Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 25. mai 2011 · Nr. 60 Sosialurin at vit, sum er, virða teir sátt­málar, ið eru galdandi. Tvs. at tann, sum atkvøður fyri stjórn­ar­skipanini, atkvøður ikki fyri at skipa føroyska statin. Sjálvstýrissíðan fær staðfest, at Føroyar ikki eru undirskipaðar Danmark. At alt vald er hjá Føroya fólki. At vit hava rætt at skipa føroyska statin, og hvussu mannagongdin skal vera. Og sera nógv annað. Men týdningarmest av øllum er, at allir partar koma úr sín­um skotgrøvum, so okk­ara politiska skipan endiliga kann fáa sítt egna, felags grund­arlag. Semja ella einki Sjálvstýrissíðan fær ikki alt í hesi semjuni. Men skal stjórn­arskipanin hava nakran legitimitet og styrki og yvir­høvur kunna setast í verk, so mugu báðir partar kenna seg aftur í henni. Tað kostar eitt sindur at semjast. Men tað er for­treytin fyri at kunna gera nak­að yvirhøvur. Og einki sjálv­stýrissinnað menniskja kann siga annað enn, at hetta er eitt stórt framstig. Tann, sum setir tað í vanda í taktiskum spæli, tekur stóra ábyrgd á seg, tí tað kann hava við sær, at alt dettur á gólvið. Hendir tað, standa vit við ong­um øðrum uttan inn­anhýsis klandri at seta upp ímóti teirri hálv­ kolonialistisku betongjura, sum danska stjórn­in í summum førum held­ur seg til. Úr Tjóðveldinum Vit hava viðgjørt hetta mál væl og leingi í Tjóðveldinum - bæði á fundum og við skrivligum sam­ skifti. Men sum tað er vorðið øllum greitt síðstu vik­urnar, er ikki semja. Eg liggi í opnum stríði við leiðsluna. Tað er ikki virðiligt fyri nakran av pørtunum, og tí havi eg tikið av­leiðingarnar og eri farin úr flokkinum. Tað var ein sera trupul av­gerð, tí síðani eg í 1998 byrjaði at arbeiða fyri Tjóðveldið, havi eg brúkt sera nógva tíð og orku til hetta. Tað hevur givið mær nógvar góðar up­ plivingar, og eg havi alt gott at bera teim­um mongu fólkunum í Tjóð­ veldinum, sum eg havi sam­starvað við. Í verandi tingbólki eru eisini sera dugnalig fólk. Og hóast eg í umrødda máli eri ósamdur við formannin, so vil eg leggja dent á, at Høgni Hoydal hevur dygdir, sum sjáldan eru at finna millum føroyskar politikarar. Eftir valsigurin í 1998 lyfti hann á fleiri økjum føroyskan politikk uppá eitt hægri stig. Tað var eisini Høgni, sum í 1999 setti arbeiðið at smíða føroyska stjórnarskipan á lunnar. Men hóast hon er trupul, eri eg púra sannførdur um, at mín avgerð er røtt. Ein politiskur flokkur má aldrin gerast eitt endamál í sær sjálvum. Hann er bara eitt amboð, sum kann nýtast til tess at náa nøkrum málum. Tá tín egni flokkur gongur ímóti tí, sum tú heldur vera rætt, er bara eitt at gera: Tú mást velja flokkin frá. Tað ber ikki til at umboða ein flokk, sum tú í grundleggjandi málum ert ósamdur við. Avnokta veruleikan Eg eri greiður um, at nógvir veljarar eru bæði vónbrotnir og illir um, at eg mynstri av skútuni. Men hetta kann ikki vera øðrvísi. Uttan mun til, hvørja lagnu stjórnarskipanin fær, so er ósemjan ov stór. Eg leggi dent á, at tað ikki er ein persónlig, men ein politisk ósemja. Og hon hevur, sum eg skilji tað, søguligar røtur: Stevna Tjóðveldisins sigur, at "Før­oyar verða loystar úr øllum út­lendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólka­ atkvøðuni 14. september 1946." Men eg haldi ikki, at hetta krav longur kann standa einsa­malt. Vissu­liga hevur fólka­atkvøðan týdn­ing fyri okk­ara rættarstøðu. Men tey, sum atkvøddu í 1946, eru deyð. Meiri­lutin av teimum deyðu var fyri órættvísi, tá hann ikki fekk sín vilja. Men tey deyðu kunnu ikki ráða yvir teimum livandi. Nú mugu vit ásanna tann veru­leika, at Løgtingið hevur sett heimastýrisskipanina í verk, og at føroyingar í verki hava góðtikið hana í 63 ár. Tí er henda skipan demokratiskt legitim, hóast okkum ikki dámar