Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-27, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. mai 2011síða 70

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 27. mai 2011 22 VIKUSKIFTI Sjónvarp Inna Törnroos Inna@sosialurin.fo Vegurin til framgongdina var tó alt ann­að enn snórabeinur. Hon er borin í heim í 1954 í Mississippi. Mamman var einlig, og stóran part av uppvøkstrinum búði Oprah hjá ommuni, tí mamman flutti, hagar arbeiði var at finna. Tá Oprah var níggju ár, varð hon fyrstu ferð kynsliga missnýtt av einum syskina­barni. Hetta helt fram í fleiri ár, og tá hon var 14 ára gomul, gjørdist hon við barn, men misti tað. Hóast truplu umstøðurnar var Oprah sera gløgg og lærdi seg at lesa, longu tá hon var trý ár. Hon kláraði seg væl í skúlanum og var fleiri ferðir flutt ein flokk upp, tí hon var so væl fyri fakliga. Alt hetta hevur Oprah sjálv sagt frá í egnu sendingini »Oprah Winfrey Show« – tað er nevniliga hennara háttur at fáa gestirnar at lata seg upp – Eri eg opin við mínum trupul­leik­ um, eru tey eisini opin við sínum. Á henda hátt gjørdist hon ein undan­gangskvinna við at fortelja um kyns­liga misnýtslu, vekttrupulleikar og hjarta­sorg. Tey, sum hava fylgt henni, hava eisini fylgt hennara stríði ímóti vektini, men hóast hon hevði egnan kokk og per­sónligar venjarar fekk hon ongantíð veru­liga bilbukt við yvirvektini. Hon er elskað av milliónum av kvinn­um um allan heimin, ið síggja hana sum eina fyrimynd. Ikki minst allar tær myrku kvinnur, ið gjøgnum Oprah hava fingið eina rødd og ein per­ són tær kunnu fyrihalda seg til. Gjørt mun Sjónvarpskarrieran hjá Oprah Winfrey byrjaði við eini morgunsending í Chicago í 1983. Hon vigaði tá 106 kilo, hevði stórt krúllut hár og fekk skjótt so høg hyggjaratøl, at fleiri aðrar send­ Mikudagin var síðsta »Oprah Winfrey Show« sent. Í 25 ár hevur Oprah Winfrey verið fastur gestur í sjónvarpsstovuni, og hevur hetta gjørt hana til ein tann týdningarmiklasta persón í heiminum, og summi fara so langt sum at kalla hana fyri »Jesus í okkara tíð« Oprah Winfrey Oprah Winfrey Show í tølum • Verið til í 25 ár • Víst í 145 londum • Gjørt samrøður við 28 000 fólk • Givið 570 bilar • Gjørt samrøður við 5 amerikanskar forsetar • Tøl av áskoðarum í sendingini: 1,3 milliónir • Gestur, sum hevur verið oftast við: Celine Dion heilar 27 ferðir • Nógv umrøtt: Tá Tom Cruise hoppaði í sofuni og skrálaði, hvussu forelskaður hann var í unnustuni Katie Holmes. • Flest hyggjarar: 62 milliónir, tá Michael Jackson segði frá, hví hann var blivin hvítur. sigur farvæl Tom Cruise hoppaði høgt, tá hann fortaldi um kærleikan til Katie Holmes