Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 HB og GÍ fara ikki í summ- arfrí á jóansøku. Tá fer landskappingin í summar- frí, men HB og GÍ fara tá at fyrireika seg til steypafinal- una, sum verður á Tórsvølli 2. juli. Tá skulu GÍ og HB kappast innanhýsis, og før- oyska steypafinalan skal kappast við finaluna í EM endaspælinum. HB kom sera sannførandi í finaluna, meðan GÍ meiri ella minni kom haltandi í finaluna. Bæði HB og GÍ hava ofta verið í steypafi- naluni. GÍ hevur fleiri spæl- arar enn HB við nógvum royndum frá týdningarmik- lum dystum. Men tað er ein- ki at taka seg aftur í, at nú hálvfinalurnar eru farnar aftur um bak, er HB favo- rittur at vinna steypakapp- ingina. Støðutalvan boðar frá, at avrikini hjá HB hava verið væl meiri sannførandi, enn tey hjá GÍ hava verið. Landskappingin tykist vera brotnað av um tvøran. Tað er tætt millum tey fimm ovaru liðini. B36 er á odda við átjan stigum, og KÍ er á fimta plássi við fjúrtan. Tað er eisini tætt í botn- inum, har tað eru trý stig frá nummar seks og aftur til nummar tíggju. HB kompleksið B36 legði sera sannførandi fyri í landskappingini. Teir vunnu fimm teir fyrstu dyst- irnar, men nú hava teir tapt tvær ferðir í trimum royn- dum. Gomlu stórfeløgini KÍ og HB hava steðgað teim- um. Tað er merkisvert, hvussu illa tað roynist hjá B36, tá teir spæla móti grannunum. B36 er framvegis oddalið, men tað er ikki óhugsandi, at teir í níggjunda umfar- inum fara at missa fyrsta plássið. Tá skulu teir spæla í Vági, meðan HB, sum bara er eitt stig aftanfyri B36, eigur heimavøll móti Sum- ba. Hóast HB í sjeynda um- farinum tapti á heimavølli móti B68, so tykist eldra havnarfelagið, sum hevur fleiri blaðungar spælarar á besta liðnum, rættuliga at hava fingið høvdið fyri seg. Undan summarsteðginum eiga teir Sumba og B71 á heimavølli, og tað er ikki óhugsandi, at teir orduliga leggja B36 afturum seg. VB og KÍ vinna nógv Toftamenn vóru næstfrem- stir undan hvítusunnuni. Tað eru teir ikki longur. B68 tapti á heimavølli móti VB, og tað hevði við sær, at B68 datt niður á fjórða plássið. B68 styrkti nógv um sína støðu, tá teir vunnu í Gun- dadali móti HB. Tapið móti VB á heimavølli tók allan fyrimunin av útisigrinum á HB burtur. B68 eigur nú tríggjar úti- dystir á rað. Úrtøkan í Gøtu, í Vágum og í Gundadali móti B36 fer at gera av, hvørja lagnu B68 fær í hes- ari kappingini. Vágbingar hava ongantíð vunnið heiðursmerkir. Men úrslitini higartil í ár boða frá, at nú er álvari í avbjóð- ingini, sum VB hevur givið hinum feløgunum. Ofta hevur tað víst seg, at VB er steðgað upp hesa tíðina av árinum. Spælarahópurin og úrtøkan tey seinastu umfør- ini siga, at eingin orsøk er at rokna við maskinsteðgi hjá VB. Tað skal ikki leggj- ast so nógv í tapið í seinnu semifinaluni í steypakapp- ingini. Nú eigur VB tveir heima- dystir á rað. Annar er móti oddaliðnum úr B36, og hin er á jóansøku móti Sumba. Saman við VB hevur KÍ havt størstu úrtøkuna tær seinastu vikurnar. 