Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 JÁKUP MØRK FS Vágar-GÍ 2-0 (1-0) At lívið sjáldan er lætt hja einum uppflytara, hava vágamenn prógvað so væl og virðiliga higartil hetta kappingarárið. Hóast teir í fleiri dystum hava spælt góðan fótbólt, og hóast tað fleiri ferðir hevur riðið um snarið, so hava teir hvørja ferð verið við sker- dan lut fyrstu seks umførini av landskappingini. Hóast laku úrtøkuna, so hava viðhaldsfólkini alla tíðina vóna, at okkurt mun- agott úrslit fór at spyrjast burtur úr, og leygardagin bragdaði so endiliga. Sonni við í báðum Ikki tí, á pappírinum var kanska talan um ein heima- dyst av tí heldur torføra slagnum, nú GÍ kom á vit- jan. Hinvegin hevur tað fleiri ferðir í ár verið sjón fyri søgn, at gøtumenninir ikki er eins væl fyri, sum teir hava verið undanfarin ár, og havandi komandi skránna hjá vágaliðnum í huga, so var tað kanska júst í hesum dysti, at útlitini fyri einum sigri undan summarsteðgi- num vóru tey bestu. Tað tóktist eisini greitt, at leikararnir í øllum førum ikki ætlaðu, at talan skuldi gerast um eina endurtøku av So bragdaði hjá FS 1. deild: Í sjeyndu royndini eydnaðist hjá vágamonnum at fáa fulla úrtøku, og nú sær brádliga betur út í botnstríðnum, har GÍ heldur óvæntað eisini telist millum liðini tapinum móti HB fyrr í vik- uni. Í mun til tann dystin, var nú nógv meira bit og vilji í avrikinum hjá heimalið- num, men skilst, so var talan tó ikki um nakra greiða yv- irvág til nakran partin. Tað eydnaðist tó heima- liðnum at leggja seg á odda, tá Sonni Johansen varð fel- dur í brotsteiginum. Brots- sparkið setti Birgir Joensen trygt í netið, og so var frøin á heimaáskoðarunum stór, sum vera man. Seinna umfarið var ikki stórt øðrvísi enn fyrstu trý korterini. Liðini bæði stríddust framvegis fyri málinum, sum kundi tryggja sigurin, ella bjarga javnleikinum, men tað vórðu aftur vága- menn, sum drógu longra stráið. Tór-Ingar Akselsen, sum er ein av ungu vágamonn- unum, sum veruliga hevur gjørt vart við seg, dróg ígjøgnum høgru megin, áð- renn hann sendi inn til Sonna Johansen, sum bein- di bóltin í málið. Bjarging í eygsjón At talan var um ein týd- ningarmiklan sigur hjá heimaliðnum er einki at tak- a seg aftur í. Páll F. Joensen, sum er hjálparvenjari hjá vága- monnum segði eftir dystin, at teir sum so hava verið nøgdir við spælið í flestu av undanfarnu dystunum, men hinvegin hava teir verið alt annað enn nøgdir við úr- tøkuna. - Tað er klárt, at tá stigini ikki vilja koma, so kann hetta geva órógvan millum leikararnar, men eg haldi tó ikki, at tað hevur verið so galið hjá okkum, segði hjálparvenjarin. Hóast sigurin ikki kundi hjálpa vágamonnum longur upp á stigatalvuna, so er eyðsæð, at teir nú eru um at hóma bjargingina fyri fram- haldandi tilveru í bestu deildini. Gaman í er talan um nak- rar sera torførar dystir, hetta til summarsteðgin, men heystarskráin tykist ikki vera eins ræðandi. Í øllum førum er tá talan um dystir móti teimum lið- um, sum á stigatavluni liggja næstir