fiskiskapurin hjá trol
bátunum
innan
fyri
12
fjórðingar hevur vanliga
roynst væl. Í fleiri ár var ein
trupulleiki, at bátarnir fin
gu ov nógv av rundum fiski,
serliga toski. Seinastu árini
hevur tí verið álagt bátu
num at brúka eitt serligt
flatfiskatrol við innsettari
skiljirist og víðum posa sum
ger, at ein stórur partur av
runda
fiskinum
verður
sílaður frá, sigur Fiskimála
ráðið.
Politikkurin hjá lands
stýrinum var í fleiri ár at
minka um talið av loyvum
í trolingini innan fyri 12
fjórðingar.
- Tølini vísa, at eitt nú
í 1990 útskrivaði lands
stýrið
21
bátum
loyvi.
Miðskeiðis í nítiárunum
gjørdi landsstýrið av at
avmarka talið av loyvum
til 15. Gongdin seinastu
2-3 árini hevur verið, at
fleiri trolbátar eru tiknir
úr vinnu, og fiskirættindi
eru løgd saman við øðrum
trolbátum, sigur Fiskimála-
ráðið, sum í vikuni hevur út
skrivað loyvi til átta bátar at
trola á landleiðini í summar.
vilmund@sosialurin.fo
- Politikkurin hjá landsstýrinum var í fleiri ár at minka um talið av loyvum í trolingini innan fyri 12 fjórðingar.
Gongdin seinastu 2-3 árini hevur verið, at fleiri trolbátar eru tiknir úr vinnu, og fiskirættindi eru løgd
saman við øðrum trolbátum. Nú hava átta bátar fingið útskrivað loyvi at trola á landleiðini í summar
Átta bátar fara á landleiðina
- Skip, sum longu hava
søkt um loyvi at sleppa
til Grønlands at fiska
botnfisk, nýtast ikki
at søkja av nýggjum,
sigur Fiskimálaráðið