4–0 sig- urin á Sandi staðfesti, at tað er munur á tyngd og breidd millum tey, sum eru best fyri hvat fólki viðvíkur og so hini. Men tað skal fram- vegis nógv til, áðrenn KÍ hevur vunnið seg fram til ta støðuna, sum teimum varð spádd undan kappingar- byrjan. Nú er eldur í báðum endum HB hevur seinnu vikurnar verið havt so mikið sannførandi úrtøku, at teir mugu metast at vera evni til at vinna bæði steypakappingina og FM, og í áttanda umfarinum eydnaðist tað FS Vágar at vinna fyrsta landskappingardystin í ár Gøtumenn steðgaðir á 2. hvítusunnudag stríddi GÍ seg til annað plássið í steypafinaluni. Tað er plást- ur á sárið, sum GÍ hevur fingið í landskappingini. Nógvu tey seinastu árini er tað sera sjáldan komið fyri, at gøtumenn hava tapt fleiri landskappingardystir á rað. Tað hava teir gjørt nú. Fyrst taptu teir so rudduliga í Vági, og leygardagin taptu teir í Sørvági. So at siga øll níti árini vóru gøtumenn millum teir stinnastu. Tað var óvanliga væl klárað fyri eitt so lítið pláss sum Gøtu. Nú tykist standa á gomlum nøglum. Fleiri av spælarunum, sum vóru við til at vinna FM heitini, eru givnir. Teir, sum framvegis hanga í, eru farnir um besta fótbóltsaldur, og hóast venjarin er góður, og nógvir av spælarunum framvegis hava gott fót- bóltsskil, so er úrtøkan ikki tann sama. Tilgongdin er ikki, sum hon var tey góðu árini, og tað kann fara at vísa seg, at gøtufólk í nøkur ár mugu finna seg í, at teirra fótbólts- lið fer at liggja um miðjuna í bestu deildini. Tættari í botninum NSÍ vildi ikki vera botnlið. Í Sumba høvdu teir í NSÍ nógv størri vilja og dirvi, enn teir hava havt í nógv umfør. Teir vunnu fyri fyr- stu ferð síðani 24. apríl, tá teir í fyrsta umfarinum feldu KÍ við 1–0. Komandi sunnudag vitjar B71 á Skálafjarðarstevnu. Um NSÍ vinnur tann dystin, so verða teir – fyribils í hvussu Tað hevur verið ein sera kærkomin stytkur fyri B68, at teir hava fingið spælararnar aftur á Toftir, sum í fjør royndu seg í B36 og HB. Øssur Han- sen, Arnbjørn Danielsen Jákup Eli Olsen og Súni Fríði Johannesen hava roynst væl saman við Jan C. Dam, sum roynir seg á Svangaskarði fyri fyrstu ferð. Men nú er greitt, at Já- kup Eli Olsen verður ikki við aftur hesu megin summarsteðgin. Tá tað restaði eitt gott korter leygardagin noyddist hann at taka seg av vølli- num. Inn í staðin kom Mannbjørn Nesá. Jákup Eli sá ikki út til at hava tað nakað serligt. Tá hann kom aftur til Havnar, har hann er um at vera liðugur við próvtøkuna á lærara- skúlanum, varð tað stað- fest á skaðastovuni, at onnur hælsinan er slitin. Tað plagar at verða sagt, at tann, sum hevur slitið hælsinuna, skal full- komuliga binda frið í seks vikur. Tað vil við øðrum orðum siga, at Jákup Eli fer ikki at gera nakað sum helst við fótbóltin fyrrenn tað fer at nærkast ólav- søkuni. Spurningurin er so, um hann verður tøkur aftur, tá tað sunnudagin 6. august verður farið un- dir aftur landskappingina. JH Jákup Eli farin í summarfrí B68 vongverjin sleit hælsinuna, tá vágbingar vitjaðu á Svangaskarði leygardagin so er – leysir av botninum. FS Vágar megnaði hvítu- sunnuaftan at vinna fyrsta landskappingardystin í ár. Tann sigurin ger ivaleyst, at teir