fríggjadagur 27. mai 2011síða 68
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 27. mai 2011
20
VIKUSKIFTI
Hann varð doyptur Robert Allen Zimmermann, men fekk sær navnið
Bob Dylan og gjørdist heimskendur longu sum 22 ára gamal. Tann
24. mai fylti Bob Dylan 70 ár. Maðurin, ið gjørdist forsprákari
hjá unga ættarliðnum í 60'unum við sínum kollveltandi sangum, er
sostatt farin um pensjónsaldur. Breið semja er um, at Bob Dylan
telist millum teir týdningarmestu sangskrivararnar nakrantíð
Ein tann
størsti
nýskaparin
nakrantíð
bob dylan 70
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Summi fata ikki, hvat er so spennandi
við honum, og onnur dyrka hann sum
ein avgud. Tey flestu hava eina meining
um Bob Dylan, og tey, sum ikki fjeppast
uppi í honum, troyttast mest av røddini,
tí sermerkt er hon. Hann drynjar, tá
hann syngur, og livir ikki heilt upp til øll
vakurleikakrøv, tá um sang umræður.
Men Bob Dylan er Bob Dylan. Hoyrir
tú hann, veitst tú, hvør syngur, og
lesur tú hansara tekstir, kanst tú undir
ongum umstøðum avnokta, at maðurin
er eitt skaldsligt flogvit. Tað sigst eisini,
at intellektuellir menn yvir 35 ár eru
hansara størsti fjepparaskari.
Bob Dylan hevur havt ovurstóra
ávirkan á sangskriving og tónleik sein
astu 50 árini. Hvør einasti sangskrivari í
heiminum hevur skeitt at, hvussu hann
gjørdi, og so mætir sangskrivarar sum
John Lennon, Paul McCartney, Neil
Young, Bruce Springsteen, David
Bowie, Cat Stevens og Tom Waits hava
viðurkent, at Bob Dylan ávirkaði teir
nógv. Tá beatlarnir vóru komnir fram
í 1964, hittu teir Bob Dylan, og Dylan
segði við John Lennon: »Listen to the
words, man!« Hetta ávirkaði Lennon til
at fara at skriva djúpri tekstir, enn hann
frammanundan hevði gjørt.
Tann stóra fyrimyndin
Sagt er um Bob Dylan, at hann var
nýskaparin, sum vísti, hvussu tekstur,
lag, álvarsemi, dýpd og spiritualitetur
eiga at verða sett saman í einum
sangi. Nógvir einstaklingar og bólkar
hava sungið hansara sangir, og øll,
sum læra seg at spæla guitar, kenna
sangir sum »Blowin' in the Wind« og
»The Times They Are a-Changin'.« Tá
Bob Dylan av álvara kom fram í 1963,
varð hann beinanvegin útnevndur at
vera forsprákarin hjá teimum ungu, ið
gjørdu uppreistur ímóti foreldrunum
og stirvnum samfelagsskipanum. Tað
dámdi honum onki, men hann var
tann, sum bað foreldrini lata vera við
at finnast at tílíkum, tey ikki høvdu skil
fyri, so forsprákari var hann.
Bob Dylan varð føddur 24. mai í
1941 í Minnesota í USA. Foreldrini vóru
jødar, og Robert Allen Zimmerman
lurtaði nógv eftir útvarpi, tá hann var
lítil. Í skúlanum royndi hann at stovna
ymsar tónleikabólkar, og í 1959 skrivaði
hann í eina skúlaársbók, at hansara
størsti dreymur var at elta slóðina hjá
Little Richard. Rokktónleikur var tó
ikki nóg mikið fyri hann, ásannaði
hann seinni. Rokksangir vóru góðir, tí
rútman var góð og niðurlagið fangandi,
men ov lítið álvarsemi var í sangunum.
Í fólkatónleiki var nógv álvarsemi,
kenslurnar vóru djúpar, og hugleiðast
kundi um lagnuna. Tað dámdi honum
betur.
Hansara størsta tónleikliga hetja
var amerikanski fólkasangarin, Woody
Guthrie. Robert Johnson og Hank
Williams lurtaði hann eisini nógv eftir,
men Woody Guthrie var ein so stór hetja
í hansara verð, at hann í januar 1961
fór til New York at hitta Gutrie, ið
lá álvarsliga sjúkur á sjúkrahúsi. Bob
Dylan segði um sangirnar hjá Guthrie,
at teir lýstu væl tað at vera menniskja
og umboðaðu ta veruligu amerikonsku
sálina. Bob Dylan svór, at hann skuldi
gerast tann størsti lærusveinurin hjá
Woody Guthrie, og sigast má, at tað
eydnaðist. Eisini eydnaðist Dylan at
hitta Guthrie á sjúkrahúsinum. Guthrie
varð føddur í 1912 og doyði í 1967.
Svarið feyk í vindinum
Frá februar 1961 spældi Bob Dylan
á ymsum spælistøðum í Greenwich
Village. Í september fekk hann eitt
ummæli í New York Times, og hetta var
eitt tað fyrsta, almenningurin frætti um
hann. Um sama mundið spældi hann
munnhørpu á eini plátu hjá Carolyn
Hester, og tá legði framleiðarin, John
Hammond, merki til hansara. Í oktober
1961 fekk hann ein plátusáttmála við
Columbia Records. Plátan varð seld í
5.000 eintøkum og mól akkurát runt,
men vakti ikki ans, og fleiri mæltu tí
John Hammond til at sleppa sær av við
Dylan.
Í 1962 fekk Bob Dylan sær formliga
navnið Dylan at heiðra rithøvundan
Dylan Thomas, ið hann var nógv
ávirkaður av. Hetta árið fekk hann eis
ini umboðsmann, Albert Grossman.
Hesin Grossmann sat ikki væl um
sátt við John Hammond, og nýggjur
framleiðari gjørdist Tim Wilson. Tá
plátan The Freewheelin' Bob Dylan
kom út í mai 1963, var hann longu