fríggjadagur 27. mai 2011síða 73
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
25
VIKUSKIFTI
Vakt til vinnukundar
JANuS DJurHuuS, VAktleIðArI HJá ANSNI trygDArfelAg
Vinnuvakt er ein tænasta til virkir, fyritøkur og stovnar, har trygdarvørðar hjá okkum hava eftirlit við bygningum og
tólum hjá vinnukundum eftir vanliga arbeiðstíð og um vikuskiftini. Vit hava eisini vakt í sambandi við størri tiltøk sum
t.d. landsdystir, festivalar og aðrastaðni, har nógv fólk eru savnað. Tá ferðamannaskip leggja at í Føroyum, er tað at
eitt altjóða trygdarkrav frá ISPS (International Ship and Port Security) at trygdarfólk, sum eru góðkend av ISPS eru á
bryggjuni, bæði tá tey koma og fara, eins og at hava eftirlit við t.d. hvussu nógv ferðafólk eru við skipunum. Skipsvakt
er ein onnur tænasta, har trygdarvørðarnir ansa eftir skipum, sum liggja við bryggju, ella sita vakt umboð. Vit eru altíð
til reiðar við ráðgeving og eini tryggari loysn, sum hóskar til tørvin hjá kundanum.
Góð tænasta er lyklaorðið
INgA eyðuNSDóttIr frá ANSNI CAll SeNtur
Um telefonin órógvar arbeiðið, ella tú ynskir at betra um telefontænastuna, kunnu vit bjóða tær vekslaratænastu, har
vit svara telefonini og víðarstilla til rætta viðkomandi í tíni fyritøku. Vit veita CallSentur tænastu til bæði størri og
smærri fyritøkur. Vit nýta m.a. forritið Totalview, ið gevur okkum møguleika at fylgja við, um tíni starvsfólk eru tøk.
Annars verða boð givin tykkum umvegis sms, teldupost ella á tann hátt tú ynskir. Fyri tey, sum hava tørv á t.d. telefon
móttøku, telefonvekslara, brúkarakanningum, telemarketing e.l. veita vit hesar tænastur. Eisini hava vit yvirvaking av
alarmum, bæði á virkjum, stovnum og í privatum heimum. Vit leggja dent á at veita bestu tænastu, ið verður lagað til
tørvin hjá einstaka kundanum. Vit leggja dent á, at okkara starvsfólk á telefondeplinum eru dugnalig, fyrikomandi og
tænastusinnað. Tænastan er til taks allan sólarringin.
Allar tøkniligar trygdarloysnir
JógVAN HøgNeSeN, tøkNIlIgur leIðArI HJá ANSNI
Okkara tøkningar, ið hava serkunnleika á hesum øki, veita ráðgeving, sølu, uppsetan og viðlíkahald av loysnum innan
trygdartøkni, eitt nú vakmyndatól, eldávaringarskipanir, tjóvaríalarmar, elektroniskar lásaskipanir og aðrar tøkniligar
trygdarloysnir. Vit umboða skipanir hjá fremstu veitarum á økinum og seta vit skipanina saman júst eftir tørvinum
hjá tí einstøku fyritøkuni ella húskinum. Skipanin kann umfata videoeftirlit, ávaring móti innbroti, eldi, gasslekum
umframt aðrar tøkniligar alarmar. Fram um aðrar veitarar veita vit somuleiðis yvirvaking av alarmum og myndum frá
vakmyndatólum, allan sólarringin alt árið.
HoyDAlSVegur 19, PoStbokS 1301
FO-110 Tórshavn, TlF. 606060
fAx +298 31 50 79, ANSNI@ANSNI.fo