Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo CARL ELI NOLSØE SAMUELSEN Heilt nógv fólk høvdu leitað sær oman í Hotel Hafnia hvítusunnudagin at fylgja talvinum millum Flóvin Tór Næs og John Rødgaard. Eisini vórðu øll trý talvini send beinleiðis út á alnetið á heimasíðunum www.sam- teld.fo/talv og www.haf- nia.fo, og í miðal hevur al- netshyggjaraskarin ligið um 300 um dagin og tað prógv- ar hvussu talvvinarligur hesin nýggi miðil er. Støðan var greið undan hesum seinasta talvinum, nevnliga tann at John mátti vinna fyri at koma ájavnt við bæði Flóvin og Tor- bjørn, og tað hevði viðført ein enn longri umdyst mill- um teir tríggjar. Vann John ikki, ja so varð Flóvin nummar eitt. Men vit fara at byrja við tí fyrsta talvinum sum varð telvað fríggjadagin millum Torbjørn og Flóvin. Tor- bjørn legði varisliga út við hvíta fólkinum og tað við- førdi at Flóvin útjavnaði heilt skjótt og kom í mið- spælinum at standa betur. Tá endaspælið nærkaðist hevði Flóvin kroyst Tor- bjørn saman og spurning- urin var bert um tíð nær bundið varð um posan. Men tað sum oftani hendir tá ein hevur nógvar góðar leikir at velja ímillum er, at ein ikki ansar sær ov væl. Og tá Flóvin leikti Rc2 helt hann ivaleyst at tað var bara ein av fleiri góðum leikum hann hevði, men so var ikki. Tor- bjørn var tá skjótur, ofraði bispin og fekk rikið kongin hjá Flóvini úr tryggleika- num. Tá so Torbjørn hevði møguleikan at gera avger- andi leikin, sum møguliga hevði ognað honum javn- leikin, valdi hann skeiva leik og eftir tað vann Flóvin lættliga. Hetta varð eitt talv har Torbjørn ivaleyst hevði ov nógva respekt, byrjaði hel- dur varisligari enn neyðugt og fekk tí aldrin fótin fyri seg. Sjálvt um Torbjørn hevði ein møguligan javn- leik við hendur var Flóvin rætti vinnari av hesum fyr- sta talvi í umdystinum. Torbjørn respektleysur Vísti Torbjørn respekt í fyr- sta talvinum so var søgan ein heilt onnur í talvinum móti John leygardagin. Torbjørn segði sjálvir eftir talvið, at hann hevði einki at tapa og fór tí respektleysir eftir sigrinum. John fór so- muleiðis eftir sigrinum, men hansara støða var eitt sindur annarleiðis við tað, at hann ”skuldi” vinna. John var ein náttúrligur favorittur undan talvinum, men eftir 41 leikum og fýra tímum sótu fólk nærum við opnum munnum tá ratingfavoritt- urin gavst. Talvið var sera opið, John hevði yvirtakið í sentrumi, meðan Torbjørn royndi at skapa eitt konga- álop. John var sum vanligt í tíð- arneyð, men sum leikur leið steðgaði álop Torbjørns upp og mátti hann pent bakka við frúnni. Nógvir taktiskir møguleikar lógu enn í støð- uni, teir flestu átti Torbjørn, og við tíðneyðini hjá John í huga royndi hann eina síð- stu roynd at endurvinna á- lopið. John sá ikki vandan, tók ímóti finnunum Tor- bjørn ofraði og tá varð galið. Við hesum finnuoffrum op- naði Torbjørn hvítu konga- støðuna og vann tá forserað! Sera gott telvað av Torbirni sum nú bert er annar av teimum sum hevur vunnið John við svarta fólkinum. Flóvin var kaldur Í trimum teimum seinastu FM einstaklingakappingu- num hava Flóvin og John leikt javnleik, og við tí í huga var sannlíkt at Flóvin fór at standa royndina og harvið gerast føroyameist- ari. Millum nakrar áskoð- arnar var tó meint at John kundi klára hesa uppgávu, eftirsum hann í FM´98 vann við svarta fólkinum móti Heina Olsen í síðsta umfari og kom sostatt tá ájavnt í stigum við Heina. Og sum talvið leið sást at John spakuliga fekk tryggjað sær ein fyrimun og fór tá í kongaálop við frúnni, báð- um rókunum, bispi og finni. Flóvin vardi hegnisliga sum viðførdi at John satsaði, og endin varð, at John misti eina finnu og kundi tá ikki vinna telvaði Flóvin rætt. Tá analyserað varð eftir talvið, hevði John onkrar góðar leikir, sum møguliga hevði broytt støðuna. John royndi eitt sindur aftrat í endatalv- inum, men har var einki at gera. Flóvin Tór Næs føroyameistari Talv: Dramatikkurin var í hæddini í seinasta talvinum í umdystinum. Hjá Flóvini varð hálvt stig nokk at krúnast før- oyameistari og sjálvt um John Rødgaard trýsti alt talvið so varð hann ov stuttur. Javnleikur varð úrslitið og Flóvin er sostatt fyrsti føroyameistari í nýggju øldini Teir samdust um javnleik. Um nakar átti at vinna enda- talvið, so var tað Flóvin, men ikki varð tað neyðugt fyri at gerast føroyameist- ari. Javnleikurin var nóg mikið. Vanligani er tað fyrimun- ur at hava hvítt í talvi, men í hesum trýmansumdysti vann eingin við hvíta fólki- num. Svarta fólkið fekk tvey og eitt hálvt stig, með- an hvítur fekk bert hálvt stig. Endastøðan varð hendan FM Flóvin 1,5 stig Torbjørn 1 John 0.5 Flóvin telvaði best í hesum umdysti, tað eru øll samd um. Ivaleyst hevur nógva telvingin hjá Flóvini