Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 VB er í løtuni millum bestu liðini í føroyskum fótbólti. Tað varð staðfest, tá vág- bingar hvítusunnuaftan vór- u á grasinum á Svanga- skarði, har teir vunnu 2–1. Harvið tóku teir seg fram á triðja plássið. – Tað sær gott út. Nú hava vit heimavøll tvær ferðir, og so ræður um, at vit ikki gera nakað býtt. Vit eiga at hava møguleika at fáa øll stigini, bæði tá toppliðið úr B36 vitjar, og tá vit á jóansøku skulu spæla móti sumbing- um. Men í báðum dystunum kunnu vit kiksa, um vit ikki eru fult og heilt savnaðir um uppgávuna, sigur Bjarni Jo- hansen, sum ikki hevði so nógv at gera í VB málinum á Svangaskarði hvítusunnu- aftan, sum hann fleiri aðrar ferðir hevur havt at gera í ár. Vágbingar fingu bæði málini, tá fyrra umfarið var hálvrunnið, og tað hevði einki forgjørt verið í, um teir hesa løtuna høvdu skorað eini tvey mál afturat. Spælandi venjarin, Krzy- sztof Popczynski, var tvær ferðir leysur við Magnusi Poulsen. Aðru ferðina kroy- sti málverjin álopsmannin at senda dygst skeivu megin stólpan, og hina ferðina bjargaði Magnus Poulsen skotroyndini. Popczynski hevði eisini ein góðan stút- ara, men hann fór akkurát skeivu megin stólpan. VB hevur stóra tyngd í álopspartinum, og teir tók- tust trívast væl á grasvølli- num. Útlendingarnir allir stóðu sterkir í myndini. Jan- us Kjærbo var drúgvur á verjukenda miðvallarpláss- inum, Tórður Holm og Mil- an Kulic vóru góðir at seta í gongd mitt á miðvøllinum, og Palli Augustinussen í høgru og Jón Pauli Olsen í vinstru vóru álopshugaðir vongverjar, sum vóru væl við í spælinum. Bæði VB málini vórðu skorað eftir hornaspark. Hitt fyrra fekk Robert Ciesle- wicz, eftir at Milan Kulic hevði sent til handara stólp- a, haðani Jón Pauli Olsen stútaði innfyri aftur, og hitt seinna fekk Palli August- inussen, eftir at eitt sindur av aftur og fram var staðist av, tá toftamenn ikki megn- aðu at rudda burtur. Í 2. hálvleiki fekk Robert Cieslewicz ein veldugan møguleika at økja um leið- sluna. B68 málverjin kiks- aði, tá hann skuldi sparka fram á vøllin. Bólturin fór eftir jørðini til pólverska á- lopsmannin, men hann tók- tist so ovfarin at óvæntaða møguleikanum, at hann smekkaði bóltin omanfyri málið, ístaðin fyri at rulla hann í tóma málið. Megnaðu ikki at opna Heimaliðið legði bragdliga fyri, og tá teir skjótt fingu Kanska var mettan ov stór hjá sumbingum. Í hvussu so er, sást tað týðuligt, at svongdin hjá NSÍ eftir at fáa stig og vinna var øgilig, tá teir hvítusunnuaftan vóru suðuri á Krossinum í Sum- ba. Gestirnir høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini. Málið tóktist vera, at brúka breiddina á vøllinum og at spæla skjótt fyri at sleppa undan nærdystunum, og tað eydnaðist væl. Sumbingar lógu ov langt frá monn- unum, og teir vóru langt í frá so ágangandi, sum teir ofta hava verið. Men hóast NSÍ hevði eina røð av møguleikum í fyrra umfar- inum, so eydnaðist teimum NSÍ skoraði seks mál í hálvan tíma Dánial Hansen, sum ikki hevur spælt í NSÍ álopinum síðani í dreingjaáru- num, gjørdist stóri maðurin, tá hann skoraði fýra mál, meðan sumbingar hug- du at ikki at fáa mál. Teir raktu í stólpan, og teir komu inn um Eigil Olesen, men teir sendu í skeivu megin í síðu- netið. Í fyrra umfarinum høvdu sumbingar ein hampuliga stóran møguleika, men To- majek sendi við síðuna av. Í 2. hálvleiki hevði Sumba heilt lítið at siga. Teir sendu onkrar høgar bóltar í brots- teigin, men tað spurdust ongantíð veruligur málmøg- uleikar burturúr. Broytingarnar Trygvi Mortensen mundi hava havt sítt at hugsa um í vikuni upp undir tað, ið iva- leyst