fríggjadagur 27. mai 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
Sosialurin
Óli Jacobsen
Enok á Frælsinum var føddur í
Kollafirði 16. juli 1863. Pápi hansara
var Hans Andreas Poulsen f. 1814,
timburmaður og mamman var
Súsanna
Daniel-Petersdóttir
f.
1826, bæði úr Kollafirði. Tey fingu
seks børn.
Umframt Enok, sum var fimta
barnið, vóru tey:
Birgitta Catrina Hansdóttir f.
1848. Giftist við Heina Joensen f.
1846, bónda á Skælingi.
Poul Andreas Andreassen f.
1850. Giftur við Onnu Sofíu Joensen
f. 1848, eisini av Skælingi. Helst hava
tey verið systkin.
Elsebeth Malena Hansdóttir
(1853-1931). Giftist í 1879 við Niclas
Hansen úr Sørvági f. 1856. Hann
gekk burtur longu í 1888.
Súsanna Hans Andreasdóttir
f. 1856. Giftist í 1882 við Abraham
Hansen f. 1856 úr Sørvági. Hann
doyði longu í 1889.
Samuel Wensel Michael Andrea
sen (1866-1958), verður umrøddur
seinast í greinini
Mentamaður um ein háls
Blaðið 14. september skrivaði, tá ið
Enok fylti 90 ár:
“Enokkur hevur borið sín aldur
væl og ger tað enn, hóast hann nú
stevnir móti teimum 100 árunum.
Men hann hevur eisini mong spor
ini tikið.
Í faðirætt er Enokkur frá Andri
asi Dam presti. I 1880 kom Enokkur
til Velbastaðar, har hann vaks upp
á Steinum.
Enokkur er ein av okkara sjálvs
mentaðu monnum. Skúlagongd var
eingin i Kollafirði tá. Hann lærdi at
lesa hjá foreldrunum, og at skriva
lærdi hann seg sjálvur. Tíðliga fekk
Enokkur tokka til kvæði okkara,
sagnir og søgur um menn og hend
ingar frá gomlum døgum. Í hesum
heimi hevur hann livað og livir enn.
Risin á Leittrabergi, Brúsajøkul,
Grettir, Gripssynir, alt hetta eru
bestu vinir hans og kunningar.
Henda tjóðliga mentan hevur
verið tað, sum hevur givið Enokki
lívsins innihald. Nú eru ikki mong,
sum geva sær fær um henda menn
ingararv, men Enokkur hevur gjørt
sítt til at varðveita hann.”
Enok hevði eina stóra trø úti á
Frælsinum. Hon lá omanfyri vegin,
har landssjúkrahúsið er. Sjálvur
búði hann har, ambulatoriið er
nú. Sonurin Hans og versonurin
Jóannes bygdu á trøðni.
Posturin mátti bíða
eftir kvøðingini
Enok gekk sum avgreiðslupostboð
á Argjum, í Hoyvík, á Hvítanesi, í
Kirkjubø og á Velbastað. Mánadag
gekk hann á Argjum, í Hoyvik og
á Hvítanesi. Týsdag gekk hann í
Kirkjubø og Velbastað.
Í postbókini hjá Vilhelm Jo
hannesen verður greitt frá, at í 1932
vóru fimm postboð í Havn: Jógvan
Poulsen, Zahli, Pedda Rubeksen,
Tummas í Fjósi og Enok.
Ingibjørg Restorff, sum var
ættað úr Kirkjubø, greiddi frá í út
varpsendingunum “Sum løtur líða”
hjá Marionnu Debes Dahl:
“Tað var altíð øgiliga spennandi
at vita, um man fekk bræv frá
vinkonum. Eg skrivaði saman við
Honnu við Á á Velbastað. Mær
nýttist ikki at gjalda fyri postgjald,
tí Enok var í ætt við tey. Annars
kostaði tað fimm oyru fyri eitt
bræv. Tað var nokk so nógv tá.
Men so var tað, at Enokkur fór
altíð fyrst inn til Jóannes bónda við
posti, og Jóannes bað hann kvøða,
tað dugdi Enok so væl. So spurdi
Jóannes um ymisk kvæði, og har
kundi hann sita hálvan dagin.
Serliga kundi tað vera drúgt at bíða
eftir fríggjarabrøvum.
Tá Enok kom inn, plagdi hann at
spyrja: ”Hava tit nakað at senda?”
”Ja, tað hava vit”, segði mamma.
”Ja, so mugu tit skunda tykkum!”
”Tú hevur ikki skundað tær!” segði
mamma. Hann skuldi taka ímóti
postinum og fór tí inn í hvørt hús.
