Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 Tíðindaskriv frá P/F Byggitek, ið hevði lægsta boð í sambandi við vega- gerð v.m. til Vágatunnilin. Undiritaði hevur lítlan hug at skriva hesa frágreiðing, tí ikki er tað vanligt og enn minni skuldi tað verið neyðugt at skriva frágreiðingar til fjøl- miðlarnar um eitt mál, sum eigur bæði lóg, siðvenju og fastar mannagongdir at ganga eftir. Tá ið henda frágreiðing kortini verður send fjølmiðl- um og øðrum, so er tað í teirri vón, at fjølmiðlar, fólk við áhuga fyri tílíkum málum og ikki minst okkara kosnu poli- tikarar kunnu gera sína egnu metingar um rættlætið hjá P/ F Vágatunnilinum, sum okk- ara fólkaræði hevur litið upp í hendur at umsita 160 mio. kr. á fullgóðan hátt. Sum kunnugt vórðu boðini at gera vegir og brúgvar báð- umegin tunnilsmunnarnar lat- in upp á Hotel Hafnia tann 18. mai 2000, og boðini hjá teimum 7 byggifyritøkunum, sum vóru innbodnar at bjóða, sóðu soleiðis út. Viðmerkjast skal, at boðini vóru sett saman av trimum arbeiðum, og í yv- irlitinum eru boðini sam- anløgd: 1. P/F Byggitek kr. 21.684.852,00 2. P/F J&K Petersen kr. 23.300.000,00 3. Sp/F JHR entreprenørar kr. 29.590.377,00 4. P/F á Heygnum kr. 29.990.216,00 5. Byggisamtøkan HON kr. 30.380.163,00 6. Sp/F Kanjon k r . 37.457.690,00 7. P/F Guttesen&Staksberg kr. 10.491.310,00 (bara brúgvin á Streymoy) Her var lítið at ivast í, og nú høvdu vit væntað sum lægst- bjóðandi at fingið fundarboð frá Landsverkfrøðingsstovn- inum, sum hevði sent okkum útbjóðingartilfarið og er byggiharraumboð og eftirlit hjá P/F Vágatunnilinum. Fyrsta fyriboðan Tann 18. mai var ein hósdag, og høvdu vit rokna við at hoyrt rættiliga skjótt frá byg- giharraumboðnum um at koma til fundar at gera sátt- mála um umrødda arbeiði. Fyrsti illgrunin um, at eitt- hvørt ikki var rætt fatt kom mánadagin 22. mai, tá ið ar- beiðsformaður okkara greiddi frá, at hann sama dag hevði fingið tilboð frá einum leið- andi medarbeiðara hjá J&K Petersen um at gerast mask- inførari í teirra nýggju mask- inu, tí J&K Petersen fór at fáa arbeiðið við at gera vegir og brúgvar í sambandi við Vág- atunnilin. Eg valdi at skúgva hesum til viks sum skemt. Næsta fyriboðan Næsta “fyriboðan” kom viku seinni, tá ið vit frættu frá donskum maskinsølufólkum, at J&K Petersen var í ferð at keypa maskinur til tunnils- vegagerðina, tí hesir søgdu seg at hava fingið hetta ar- beiði at gera. Hetta byrjaði so smátt at órógva okkum eisini tí, at tíðin var farin at líða, og vit settu okkum tí í samband við stjóran P/F Vágatunnili- num tann 29. mai. Í telefon- samrøðuni greiddi Dávid Reinert Hansen frá, at nevnd- in í P/F Vágatunnilinum hevði avgjørt, at samráðast skuldi við J&K Petersen, og at av- gerðin var tikin út frá eini so- kallaðari heildarmeting. Ikki var var gjørligt at fáa stjóran at greiða nærri frá, hvat lá undir hesi heildarmeting. Sama dag sendu vit P/F Vágatunnilinum skriv, har vit fýltust at mannagongdini — og serliga tí at vit um sama mundið fingu upplýst, at