fríggjadagur 27. mai 2011síða 72
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
24
VIKUSKIFTI
ANSNI hevur til endamáls at veita vinnu, stovnum, húskjum og
samfelagi trygd. Vit veita ráðgeving og loysnir innan trygd. Okkara
kjarnuøki eru vaktartænastur, ávaringarskipanir, vakmyndatól og
tilbúgving.
Vaktartænastur okkara eru tænastur til virkir, fyritøkur og stovnar, har
trygdarvørðar okkara hava eftirlit við bygningum, skipum og tólum hjá
vinnukundum.
Tøknitænastur okkara umfata ráðgeving, uppsetan og tænastu av
ávaringarskipanum og vakmyndatólum. Eisini veita vit elektroniskar
lásaskipanir. Okkara kundar eru bæði vinnukundar og privatkundar.
Okkara tilbúgving ansar eftir ávaringarskipanum hjá kundum okkara,
eins og vit halda eyga við myndum frá vakmyndatólum. Um alarmur
gongur ella okkurt óregluligt fer fram á skýggjanum við vakmyndum,
senda vit trygdarvørð á staðið alt fyri eitt.
Við hesum trimum økjum kunnu vit bjóða kundum okkara heildar
loysnir innan trygd.
Okkara tænasta er landsumfatandi og er virkin alt samdøgrið 365
dagar um árið. Ávaringarskipanir um alt landið eru í samband við
tilbúgvingardepilin í Gundadali, sum síðan boðar frá á røttum stað.
Teir 14 bilarnir hjá felagnum koyra kring landið og eru skjótir á stað
num, um okkurt er áfatt. Í sambandi við fyriskipan av tiltøkum so sum
konsertum, festivalum og øðrum, eru ávís krøv um trygdarætlanir og
trygdartiltøk. Hetta tekur Ansni sær eisini av.
Við dugnaligum og nærløgdum starvsfólki, er ANSNI ment nógv sei
nastu árini, og í dag starvast á leið 30 fólk í felagnum. Vit hava eisini
flutt okkum inn á onnur øki, ið hóska væl til okkara virksemi, so sum
CALLSENTUR tænastur.
CALLSENTRIÐ er ein tænasta fyri virkir og stovnar. Tænastan virkar
soleiðis, at tá fólk ringja til fyritøkur ella stovnar, sum hava hesa
tænastu, so eru tað fólk hjá Ansni, sum taka telefonina og avgreiða
kundan bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Teimum nýtist ikki at
hava fólk til at taka telefonina, tí tað taka vit okkum av, sigur Helgi
Justinussen.
Øll eru vælkomin at kontakta okkum til eitt óbindandi prát um hvussu
vit finna bestu loysnina, sum hóskar til júst teirra tørv. Okkara fólk eru
serfrøðingar innan trygdartøkni og veita holla ráðgeving. Vit finna
altíð eina skraddaraseymaða loysn, soleiðis sum kundin ynskir tað.
Ansni hevur júst fingið nýggja dagførda heimasíðu, www.ansni.fo, har
allar tænastur eru at finna, sigur Helgi Justinussen.
Trygdarfelag við bestu tænastu
ANSNI er í dag landsins størsta og fremsta trygdarfelag, og taka vit hesa
uppgávu í størsta álvara. Vit leggja stóran dent á at veita eina so góða
tænastu sum til ber. Vit kunnu nøkta nærum ein hvønn tørv innan trygd,
bæði vinnuligt og privat, sigur Helgi Justinussen, stjóri í Ansni
Lýsingartilfar / Tekstur: Magnus Gunnarsson / Myndir: Jens Kristian Vang / Sosialurin 341800