Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 54

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 27. mai 2011 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ eyðun eydun@sos.fo Fangandi og krevjandi Teir í Beastie Boys hava ongantíð verið sum hini. Kreativir og ósmædnir brúka teir allar hugsandi musikalska møguleikar á hesi útgávuni, sum hevur verið leingi ávegis. Sjey ár eru liðin síðani seinastu útgávuna, men nú hava fólk fingið nýggjan tónleik frá bólkinum. Og teir eru sum vant bæði fangandi og krevjandi á hesi útgávuni. Beatie Boys Hot Sauce Committee Part Two Hittmakarar siga farvæl Norski poppbólkurin A-ha hevur sett punktum fyri sínari egnu karrieru, hóast teir fyri tveimum árum síðani góvu eina vælseljandi fløgu út. Trý áratíggju við hittum er farin afturum, og hendan útgáva er live-upptøka av seinastu konsertini í Oslo í fjør. A-ha Ending On A High Note – The Final Concert 80’ara sjarma Einaferð var Duran Duran mætasti poppbólkur í heiminum, men tað eru liðin nógv ár síðani stórtíðina í 80’unum. Teir eru tó framvegis virknir og vísa á hesi útgávuni, at teir kunnu gera viðkomandi popptónleik – og sjarmuna frá 80’unum hava teir ikki mist. Duran Duran All You Need Is Now Popput country-rødd 64 ára gamla country-songkvinnan hevur gjørt eina nýggja fløgu, sum er meira popput enn klassiskt country. Men røddin, sum altíð hevur staðið sterk, kann framvegis syngja eymt og inniliga, og Emmylou Harris ber í stóran mun hesa útgávuna við sínum sangavriki. Emmylou Harris Hard Bargain Hon er allastaðni Tú skalt veruliga gera tær ómak, um tú vilt sleppa undan tónleikinum hjá Lady Gaga. Hon hevur mest sum hertikið útvarpsstøðir kring allan heimin, og hon hevur støðugt nýggjan sang á hitlistunum. Triðja fløgan hjá Lady Gaga bjóðar eitt sindur av hvørjum – og í øllum førum nakrar kendar sangir. Lady Gaga Born This Way Legendur, rapparar og nýggjar tulkingar Broyttir rapparar Rappararnir Nik & Jay hava flutt seg síðani seinastu útgávuna, sum kom fyri fimm árum síðani. Og teir hava upplivað mangt og hvat hesi árini síðani og halda sjálvir, at teir hava ment seg persónliga. Tað skal gjarna hoyrast aftur á fløguni, har Eivør Pálsdóttir eisini leggur rødd til á einum av bestu sangunum á útgávuni. Nik & Jay Engle Eller Dæmoner Tónleikur hoyrir til summarið, men tað nýtist ikki bert at verða glaður veitslupoppur. Vit hava valt nakrar fløguni burtur úr rúgvuni av útgávum frá seinastu vikunum Legenda við nýggjum sangum Eitt ár í heimastudionum í Connecticut er bakgrundin fyri seinasta útspælinum hjá legenduni Paul Simon. Á hesari útgávuni hevur Paul Simon brúkt kassagittarina sum útgangsstøði fyri sangunum, heldur enn at byggja teir á eina rútmu, sum hann hevur gjørt nógv av seinastu árini. Paul Simon So Beautiful Or So What Mjúkur jazz-poppur Nógv munnu kenna væl smurda tónleikin hjá danska bólkinum Moonjam. Saxofonin var í miðdeplinum, tá ið teir fingu fleiri hitt síst í 80’unum og fyrst í 90’unum. Fyri tveimum árum síðani gav bólkurin comeback-fløgu út, og nú royna teir seg við enn einari útgávu. Og hetta er eitt veruligt ekkó frá fortíðin, tí Moonjam líkist fullkomiliga sær sjálvum. Moonjam Bandet Og Den Uskyldige Morder Duff syngur bara Einaferð var hann basspælari í mæta rockbólkinum Guns N’ Roses, men nú hevur hann sín egna bólk, og hetta er onnur útgávan frá teimum. Bólkurin spælir eitt bland av grunge, glam, punk og hørðum rocki. At Duff ikki veit av, at hann ikki burdi sungið, ger, at hann hóast alt sleppur væl frá leiklutinum sum sangari. Duff McKagan’s Loaded The Taking Nicks roynir seg aftur Hon er júst blivin 63 ára gomul, og tað eru liðin 10 ár, síðani hon seinast gav fløgu út. Men hóast hesar frotreytir er Stevie Nicks í góðum formi á nýggju útgávuni. Hetta er ein búgvin poppfløga, har hon ikki rennir undan síni fortíð í bólkinum Fleetwood Mac. Stevie Nicks In Your Dreams