hava ikki so ógvuliga stórar trupulleikar av, at teir taptu finaluplássið í steypa- kappingini. Spurningurin er so, um hesin fyrsti sigurin fer at gera, at rættulig gongd kemur á. Komandi sunnu- dag skal FSV til Klaksvíkar, har teir 21. mai steðgaðu KÍ í steypakappingini. Sumbingar hava tað sera strevið. Tvær tær síðstu ferðirnar hava teir tapt til- saman 15–0, og teir rokna neyvan við so nógvum, tá teir sunnudagin fara í Gun- dadal at spæla móti HB! Sandoyingar vilja fegnir vera annað enn eitt botnlið. Leygardagin gav KÍ teim- um eitt orduligt skot fyri bógvin. Sunnudagin skal B71 spæla móti NSÍ, og tá er neyðugt at fáa stig, um botnurin ikki skal nærkast av álvara. JH FS Vágar fekk fyrsta sigurin á árinum, og nú er av álvara komin spenningurin í báðar endar á stigatavluni Jákup Eli sleyt hælsinuni í dystinum móti VB, og noyðist tí at binda frið komandi vikurnar Spenninginum í ovaru helvt av talvuni syrgdi HB fyri, tá B36 enn einaferð gjørdist ov stuttir í grannaupp- gerðini JÁKUP MØRK B36-HB 1-3 (1-2) Grannauppgerðir eru og hava altíð verið nakað ser- ligt, og í so máta var dyst- urin millum B36 og HB hvítusunnuaftan einki und- antak. Talan er jú at kalla um tveir arvafíggindar, og tá so bæði eru stødd ovarlaga á stigatalvuni, gerst áhugin fyri dystinum sjálvsagt enn størri. Hetta høvdu viðhalds- fólkini hjá báðum feløgum eisini skilt, og skýlini bæði vóru fylt á tremur, umframt at fitt av fólkið eisini var at síggja kring vøllin. Laurbær effektin Í nógv ár hevur verið tikið til, at árstalsfelagið í hø- vuðsstaðnum hevur eitt so- nevnt HB-kompleks, og hó- ast ikki øll vilja vera við, at hetta er so, so kann man ikki annað enn geva teimum rætt eftir dystin leygardagin. Tað var nevnliga rættuliga skjótt, at tað byrjaði at ganga galið á B36 liðinum, og hóast teir sum fráleið komu betri við, so lá tað alla tíðina í luftini, at HB skuldi fara avstað við øllum stig- unum. Dysturin var ikki meira enn tríggjar minuttir gamal, tá HB legði seg á odda. Jens Kristian misti bóltin á mið- juni, tá B36 var í ferð við at byrja eitt álop. Andrew á Fløtum fekk fatur á bólti- num, og sendi diagonalt fram til Pætur Dahl, sum púra einsamallur kundi leggja HB framum. Annars var Pætur merk- iliga leysur, tá møguleikin beyðst. B36 venjarin hevði helst ætlanir um at nýta tómrúmið aftan fyri fram- rættaða málskjúttan, tí hann hevði valt at hava Magna á Lakjuni høgrumegin í út- gangsstøðnum, men hendan ætlanin vísti seg at geva baksláttur. Magni, sum eis- ini sjálvur er sra framrætt- aður var nevnliga langt síð- ani farin niðan á HB hálv- una, tá B36 misti bóltin, og tí hevði Pætur á leið ein fjórðings vøll fyri seg sjálv- an. B36 royndi eftir hetta at trýsta spælið niðan á HB hálvuna, og tá reyð/svørtu leikararnir beinanvegin fóru at hugsa meira um verju- skyldurnar, nú teir vóru á odda, lótu teir eisini B36 liðið koma longur niðan, og tá hálvleikurin var um at verða hálvrunin gav hetta úrslit. Eftir at B36 hevði leikt seg ígjøgnum høgru- megin, skallaði Magni í fyr- stu atløgu framvíð máli- num. Håkan Lundholm