fríggjadagur 27. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60
14
Sosialurin
KjakKjak
Sjúrður Skaale
Revolutiónin og felagsnevnarin
Persónsstríð kveikir altíð áhuga hjá
journalistum.
Tí var tað sum at festa í krút tá
eg herfyri, í einum illsinnisglepsi
á netinum, kallaði Høgna Hoydal
"óluksáliga
frekan".
Miðlarnir
ringdu straks at frætta meira.
Journalistarnir hava gjørt lítið
við at fortelja fólki, hvat stendur í
uppskotinum til hesa góðu stjórn
arskipan. At eg læt áðurnevnda
lýsingarorð gleppa frá mær, hevði
størri áhuga...
Men pressan setir dagsskránna
- og eg skal her fyrst greiða frá tí,
sum búði undir glepsinum:
Løkke til Føroya
Á heysti 2008 setti løgtingið eina
nevnd at gera uppskotið til stjórn
arskipan klárt at leggja fyri tingið.
Poul Michelsen bleiv formaður, eg
bleiv næstformaður - og í februar
2010 var arbeiðið liðugt.
Semja var um tað mesta, men
uppskotið
varð
sjálvsagt
ikki
endaliga forseglað. Nevndin kundi
jú ikki binda Løgtingið niður.
Í august fleyg Lars Løkke Ras
mussen til Føroya við einum løg
frøðiligum notati sum segði, at
uppskotið var ólógligt.
Eg helt ikki forsætisráðharran
hava nakran rætt til at intervenera
á hendan hátt, og tað førdi eg fram
á fundi við Løkke, í lesarabrøvum, í
sjónvarpi, í útvarpi og á tingi. Hetta
skuldi vera ein føroysk semja - tað
skuldi ikki dikterast úr Danmark.
Fleiri onnur, sum dugdu betur
enn eg, gjørdu sítt. Og tað eydnað
ist. Í heyst varð ein nýggj nevnd
sett, sum skuldi gera uppskotið
púra liðugt. Hans Pauli Strøm bleiv
formaður, eg bleiv aftur næst
formaður - og limirnir kunnu vátta,
at danska notatið onga ávirkan
fekk á arbeiðið. Tað kom aldrin á
borðið í nýggju nevndini.
Ein onnur versión
Men í frágreiðing síni til flokstingið
í mars segði formaður Tjóðveldisins,
at meirilutin í nevndini tóktist vilja
"laga seg til krøvini, sum danski for
sætisráðharrin, løgmaður og onnur
settu fram síðsta summar".
Hetta
samsvaraði
ikki
við
veruleikan, og tað var eyðsæð,
at tað kundi skaða viðgerðina av
málinum. Tí svaraði eg soleiðis
í innanhýsis brævi til flokkin 7.
apríl: "Hetta er ikki rætt. Sannleikin
er, at tað eru vit - Tjóðveldi - sum
virka fyri fatanini hjá donsku
stjórnini við at ganga ímóti hesum
uppskotinum, og harvið kanska
forkoma tí. Tí tað, sum tá stendur
eftir, er tað, sum vit hava í dag: Onga
greiða føroyska støðu at seta upp
ímóti eini ógvuliga greiðari dansk
ari støðu. Og tann støðan stendur
í uppritinum hjá løgmálaráðnum,
sum Løkke í fjør fleyg til Føroya at
leggja fram."
Aftur og aftur
Tá uppskotið varð lagt fram á ting
3. mai og almenna umrøðan skuldi
byrja, segði Høgni við sjónvarpið,
at broytingar vóru gjørdar sam
bært krøvum úr Danmark, og at
"vit høvdu eina semju, og hon
bleiv syndrað av uttanhýsis uppí
blanding."
Eg svaraði soleiðis í lesara
brævi dagin eftir: "Til ber at lesa
tað notatið (hjá donsku stjórnini)
og samanbera tað við uppskotið til
stjórnarskipan. Tá sæst skjótt, at
eisini pástandurin um, at uppskotið
byggir á donsk krøv, er skeivur."
Tá uppskotið var til viðgerðar á
tingi 9. mai, segði Høgni aftur, at ein
endalig semja frá februar í fjør var
brotin.
Eg svaraði við at lesa úr skrivin
um, sum nevndin læt tinginum í
februar í fjør. Har stóð, at uppskotið
varð lagt fram til "til viðgerðar"
og at "Tað hevur eydnast at fáa
semju í nevndini um so at siga allar
greinarnar í lógini. Hóast nevndin
leggur eitt felags uppskot fram, eru
nevndarlimir, sum í tingviðgerðini
vilja gera vart við serstøðu í ávísum
greinum."
Høgni hevði sjálvur sett sítt
navn undir hetta skrivið.