hana, og hóast hon ikki er í samsvari við úrslitið av fólkaatkvøðuni í '46. Tað er henda veruleika, sum Tjóðveldi eftir mínum tykki hevur hug at avnokta. Tann, sum avnoktar veruleikan, kann illa broyta veru­ leikan, men læsir seg fastan. Eg eri bangin fyri, at tað er júst tað, sum Tjóðveldið ger, tá flokkurin ikki vil, at vit í stjórnarskipanini viðurkenna teir sáttmálar, sum eru galdandi. Men tey, sum atkvøddu í 1946, eru deyð. Meiri­lutin av teimum deyðu var fyri órættvísi, tá hann ikki fekk sín vilja. Men tey deyðu kunnu ikki ráða yvir teimum livandi. Bjarni Djurholm løgtingsmaður www.djurholm.fo Dominerandi minnilutin og skinklandi meirilutin! Vit liva í ivasamari tíð. Av­ gjaldsflokkarnir standa sam­an á tingi um at skatta høv­uðsvinnuna enn meira. Skorin er nýggjur avgjalds- og ognartøkuleistur, uttan at vinnan yvirhøvur er hoyrd. Í fjør heyst var semja um, at broytingar í høvuðsvinnuni skuldu gerast í semju mill­um vinnu og politisku skip­an­ina. Dagførdir karmar skuldu gerast saman við vinn­uni, har broytingar og til­lagingar skuldu borga fyri gjøg­ numskygni og trygg­leika. Ætlaða tillagingin var søgu­lig, og var hon fyrsta stigið at gera høvuðsvinnuna leysa av øllum almennum stuðli. Vinnan skuldi framyvir virka undir nýggjum stabil­ um lógarkarmum, har hon kundi arbeiða uttan politiska íblandan. Lyftisbrot Men hesum lyfti er man lopin frá við eittans endamáli. Tað er skjótast at fáa meira pening til hækkandi al­ menna rakstrarkostnaðin. Sam­gongan, tjóðveldi og fram­sókn tryggja nýggja um­ fordeilingspolitikkin. Nýggja avgjalds- og ogn­ ar­tøku­uppskotið hjá domi­ nerandi minnilutanum, lex tjóðveldi, líkist mest eini paladskollvelting. Nakað sum bert sæst í londum, vit ikki vilja vera samanborin við, har Hugo Chavez og hans­ara líkar umfordeila fólk­sins ognir. Viðgerðin av markel­málin­ um seinastu tíðina fær tí øll skilafólk at ivast í evnunum hjá politisku skipanini at skapa tryggar karmar. Óvissan um framtíðar um­ støð­urnar hjá fiskivinuni hev­ur ongantíð verið størri enn júst nú. Ikki minst, nú samgongu­ limir við burturforkláringum og tærnakrympi renna und­ an avleiðingunum av nýggja politikkinum, nevniliga at hol nú er sett á komandi avgjalds- og ognartøkupolitikkin. At framyvir skal mest møgu­ ligur peningur seyra gjøg­ num politisku soldini fyri síð­ani at verða lutaður út­ aftur í samsvari við hug­ sjónar­ligu tilvitanina hjá samhaldsføstum politik­ar­ um, sum dáma best at brúka peningin hjá ....... hinum. Sum niðri Eitt er orðið og annað gjørd­ ist minnilutasamgonga. Akku­rát sum niðri, sum í Danmark, letur í løg­manni, meðan tjóðveldi og fram­ sókn, sum revar í høsnar­ húsi, stuðulsflokkar undir sambandi og javnaði, kunnu umfordeila og skatta vinn­ una. Sum viðurlag fáa teir tilfeingisbúð og sum frálíður tilfeingisgjald á alla vinnuna. Harafturat eisini nýtt hav­ rannsóknarskip fyri 200 mio. Alt serverað á silvurfati meðan landskassin kikkar eftir ondini fyri at kunna fíggja ein Marknagilsdepil fyri ½ mia? Soleiðis skaltar, valtar og umfordeilir dominerandi minni­lutin, sum so skinkl­ andi meirilutin á tingi biv­ andi samtykkir. Nýggi veruleikin Reyða gongan samdist um at skatta fyri at reka tað al­ menna. Spurningurin er, hvat er so á skránni - hvar verða næstu gjøldini? Ognar­ skattur, progressivur komm­ unuskattur, samhaldsfastur samferðsluskattur - ja, bara fantasiurin fer at seta mørkini. Og alt fyri at dekka rakstrarvøksturin og vaks­ andi umfordeilingina hjá tí almenna. Nei, politiska skipanin er nú so út av lagi óstøðug, at alt vanligt skilvísi ávarar móti gongdini, sum kann enda við niðurbræðing av øllum vinnuligum initiativi í landinum. Her má sanniliga vend koma í. Ognartøkuuppskotið, lex tjóðveldi, ein paladskollvelting?