báð- ir ráðgevandi stovnarnir hjá Vágatunnilinum (P/F Lands- byggifelagið og Landsverk- frøðingsstovnurin) høvdu til- mælt til at taka av boðnum hjá okkum. Heildarmeting? Vit vóru nú ógvuliga ørkyml- aðir av støðuni, tí givið var, at henda heildarmetingin mátti byggja á sera álvarsom viðurskifti, tá ið so gomul og føst siðvenja varð blakað á bláman. Vit royndu at gita, hvør or- søkin var, tí bara teknisk ella fíggjarlig viðurskifti kundu grunda so løgnan atburð. Hin- vegin — bara tað at vera út- valdur saman við øðrum 6 byggifyritøkuum at bjóða var í sjálvum sær ein “góðskug- óðkenning”, soleiðis at ein í forhond varð mettur at megna uppgávuna bæði tekniskt og fíggjarliga. Trupult var at fáa eyga á aðrar forðingar, sum kundu avdúka atburð P/F Vágatunnilsins. Áðrenn grundgevingin undir heildarmetingini kom Fyri okkum var tað altav- gerandi at finna orsøkina til hesa heildarmeting, tí henda hevði verið orsøk til, at vit ikki kundu koma upp á tal, hóast vit høvdu lægsta tilboð- ið og vóru av fakkunnleika- num innstillaðir at fáa ar- beiðið — fakkunnleiki, sum hevur 40-50 ára royndir at meta um tílík viðurskifti. P/F Vágatunnilin hevur fakkunn- leika í einum stjóra, ið ikki hevur serligar drúgvar royndir umframt nevndarlimum, sum eru: Klæmint Weihe, nevnd- arformaður (stjóri í SEV), Bergur í Garði, næstformað- ur (postverksstjóri), Jens Kári Vilhelm (stjóri í Framtaks- grunninum), Dávid Reinert Hansen (stjóri í P/F Vága- tunnilinum) og Heri Hammer (býarverkfrøðingur í Klaks- vík). Um nevndin hevur tikið avgerðina fullmannað, eru eingir upplýsingar. Lat tað vera sagt beinan- vegin, at tað er ikki vanligt, at byggiharrin setur metingar og tilmæli hjá ráðgevarunum til viks, tí ivi verður tá reistur um førleikan hjá ráðgevu- num. Lesarin kann so sjálvur meta um metingarførið hjá ávikavist P/F Landsbyggifel- agnum og Landsverkfrøð- ingsstovninum øðrumegin og P/F Vágatunnilinum hinu- megin. Tíðin gekk og eingin grundgeving kom fram í ljós- mála, men tíðindi vóru farin at ganga. Eftir at fjølmiðlar og onnur vóru farin at hava áhuga fyri málinum, hoyrdist nevndar- formaðurin í P/F Vágatunnn- ilinum siga í viðtali í ÚF, at J&K Petersen bert vóru kr. 600.000,- hægri enn vit, um øll alternativ vórðu tikin við. Ikki fyrrenn landsstýrismaðu- rin í vinnumálum kravdi eina frágreiðing frá P/F Vágatunn- ilinum, fekst greiði á nøkrum viðurskiftum. Grundgevingin kom, og lægsta boð gjørdist næst lægst P/F Vágatunnilin mátti senda Vinnumálastýrinum eina frá- greiðing. Vit hava ikki fingið avrit, og máttu vit nýta lógina um alment innlit til tess at fáa frágreiðingina hjá Vága- tunnilinum um grundgeving- arnar fyri heildarmetingini um at forfjóna okkum. Nú vóru vit komin til 7. juni. Eftir grundgevingini at døma eru hesi viðurskifti gen- erelt sæð grundarlagið hjá Vágatunnilinum, og sum tað verður sagt í frágreiðingini “Til tess at meta um, hvat boð er til mestan fyrimun fyri fel- agið”, verða boðini mett út frá: • Samsvar við ætlan fyri út- bjóðing • Prísi • Alternativum og reguler- ingum • Tekniskum viðurskiftum, so sum uppskot til arbeiðs- ætlan og amboð • Skipan av arbeiðinum, leiðslu og manning • Fíggjarligum umstøðum Samanum tikið vildi P/F Vágatunnilin nú vera við: 14) at P/F J&K Petersen var vorðið kr. 300.000,- bíl- igari enn vit ! 