Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61 Sosialurin Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins Falska valið Hóast sagt verður, at vit í 12 ár hava arbeitt við føroyskari stjórnarskipan, so er enn nógv eftir at gera, serliga breiða kjakið um stýri, rætt­ indi og medávirkan. Ta tíðina Jan Müller var blaðstjóri á Sosialinum plagdi stjórnarskipanin fáa bestu viðmæli og rættiliga fitt av umrøðu. Nú Eirikur Lindenskov sigur við stýri er tíðin spolað aftur til 1939 ella har á leið. Vit fáa áhaldandi at vita, at rættast er við fólkaatkvøðu, har vit skulu taka støðu til, hvørt vit antin vilja vera innan fyri ella uttan fyri grundlógina donsku. Sum um hon sigur nakað um okkum. Hetta er falskt og óneyð­ ugt val. Soleiðis var í 1939, tá ið Stauning, danski og socialdemokratiski forsætis­ ráð­harrin, setti tað fram. So­leiðis var í 1946, tá ið sam­ bands­síðan á tingi vildi hava føroyingar at velja antin ávísa skipan í ríkinum ella at loysa frá ríkinum. Soleiðis er eisini í dag. Í Føroyum hava vit fólk­ sins fullveldi. Ongin fær stýrt Føroyum uttan fólk­ sins undirtøku. Danir bjóða ikki til at skera ígjøgnum í stórmálum um fiskivinnu ella kommunur – ella nøkrum øðrum máli, har orsøk kundi verið brúkt tað vald, sum ríkið sigst hava. Teir hava í mesta lagi kravt okkurt av okkum í samband við bankabjargingar, men sein­ ast mundi enda við loysing, tí føroyingar góðtaka ikki nakað stýri, sum ikki er av fólkinum, við fólkinum og fyri fólkið. Sum sjálvur sambandshøvdingin Andrass Samuelsen segði: “Í Føroyum skulu føroyingar ráða!” Felagsmál Danska grundlógin var ong­ antíð ætlað til okkara. Hon viðvíkir bert danska kongs­ ríkinum, ikki t.d. Slesvík, Holstein, Íslandi, Grønlandi ella øðrum londum, sum høvdu sama kong sum Dan­ mark. Hini londini fingu øll sínar egnu loysnir. Ísland sína egnu grund­lóg longu í 1974. Dan­mark fekk enntá í 1855 eina super-grundlóg saman við hertogadømunum, eins og Niðurlond (Holland) hava sína egnu grundlóg og oyggjabólkarnir Aruba og Antillurnar hvør sína – og so er eitt felags ríkisskjal oman fyri teimum øllum. Kjakið má taka støði í hesum empiriska veruleika. Men nú er aftur eitt val­ skeið runnið, har vit held­ur enn at viðgera fólka­ræðis­ lig ríkjasambond og ser­liga viðtøkurnar fyri fólka­ræði Føroyar hava viðgjørt ‘inn­ anfyri - uttanfyri spurn­ing­ in.’ Annar vongurin vil mein­ ingsleyst siga, at vit skulu virða alt, sum er í gildi, og vit skulu halda okkum frá ikki- yvirtiknum málum. Falskt val! Er nakað í gildi, er so má tað virðast. Vanda­ málið er at gera av, hvat nú veruliga er í gildi. Onki eitur heldur ikki-yvirtikin mál. Øll málsøki ið viðvíkja Føroyum eru føroysk og bólkast antin sum sermál ella felagsmál. Hetta viðurkendu danir longu í 1948. Fólksins fullveldi skal virðast og felagsmál skip­ast. Onki meir. Veruliga valið er, hvussu stjórna vit í Føroyum sovæl felagsmálum sum sermálum við hóskandi mannagongdum og virðing fyri rættindum og medávirkan fólksins. Tað kjakið heiti eg á fjølmiðlarnar um loksins at seta í gongd. Skipið fyri pallborðum, tema­send­ingum, serbløðum, kjaki og