Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 Sosialurin Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini í Havn Kjak Musikkstevnan 2011: Næmingarnir fremja menningina Tað er hugaligt at bjóða tykkum vælkomin til hesa skúlakonsertina á Musikk­ stevnuni 2011, sum GHM skip­ar fyri. Havi skilt, at hesar konsertirnar við skúla­ orkestrum hava gjørt sítt til at menna Musikkstevnurnar tey seinastu árini. Serliga heilsan fari eg bera gestunum úr Íslandi. Okk­um dámar væl at koma til tykkara spennandi land í øllum samanhangum, ikki minst tónleikaligum, og vit fegnast um, at tykkum eisini dámar at koma til okkara. Slík­um samhuga kunna báðir partar fáa nógv burturúr. Tað er ikki eiti á, at hendan konsertin fevnir um heili 300 ungar tónleikarar. Betri prógv finst valla um, at vit hava eitt ríkt tónleikalív í Føroyum í dag. Her fáa tit ungu møguleika fyri at vísa tykkara kynstur fyri almenninginum og fyri royndum tónleikarum, sum øll hava ynski um, at tónleikurin og tónleikalívið mennast. Og tað eru tit, sum skula fremja hesa menning í verki. Stór framstig Í dag eru heilt aðrir møgu­ leik­ar fyri at menna seg inn­ an tónleik enn tað vóru, tá eg var skúlanæmingur. Tá sungu vit nógv, men skipað musikkundirvísing var ong­ in. Tú kundi ganga til privat­ undirvísing í ljóðførum – klaveri og violin og øðrum við. Men tað var ikki hvørs mans føri at eiga eitt klaver, og violinin var ikki júst populer. Ansurin fyri tónleiki í heila tikið var heldur ikki tann, hann er í dag. Kanska vart tú enntá hildin at vera eitt sindur øðrvísi ella ið hvussu so er priviligeraður, um tú gekst til musikkundirvísing, men væl kom burturúr, og hendan undirvísingin var við til at leggja støðið undir tað, sum er í dag. Kroystir lærarar Næmingum, sum tá gingu á læraraskúla var tá álagt, at tey skuldu læra nakað um tónleik – eisini í verki. Tá vóru tað ofta menn og kvinnur í búnum aldri, sum fóru á læraraskúla. Menninir høvdu kanska verið til skips í fleiri ár, og vóru ikki heilt álviligir við tímatalvuna. Matematikk kundi volda summum høvuðsbrýggj, fim­ leikur lá ikki so væl fyri hjá onkrum øðrum, og tað var ikki sørt, at teir beinleiðis stúrdu fyri, at teir skuldu læra at spæla violin. Høvdu kanska nóg illa sæð ein violin áður, men teir skuldu ígjøgnum tað. Og burtur úr komu eisini frægir tónleikarar. Tak bara Alex Sólstein. Hann spælir enn í Symfoni­ orkestrinum og Klaksvíkar Hornorkestri. Men hann mundi hava roynt seg í Klaks­ vík, áðrenn hann kom til Havn­ar. Her í Havn var eitt tað mest almenna tónleikalívið í hornorkestrunum. Havn­ar Hornorkestur og harmoni­ orkestrið GHM hava í manna­ minni verið býarmyndir í Havn og sett sín dám á allar hátíðir við sínum blásarum. Ein kendur venjari var bretin Robert Oughton, og tá tann skipaða tónleika­undir­ vísingin í skúlanum var um at taka seg upp, var Hugh Watkins eitt hugtak í býnum. Fjølbroytt undirvísing Nú kanst tú frá barnsbeini verða lærdur at spæla ljóð­ føri. Meðan vit, sum ikki vóru í skipaðum tónleikalívi, kanska serliga høvdu áhuga fyri at spæla guitar og líkjast Elvis Presley og Birna Dam, so fæst í dag alskyns undirvísing á høgum stigi. Nú ein dagin var eg og vitjaði sjey ára gamla abba­ sonin. Eg hevði roynt at koyrt undir hann við eini munn­ harpu og einum lítlum guitara. Jú, jú, hann hevði áhuga, men segði, at tað gekst sær illa at koma í gongd. Men hendan dagin var annað lag. Hann var slopp­in at ganga til violin á musikk­ skúlanum. Har lá ein lítil violin á heiðusplássi, og hann var beinanvegin fúsur at vísa abbanum, hvat Sámal hevði lært hann higartil. Hann legði sær eina við at halda violini rætt og balansera við henni, streyk streingirnar bæði hendan vegin og handan vegin, og fyri mær ljóðaði tað, sum skil var í ljóðunum. Hann ivaðist ikki í, at hann longu dugdi fleiri løg. Og yvir honum var als ikki sama sveittabrot, sum plagdi at vera yvir hart kroystum lær­ araskúlanæmingum í gomlum døgum. Tvørturímóti. Hetta var ein hugtakandi løta, og soleiðis hugsi eg eisini, at tykkara avvarandi hava havt tað, tá tit fingu tey fyrstu ljóðini fram úr ljóðførinum. Nú eru tónarnir fleiri og meiri skipaðir. Í dag fara teir at ljóma í høll. Vælkomin á Musikkstevnu í Havn. Góða eydnu við tón­ leikinum í framtíðini – og góða eydnu við skúlakonsertini í dag. Bogi Andreasen varaborgarstjóri í Tórshavn Sera snilt átak frá og fyri lesandi Eitt stórt tillukku til tykk­ ara, sum standa aftan fyri lestrarportalin Ó, fyri eitt mennandi tiltak Ung í Tórshavn hava fingið eitt avrik frá hondini og stovnað lestrarportalin Ó, ið er at finna á www.o.fo.  Fari at mæla øllum, sum hava áhuga fyri menning av okkara ungu medborgarum, um at fara inn á hesa heima­ síðuna at lesa og kunna seg við innihaldið. Lestrarportalurin hevur sum endamál at lætta um skúladagin. Ókeypis orða­ bókur, roknimaskina og onnur amboð gera arbeiðið lættari. Eisini er ein góður FirstClass- møguleiki, sum fólk eiga at fara at hyggja at. Sonevnda ”Ókortið” er eitt avsláttarkort, ið lættir um lestrarlívið, sum mangan er smáligt við pengu. Havi skilt, at meiningin er at menna portalin, arbeiðs­ am­boðini og tilboðini. Ein dynamisk menning er góð. Nýggja heimasíðan vísir, at ungu fólkini eru kreativ, og – ikki minst – sjálvstøðug. Serliga hetta seinna er um­ráðandi. Vit eiga ung, sum ikki sita hendur í favn, men tey taka sjálvi initiativ og røkka úrslitum. Hetta er sera virðismikið fyri býin og samfelagið. Eg vil ynskja tykkum til­ lukku og góða eyðnu við hes­ um góða tiltaki. Psykiatriin – Hvat vilja vit? Bergtóra Høgnadóttir Havi verið so sera spent at frætta aftur, hvør fylgjan bleiv, nú sjónvarpssending dokumentaði, hvussu støð­an er á barna –og ung­ dóms­psykiatriska økinum. Áralangar bíðirøðir til út­ greinan og væntandi til­ boð eftir útgreinan. Øll mundu harmast, tá tey sóu sendingina og gleðast nú um at barnapsykiatriin tykist at verða uppraðfest. Fegnist, og tó… Nú frættist í Degi og Viku hin 24. mai at psyki­a­tri­in má spara til tess at upp­rað­ festa barna –og ung­dóms­ psykiatriska økið. Fylgjan er: • Økispsykiatriin kann ikki fullfíggjast – tað merkir, at sálarsjúkir føroyingar ikki fáa sama tilboð uttan mun til, hvar í landinum teir búgva. • Eingir frítíðaravloysarar verða í summar á psyki­ atriska deplinum • Deild 1 letur aftur í heilar tíggju vikur. Hetta er longri enn gott er, sam­ bært Tormóði Stórá varð sagt í innslagnum. Hetta er snøgt sagt ikki í lagi. Flest øll væntaðu vit, at ein uppraðfesting av psykiatriska økinum fór at gerast veruleiki – men gakk. Nú hendi hettar ístaðin. Skilji ikki logikkin Støðan sum heild Nógv prógv eru um, at psykiatriska økið ikki verður raðfest nóg ovarlaga. Hóast nógv føgur orð, er spakin framvegis ikki settur í til nýggjan psykiatriskan depil. Sum er, hava vit onga barna– og ungdómspsykiatriska deild og fleiri fólk hava stovu saman. Fysisku karm­ ar­nir eru verri enn ein kann ímynda sær. Har skulu tey sum sálarliga hava tað trupl­ ast koma fyri seg aftur! Fyri stuttum frættu vit, at økisdepilin í Vági til sálarsjúk longu kundi verið latin upp – men gakk. Hetta er útsett í eitt hálvt ár. Raðfest var ikki at nýta pening til at lata upp sum skjótast – hóast tørvurin er stórur. Harumframt var – tá søkt var eftir leiðara til depilin – ikki eitt krav, at leiðarin skuldi hava royndir innan psykiatriska økið. Búfólkini á psykiatriska deplinum – sum búgva har tí at vit ikki hava raðfest teimum ein annan bústað – fáa bert lummapening og ikki pensjón. Búfólkin verða harvið tey sum rinda fyri væntandi politiska rað­ festing. Uppskot liggur klárt at broyta hettar og er tað mest upplagda uppskotið í pensjónsnýskipanini at fáa framt – tí øll taka uttan iva undir við hesum og tað hevur skund! Nógv prógv eru sostatt um, at psykiatriska økið ikki verður raðfest nóg ovaliga. Tað at depilin hevur verið noyddur at spara 2, 5 mió seinastu árini er enn eitt dømi um hetta. Starvsfólk og avvarðandi tey fyrimyndarligu Skilagóð átøk og tilboð eru avgjørt vorðin veruleiki á økinum tó. Bæði í mun til hin sjúka og tey avvarðandi. Vit kunnu tó serliga takka starvsfólkunum fyri tað. Verandi samgonga er dumpað so dyggiliga – haldi snøgt sagt ikki, at hon veruliga veit, hvussu umráðandi tað er eisini fyri sálarsjúk at fáa skjóta viðgerð. Bæði fyri at gerast so lítið sjúk sum gjørligt og fyri at koma skjótt fyr seg aftur. Tað er ikki ein útreiðsla, at fólk fáa góða og skjóta viðgerð. Tað sparir sjúkufráveru, sjúkra­dagpening og tryggjar styttri og minni umfatandi við­gerð. Fyri ikki at tosa um­ lívsdygdina hjá tí sjúka og allari familjuni. Vóni ,at hetta eisini gerst samgonguni greitt. Kunnu ikki blíva við at gera okkum dælt av teim av­varð­andi.