væl kundi havt verið lagnudysturin hjá honum sum venjara. Eftir at hava tapt fýra ferðir upp í slag, var kravið trý stig, og sjálvt um tað ikki eydnaðist at fáa hol á undan steðginum, so var sigurin rudduligur. Tá B36 vitjaði í Runavík, var verjumaðurin Kári Han- sen á miðvøllinum. Tað riggaði einki serligt. Í Sum- ba var Kári aftur í miðver- juni, har hann og Arnfinn Langgaard hildu púra tætt. Dánial Hansen hevur ikki havt tann undanvindin í miðverjuni og á miðvøll- inum, sum góðu fótbólts- evnini áttu at borið við sær. – Dánial plagdi at spæla í álopinum í yngru deildu- num. Vit mettu tað vera eina roynd at seta hann í álopið fyri at vita, um hann fram- vegis hevði máltevið. Hann er góður við høvdinum, hann hevur góðan bóltfør- leika, og fótbóltsskilið áttu at havt við sær, at hann og Gert Langgaard kundu fáa gagn av hvørjum øðrum. Tíbetur vísti hetta seg at eydnast væl, tí úrtøkan var stór, sigur Trygvi Morten- sen, sum vónar, at tey trý stigini í Sumba fara at økja um áhugan fyri fótbóltinum á stevnuni, sum verður í Runavík um vikuskiftið. Dánial og málini NSÍ fekk hol á, tá seinna umfarið var eitt lítið korter gamalt, og síðsta hálva tím- an skoraðu teir seks ferðir. Teir høvdu møguleikar til uppaftur fleiri mál, men royndirnar vóru kanska ikki altíð so nærlagnar síðstu løt- una. Tá vóru teir á heima- liðnum bara níggja á vøll- inum. Miðvallararnir Hallur Dam Joensen og Eirikur Jo- ensen fingu boð um at fara av vøllinum, tá teir sóu gula kortið aðru ferð. Hallur reyk út, tá 70 minuttir vóru farnir, og Eirikur reyk út, tá tað restaðu seks minuttir. Djóni N. Joensen var komin afturíaftur eftir skað- asteðg í fleiri vikur. Tað styrkti um tyngdina á mið- vøllinum, og Djóni skoraði fyrsta málið, tá hann stýrdi hornasparksinnleggi úr høg- ru frá Eddie Mikkelsen í málið. Og so skoraði Dánial Hansen hartrikk. Fyrst stút- aði hann hornasparksinn- legg úr høgru frá Sjúrða Ja- cobsen í málið, so skoraði hann eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Gert Lang- gaard, og so fór hann einsa- mallur og setti bóltin fram- við Eigili Olsen. Gert Langgard var leystur í brotsteiginum, tá hann økti til 5–0, og tað var ein góður minuttur eftir, tá Dánial staðfesti rimmarsigurin. Tað gjørdi hann, eftir at Ian Høj- gaard var vorðin leysur í vinstru, hevði drigið inn við baklinjuni og spældi útfrá. jh Sumba: Eigil Olesen – Mortan úr Hørg, Spasojé Biberdzic, Marlon Kjærbo, Hans Já- kup Thomsen, Bergur Winther – Hallur Dam Jo- ensen, Eirikur Joensen, Ni- cola Biberdzic, Spasoje To- majek – René Thomsen NSÍ: Rúni Joensen – Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Lang- gaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen – Sonni L. Peter- sen, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen – Gert Langgaard, Dánial Hansen Vágbingar nærkast toppinum 1. deild: Greiða yvirvágin seinna partin av fyrra umfarinum var nóg mikið at taka øll stigini við at Svangaskarði úrtøku burturúr, kundi tað tykjast sum um teir fóru at hava tamarhald á. Men so- leiðis tørnaði tað als ikki út. Málinum bilti einki. Já- kup Eli Olsen sneiddi ein av í vinstru, áðrenn hann smekkaði innfyri. Súni Fríði Johannesen tamdi tætt undir málinum, fekk bóltin um strikuna og megnaði harvið at varðveita í miðal eitt mál í hvørjum landskappingar- dysti. Men B68 fekk einki burt- urúr. Málið hjá teimum setti eld í VB, og sjálvt um heimaliðið í 2. hálvleiki hevði bóltin nógv meiri enn mótstøðumenninir, so megnaðu teir so at siga ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Súni Fríði Johannesen hevði eina lumpisliga skotroynd, sum