vágamonnum, og fæst stig burtur úr hes- um, umframt onkrum av hinum dystunum, hava vágamenn helst lyft seg av niðasta sessinum, áðrenn september mánaði er runn- in. Er tíðin farin? GÍ tykist hinvegin at hava alstórar trupulleikar løtuni. Á stigatalvuni eru teir ein- ans á einum sætta plássi, og í løtuni eru útlitini ikki av teimum bestu fyri at koma longur upp á hesi. Fram til summarsteðgin hava teir heimadystir móti ávíkavist B68 og B36, og skulu heiðursmerki av nøk- rum slag fáast í landskapp- ingini, er neyðugt, at seks stig fáast burtur úr hesum dystum. Skal hetta eydnast, er tó alneyðugt, at skurarnir finna spælið frá nítiárunum fram aftur. Tá var GÍ meira enn nakað annað liðið í føroy- skum fótbólti, men sum støðan er í løtuni, hevur al- darskiftið eisini viðført eitt maktskifti í føroyska fót- bóltsheiminum. FS Vágar-GÍ 2-0 (1-0) 1-0: Birgir Joensen (br.) 21. 2-0: Sonni Johansen 53. FS Vágar: Remigius Mikoliunis, Emil Hentze, Zylvanius Sudis, Darius Magdisauskas, Rim- vydas Bakus – Tór-Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen – Birgir Jo- ensen, Kim Poulsen GÍ: Sunnvard Joensen – Bartal Eliasen, Áslakur Petersen, Poul Ennigarð - Rúni Just- inusen, Helgi L. Petersen, Magni Jarnskor, Súni Ol- sen, Leivur Hansen – Henn- ing Jarnskor, Óli Hansen JÁKUP MØRK HB-GÍ 4-2 (4-0) At sigurin hjá næstbestu HB leikarunum ikki gjør- dist størri leygardagin, hava teir bert sær sjálvum at takka fyri. Hevði neyvleikin verið størri og hugburðurin øðr- vísi, hevði talan helst ver- ið um ein nógv størri sig- ur, men ístaðin var um reppið, at gøtumenn aftur fingu spenning í dystin. Einki at roksa um Fyrra umfarið var at kalla bert eitt lið á vøllinum, tí HB sat á so at siga øllum. Gøtumenn høvdu valla nakran málmøguleika, meðan teir á heima- liðnum hinvegin gjørdu sum teimum lysti. Toppskjúttin á HB lið- num, Gunnar Mohr, hev- ur fleiri ferðir prógvað, at máltevinum einki bilar, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hann hev- ði lagt heimaliðið fram- um. Hetta fekk tó á ongan hátt heimaliðið at taka tað róligari, og stutt eftir kun- di Eyðun Samuelsen økja um leiðsluna, tá hann stýrdi einum innleggi í málið. Jónsvein Bærentsen varð spældur púrasta leysur, tá hann økti til 3- 0, og líkt var til, at talan skuldi gerast um stór- sigur, tá Eyðun Samuel- sen gjørdi tað til 4-0, eftir at hava rundað bæði mál- verja og enn ein verju- leikara. Mistu takið Seinna umfarið byrjaði Við kós moti málminum 2. deild: HB hevur av álvara sett kós móti heiðursmerkjum, og sunnudagin vórðu gøtumenn bukaðir í trý korter eins og tað fyrra endaði, og HB hevði fleiri møgu- leikar at økja um leiðslu- na, uttan at hetta kortini eydnaðist teimum. Um tað var tí teir nú kendu sigurin vísan, ella um teir kanska fóru at hugsa um dystin hjá 1. deild móti grannunum, skal eg lata vera ósagt, men brádliga misti heimaliðið fullkomuliga tamarhaldið. Bárður Heinason mink- aði til bæði 4-1 og 4-2 og brádliga vóru tað nú gest- irnir, sum stýrdu spæli- num á