var tó fyrstur á returinum, og tá Magni fekk møguleikan að- ru ferð sveik hann ikki, men skallaði í tóma málið. Tá tað omanfyri verður skrivað laurbær-effektin, so hongur hetta saman við næsta HB-málinum. B36 hevði júst javnað, og neyvan høvdu teir fingið armarnar niður, fyrr enn HB aftur hevði togað seg framum. Eftir at hava givið bóltin upp, vann HB sær innkast í høgru síðu. B36 verjan var alt annað enn eftiransin, og sum Andrew av Fløtum er fyri í løtuni, skal hann ikki hava fleiri møguleikar av slíkum slag. Kompleksið Omanfyri er sonevnda HB- kompleksið hjá B36 nevnt, og tað sum eftir var fyrra hálvleiki undirstrikaðu B36 leikararnir alt ov týðiliga, hvat sipað verður til í hesum sambandi. Hóst teir vóru aftan fyri einum málið, høv- du vindin í ryggin og HB í stóran mun dúvaði upp á verjupartin, so legði B36 als ikki trýst á HB málið. Kanska høvdu teir í út- gagnsstøði tosað um at vera varnir við at loypa ov nógv á, men er ætlanin at vinna ein dyst, nyttar tað altso ein- ki at bíða við at leggja trýst, til mótstøðuliðið er komið einar 10 metrar oman á egna hálvu. Orsakað av hesum pass- iviteti frá hvíta høvuðsstað- arliðnum, gjørdust seinastu 25 minuttirnir av fyrra hálv- leiki ein stór oyðimarkar- gongd. HB leikararnir trill- aðu tolnir bóltin sínámill- um, uttan at satsa alt ov nógv frameftir, og tí skaptu teir ikki teir stóru møgu- leikarnir hesa løtuna. At B36 ikki royndi at trýsta hevði í fyrstu atløgu við sær, at teir fingu alt ov fá høvi at seta nakað veruligt álop í gongd, og tá hetta endiliga eydnaðist, vóru álopsleika- rarnir alt ov einsamallir, so- leiðis at HB verjan ikki hev- ði stórvegis trupulleikar at vinna bóltin av teimum. Neyðloysn sum loysn At HB megnaði somikið væl at halda bóltin í egnari røð komst eisini av, at Rói Árting aftur er at síggja á miðvøllinum. Tað sær kan- ska ikki út av so nógvum, tað sum hann ger, men hin- vegin er hann so at siga alla tíðina spælbærur, og tað kemur at kalla ikki fyri, at hann hevur óneyðug bólttap á miðvøllinum. Harum- framt eru hinir tríggir á mið- vøllinum eisini leikarar við frálíkum fótbóltsevnum, og líkt er nú til, at tað, sum upprunaliga var ein neyð- loysn, hevur loyst allar tru- pulleikar á HB liðnum. Tað vóru nevnliga skað- arnir hjá teimum báðum ru- mensku leikarunum, sum viðførdu, at HB venjarin varð noyddur at umskipa liðið, og sum nýggju leik- ararnir spæla í løtuni, verður neyvan farið aftur til upp- runaligu uppstillingina. Símun sær út til at trívast sera væl í miðverjuni, har hann saman við Hans á Lag hevur tamarhald á tí allar- mesta. Harumframt hevur hann nógv betri bóltførleika enn undangongumaðurin, Florin Miháescu, og er tí betri førur fyri at seta álop í gongd. At Símun varð flutt- ur aftur í verjuna, gav møg- uleikan til Pætur Dahl á vin- stra miðvølli, og hendan hevur hann so sanniliga eis- ini tikið ímóti við opnum ørmum. Á miðvøllinum tykist Rói eisini at hóska nógv betri saman við Rúna, enn talan var um við Gigi, so samanumtikið kann tað gerast ógvuliga trupult hjá rumensku leikarunum at endurvinna sessir