15) at sami hevði størri tekniska leiðslu og fíggjarliga orku og tí 16) mettir kunna gera ar- beiðið liðugt til tíðina Eg skal ikki plága lesaran við smálutum, men stutt við- merkja, at roknistykkið hjá Vágatunnilinum tykist føra til, at verður roknað nóg leingi, kann umrødda arbeiðið gerast ókeypis. Viðvíkjandi tekniskari og fíggjarligari orku og hetta at gera arbeiðið liðugt til tíðina er einans at viðmerkja, at hesi viðurskifti eru mett í sam- bandi við, at vit vórðu inn- bodnir at bjóða, og at tveir sera royndir stovnar hava til- mælt, at vit skulu gera arbeið- ið. Málsviðgerðin higartil. Landsstýrismaðurin í vinnu- málum hevur álagt P/F Vág- atunnilinum at tingast við okkum sum havandi lægsta tilboð. Fundur var avtalaður tann 9. juni, men varð av- lýstur, tí stjórin í P/F Vága- tunnilin bar seg undan, or- sakað av banninum, sum Før- oya Handverksmeistarafelag hevði lýst tann 31. mai. Okk- um kunnugt varð bannið ein- ans lýst navngivnum fyritøk- um, sum bjóðaðu ! Avtalað varð síðan, at nýggjur fundur skuldi verða tann 14. juni, men boð komu stutt eftir, at Dávid Reinert Hansen verð- ur burturstaddur alla vikuna (vika 24), og eingin nýggjur fundur er avtalaður. P/F Vágatunnlinum tykist ikki hava skund. Vit hava ikki enn mist vónina um, at P/F Vágatunnilin ber seg at sum allir aðrir byggi- harrar og tekur upp tingingar við lægstbjóðandi og tekur tey mál upp á fundi við okk- um, sum eiga at verða við- gjørd millum okkum og teir og ongan annan — og ikki í fjølmiðlum og allar aðrar ó- viðkomandi staðir. Hevði hetta byggimál verið viðgjørd eftir vanligum leisti, høvdu vit fyri langari tíð síðan verið bodnir til fundar um sáttmála at gera arbeiðið. Til lesarans upplýsing skal nevnast, at bara lægstbjóðandi kann lækka sítt tilboð enn meir. Hetta kunnu hinir bjóðarar- nir ikki gera sambært lógina um útbjóðing (licitatión). Tað má standa flestu fólkum greitt, at tað hevði verið skil- abetri at fingið tílíkt burtur úr, enn at fara undir kryptiskar og kanska ólógligar lækking- ar av næstlægsta tilboðið og so í seinasta enda rokna við einum millióna-endurgjalds- kravi frá okkum omaní. Telur tað heldur ikki við, at vit eru samstarvsfelagar hjá NCC Vágakonsortiet, ið hevur lægsta tilboðið til sjálvt bor- arbeiðið? Niðurstøða Hetta er sum at vera boðin í brúdleyp sum verdugur gest- ur og so verða hunddálkaður, uttan at nakar rættir hond frá síðu at steðga hesum. Betur hevði sømt seg brúðarpari- num ikki at boðið okkum í hetta brúdleyp. Hvussu hetta brúdleyp fer at enda er ilt at siga, men sum náttin líður ber veitslan brá av gølu, men enn ber brúðar- parinum og teirra avvarðandi til at bjarga brúdleypinum frá at enda í skomm og gølu, sum leingi fer at verða havt á munni. Tórshavn, hin 12. juni 2000 Vegna P/F Byggitek Tummas Sørensen, stjóri Viðmerking: Søgan um lægsta boð, sum gjørdist næstlægst Brekkutún 4 - 188 Hoyvík tlf. 311414 - fax 317534 - vitjið eisini nethandil okkara eKEYP v/ mvg v/ mvg 15.990,- 11.975,- DELL Dimension L500C 500MHz Intel Celeron Processor Intel 810e chipset Integr. 4MB Intel 3D AGP Grafik 64 MB SDRAM Dell 17" TCO-99 skermur 15GB IDE Harddiskur (5400RPM) 12XDVD-ROM, Zone 2, software emu- lering Creative SoundBlaster 64 Voice Harman Kardon hátalarar V.90 Data/Fax K56 PCI modem MS Works Suite 2000 MS Windows 98 3 ára garanti 3.5" 1.44MB FloppyDrev 105-Key Slimline tastatur Logitech 3 knappa mús TILBOÐ TILBOÐ DELL Dimension FÍGGING KANN ÚTVEGAST FÍGGING KANN ÚTVEGAST DELL Dimension L500C www.farodane.fo Intel Pentium III 600MHZ Intel 440BX chipset 100MHz FSB 128 MB SDRAM PC-100, 512kb cache 15GB IDE harðdisk (5400RPM) 17" Dell, TCO99, litskermur 56K V.90 Modem Data/Fax 12XDVD ROM - software emulering nVIDIA 32MB TNT2 M64 AGP Creative SoundBlaster 64 Voice ljóðkort Altec Lansing ACS-340 við Subwoofer Dell 105-Key Slimline knappaborð Microsoft IntelliMouse Ms. WorksSuite 2000 Ms. Windows 98 DK 3 ára garanti DELL Dimension XPS T600R DAGFINN OLSEN Nú hava 3 føroyskir teldu- ráðgevar í Danmark tikið seg saman um eitt gallarí á alnetinum. Eitt gallarí, ið hevur føroyska list at bjóða. Undir heitinum FarArts er ætlanin at bjóða og markn- aðarføra føroyska list. www.fararts.com kann væntandi vitjast longu um hálvan juni ella har á leið, men sølan byrjar væntandi ikki fyrr enn í juli. Heim- staðið á netinum keyptu teir í 1999. Teir tríggir, ið bjóða seg fram sum gallaríeigarar á netinum, eru Bogi K. Mouritsen, Bjarni Johansen og Christian Didriksen Grahn. Teir starvast allir sum telduráðgevar í Dan- mark, men hava umframt hetta eisini alskin til før- oyska list felags. Um vikuskiftið hevur Bogi K. Mouritsen verið í Føroyum og samráðst við listafólk og løgfrøðingar og tað byrjar at koma á pláss, sigur hann. Fararts er eitt smáparta- felag, sum teir 3 teldufrøð- ingarnir eiga í felag og hava frammíhjá. Teir vænta ikki stóra sølu beinanvegin, men vóna tó ikki at vera fyri fíggjarligum smeiti. Og hó- ast talan er um ítriv hjá trim- um monnum í føstum starvi, so er talan um eitt felag, ið sjálvsagt helst skal bera seg. Í byrjanini verður talan um fastar prísir, men seinni verður møguliga talan um uppboðsølu. Teir valt sær 10 føroysk listafólk at samráðast við. Tey 10, sum eru við í ætlan- ini eru Amariel Norðoy, Hansina Iversen, Edward Fuglø, Kári Svensson, Eyðun av Reyni, Rannvá Kunoy, Astrid Luhin, Sigrun Niclasen, Olivur við Neyst og Zacharias Heinesen. Tað serstaka við hesi ætl- an er, at føroysk list nú verð- ur á sølustað, ið ikki hevur nakað landamark. Hinvegin er heldur ikki talan um nakran veruligan – fysiskan – búðstað. Bogi K. Mouritsen sigur, at hann veit ikki um annað gallarí, ið bert er á netinum. Onnur gallarí hava heimasíður, ið vísa, hvat