vøllinum. Teir fingu tó ikki fleiri mál, og noyddust tí at tak- a til takkar við triðja ó- sigrinum í ár, og fingu sostatt heldur ikki betra um støðuna á stigatalv- uni, har teir nú eru trið- niðastir. HB gjørdi hinvegin eitt skarvslop uppeftir, og hó- ast teir bert eru á sætta plássi, so er ikki so langt upp til heiðursmerkja- plássini. Við spælinum, sum teir sýndu fyrstu trý korterini leygardagin, er heldur ikki óhugsandi, at teir nýta komandi vikurnar til at klintra enn longur upp á stigatalvuna. Hóast alt er talan bert um trý stig upp, í hvussu er munnu teir ætla sær fulla úrtøku, tá grannarnir úr B36 eru mótstøðuliðið komandi vikuskifti. HB-GÍ 4-2 (4-0) 1-0: Gunnar Mohr 2-0: Eyðun Samuelsen 3-0: Jónsvein Bærentsen 4-0: Eyðun Samuelsen 4-1: Bárður Heinason 4-2: Bárður Heinason Sum tað sæst á Janusi Rasmussen, so vóru HB leik- ararnir fyrstir á øllum bóltum fyrra umfarið Mynd: Álvur Haraldsen Hóast darvaður av brotna arminum, so er Ari framvegis ein hin týdningarmesti leikarin hjá vágamonnunum, sum leygardagin fingu sín fyrsta sigur í landskappingini hetta kappingarárið Mynd: Álvur Haraldsen JÁKUP MØRK B71-KÍ 0-4 (0-0) Tá fótbóltslandskappingin 2000 var fýra vikur gomul, vóru mong, sum longu høv- du avskrivað klaksvíkingar sum eitt veruligt boð upp á fyrsta føroyameistaran í nýggja túsundáraskeiðnum. Tveir javnleikir og tvey tap var ikki júst tann byr- janin, sum sigursvandu klaksvíkingarnir høvdu rok- nað við, og so slettis ikki tá talan er um verandi meist- arar. Vent í holuni Vánaligu úrslitini høvdu eisini við sær, at tosið fór at ganga um, at Tomislav Sivic sat heldur leyst í venjara- sessinum, men leiðslan í fe- lagnum legði tó dent á, at teir høvdu fult álit á ven- jaranum. Fyri trimum vikum síðani kom brádliga vend í, tá KÍ í tí dystinum, sum mong róp- tu lagnudysturin hjá felag- num, vann á B36. Helst er eisini rætt, at um KÍ hevði tapt tann dystin, vóru teir av álvara afturúr- sigldir, men slíkt tos er nú púrasta óviðkomandi. KÍ vann nevnliga týd- ningarmikla dystin, og nú tykist rættulig ferð at vera komin á spælið hjá føroya- meistarunum. Seinasta vikuskifti vórðu sumbingar bukaðir bláir norðuri í Klaksvík, og hesu ferð vóru tað so sandoying- KÍ hevur fingið ferð á Eftir eina byrjan, sum elvdi til tos um uppsøgn av venjaranum, hava klaks- víkingar rættuliga fingið ferð á, og eru aftur farnir at tosa um eina odda- støðu ar, sum stóðu fyri tørni. Trý friðarlig korter Fyrra hálvleik var tó lítið, sum bendi á, at talan at enda skuldi gerast um ein tryggan sigur til gestirnar, og sum so høvdu teir heldur ikki roknað við hesum sjálvir. B71 hevur nevnliga hig- artil í ár víst, at teir eru sera tungir at dansa við heima á Sandi, og tey bæði tapini, sum hava verið, hava bæði verið sera tepur, og haraft- urat hava tey verið móti teimum báðum fremstu lið- unum í deildini. Heimaliðið vardi eisini borg fyrra umfarið, og av Sandi frættist, at talan var ikki um teir stóru møgu- leikarnir fyrstu trý korterini. Nærmast við vóru gestir- nir, tá