fríggjadagur 27. mai 2011síða 53
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
5
VIKUSKIFTI
– Eitt einkult dømi er, tá eg skal siga, at eg og babba hava verið
úti. Eydnast at ikki at fáa orðið »babba« upp, sigi eg heldur »pápi«,
uttan at stórvegis stígur kemur í. Avbjóðingin er at finna eitt orð
beinanvegin, sum kann loysa hitt av, uttan at setningurin missir sín
týdning, sigur Bill Mc. Leod Jacobsen, sum altíð hevur stamað
Orðavalið
hjálpir Bill
Interview
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Smádrongurin hyggur ikki upp
úr bókini. Hann kennir seg lítlan.
Sveittabrot. Aftur nú. Eyðmýktur.
Hann hevur ilt við at fáa orðini av
munni. Hann lesur upp við veikari
rødd og við lítlari ferð. Funnin fressur
hjá floksfeløgunum. Tey sita og smá
flenna.
– Tað var serliga torført í fólka
skúlanum. Eg varð ongantíð happaður í
skúlagarðinum, men floksfelagaðarnir
kláraðu ikki altíð at halda sær, tá eg
skuldi lesa upp í skúlatímunum. Tað
var fantastiskt undirhald fyri hini,
men mannminkandi fyri meg. Tað
var einki stuttligt. Tú fær ikki tosað.
Eg vildi heldur ikki hava hjálp. Tað
var ikki kul at hava stuðulspedagog.
Eingin skuldi hjálpa mær, minnist
hann aftur. Tað eru nú 30 ár síðani,
hann fór í fyrsta flokk.
Tað eru fleiri, sum hava verið
plágað av at stama. Sjónleikarkvinnan
Marylin Monroe. Rowan Atkinson,
sum er best kendur í leiklutinum sum
Mr. Bean. Aktionhetjan Bruce Willis.
Rithøvundurin Sommersat Maugham.
Og klaksvíkingurin Bill Mc. Leod
Jacobsen. Tey eru nøkur.
Bill Mc. Leod Jacobsen er best
kendur sum akademiski fótbólts
venjarin, ið ferðast millum snurr
andi myndatól og mikrofonir
hvørt vikuskiftið. Púra ósmæðin
trínur hann fram og svarar teimum
journalistunum, sum vilja vita meira
um fótbóltsdystin. Gløggi lurtarin
hevur helst varnast tað. Hann talar
í stoytum. Tað er hinvegin so mikið
týðiligt, at tað darvar ikki hansara
boðskap.
Noyddur at tosa
Bill Mc. Leod Jacobsen hevur altíð
verið illa darvaður av staming. Hann
hevur ongantíð leitað sær hjálp. Onnur
hava teknað seg til skeið fyri stamarar,
men slíkt hevur klaksvíkingurin
ongantíð roynt. Klaksvíkingurin
hevur verið treiskur og roynt at bast
trupulleikanum. Hann tosar eisini
meira støðugt enn nakrantíð í dag.
Sjálvlærdur. Týdningarmesti liðurin
hevur verið orðavalið. Tað varð hann
skjótt tilvitaður um. Fótbóltsvenjarin
er kønur í føroyskum máli, og tað er
ein stórur lætti, ásannar hann.
– Eitt einkult dømi er, tá eg skal
siga, at eg og babba hava verið úti.
Eydnast at ikki at fáa orðið »babba«
upp, sigi eg heldur »pápi«, uttan at
stórvegis stígur kemur í. Avbjóðingin
er at finna eitt orð beinanvegin, sum
kann loysa hitt av, uttan at setningurin
missir sín týdning. Tað hevur riggað
væl, sigur Bill Mc. Leod Jacobsen.
Hann leggur afturat, at hann stamar
munandi meira, tá hann tosar annað
mál, tí orðavalið er ikki eins stórt.
Hann fór undir venjarayrki, tá
hann var 13 ár. Uppgávurnar eru
vornar fleiri og størri við árunum. Í
dag hevur hann evstu ábyrgdina av
besta mansliðnum hjá B68, umframt
at hann er annar av venjarunum, sum
stjórna føroyska U21-landsliðnum.
Yrkið sum fótbóltsvenjari í fremstu
røð krevur, at tú vil práta við fjølmiðl
arnar. Bill Mc. Leod Jacobsen hevur
ongantíð havt møguleikan at hildi seg
aftur. Tað var skjótt, at hann vandi
seg við at stama framman fyri mikro
fonini.
Bill Mc. Leod Jacobsen stimbrar
stundum undir kjak um føroyskan
fótbólt. Um loysnir, fyrimunir og
vansar. Hann heldur ofta fyrilestrar,
har hann tosar í samfullar tveir tímar
uttan íhald.
– Tú noyðist at venja teg við tað,
og tað hjálpir einki at vera argur. Eg
havi ofta ein boðskap ella eina mein
ing, sum eg vil siga alment. Staming
skal í øllum førum ikki forða mær
at arbeiða við tí, mær dámar so væl.
Avbjóðingin er at fáa innihaldið so
mikið áhugavert, at lurtarin ikki
leggur til merkis, at eg stami, sigur
hann.
Havið tol
Bill Mc. Leod Jacobsen hevur ongantíð
havt stórvegis ampað av at stama.
Tað er ein partur av honum, sum
hann ikki kann sleppa undan. Tað er
eisini umráðandi, at onnur vísa stam
arunum tol.
– Um eg sigi, at eg havi verið í
Danmark, og eg standi fastur og sigi
Da-Da-Da-Da aftur og aftur, so má
lurtarin helst ikki spyrja, um eg havi
verið í Danmark. Tað er at taka nakað
frá stamarunum. Mín áheitan er, at
fólk vísa tol, tí tað er ikki stuttligt at
stama, sigur Bill Mc. Leod Jacobsen.