sínar á liðnum. Ov verjukent Tá HB mikukvøldið var vesturi í Vágunum, vóru mong sum hildu, at teir løg- du seg ov langt aftur á vøllin seinna umfarið, og har við buðu mótstøðuliðnum inn aftur í dystin. Tað gekk tó væl ta ferð- ina, og tað gjørdi tað eisini móti B36, hóast tað eins væl kundi gingið galið. HB mið- vøllurin er nevnliga best, tá liðið sleppur at stýra spæl- inum, og at teir gjørdust meira varnir í seinna hálv- leiki viðførdi, at B36 fekk lagt eitt ávíst trýst á HB málið í pørtum av øðrum hálvleiki. Nakrir møguleik- ar spurdust eisini burturúr, men Piddi var ikki nóg neyvur, og Jákup drálaði og nógv, soleiðis at HB slapp við skrekkinum, tá mesti vandin var á ferð. Í hinum endanum royndi HB at dúva upp á kontra- bóltar, og hóast hetta on- kuntíð viðførdi upptrekk til málmøguleikar, so skuldi eitt verjumistak til, áðrenn teir slógu sigurin fastan. Herbert í Lon, sum ikki tykist serliga sannførandi í løtuni misti bóltin til An- drew, og so kundi HB taka eitt avrit av fyrsta málinum. Hesu ferð sendi Andrew bóltin til Bárð Mortansson, sum ósvikaliga trygt sendi bóltin framvið Trónda í málinum, og so var at kalla liðugt hjá B36. Seinastu løtuna royndu teir at satsa. M.a. við at flyta Jens Kristian fram í álopið, men ov seint var, og ístaðin átti HB at økt um leiðsluna, tá Bárður valdi at skjóta, heldur enn at trilla yvirum til ein púra leysan Andrew av Fløtum. Oddurin tódnar Hóast tapið, so er B36 fram- vegis á ovastu rók í lands- kappingini, men spurning- urin tykist í løtuni vera hvussu leingi? Fyri framman hava teir tveir sera torførar útidystir, HB málaði havnina reyða 1. deild: Fult uppiborið vann HB fyrra umfar í slagnum um Havnina, og hóast B36 framvegis hevur munin á stiga- talvuni, so tykist HB í løtuni at vera eitt nógv betri boð upp á ein komandi føroyameistara í Vági og í Gøtu, geva hesir ikki fulla úrtøku, er vandi fyri at grannarnir fyri norð- an fara framum. At døma eftir dystinum leygardagin er tó einki for- gjørt í hesum. Seinastu dystirnar hevur nýggja HB- liðið prógvað, at teir í løtuni eru tað liðið í landinum, sum hevur besta saman- hangin í spælinum, og hava teir neyðuga hepnið, er als ikki ósannlíkt, at langtið- arætlan teirra fer at geva úrslit eini tvey ár fyrr enn væntað. B36-HB 1-3 (1-2) 0-1: Pætur Dahl 3. 1-1: Magni á Lakjuni 20. 1-2: Andrew av Fløtum 21. 1-3: Bárður Mortansson 81. Dómari: Lassin Isaksen B36: Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Magni á Lakjuni, Jan Guttesen, Ronnie Sa- muelsen, Jens Kristian Han- sen, Dánjal Petur Johansen - Jákup á Borg, Håkan Lundholm HB: Bárður Johannesen - Jó- hannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Jo- ensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl - Jón Rói Ja- cobsen, Andrew av Fløtum Hóast tað á myndini tykist, sum um B36 hevur tamarhald á støðuni, so var søgan í dystinum heldur hin øvugta Mynd: Álvur Haraldsen Tróndur Vatnhamar hev- ði úr at gera leygardag- in, og var at kalla hjálp- arsleysur tær tríggjar ferðirnar bólturin varð sendir inn um hann Mynd: Álvur Haraldsen