upplýsing, góðtakið ikki, at alt fer fram handan múrar­nar hjá Løgtinginum. Stjórnar­mál eru felagsmál hjá okkum øllum. Súni í Hjøllum varaborgarstjóri í Nes kommunu Nýggi barnagarðurin á Svangaskarði reistur Tað er at fegnast um, at byggingin av nýggja barna­ garðinum á Toftum gongur eftir ætlan. Í dag, 18. mai, varð barnagarðurin reistur, og eftir ætlanini kunnu fyrstu børnini koma inn beint eftir summarfrítíðina. Gamli bygningurin er 343 fermetur íalt, meðan nýggi bygningurin er 370 fermetur í tveimum hæddum. Í fyrstu atløgu verður bara tann ovara hæddin innrættað, sum fer at hava 3 stovur við plássi fyri umleið 18 børnum í hvørj­ari. Útgrevsturin fyri barna­ garðin, sum Vestcon gjørdi, byrjaði seint á heysti 2010. Síðan varð farið undir be­ tongarbeiðið, sum Jan Mohr o. fl. gjørdu. Timburarbeiðið verður gjørt av KBH, sum høvdu lægsta tilboðið. Saml­aði kostn­aðuri fyri hesi arbeiði v. inn­búgvi v.m. verður 8,2 mió. kr. Tað hevur verið stórur tørvur á at byggja út á barna­ garðsøkinum, og við hesi íløgu kemur Nes kommuna enn eitt fet fram á leið, tá ið ræður um at menna komm­ un­una til at nøkta tann tørv, sum nútíðin krevur. Nes kommuna er annars rættiliga væl útbygd á flest øllum økjum. Seinastu stóru íløgurnar í nýggjan skúla og barnagarð eiga at gera, at vit av røttum kunnu bjóða fólki at seta búgv í okkara kommunu. Vit hava umleið 25 grundøki tøk, sum eru gjørd byggibúgvin, so fólk skulu verða hjartaliga vælkomin at seta búgv í Nes kommunu, har barnagarðurin er bygdur beint við eitt stórt ítróttarøki, samstundis sum vit eru stutt frá eini av Føroya vakrastu náttúruperlum, Toftavatn. Kjak Sólvit Simonsen Fyrr og nú Leygardagin 7. mei, var ein sera góður og væl skipaður dagur í Skála­ vík. Tað má vera stuttligt bæði hjá Eiler, sum tí­ verri ikki náddi heilt til endan, og síðan hjá hans­ara avvarðandi, at vera byrjaður á Mølini í Skála­vík við árabáti, og fáa ein slíkan enda á ar­ beiðsdegnum, sum vit í Skálavík vóru eygnavitnir til. Av at kenna Eiler væl, veit eg, at har var ikki bara álvara í sinnalagnum; men stuttligur var hann sum fáur. Tá eg gekk á longd­ina, sum tað æt tá, hevði eg tað gleði at búgva saman við Eiler og Henry í Toppigarð av Sandi. Tað vóru stuttligir dagar. Í skúlanum, høvdu vit Høgna Mohr til lærara, sum eisini dugdi at skyna millum álvara og gaman. Síðan vóru aðrir góðir menn aðrastaðni frá í landinum. Vit vóru ovast undir væðingini í gamla navigatiónsskúla, tað var ikki pláss fyri okkum. Har gekk eisini væl at fáa útbúgving við talvu og kriti. Ongin lestrarstuðul var at fáa og ikki nøkur íbúð at búgva í. Hygg bert eftir úrslitinum hjá Eiler. Tveir dagar áðrenn vit vóru útbúnir, varð mín elsta dóttir fødd, og eg hevði fingið besta­mans­ tjans. Skipið var klárt at fara avstað, og eg fór glað­ ur avstað at vinna mær og mínum dagligt breyð. Har var ikki nøkur barsils­ hjálp; men tað skuldi bara mangla. Frískir menn í bestu árum, leggja seg heima at passa børn, og kalla tað vunnin rættindi? Hvar hava teir vunnið tey frá? Og hvør rindar? Tað átti at verið ein grensa fyri, hvat man kann oysa niður yvir aka­ demik­arnar