Bjarni Johansen tók sær av. Annars var talan um spæl fram móti brotsteiginum og onkuntíð høgar bóltar í brotsteigin. Heimaliðið tóktist ikki at hava tað eyka yvirskotið og tann viljan, sum skal til á grasinum fyri at skapa spentar støður frammanfyri málinum. Verjuspælararnir vóru dugligir at fara fram- við, men søgan var tann sama, og harvið tapti B68 fyri aðru ferð á heimavølli í ár. Tað er dýrt, tá tú droymir um at vera við í stríðnum um pláss í Europa Cup! jh B68: Magnus Poulsen – Jan Pe- tersen, Jan C. Dam, Arn- bjørn Danielsen, Jákup Djurhuus, Jákup Eli Olsen – Marlon Jorge, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen – Marcello Marcellino, Súni Fríði Johannesen VB: Bjarni Johansen – Palli Au- gustinussen, Predrag Ziv- kovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Pauli Olsen – Tórður Holm, Janus Kjærbo, Milan Kulic – Ro- bert Cieslewicz, Krzysztof Popczynski EB/Streymur aftur fremst 2. deild: Hóast teir royna at leggja dent á, at teir í løtuni eru í fer við at byggja eitt nýtt lið upp, so er felagsliðið í eysturoynni millum heitastu boðini til beinleiðis uppflytingarplássið Jákup Mørk EB/Streymur-B36 4-1 (2-0) Tá tað fyri sjey árum síð- ani varð gjørt av, at EB og streymur skuldu leggja saman í eitt felag, gekk ikki long tíð, fyrr enn hetta gav úrslit. Tað eydnaðist nevnliga beinan vegin hjá nýggja liðnum at flyta upp, men eftir steðgurin í bestu deildin ivar tó stuttur, og í 1995 var felagsliðið aft- ur at síggja í aðru deild. Ringa byrjan Síðani tá hava teir verið fastir fúsir í næstbestu deildini, og stríðið hevur snúð seg meira um at bjarga lívinum í deildini, heldur enn at tosa um uppflyting. Alfotast hevur hetta verið orsakað av eini vánaligari byrjan upp á árið, men hetta sær nú út til at vera broytt. Felagsliðið hevur nevn- liga fingið eina góða byrjan upp á árið, og í løtuni er teir á fremsta sessinum, tó at tað bert er málmunurin, sum heldur teir framman fyri TB. Eingin ivi Leygardagin kom so næst- besta liðið hjá B36 á vitjan, og her var eingin slingur í valsinum hjá heimaliðnum. Talan gjørdist nevnliga um ein tryggan 4-1 sigur, og hóast B36 í løtum var væl við, so mundi sigurin sum so vera í lagi. Heimaliðið hevði betra spælið meginpartin av fyrra hálvleiki, og teir fingu eisini tvey mál, sum Jón Sigurd Gleðisheygg og Knút Vest- urtún stóðu fyri. Tað fyrra eftir innlegg úr vinstru, meðan seinna var úrslit av einum langskoti, sum tók í verjuleikara á vegnum. B36 hevði kanska yvivág í spæli í løtunum kring hálv- leikssteðgin, men hóast teir høvdu nakrar naskar royn- dir, so fingu teir bert tað eina málið, sum Tórálvur Poulsen syrgdi fyri, tá hann sendi fríspark beinleiðis í málið. Seinasta partin av dyst- inum var heimaliðið aftur omaná, og og tá fyrst Brian Jensen og síðani Finnbjørn Zachariassen sendu skot í netmeskarnar, var allur ivi um úrslitið ruddaður av veg- num. Enda væl Sum áðurnevnt, so hevur byrjanin hjá EB/Streymi verið betri enn vanligt í ár. Megna teir eisini at hava eina eins góðu seinnu hálvu, sum teir vanliga hava, er einki at taka seg aftur í, at teir eru millum heitastu boðini til beinleiðis uppflytan, men áðrenn tað kemur so langt, standa ellivu stræv- nir dystir á skránni. EB/Sttreymur-B36 4-1 (2-0) 1-0: Jón Sigurd Gleðis- heygg 2-0: Knút Vesturtún 2-1: Tórálvur Poulsen 3-1: Brian Jensen 4-1: Finnbjørn Zachari- assen Fyri aðru ferð í ár eydnaðist tað vágbingum at vinna á Toftum. Hesu ferð varð sigurin vunninr á grasinum, sum ikki tóktist geva heimaliðnum nakran serligan fyrimun Mynd: J. Jacobsen Javnt í Hvalba 2. deild: Fuglfirðingar lótu annað stigið