Heðin á Lakjuni sendi á stongina eftir hornaspark, men hetta var so at siga ein- asta vandamikla støðan framman fyri sandoyarmál- ið hesi trý korterini. Í hinum endanum var heldur ikki talan um teir stóru møguleikarnar, men heilt vandaleysir vóru vert- irnir tó ikki, tí ofta manglaði sera lítið í, áðrenn talan varð um heilt vandamiklar støð- ur. Sigurin ongantíð í vanda Í seinna hálvleiki fingu gest- irnir brádliga meira ferð á, og tá góðir 10 minuttir vóru leiktir, fingu teir sett hol á. Heðin á Lakjuni breyt ígjøgnum í síðuni, og við nærmaru stong kundi Rógvi Jacobsen seta fótin á flata innleggið, og so var 1-0. Fáar minuttir seinni býttu teir báðir um leiklut, tá Heð- in kundi seta innaru síðuna á, eftir at Rógvi var sloppin ígjøgnum. Málini bæði førdu sjálv- andi við sær, at gestirnir nú fingu meira frið yvir spælið, og hóast teir fimm minuttir eftir 2-0 brádliga vórðu skerdir, tá Niclas Niclasen fekk reyða kortið fyri at hevna seg, so skilst á lag- num, at sigurin ongantíð kom í vanda. Klaksvíkingarnir tóktust sjálvir ovfarnir av, at heima- liðið hóast yvirtalið í mann- ingini ongantíð megnaði at leggja veruligt trýst á burt- ursæð frá onkrum hendinga langskotið, so hevði Mein- hard millum lítið og einki at gera í málinum. Móti endanum av dysti- num eydnaðist tað gestu- num at fáa tvey mál afturat. Tað fyrra, tá Marek royndi seg við langskotið móti landsmanninum og fyrrver- andi liðfelaganum í B71 málinum, og tað seinna, tá Hjalgrím Elttør slapp leysur í høgru, og hegnisliga lyfti upp um Waldemar, tá hesin kom út (onkur vildi vera við, at talan var um inn- legg). Fýra á rað Sostatt varð fjórði sigurin á rað veruleiki hjá klaksvík- ingunum, og nú mugu teir av álvara roknast fyri at vera NSÍ–TB 1–2 (0–1) Hóast tað hevur gingið eitt sindur upp og niður, so tykist TB hava fingið fótafesti í toppinum av næstbestu deildini – fyri- bils í hvussu so er. Óli Johannesen hevur styrkt væl um, og nú er Bogi Johannesen eisini komin heim í summarfrí. Hann var allar 90 minuttirnar í Runavík í álopinum sam- an við Dan Mortensen. TB kom á odda so at siga beinanvegin. Mál- skjútti var evnaríki Bárð- ur Dimon, sum eftir gott uppspæl eftir miðásinum smekkaði flatt úr átjan metrum og út í annað síðunetið. Miðskeiðis í 2. hálv- leiki økti TB. Eftir horna- spark í vinstru frá André Dalfoss fekk Óli Johann- esen við nærra stólpan vinstra fót á. Bólturin fór innfyri málið, har eitt heimabein stýrdi honum inn um strikuna. Sum vit hava skilt tað, so varð málið skrásett at vera sjálvmál. Tá tað restaði eitt korter minkaði heimaliðið um munin. Dagfinn Olsen umsetti brotsspark til mál. Brotið varð dømt móti Óla Johannesen, sum dómarin metti hevði skumpað ein mótstøðu- mann í ryggin. Tvørá- menn vóru ikki samdir við dómaran. Síðstu løtuna legði NSÍ eitt støðugt trýst móti TB ein hóttan móti hinum liðu- num í oddinum av stigatalv- uni. Komandi tvær vikurnar fara helst at vísa, hvussu stórum álvara hóttanin skal takast í, men megnar KÍ at hevna steypatapið