mikudagur 14. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 111 - 14. juni 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 111 - 14. juni 2000
EDVARD JOENSEN
MYNDIR: JENS K. VANG
-Eg segði: „Værsgo’ „, og
hon segði bara: „Takk“,
greiddi fýra ára gamli Sám-
al Kristiansson frá, tá hann
hevði handað drotningini
blómutyssi við tyrlupallin á
Kirkju annan hvítusunnu-
dag.
Drotningin segði bara takk
Margretha
drotning og
Heindrikur
prinsur vitjaðu
annan hvítu-
sunnudag á
Kirkju, har tey
vóru til dekna-
guðstænastu í
fullsettari kirkju.
Og drotningin
kendi søguna um
jólaskipið, sum
gekk burtur at
kalla fyri
durunum hjá
kirkjufólki
Margretha drotning og
Heindrikur prinsur komu út
á Kirkju við tyrluni hjá At-
lantsflog. Mjørkin hekk
heldur tungur niðuryvir, og
spenningur var til tað sein-
asta um, hvørt tyrlan mundi
fara at flúgva til Fugloyar,
ella drotningarhjúnini fóru
til Kollafjarðar í kirkju í
staðin.
Pressan møtti tíðliga ann-
an hvítusunnumorgun á
Bursatanga í Havn og fór
við Silju til Fugloyar. Vón-
að var so bara, at drotningin
eisini fór at lenda.
Og tað gjørdi hon. Tíggju
minuttir fyri ásetta tíð
hoyrdist suðan niður úr
skadduni, og tyrlan fór
sveimandi inn yvir Hattar-
vík. Tey fóru á »sightsee-
ing« túr, áðrenn lent varð á
Kirkju.
Hans
Erik
Jacobsen,
tyrluskipari, og Terji Jacob-
sen, stýrimaður, hildu ikki,
at tað var so nógv øðrvísi at
flúgva við drotningini, enn
tað var at flúgva vanliga
flúgving. Soleiðis at skilja,
at tað varð ikki gjørt nakað
meira burtur úr, tí øll flúgv-
ing skal røkjast ordiliga.
Men teir noktaðu tó ikki
fyri, tá teir vórðu spurdir
aftur, at tað var stuttligt at
flúgva við slíkum ferða-
fólki.
Margretha drotning trein
úr tyrluni ílætin føroyskan
búna, meðan Heindrikur
prinsur var í admiralsuni-
forminum. Lagt varð beinan
veg til merkis, at prinsurin
hevði ein fingur á høgru hon
tilbundnan, og hann heilsaði
upp á fólk við vinstru hond.
Roynt varð at fregnast um,
hvat hent var, men eingin
segði seg vita við vissu.
Onkur segði seg hava hoyrt,
at hann hevði lagt fingurin
ímillum, tá hann skuldi lata
eitt vindeyga aftur, nú tey
vóru á almennari vitjan í
Rumenia herfyri. Men tað
helt onkur annar vera eitt
sindur løgið, tí eingin segði
seg hava lagt merkið til
nakran skaddan fingur fyrr
á vitjanini. Og á myndum,
Tíðindablaðið Sosialurin
fekk av prinsinum hvítu-
sunnuaftan, sæst týðuliga, at
hann heilsar upp á fólk við
høgru hond.
Zacharias Zachariassen,
bygdarráðsformaður, tók í
móti drotningahjúnunum,
og fýra ára gamli Sámal
Kristiansson, í føroyskum
búna, handaði drotningini
blómutyssi.
Drotningin fekk handað-
an ein málning av Kirkju,
sum Hanni Bjartalíð hevur
málað. Eisini fekk drotning-
in nýggju, føroysku koral-
bókina.
Síðan varð farið heim
gjøgnum bygdina, har vitjað
varð inni í gamla handlinum
á Kirkju. 92 ára gamli
Mourits Sørensen, sum eig-
ur húsini, var komin út at
vera hjástaddur hesa løtuna.
Inni í stovuni hingu
myndir av foreldrum Mar-
grethu drotning, Fríðriki
kongi níggjunda og Ingrid
drotning á yngri árum.
Drotningin fegnaðist um at
síggja myndirnar, og Mou-
rits gamli segði, at so leingi
hann ráddi, skuldu tær
verða hangandi.
Eisini bygdarráðsformað-
urin segði, tá tey vóru kom-
in út aftur, at í Fugloy er
tað bara ein sjálvfylgja, at
myndir av teimum konga-
ligu eru at síggja.
Eftir stuttan steðg, har ein
kaffimunnur varð fingin
niðurum, varð farið í kirkju.
Meðan tey vitjaðu í gamla
handlinum, varð veðrið
batnað munandi. Nú var
klárað í, og rættiliga lýtt var
eisini, tá klokkan fór at
ringja.
Men tað gekk ein løta, frá
tí, byrjað varð at ringja, til
fylgið kom fram. Klokkarin
ringdi við sveittabroti á tí
trongliga loftinum, har
rættiliga væl av fólki stúgv-
aði seg saman. Kirkjan var
full - og reiðiliga tað - hesa
fyrstu ferðina, kongalig vitj-
an var í Fugloynni.
Hendan dagin, meðan
fleiri fremmandir biskupar
prædikaðu í nógvum før-
oyskum kirkjum, hevði
drotningin valt at fara til
deknaguðstænastu í eini lítl-
ari bygdarkirkju á útoyggj.
Og tað var mikið hugnaligt,
og drotningin tóktist fegin
um at hava verið.
Tann 76 ára gamli eftir-
lønti lærarin, Hans David
Matras, las lestur, sum Ják-
up Magnussen, fyrrverandi
prestur, hevur skrivað til
annan hvítusunnudag. Lisið
varð á føroyskum, og drotn-
ingin fylgdi við á blaðið við
danskari umseting. Guðs-
tænastan var stutt, og bara
tríggir sálmar, hvítusunnu-
sálmar, vórðu sungnir.
Út aftur komin vóru
drotningahjúnini sjónliga
hugtikin av tí vakra útsýn-
inum, sum knappliga opin-
beraðist fyri teimum, nú tað
rættiliga klárnaði. Steðgað
varð á, meðan greitt varð
frá, hvat tað var fyri land,
ið sást. Og løgmaður nýtti
eisini høvi at vísa á, at har
norðuri lá Viðareiði, har
hann sjálvur býr.
Heindrikur prinsur fregn-
aðist um streymviðurskifti
í Fugloyarfirði. Hann er
kappsiglari og hevur tískil
áhuga fyri slíkum viður-
skiftum.
Jú, her rak hart, greiddi
løgmaður frá. Og so fór
hann at greiða frá um jóla-
skipið. Men her legði drotn-
ingin uppí. Hon kendi væl
ta søguna, og vildi fegin
vera við í tosinum.
Gingið varð síðan út aftur
á tyrlupallin, har sagt varð
farvæl, og fylgið fór aftur í
tyrluna.
Tá drotningin við fylgi
var komin í tyrluna at sita,
byrjaði mannamúgvan, sum
var komin saman, at syngja
»Tú alfagra land mítt.«
Tyrluskiparin læt rútin upp,
og bíðað varð á pallinum,
til sungið var liðugt.
Tyrlan lætti sær síðan á
og fleyg ein lítlan rundtúr
yvir bygdini, meðan fólk
stóðu og veittraðu farvæl
∆.