Men í útvarpinum dagin eftir
segði hann enn einaferð, at "fyri
einum ári síðani var full semja, og
síðani er tann semjan brotin". Og
hetta skuldi vera gjørt "eftir trýsti
frá donsku stjórnini".
Tá var tað, at eg leyp framav, og
kallaði hann "óluksáliga frekan".
Tað var ikki eitt serliga elegant
lýsingarorð at brúka, og tað skuldi
eg ikki havt gjørt. Men tað er
irriterandi aftur og aftur at hoyra,
at tú hevur gjørt júst tað øvuta av
tí, sum tú hevur gjørt.
Skeiv mynd
Hetta arbeiðið hevur havt til enda
máls at finna ein felagsnevnara,
sum kann vera okkara politiska
grundarlag.
Men ávísir partar hava, nú móti
endanum, roynt at kynda uppundir
partapolitiska polarisering í staðin.
Ein mynd er málað sum sigur, at
meðan nøkur hava brotið eina
avtalu tí tey eru hoknað undir
donskum trýsti, so eru onnur, sum
standa stinn.
Men henda mynd hevur ongan
botn í tí, sum veruliga er hent.
Hinvegin hevur hon skuggað fyri
substansin í málinum, og skatt
viðgerðina.
Hvat fór út?
Tað, sum sagt verður at danska
stjórnin hevur trýst okkum til, eru
nakrar broytingar í formælinum til
lógina.
Hesin setningurin er farin út:
"Landsins egnu lógir eru einans
tær, sum gjørdar eru á rættan hátt
í landinum sjálvum eftir fólksins
vilja".
Hetta ljóðar gott. Men veruleikin
er, at nógvar av okkara lógum IKKI
eru gjørdar í Føroyum. Tí er ógreitt
hvat hevði hent, um hetta varð
samtykt. Høvdu allar tær lógir, sum
ikki eru gjørdar í Føroyum, mist sítt
rættargildi? Ella skuldu tær verið
verandi í gildi, og stjórnarskipanin
staðið eftir sum ein lóg, sum ikki
skal takast í álvara?
Hetta er eisini farið út: "Allar
lógir og siðvenjur skulu virða hesa
stjórnarskipan. Eingin lóg ella
siðvenja má tí vera hildin at hava
gildi, bara tí hon er eldri enn henda
skipan ella hevur virkað í langa
tíð."
Lesarin kann sjálvur meta um,
hvussu hetta skal skiljast, og hvør
avleiðingin hevði verið, um tað varð
sett í verk.
Meirilutin í nevndini staðfesti
ið hvussu er, at hesir setningar
ikki
lýstu
okkara
politiska
felagsnevnara. Og okkara uppgáva
var at finna eina breiða semju, sum
kann skapa stabilitet. Uppgávan
var ikki at fremja eina revolutión.
Tí varð tað tikið út. Orsøkin
var IKKI, at Løkke kravdi tað.
Orsøkin var, at tað skapti iva og
ótryggleika og syndraði nevndina.
Felagsnevnarin var ikki revolu
tiónin.
Og hvat kom inn?
Við 8 atkvøðum av 11 kom hesin
setningur inn í formælið í staðin:
"Stjórnarskipanin
virðir
teir
stjórnarrættarligu sáttmálar og
avtalur, sum eru í gildi, tá hon
verður sett í verk, men staðfestir,
at føroyskir myndugleikar hava
fullan rætt til at siga hesar upp
og taka við málsræðinum. Eingin
lóg ella sáttmáli kann setast í gildi
fyri Føroyar uttan Løgtingsins
samtykki.”
Hetta er jú nógv greiðari.
At tað skal vera eitt afturstig -
ella ein "undirskipan" - dugi eg als
ikki at síggja. Vit virða jú galdandi
sáttmálar sum er. Her staðfesta vit
bara, at vit hava rætt at siga teir upp
- og at einki kann setast í gildi fyri
Føroyar uttan okkara samtykki.
Hetta er ein semja við góðari
javnvág:
Sambandssíðan fær staðfest,
Ein politiskur flokkur er ikki sítt egna endamál. Hann er bara eitt amboð. Gongur tín
flokkur ímóti tí, sum tú heldur vera rætt, mást tú velja flokkin frá. Tí kundi ósemj
an í Tjóðveldinum um stjórnarskipanina bara enda á ein hátt, tíverri
Hóast avgerðin er trupul, eri
eg púra sannførdur um, at mín
avgerð er røtt. Ein politiskur
flokkur má aldrin gerast eitt
endamál í sær sjálvum.
Men ávísir partar hava, nú móti endanum,
roynt at kynda uppundir partapolitiska polari
sering í staðin. Ein mynd er málað sum sigur,
at meðan nøkur hava brotið eina avtalu tí
tey eru hoknað undir donskum trýsti, so eru
onnur, sum standa stinn.