Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 16 Sosialurin Lis Mortensen lm@jardfeingi.fo Geograf-netverkið »GAIA« er farið til verka Fólk við útbúgving ella áhuga í geografi hava nú savnað seg í einum netverki, sum kallast “GAIA”, og harvið tikið stig til at menna áhugan fyri geo­ grafi í Føroyum. Evnið fyri fyrsta seminarið í “GAIU”, sum bleiv hildið í Havn tann 7. mai, var ”Kort og Atlas”. Á skránni vóru trý høv­ uðsevni. Nýtt føroyskt heims­ atlas má hava dygd Nám (fyrr Skúlabóka­grunn­ urin) fyrireikar nýtt heims­ atlas til føroyska skúla­verk­ ið. Kjak hevur tikið seg upp um staðanøvn í atlassinum. Rolf Guttesen greiddi frá teimum stovnum, sum eru á pallinum, nevnliga Skúla­ bókagrunnurin, føroyska Staða­navnanevndin, Collins forlagið, UNGEGN (United Nations Group of Experts on Geographical Names). Lis Mortensen vísti nøkur nýggj kort um m.a. havbotnin kring Føroyar og ístíðina, sum Jarðfeingi fyrireikar til tað nýggja atlassið. Geodesi í Føroyum er grundarlagið fyri kortlegging Stein Fossá frá Um­hvørvis­ stovuni, legði fram. Hann greiddi frá kortprojektiónum og grundleggjandi prin­ cippum í kortlegging. Hann vísti á gomlu 281 m longu basis­linjuna úti við Landa­ vegin, sum var grunda­r­lagið fyri fyrstu uppmátingini av Føroyum. Hvørjaferð landið varð uppmált av nýggjum, vóru skeivleikar rættaðir, sum viðførdu, at oyggjarnar krympaðu. GIS – teldutøk kort til undirvísing og gransking Lis Mortensen greiddi frá GIS (Geografisk Informatións System) og teldutøk kort til undirvísing og gransking. Hon brúkti sum dømi eitt digitalt landslags-modell, sum Thomas Balstrøm, ið er serkønur á hesum øki, hevði útviklað við Fjallavatn og Kvíandali í Vágum. Nýggja netverkið kallast “GAIA” Samtykt var at geva net­ verkinum navnið ”GAIA”, sum er gamla grikska jarðar­ gudindan, sum eisini kann uppfatast sum sjálv Móðir Náttúra. Gaia ella gea er eis­ini upphav til nøvnini á fleiri vísindagreinum: Geo­ grafi, geologi, geodæsi og geometri. Endamálið við netverkinum “GAIU” er at savna geografar og øll, sum eru áhugaði í slíkum evnum, fyri at økja um áhugan fyri fakinum í Før­oyum, skipa fyri fundum, seminarum, útferðum og upp­ lýsandi tiltøkum. Ætlandi verður næsta til­ takið umleið 1. september. Tá verður skipað fyri eini útferð í tveir dagar við evninum ”Før­ oyska bygdin í gamla bónda­ samfelagnum”. Ætlanin er at vitjaí nøkrum bygdum, meðan leiðin gongur til Gásadal, har luttakararnir steðga fyri nátt­ ina. Síðan gongur leiðin upp­ um fjallið úr Gásadali til Víkar á Vágoynni. Opin felagsskapur Luttakararnir á fyrsta fundinum í “GAIU” samdust um, at øll við áhuga fyri geo­ grafi, sum skúlafaki, gransk­ ingarøki ella ítrivi, eru væl-komin uppí netverkið. Fólk, sum hava hug at lut­ taka í GAIA-tiltøkum kunnu senda ein teldupost til Lis Mortensen ella Rolf Gutte­ sen Netverkið hevur stovnað ein Facebook-bólk við heitin­ um “GAIA-Føroyar”, har áhug­ aði kunnu fylgja við virk­ seminum í “GAIU”. Tú eigur eisini ábyrgdina, Bergtóra John Johannessen Bergtóra Høgnadóttir eftir­ lýsir í grein, at psykiatriin verður raðfest hægri. Hes­ um eri eg púra samdur við henni í, men tað er nú einaferð so, at tað er Løg­ tingið, ið Bergtóra er partur av, ið setur fíggjarligu ramm­urnar. Løgtingið hevur seinastu árini játtað meira pening til barnapsykiatriina. Men hóast hetta, er eftirspurningurin og tørvurin øktur innan hetta økið. Bíðilistarnir Tað er rætt, sum Bergtóra førir fram, at bíðtíðirnar til útgreinan og viðgerð eru ov langar. Eg vil fara so langt sum at siga, at so langar bíðitíðir ikki kunnu góðtakast. Tí havi eg biðið Landssjúkraúsið um eina ætlan fyri, hvussu vit loysa hendan trupulleikan. Hesa ætlanina havi eg fing­ ið, og hon verður í løt­uni viðgjørd saman við em­ bætis­fólkunum í Heilsu- mála­ráðnum. Skal bíðilistin burtur í einum høggi, er tað greitt, at hetta kostar pengar. Peng­ arnar kann bert Løgtingið játta, um vit ikki skulu skera aðrar tænastur á Lands­ sjúkrahúsinum burtur. So her kann Bergtóra hjálpa til. Nýggjur depil “Hóast nógv føgur orð, er spakin framvegis ikki settur í til nýggjan psykiatriskan depil”, skrivar Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Men í hesum málinum er tað Løgtinginum, ið bíð­að verður eftir. Tann 14. febr­ uar í ár fór verk­lags­lógin um m.a. nýggja psyki­ atriska depilin úr Heilsu­ mála­ráðnum í Løg­tingið. Tal­an er um løgtingsmál nr. 82, sum var til 1. viðgerðar 16. februar. Síðani hevur málið ligið í fíggjarnevndini í mánaðir, hóast løgtingsins egna tingskipan fyriskrivar, at viðgerðartíðin í nevnd ikki skal vara longri enn ein mánað. Vónandi hendir tó okk­urt skjótt. Í øllum førum bjóð­ aði fíggjarnevndin Heilsu­ málaráðnum á fund um mál­ið farna týsdag. Vónandi kann Bergtóra skunda undir, at nakað víðari hendir. Lummapeningur Í grein síni vísir Bergtóra Høgnadóttir á tað órímiliga í, at búfólk sum búgva fast á Psykiatriska Deplinum, missa alla sína pensjón og bert fáa lummapening í staðin. Hesum eri eg púra samdur við Bergtóru í. Men eisini her bíða vit eftir Løgtinginum. Í hesum førinum er talan um løg­ tingsmál nr. 158, sum eg sendi Løgtinginum 1. mars í ár. Vónandi verður hetta uppskotið samtykt, og vónandi kann Bergtóra skunda undir, at so verður. Góð starvsfólk At enda í grein síni rósar Bergtóra Høgnadóttir teim­ um góðu starvsfólkunum innan psykiatriska økið. Hes­um taki eg fult undir við henni í. Tí hesi starvsfólk gera eitt megnar arbeiði undir mangan truplum um­ støðum. Eg veit, at Bergtóra veru­ liga hevur ein brennandi vilja at fáa betrað um um­ støð­urnar innan heilsuverkið sum heild. Tí vóni eg, at vit fáa eitt fruktargott samstarv við einum felags máli, um at ítøkiliggera føgru orðini í verki. Rolf Guttesen rolfg@setur.fo Jógvan Thomsen Hoyvík Valevni hjá Fólkaflokkinum Frælsið má verjast Ein ræðandi hugburður vil alla tíðina skava av fræls­ inum og rættindunum hjá einstaka borgaranum. Ofta verða lógir samtyktar, grund­ aðar á lægsta felagsnevnara. Ein vaksandi partur av løg­ tings­manningini vil seta frælsi hins einstaka til viks, bert fyri at tekkjast nøkr­ um konservativum bólk­ um, ið ynskja allar borg­arar undirlagdar teirra sjálv­ mettu normar og virðir. Tí hevur land okkara ein bráðneyðugan tørv at skifta tingmanning. Okkum tørvar eina, ið vil virða frælsið hjá øllum at ráða yvir egn­um lívið, avgerðum og áhuga­ mál­um. Onkuntíð vinna liberalu virðini á svørtu konservativu kreftunum. Enn er tó langt eftir á mál, um vit skulu endurbyggja eitt samfelag ið ungdómur og útisetar okkara tíma at búleikast í. Tí stilli eg upp til komandi Løgtingsval fyri Fólkaflokkin. Stevnuskrá Fólkaflokksins sigur: ”Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja ogn­ar­ rættin og persónliga fræls­ ið. Persónligt frælsi elur ábyrgdarkenslu og ber í sær trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanarfrælsi og vinnu­ frælsi, bert avmarkað av, at eingin borgari ella bólkur av borgarum má verða hvør øðrum at meini.” Eg meti hettar brot verða hornasteinurin undir einum frælsum samfelagið. At ávísir flokkar vilja banna ávísum atburðum, liviháttum og par­løgum meti eg sum stóra skomm fyri eitt frælst sam­ felag. Eg vil virka fyri at fáa okkum eitt frælst samfelag, har eingin skal blíva bann­ lýstur fyri livihátt sín. Eitt samfelag har eingin lóg skal herðast bert tí at nøkur ikki duga sær hógv. Har øll kunnu føla seg vælkomin, uttan undantak. Kjak