fríggjadagur 27. mai 2011síða 69
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
21
VIKUSKIFTI
vorðin kendur nógvastaðni sum sangari
og sangskrivari. Á teirri plátuni vóru
m.a. »Blowin' in the Wind« og »A Hard
Rain's a-Gonna Fall.« Eftir hetta gjørd
ist Bob Dylan kendur um allan heim
og varð róptur forsprákari fyri sítt
ættarlið.
Kendir sangarar sungu sangirnar,
sum Bob Dylan gjørdi. Pete Seger,
Joan Baez, Peter, Paul and Mary, The
Byrds, The Hollies, Manfred Mann og
Sonny and Cher vóru millum teirra,
sum gjørdu sangirnar uppaftur kendari,
og so væl eydnaðist teimum at gera
hetta, at plátufelagið hjá Bob Dylan
mátti minna lurtararnar á, at ongin
sang Bob Dylan so væl sum Bob Dylan.
Og stórur var hann vorðin. Saman
við Joan Baez sang hann á víðagitna
mótmælisfundinum í Washington 28.
august í 1963, tá Martin Luther King
helt sína kendu røðu um stóra dreymin,
hann hevði.
Tíðirnar broytast
Um hetta mundið kom so triðja plátan,
The Times They Are a-Changin'.
Hon gjørdi hann uppaftur kendari,
og boðskapurin í heitislagnum rakti
seymin á høvdið um hetta mundið.
Martin Luther King skipaði fyri sínum
mótmælisgongum, og John F. Kennedy
legði fram lógaruppskot, ið skuldu
koma rasuskilnaðinum í USA til lívs.
Tíðirnar broyttust við miklari ferð, og
síðan hesin sangurin kom fram, hava
aðrir sangskrivarar kopierað boð
skapin og lagið óteljandi ferðir. Í ævir
fer sangurin at standa sum ein tíðar
leysur boðskapur um broytingartíðir.
Lær teg at svimja, annars søkkur tú!
Hóast Bob Dylan hevði hildið, at
ov lítið álvarsemi var í rokktónleiki,
ávirkaðist hann nógv av elektriska
ganginum og huglagnum, sum eitt nú
The Beatles skapti. Ein søga er um,
tá hann hoyrdi »I Wanna Hold Your
Hand,« sum beatlarnir løgdu USA fyri
sínar føtur við í 1964. Hann leyp úr
bilinum og segði: »Did you hear that?
That was fuckin great! Oh man!« Seinni
frætti hann, at átta av tíggju sangum á
topp 10-listanum vóru Beatles-sangir.
Hann visti tá, at hagar beatlarnir fóru,
fór eisini tónleikurin. Teir skrivaðu
sangir sum ongin annar og sungu sum
ongin annar, segði hann.
Beatlarnir vóru helst høvuðsorsøkin
til, at Bob Dylan keypti sær ein elek
triskan guitara, so hann kundi fáa eitt
harðari ljóð. Á sumri í 1965 spældi hann
á Newport Folk Festival við bólki og
elektriskum ljóðførum. Summi fagnaðu
honum, men mong vóru vónbrotin
av, at teirra hetja við kassaguitara og
munnhørpu stóð og helt ein øgiligan
gang við elektriska guitaranum, og
mannamúgvan háðaði hann. Tá teir
høvdu spælt tríggjar sangir, fór hann
av pallinum. Alt hetta er væl lýst í
filminum »No Direction Home« hjá
Martin Scorsese um Bob Dylan.
Nógv viðurkendur
Hvussu var og ikki við tí eletriska, so
helt hann fram at gera góðar sangir,
m.a. »Mr. Tambourine Man« og tann
kanska týdningarmesta sangin, hann
nakrantíð hevur skrivað, »Like a
Rolling Stone,« ið varð útgivin sum
staklag í juli 1965. Hesin sangurin er
meira enn eina ferð kosin sum tann
besti sangurin, ið yvirhøvur er gjørdur,
m.a. í blaðnum Rolling Stone, sum í 2004
gjørdi ein lista við 500 teimum bestu
sangunum nakrantíð. Her var »Like
a Rolling Stone« nr. 1, »Satisfaction«
hjá Rolling Stones nr. 2 og »Imagine«
hjá John Lennon nr. 3. Millum 10 teir
bestu sagirnar vóru eisini »Hey Jude«
hjá Beatles, »Smells Like Teen Spirit«
hjá Nirvana og »Good Vibrations« hjá
Beach Boys.
Rolling Stone hevur skipað fyri
mongum atkvøðugreiðslum av hesum
slagnum, og tá blaðið skuldi gera av,
hvørjir tónleikarar høvdu verið teir
týdningarmestu nakrantíð, endaðu
The Beatles nr. 1, Bob Dylan nr. 2 og
Elvis Presley nr. 3. Bob Dylan er eisini
ovarliga á listanum yvir bestu sangarar
nakrantíð, nr. 7. Hann hevur fingið
nógvar aðrar stórar viðurkenningar og
útgivið ein hóp av plátum, sum ikki eru
nevndar her. Men tað var í 60'unum,
at hann staðfesti sítt navn og sín stóra
týdning, og tí hevur hendan greinin
snúð seg um júst tað tíðarskeiðið. Um
tíðina við The Band, um tá hann gjørdist
ein endurføddur kristin o.s.fr., kann
lesast um í bókum og á netinum.
Bob Dylan fylti 70 ár týsdagin 24. mai. Hann verður mettur sum ein tann størsti nýskaparin í tónleiki yvirhøvur