Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 22 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Enn eina ferð er oddaliðið, B36, part­ur av einari toppuppgerð, og hesa ferð er tað Víkingur, ið vitjar í Gundadali. Í løtuni sær út til, at hetta eisini eru tvey av best koyr­ andi liðunum, so tað kundi hent seg, at ein góður og spennandi topp­ dystur spurdist burturúr. B36, sum enn ikki hevur tapt, má sigast at vera ein lítil favorittur í kvøld, men hinvegin kann Víkingur eisini gera ein vørr, um væl liggur fyri. Ofta verða dystirnir millum B68 og NSÍ róptir landsins harðasta grannauppgerð, og helst er nakað um tað eisini. Nú liðini møtast á Toftum, hevur B68 havt rákið við sær síðstu dystirnar, meðan NSÍ er steðgað eitt sindur upp. Men júst tað, at hetta er ein grannauppgerð, har alt kann henda, fer helst eis­ini at gera, at alt hendir, so tí er javn­ leikur líka stórur møguleiki sum sigur til annað liðið. Kann standa illa til Vágamenn eru ikki avskrivaðir enn, tí fleiri lið er teimum í nánd á stigatalvuni, men undan dags­ ins dysti ímóti EB/Streymi er 07 Vestur ikki favorittur, hóast tað er heimadystur. Minst líka nógv trýst hvílir á herðunum á sunda­lags­ monnum, sum ikki ordiliga hava fingið luft undir veingirnar enn, men óivað fara at leggja nógv fyri ímóti 07 Vestur í kvøld. KÍ hevur sjálvsálitið í lagi, nú ÍF vitjar í kvøld, men við púrt ongum sjálvsáliti. KÍ hevur staðið seg sera væl sum uppflytari, meðan ÍF slett ikki hevur megnað at livað upp til frálíka kappingarárið í fjør, ið gav pláss í steypafinaluni og Europa. KÍ, sum vann fyrra dystin, er tí favo­rittur hesa ferð við. Higartil hevur B71 verið kanón­ føði hjá hinum liðunum, og sjálvt um HB næstan hevur verið tað sama við tveimum 1-4 tapum á rað í Gundadali, má roknast við, at sandoyingar fáa tað meira enn trupult ímóti særdu føroya­meist­ arunum. Megnar HB ikki at vinna og í minsta lagi fáa stig, stendur sera illa til. hilmarjan@sosialurin.fo oddabrak Víkingur vitjar í Gundadali í kvøld, men hesa ferð hava teir hvítu úr B36 ágóðan av skoteginleikanum hjá landsliðsleikaranum, Súna Olsen Mynd: Álvur Haraldsen Fótbóltur Víkingur hevur møguleikan at yvirtaka oddasessin í Vodafonedeildini, men tað krevur ein sigur á útivølli ímóti B36, ið enn ikki hevur tapt í landskappingini B36 og Víkingur bresta saman nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 9 6 3 0 21 8 +13 21 2 Víkingur 9 6 2 1 18 8 +10 20 3 NSÍ 9 5 2 2 27 12 +15 17 4 EB/Streymur 9 5 1 3 18 9 +9 16 5 KÍ 9 4 1 4 18 12 +6 13 6 B68 9 3 2 4 14 12 +2 11 7 HB 9 3 1 5 14 17 -3 10 8 ÍF 9 2 2 5 11 15 -4 8 9 07 Vestur 9 2 2 5 8 25 -17 8 10 B71 9 1 0 8 6 37 -31 3 Føroyska Vodafonedeildin Tróndur Arge FC Hoyvík og Undrið FF hava síðstu tíðina tosað saman um eina samanlegging, men á fund­ inum mikukvøldið, har umleið 50 limir í Undrinum møttu, var niðurstøðan greið: – Tað er greiður meiriluti fyri ikki at leggja saman við FC Hoyvík í løtuni, sigur Mikkjal Hvanna­ stein, formaður í Undrinum. Fyrimunurin við eini saman­ legging hevði fyri Undrið verið, at felagið hevði fingið eitt hús at húsast í, umframt sterkari lið. – Vit síggja nakrar fyrimunir við at leggja saman, men enn er framtíðin hjá FC Hoyvík og fótbóltsviðurskiftinum í Havn óviss. Tí vita vit ikki, hvat vit leggja saman við, sigur Mikkjal Hvannastein. Samstundis sakna tey í FC Hoyvík, at nakað hendir við­ víkjandi nýggjum fótbólts­vølli í Hoyvík, umframt at felagið kundi hugsað sær størri stuðul frá fólk­inum í Hoyvík: – Tað gekk væl við FC Hoy­ vík tey fyrstu árini, men síðani steðgur kom í viðvíkj­andi nýggja vøllinum, er tað sama hent við felagnum. Saman­ legg­ingin var ein roynd at fáa gongd á málið aftur og styrkja felag­ið, sigur Fróði Danielsen. – At hoyvíkingar ikki standa meira saman um FC Hoyvík, er kanska, tí vit ikki hava gjørt okkara arbeiði nóg gott, men tað er sum um fólk bíða bara eftir at vøllurin skal koma í Hoy­vík. trondur@sosialurin.fo Leggja ikki saman nú Fótbóltur Fótbóltsfelagið Undrið FF hevði mikukvøldið fund um samanlegging við FC Hoyvík, men greiður meiriluti vildi ikki leggja saman Tróndur Arge – Um tit halda, at tit sleppa so lætt av við B71, so mugu tit halda umaftur, sigur B71-formaðurin, Hanus Johannessen, við einum brosi, hóast veruleikin hjá sand­oyar­liðnum er, at liðið eftir níggju dystum hevur eina mál­úrtøku upp á -31 mál, umframt at fimm stig eru upp til niðurflytingarstrikuna. – Vit ætla at styrkja okkum hópin í eini roynd at varðveita sæti í bestu deildini. Talan verð­ur um tríggjar ella fýra spæl­arar. Onkur er fyrrverandi spælari hjá okkum og onkrir eru út­lendingar. Talan er um ein danskara og ein polending. So mik­ið kann eg siga, sigur Hans Johannessen. Keldur vilja vera við, at Gudmund Nielsen verður aftur at síggja í B71-troyggjuni. Har­ um­framt skulu bæði Rasmus Nielsen og Símun Hansen vera upp á tal, men hetta eru óvátt­ að tíðindi. trondur@sosialurin.fo B71 styrkir hópin Fótbóltur Til seinnu hálvu ætlar B71 at styrkja sær hópin í Vodafonedeildini, eftir at tað hevur gingið illa í hond hjá sandoyingunum fyrsta triðingin av landskappingini Vodafonedeildin 27/05 18.00 B36 - Víkingur 27/05 18.00 KÍ - ÍF 27/05 19.00 07 Vestur - EB/Str. 27/05 19.00 B68 - NSÍ 27/05 19.30 B71 - HB 1. deild menn 28/05 15.00 EB/Streymur II - TB 28/05 16.30 HB II - Víkingur II 28/05 17.00 NSÍ II - Skála 29/05 14.45 FC Suðuroy - 07V II 1. deild kvinnur 29/05 13.00 B36 - HB 29/05 13.00 AB - Skála 29/05 14.00 Víkingur - KÍ Dystir um vikuskiftið: