fríggjadagur 27. mai 2011síða 65
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
17
VIKUSKIFTI
bretskur at vera í – tað er sum at upp
liva ein bretskan bý.
Her eru fleiri standmyndir og parkir,
og býurin virkar grønur at vera í. Tá
ið vit koma framvið standmyndini av
LaFayette, sum var franskur herovasti
og leiðari fyri tí herdeild, sum stríddist
saman við George Washington móti
bretum, segði ferðleiðarin: Um hesin
maðurin ikki hevði hjálpt okkum, so
vóru vit øll bretar.
Hósdagin 17. juni
Washington, og túrurin
at finna henda bý
Túrurin til Washington gekk uttan
trupulleikar, tó var onkur obsticle ella
krúlla á vegnum, tí, at finna inn í sjálv
an býin var eitt sindur trupult.
Vit koma inn í tann partin av bý
num, sum kallast The Mall, sum er
eitt øki við breiðum vegum og gøtum,
grønum blettum og ikki minnst, er
hetta staði, har alt tað federalað valdi í
USA er savnað.
Tað sæðst væl á bygningunum, at
dentur hevur verið lagdur á at skapa
ein hábærðsligan høvuðsstað. Her er
ørgrynna av statiligum bygningum, sum
allir meira ella minni eru í klassiskum
stíli. Kongressbygningurin er ein sam
ling av grikskum og rómverskum
byggistíli, og er hetta arbeiði sera væl
í hondum greitt – alt er so gjøgnumført.
Allir hinir bygningarnir, sum eru
knýttir at stjórnini eru hábærsligir
bygningar í klassiskum stíli og standa
onki aftanfyri teir bygningar, tú sært á
White Hall í London, har valdið í Bret
landi er savnað. Tú sært aftur her, hvar
amerikanarar hava vent eyguni, tá teir
vilja markera seg tjóðskaparliga.
Whashington liggur í DC ella
district of Columbia, og øki bleiv valgt
av George Washington til at vera býar
øki til høvuðsstaðin, og er tikið av stat
unum Maryland og Virginia.
Á vegnum suðureftir, vit eru nú í
Virginia og koyra eftir vegi 95, fara
vit av hesum vegi at finna innivist og
bensin. Men sum vit koyra, koma vit av
leið og vita ikki hvar vit eru, og myrkur
var komið á okkum so tað var ikki lætt
at kunna seg. At enda koyrdu vit inn í
lítlan bý og funnu eina bensinstøð. Vit
spurdu okkum fyri um teir á støðini
kundu hjálpa okkum við bensini og at
finna ett hotel. Sum ein frelsandi eingil,
kom ein fittur, eldri svartur gentlemaður
at hjalpa okkum, og hann syrgdi fyrst
fyri at vit fingu bensin, tí hetta var eitt
sindur trupult við kortinum, og síðan
bjóðaði hann sær at koyra framman
fyri okkum at finna hotellið, og so bleiv
gjørt. Vit komu inn á hotellið, aftaná at
kurtheisliga at hava takka manninum
fyri hansara hjálp – hann beyð »God
be with you« og ynskti okkum góðan
túr víðari.
Vit gistu uttanfyri býin Woodbridge
á Marriot Hotel, tað staði tann svarti
maðurin vísti okkum... Tað er við vilja
at eg siga svartur, tí tað er næstan ikki
at skilja, at vit hvítu hava niðra tey
svørtu bara tí tey eru svørt. Ótrúligt,
at huðalitur kann hava ørkymla hvíta
mannin so nógv – tí tá tú hevur tosað
við fólk óansæð húðalit eina løtu, so
hvørvur húðalitur og tað sanna menn
iskja vísir seg.
Glasarkitekturur
Capitol
Museum of American Indian