síðsta árið givið honum íblástur og dirvi, og gjørt hann til ein betri telvara. Tað eina málið hjá Flóvini er nú rokkið, nevnliga at gerast føroya- meistari, tað næsta málið er ein IM normur, segði ein fegin og lættnaður Flóvin eftir umdystin. -Eg kom púra frístillaður til umdystin, og eri sera nøgdur og glaður fyri mítt úrslit, segði Torbjørn eftir umdystin. Og tað er væl skiljandi, Torbjørn yvirrask- aði nevnliga teir flestu við øðrum plássinum. Eingin hevði væntað hesa endastøðu við John sum aft- asta mann, men so varð og sjálvandi var John skuffaður um úrslit sítt. Men hann ætl- ar sær helst at koma sterkt aftur í næsta ár, tá FM ein- staklingakappingin verður í Vestmanna. Tiltakið eydnaðist sera væl, sum sagt vóru fleiri hundrað sum fylgdu talvu- num beinleiðis á alnetinum. Eftir umdystin varð steypa- handan og virðislønir vórðu givnar telvarnum, eisini fin- gu teir blómutyssi. Formað- ur Talvsambandsins, Rani Nolsøe handaði lutirnar. Hann helt at hesin umdystur var sera spennandi og takk- aði telvarnum fyri teirra stríðsanda teir vístu. Rani nýtti somuleiðis høvi at takka Hotel Hafnia fyri tær sera góðar umstøður sum fyriskiparar, telvarar og áskoðarar fingu undir um- dystinum. Eisini takkaði hann Føroya Tele fyri stuðul Talvini, sum teir tríggir telvaðu í FM-umdystinum eru at siggja á síðu 24 . Hálvt annað stig í trí- dystinum um FM-heitið var nóg mikið hjá Flóv- ini, sum sostatt gjørdist føroyameistari 2000 Mynd: Álvur Haraldsen Luttakaranir í FM umdystinum 2000: F.v. IM John Rødgaard, Torbjørn Thomsen og Flóvin Tór Næs Mynd:Álvur Haraldsen Landsfelag Føroyinga í Útbúgving Tinghúsvegur 18, Postrúm 136, FO-110 Tórshavn, Tlf. 310220, Fax 315037 lfu@post.olivant.fo, www.lfu.fo Summarfrítíð Skrivstovan er stongd frá 19. juni 2000 til 31. juli 2000. Frá 1. august 2000 verður opið týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 15.00–18.00. Ráðgevingin er í juli mánaða bert opin týsdag kl. 16.00–18.00. Frá 1. august 2000 verður opið týsdag og hósdag kl. 16.00–18.00. Tekniski Skúlin í Tórshavn søkir lærarar Lærari til el-deildina Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, umfatar undirvísing á el-deildini. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektrikari, hava prógv sum el-installatørur og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Umsøkjarar við hægri útbúgving hava fyrimun. Eisini er áhugi fyri stødd-, alis- og evnafrøði, og nýtslu av EDV, ein fyrimunur. Tímalærari til el-deildina Starvið er tímalærarastarv á el-deildini, við møguleika fyri føstum starvi seinni. Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektrikari, hava prógv sum el-installatørur og minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Umsøkjarar við hægri útbúgving hava fyrimun. Eisini er áhugi fyri stødd-, alis- og evnafrøði, og nýtslu av EDV, ein fyrimunur. Setanarkor til fast starv: Fyrstu tvey árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður settur í fast starv, má vera til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra førleikagevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Størvini skulu setast skjótast tilber og í seinasta lagi 1. august 2000. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvs- tíð skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 28. juni 2000. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlan, tlf. 31 19 57. Tekniski Skúlin í Tórshavn Marknagilsvegur 75 • P.o.b. 239 • FO-110 Tórshavn Tlf. +298 31 19 57 • Fax +298 31 66 21 E-mail: tst@post.olivant.fo Hestprent 314 555 LUTASEÐIL LUTASEÐIL 1. Toyota Corolla Hatchback virði 169.400 kr. (Frá Reyni Service) 2. Ferð fyri 2 vaksin og 2 børn við bili Tórshavn-Hanstholm við frítíðaruppihaldi í 1 viku í Danland virði 15.000 kr. (Frá Smyril Line) 3. Gávukort frá Th. Dam á Hálsi virði 10.000 kr. 4. Gávukort frá Shell virði 5.000 kr. 5. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 6. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 7. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 8. Gávukort frá Statoil virði 5.000 kr. 9. Apex ferðaseðil fyri 1 persón virði 2.800 kr. 10. Føroyskt krov virði 1.000 kr. Drigið verður bara millum seldar seðlar. Drigið verður mánamorgunin 7. august kl. 9.30 á Elektron og lýst í bløðunum 8. og 9. august 2000. Eisini verða vinnaratølini løgd út á heimasíðu: www.sporthal.fo Tórshavnar Ítróttarráð 2000 20 kr. sosialin Halt Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Leverandørurin til entreprenørar í 28 ár... Hydraulikkhamarar 10-30 kg Mobilar drívstøðir Lítlar og handingar Høgan effektivitet Ristast lítið Fleksibul íbinding Sosialurin - 311820 Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650