tey hava at bjóða. Men talan er iki beinleiðis um gallarí og sølu on-line á netinum. Koyr í vognin Trýstir ein seg inn á síðuna hjá FarArts, so kann ein velja seg víðari. Kinna Poul- sen hevur skrivað søguliga grein um føroyska list og hon hevur eisini skrivað tað, ið vert er at vita um tey um- boðaðu listafólkini. Aktuelly verkini eru eisini í føgrum litmyndum. Allur tekstur er á føroysk- um, donskum og enskum. Søla á netinum er ikki nýggj, men tó er eitt og ann- að nýtt ella serstakt við Far- Arts. Mong gallarí eru ikki á netinum. Tað er víst. Talan er bert um frumverk (origi- nalar), ið eru til sølu. Forrit- ið, ið verður nýtt, er ment til endamálið. Er tað so, at ein ger av at keypa, eftir at hava lisið um listafólk og sæð myndir av verkum, ið eru til sølu, so kann ein velja sær ein inn- keypsvogn og fylgjast kann við, hvussu nógvan pening ein nýtir, alt eftir hvussu nógv ein koyrir í vognin. Gjørt verður upp í dollarum Og sum heild kann sigast, at talan er um eina seriøsa ætlan á høgum støði. Sátt- málar eru við hvørt einstakt listafólk og tey hava eisini loyvi at selja til annan keyp- ara, sum tað gerst aktuelt, at eitt verk, sum er til sølu hjá FarArts, verður umbiðið hjá listafólkinum sjálvum. Goldið verður á netinum við korti. Eisini er ein hegn- islig skipan, ið tryggjar at gjalding fer rætt fram og at alt er í lagið. Í løtuni verður arbeitt at fáa øll slík viður- skifti á pláss og at fáa góð- kenning á røttu støðunum. Avtala er eisini við Flog- felag Føroya. Tá keypt verð- ur, verður kortið kannað. Flogfelagið fer út til lista- fólkið eftir verkinum, smíðar ein kassa, ið fær á- víst tracking nummar. Á heimasíðuni hjá DLH (samstarvsfelgi hjá Flog- felagnum) kann ein so við tracking nummarinum fylgja verkinum. Bogi Mou- ritsen hevur sjálvur roynt slíka skipan, tá hann t.d. hevur keypt bók frá kenda netsølustaðnum Amazon. Sjálvt, tá pakkin flytur vøru- bil, fæst hetta at vita. Og kemur flytimaðuin á hurðina og eingin er inni, so verður hetta eisini skrivað og vart verður gjørt við tað. Soleiðis veit ein altíð hvar pakkin er, um tað so er ein keypari í New York, ið keypir frá listafólki í Føroyum. Føroysk list á netinum Nú hava 3 føroyskir teldufrøðingar, við alski til føroyska list, tikið seg saman um eitt gallarí á alnetinum. Ein sølumiðstøð uttan landamark. Samráðingar hava verið við 10 føroysk listafólk, løgfrøðingar og onnur, og brátt kann føroysk list keypast á netinum frá FarArts Bogi K. Mouritsen er ein av monnunum aftanfyri FarArts, eitt gallarí á alnetinum. Um vikuskiftið hevur hann verið í Føroyum og samráðst við listaføolk og løgfrøðingar og væntandi verður klárt skjótt klárt at trýsta seg inn á eitt føroyskt gallarí uttan landamørk DAGFINN OLSEN 1000 ára haldið fyri kristn- anini av Føroyum varð um vikuskiftið hildið við guds- tænastum kring landið, har føroyskir prestar, Føroya bispur og danskir biskupar høvdu gudstænasturnar. Sum miðlarnir farnu vik- urnar hava gjørt burtur úr, so var tað ikki uttan