fríggjadagur 27. mai 2011síða 64
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
16
VIKUSKIFTI
5. partur
Albert Isfeld
post@sosialurin.fo
Mikudagin 16. juni
Baltimore, ein havnarbýur
Býurin bleiv bygdur í 1729 av bretum,
og er uppkallaður eftir barón Baltimore,
sum var ein av stovnarunum av koloni
ini Maryland.
Í krígnum við bretar í 1812 bleiv
Francs Scott Key inspireraður til at
skriva tann amerikanska tjóðarsangin
»The Star-Spangled Banner«.
Tað segðist, at tá flaggið skuldi ger
ast til skansan Fort McHenry, skuldi tað
vera so stórt, at tað skuldi síggjast frá
tí bretska herflotanum, sum lá fimm
míl úti á vágni – tað segðist, at hetta
flagg vigaði 60 pund tá tað var turt.
Bretar bumbaðu hetta fort í 25 tímar
uttan íhald.
Í stríðnum her vann lagnunar speið
semi á vanligum logikki – tveir vápn
aðir ungdómar høvdu fingið eyga á
tann bretska generalin, meðan teir
sótu upp í einum træi, og í ungdómsins
bræsni, skutu teir hann, so hann doyði,
av einari ella aðrari grund tók bretski
flotin seg aftur av hesum, og býurin
bleiv frelstur.
Tann fyrsta jarnbreytin millum tveir
býir í USA, Baltimore og Ohio, bleiv
stovnað í Baltimore í 1827.
Miðbýurin er pregaður av »High
Rise« bygningum og øki kring »Inner
harbour« er øki, har fólk taka sær av
løttum, og har ferðafólk steðgar á at nýta
hetta vakra øki við havnabryggjum,
góðum matstøðum og pubbum. Eisini
er her miðstað til ferðafólk at kunna seg
í, og er hjálparfólkið sera fryntligt og
hjálpsamt við skilagóðum upplýsingum
og ráðum. Niðri við bryggjuna liggja
Constallation sum er valvart krígsskip
frá borgarastríðnum, ein undirvatns
bátur frá seinna heimsbardaga og eitt
fýrskip.
Vit taka ein toristbus og koyra ein
túr í býin, og eru húsini í tveimum til
fýra hæddir í flestu gøturnunum og
stilurin victoryanskur og virkar býurin
The land
of the free
Baltimore og Washington Baltimore er kendur havnabýur, og eru tað helst
nógvir føroyingar sum hava verið her við skipi. Havnin er av teimum størstu
í USA og búgva her umleið 700.000 fólk, hann er størsti býur í Maryland
og var tann næst størsta innflytarahavnin í landinum, eftir New York
Amerikatúrur 7. til 30. juni 2010
Inner Harbour
Fort McHenry
Constallation