móti vágamonnum og tapið frá fyrsta umfari móti NSÍ, røk- ist brádliga fyri, at KÍ aftur fer at teljast har, sum teir sjálvir meta seg hoyra heim- a. Fram um hini liðini skal eisini roknast við, at KÍ longu hevur verið tvær ferð- ir í Havn, umframt at hava vitjað í Gøtu, so á papp- írinum eru teir kanska liðið, sum bestu skránna seinnu helvt av kappingarárinum. Komandi vikuskifti avgerandi Sandoyingar hava hinvegin ikki heilt slept botninum enn. Seinasti dysturin hjá teimum í fyrru kappingar- hálvu verður í Runavík komandi vikuskifti, og verður talan um tap í hesum dysti, verður fremsti set- ningur teirra at lívbjarga sær í bestu deildini. Útlitini fyri hesum áttu tó eisini at verið hampuliga góð, tí teir hava í fleiri dyst- um víst, at tilfarið í mann- ingini er á eini góðari leið. Breiddin í hópinum tykist eisini vera størri, enn hon hevur verið undanfarin ár, og tí eru teir kanska meira mótstøðuførir mótvegis skaðum, enn fleiri av kapp- ingarneytunum eru. B71-KÍ 0-4 (0-0) 0-1: Rógvi Jacobsen 56. 0-2: Heðin á Lakjuni 63. 0-3: Marek Wierbicki 87. 0-4: Hjalgrím Elttør 90. Dómari: Jens Petur Bratta- líð B71: Waldemar Nowicki – Bern- hard Petersen, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen – Hans Jørgin Djurhuusm, Julian Florescu, Eli Hentze, Kári Nielsen, Jákup Lamhauge – Høgni Hansen, Alex Niel- sen KÍ: Meinhard Joensen – Krist- ian á Lakjuni, Andzrc Pa- cek, Jan Andreasen, Niclas Niclasen – Rógvi Jacobsen, Marek Wierbicki, Jan Joen- sen, John Ryan – Ove Ny- sted, Heðin á Lakjuni TB tykist hava fótað sær málinum, men teimum eydnaðist ikki at skora hjá Magna Hentze. Hesa ferð var Óli Johannesen aft- astur í verjuni hjá TB. Frammanfyri seg hevði hann Magna Petersen og Andrass Nolsøe, meðan Jón Tórður Holm í 1. hálvleiki var á verjukenda miðvallarplássinum í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki loysti Tórður Mortensen hann av. NSÍ telist framvegis millum oddaliðini í 2. deild. Men sjálvandi verður tað torført hjá teimum at varðveita ta støðuna, tá felagið eisini er umboðað í bestu deild- ini. Á Skálafjarðarstev- nuni fær NSÍ komandi leygardag vitjan av hinum Suðuroyarliðnum í næst- bestu deildini. Royn skal spæla í Runavík leygar- dagin. TB man fara at standa seg hampuliga væl í 2. deild. Men tað er týðuligt, at um tað eydnast at flyta upp, so skal liðið styrkjast og hópurin skal gerast breiðari. Komandi leygardag áttu tað at verið líkindi hjá TB at fingið fulla úrtøku. Tá fáa teir vitjan av KÍ, sum er aftast í 2. deild. JH NSÍ–TB 1–2 (0–1) 0–1: Bárður Dimon 0–2: sjálvmál 1–2: Dagfinn Olsen br 2. deild: Aldursforsetin, sum seinnu árini hevur verið saknaður, hevur nú aftur sett kós móti bestu føroysku fótbóltsdeildini Seinna umfarið var bólturin aloftast á sandoyarhálvuni, og fýra ferðir eydnaðist tað Heðini og liðfeløgunum at finna meskarnar aftan fyri Waldemar Nowicki Mynd: Emil Joensen TB sendi runavíkingar niðureftir á stigatavluni, tá tað eydnaðist at vinna tepran 2-1 sigur í Runavík Mynd: J. Jacobsen