fríggjadagur 27. mai 2011síða 71
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
23
VIKUSKIFTI
Um Oprah viðmælur eina bók í
sínum bókaklubba, fer sølan av
bókini upp – viðhvørt fleiri milliónir
eintøk. Hetta fyribrigdi hevur fingið
eitt egið navn, »The Oprah effect«
Blaðið »O magazine«
hevur 2,4 milliónir lesarar
Fakta
Navn: Oprah Gail Winfrey.
Er doypt Orpah eftir einum navni í Gamla
Testamenti, men ongin dugdi at úttala
tað, og tí broyttist tað til Oprah.
Aldur: 57 ár
Bústaður: Montecito, Kalifornia
Familja: Støk
Starv: Sjónvarpsvertur,
sjónleikari og framleiðari
Góð fyri: 2,7 milliardir (Forbes 2010)
Keldur: Svenska Dagbladet,
Wikipedia, Kitty Kelly, TV3
ingar vóru noyddar at leggja niður ella
skifta sendtíð.
Í 1986 byrjaði »Oprah Winfrey
Show«, og stutt eftir stovnaði hon
Harpo, ið er hennara egna sjónvarps
framleiðslufelag.
Oprah hevur á nógvar hættir broytt
okkara hátt at liva. Ikki bara við sínum
gevandi samrøðum við kend og ókend,
men eisini gjøgnum sín bókaklubb,
sítt »Angel Network« og blaðið O
magazine.
Um Oprah viðmælur eina bók í
sínum bókaklubba, fer sølan av bókini
upp – viðhvørt fleiri milliónir eintøk.
Hetta fyribrigdi hevur fingið eitt egið
navn, »The Oprah effect«. Og fleiri
meina, at við hesum bókaklubba eru
fleiri og fleiri farin at lesa bøkur.
»Angel Network« er ein av mong
um háttum hjá Opruh at nýta sínar
nógvu milliónir til at betra lívið hjá
teimum fátøku. Við at byggja hús og
skúlar hevur hon hjálpt fólki í yvir 30
londum.
Men øll eru ikki líkað lovprísandi
yvirfyri Oprah Winfrey. Í fjør gav kendi
høvundin Kitty Kelly eina ævisøgu út
um Oprah, men uttan at gera nakra
samrøðu við høvuðspersónin sjálvan.
Í staðin hevur hon tosað við 850 per
sónar rundanum Oprah Winfrey, og
hon setur spurnartekin við nógv at tí,
sum Oprah hevur fortalt í sínum send
ingum, og hon kallar hana fyri eina
snilda »businesswoman«, sum veit
sítt virði og dugur at útnytta tað. Men
hon sigur eisini, at hon elskaði Oprah,
tá hon byrjaði at skriva bókina, og at
hon enn elskar hana.
Nú tá ið síðsta sendingin er farin í
luftina, er tað ikki so, at 57 ára gamla
Oprah Winfrey fer í pensión. Hon hevur
stovnað sína egnu sjónvarpsrás, Oprah
Winfrey Network (OWN), og sum allar
aðrar stórar stjørnur plaga tær at koma
fram aftur í onkrum øðrum skapi ella
samanhangi.
Sendingin við Michael Jacson hevði methøg
hyggjaratøl - heilar 62 milliónir hyggjarar
Fyritøkur hjá
Oprah Winfrey
O - The Oprah magazine
Við 2,4 milliónum lesarum og O at Home
Oprah Radio Útvarpssendingin
Oprah & Friends
Harpo Productions Navnið Oprah
stavað aftanfrá, fæst við film og sjónvarp
The Oprah Winfrey Network (OWN)
Við sendingum sum Dr Phil og Why Not
við Shania Twain.