hóvasták, at donsku biskuparnir vórðu bodnir hendaveg. Allir prest- arnir vóru nevniliga ikki líka fegnir um vitjanina og at fáa biskuparnar í sínar kirkjur. Í Vesturkirkjuni í Havn skuldi kendi danski biskup- urin Jan Lindhardt halda gudstænastuna, men hetta varð av ongum og helt hann ístaðin gudstænastuna í Vági. Jan Lindhardt er ikki óroynd- ur í almennum kjaki og er kendur og høgt mettur fyri- lestrahaldari. Væl av fólki hevði leitað sær í kirkju í Vági at lurta Til New York Seinni í ár skulu fleiri av listafólkunum, ið eru um- boðað hjá FarArts, til New York at stilla út.Tá ætla menninir aftanfyr FarArts sær við fyri at gera vart við seg. Bogi K. Mouritsen sig- ur, at vónandi gongur so mikið væl tá, at felagið kann gjalda fyri ferðina. Men, leggur hann brosandi aftur- at, at um ikki, so ætla teir 3 listafjeppararnir sær avstað hóast alt. Fólk við áhuga fyri før- oyskari list, listasøgu, ella bert fólk við vanligum for- vitni, kunnu leita sær inn á www.fararts.com Um mánaðarskiftið kem- ur væntandi rættulig gongd á og talan verður um eitt føroyskt gallarí uttan landa- mørk. Enn eitt boð um, at heimurin minkar og møgu- leikarnir vaksa. Esini hjá føroyskari list. eftir Jan Lindhardt. Vágs- bygd hevur annars verið merkt av prestaloysi, síðani fyrst Heri Joensen fór í starv í Havn og seinni somuleiðis Elsa Funding. Tað var tí forkunnugt og kærkomið hjá vágbingum at fáa Lindhardt til bygdina. Ein maður við orðinum í síni makt. Lindhardt prædikaði um barnatrúnna og at halda fast við hana ella missa hana. Hann nýtti myndina, at trúgv- in er eitt tilboð. Eins og kær- leikin. Ein kann siga ja takk, ella verða gomul genta ella gamal drongur. Keddur av støðuni Jan Lindhardt sigur annars í viðmerking til íkomnu støð- una, nú hann prædikaði í Vági og ikki í Havn, at hann er keddur av støðuni. Hann leggur tó dent á, at tað eisini er spennandi og positivt at koma uppliva tað at koma til Vágs ístaðin. Hann dylir tó ikki, at hann metir vera heldur óhepnan og keðiligan hátt at útinna krist- indóm, sum gjørt verður av ávísium í Føroyum, og sipar hann til, at biskupar ikki fáa innivist í ávísum kirkjum. Hann leggur tó afturat, at fyribrygdi, sum hetta, eisini eru í Danmark. Jan Lindhardt metir tó ikki, at áskoðanir av slíkum slag fara at fáa fótin fastan inna kirkjugátt og hjá meiniga kirkjufólkinum. Seinni í vikuni prenta vit ætlandi prædikuna, sum Jan Lindhardt helt í Vágs Kirkju 2. hvítusunnudag. Barnatrúgvin 2. hvítusunnudag helt Jan Lindhardt, biskupur í Roskilde, gudstænastu í Vágs Kirkju. Hann fekk ikki innivist í Vesturkirkjuni í Havn, men hann metir ikki, at rákið sum er orsøk til slíka støðu- takan, fer at fáa fótin fastan innan kirkjugátt Rætting Í grein í blaðnum leyg- ardagin hvurvu nøkur orð í 2. reglubroti í greinini um Trónd Pat- ursson og ferð hansara í kjalarvørri Robinson Kruso. Har skuldi standa, at »søgan er heimsgitin og varð givin børnum í Føroyum frá 10 ára aldri í 1914«. Vit biða lesaran or- saka mistakið. - blðm -