Tá var nógv bestilt úr teimum
mongu príslistunum, sum komu.
Men pakkarnar kundi Enok ikki
taka, teir vóru ov tungir. Men
Enokkur skuldi hava peningin fyri
pakkarnar frammanundan.
Enok, hann breyt seg gjøgnum
alt ódnarveður. Kom Enokkur ikki,
ja, so var ikki klúgvandi hvørki á
sjógvi ella landi. Hvat ið hann legði
fyri – yvir fjøll!”
Bodil Patursson í Kirkjubø greiðir
frá í postbókini, at Enok hevði sera
sterka pátrúgv. Tað eru fleiri søgur
um tað. Enok helt uppat at ganga
við posti í 1936, og tað var hansara
viðmæli til postverksleiðsluna, ið
førdi til, at posthús lat upp í Kirkju
bø, og at maður Bodil, Páll Paturs
son, urtagarðsmaður, gjørdist post
skiftismaður í bygdini.
Konan doyði ung
Johanna, kona Enok, var dóttir
Trónd Olsen (1831-1874) og Susonnu
Katrinu Fr. Hansen f. 1840, ættað úr
Álakeri í Havn. Tey fingu fimm børn.
Tróndur doyði ungur. Elsti sonurin
Óli (1868-1956) var tá bert seks ára
gamal, og hann festi seinni garðin.
Johanna var yngst av systkjun
um. Systrar Johonnu vóru Marin
(1862-1935) og Anna (1865-1959). Tær
fóru ungar til Danmarkar, har Anna
fekk
sær
skraddaraútbúgving.
Marin hjálpti henni at seyma.
Umleið 1920 fluttu tær heimaftur og
arbeiddu sum seymikonur í Havn.
Tær búðu í gomlu fútahúsunum
úti á Reyni. Báðar vóru ógiftar.
Anna bleiv katolikkur og doyði út
frá Fransiskanarasystrunum.
Fjórða barnið var Hans f. 1870. Men
hann gjørdist bert fýra ára gamal.
Enok og Johanna
fingu trý børn
Trondina Súsanna Hansina, van
liga kallað Sanna (1893-1985). Hon
giftist til Lorvíkar við Absalon Joen
Jacob Johan Vatnhamar, vanliga
kallaður Absalon. Sanna gjørdist
einkja longu í 1938, tá ið Absalon
gekk burtur við Fossanes.
Hans Andreas Sofus (1895-1971).
Hann giftist við Maren Susanna
Larsen f. 1894 í Dali.
Anna Maria Ouffa Cathrina
(1902-1983), vanliga kallað Luffa.
Hon var gift við Johannes Simonsen
f. 1901, ættaður av Brúnni í Norðra
gøtu. Hann arbeiddi stóran part av
sínum arbeiðslívi á Skipasmiðjuni.
Tey fingu sonin Gorm, sum er ein
kelda til hesa grein.
Eisini grótlaðarar
Wensil (1866-1958), beiggi Enok,
kom eisini til Velbastaðar, og hann
gjørdist húskallur á Steinum. Hann
giftist við Helenu f. Larsen f. 1863
úr Sandagerði. Tey fingu seks børn
Hans, Elsupa, Ebba, Mads, Juul og
Petur.
Wensil legði inn alla Bøllubrekku
og legði inn trøð norðuri á Fløtum á
Velbastað í 1920.
Umframt jarðarbrúkið arbeiddi
Wensel sum grótlaðari kring um
landið. Hann var mentaður maður
og hevði góða songrødd. Upptøkur
av hansara kingosálmasangi eru
varðveittar.
Tað kann vera nevnt, at sonur
hansara Juul eisini gjørdist kendur
grótmaður. Sonur Juul, Leon, sum
doyði alt ov ungur, er ein kelda til
hesa grein.
olijacobsen@olivant.fo
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Enok á Frælsinum: Fólk máttu
bíða eftir postinum, meðan
hann kvað fyri Jóannes bónda
Enok var føddur í Kollafirði, vaks upp á Velbastað og gjørdist traðarmaður í Havn
Komandi partur
Komandi partur um tvær
vikur verður um Pedda við
Stein, sum nógv bert kenna
frá gøtunavninum við hansara
navni.
JOHANNA ANDREASEN
F. 16.4 1873
D. 31.12 1907
ENOK ANDREASEN
F. 16.7 1863
D. 12.12 1954
TAKK
Enok og Johanna Andreasen
Luffa og Johannes á Frælsinum.
Sanna á Frælsinum