verða eftir, tá teir um viku- skiftið royndu seg á grasinum Jákup Mørk Royn-ÍF 2-2 (1-1) Fyrstu umførini av hesum kappingarárinum vildi so at siga einki rigga hjá hvalbingum, sum noydd- ust at síggja hini liðini strúka avstað, meðan teir sjálvir lógu sørir í botn- inum. Royn toyggir seg fram Seinastu umførini hava tó givið aðrar ábendingar, og so við og hava hval- bingar savnað sær alt meira stig saman. Leygardagin komu fuglfirðingar so á vitjan, og hóast talan her er um eitt av liðunum, sum frammanundan verður mett millum tey sterkastu í deildini, so so tóktist teir á heimaliðinum als ikki at vera imponeraðir av hesum. Hvalbingar løgdu seg nevnliga tvær ferðir á odda, men báðu ferðirnar eydnaðist tað kortini mót- støðumonnunum at javna sutta løtu eftir leiðslumál- ið. Miðskeiðis í fyrra hálv- leiki legði Allan Mich- elsen heimaliðið fram um, eftir at hann varð spældir leysur framman fyri málið. Fuglfirðingar bíðaðu tó ikki leingi, tí bert einar tveir minuttir seinni, hevði Rúni Just- inussen høvdið á einum frísparksinnleggi, og so var javnleikur. Óskipað spæl Søgan endurtók seg í seinna hálvleiki. Fyrst var Birgir Jørg- ensen fyrstur á einum frí- sparksinnleggi, men løtu seinni var Jákup Bald- vinsson spældur leysur, so javnvág aftur var í roknskapinum. Sum skilst, so var talan sum so ikki um nakran væl spældan fótbóltsdyst, og serliga varð hildið, at nógvar tilvildarliga støður ímomu, tí menn ikki vóru vanir at spæla á grasinum. Yvirhøvur mundi javn- leikur tó vera á eini leið, hóast hvalbingarnir helst iðra seg um, at tað tvær ferðir eydnaðist teimum at blaka leiðsluna burtur. Royn-ÍF 2-2 (1-1) 1-0: Allan Michelsen 1-1: Alvi Justinussen 2-1: Birgir Jørgensen 2-2: Jákup Baldvinsson KÍ framvegis niðast 2. deild: KÍ er framvegis niðasta liðið í deildini, men tølini siga ikki alla søguna Jákup Mørk LÍF-KÍ 0-3 (0-0) Tølini tala onkuntíð týð- uligari enn gott er, og hetta hildu klaksvíkingar eisini um útidystin móti LÍF leygardagin. Í stórum pørtum av dystinum var KÍ nevnliga væl við, og m.a. áttu teir tveir risastórar møguleik- ar í fyrra hálvleiki, uttan at hetta tó gava nakað mál av sær. Avgjørdu í seinna Heimaliðið setti alt upp á pláss fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Fyrsta málið kom, tá Petur Sjúrðarberg slapp at standa leysur við horna- spark og ótarnaður sendi bóltin í málið. Stutt eftir økti Erik Ler- vig, tá hann sera hegni- sliga lyfti upp um verju- leikara, áðrenn hann fluktaði bóltin í málið. Eitt sera vakurt mál, sum neyvan verður endurtikið í bræði. Áðrenn KÍ leikararnir vóru komnir fyri seg, hev- ði Jonhard Høgnesen av- gjørt dystin, tá hann úr høgru langaði bóltin flatt við handara stólpa. Klaksvíkingar vunnu ongantíð aftur á skelk- inum, og seinasta hálva tíman kundu leirvíking- arnir so koyra sigurin heim. LÍF-KÍ 3-0 (0-0) 1-0: Petur Sjúrðarberg 2-0: Erik Lervig 3-0: Jonhard Høgnesen Mest javnleikir Føroyingarnir, sum um vikuskiftið vóru í dysti uttanlands, spældu fyri tað mesta javnt Jákup Mørk Á Hásteinsvøllinum í Vestmannaoggjunum var føroyingauppgerð, tá Leiftur kom á vitjan hjá ÍBV. Talan gjørdist um ein málleysan javnleik, og einki er at taka seg aftur í, at teir av Ólafsfirði munnu vera best nøgdir við hetta úrslitið, sum tryggjaði teimum triðja stigið á árinum. Møguliga vísti úrslitið, at vend nú er um at koma í hjá Leiftri, sum hevur fingið eina stak vánaliga byrjan upp á árið. Í øll- um førum hevði stigið við sær, at teir lyftu seg av niðurflytingarsessi- num í bestu íslendsku deildini, har teir nú eru nr. 8 av 10 liðum, Pál liggur best fyri Hitt føroyska liðið, ÍA, við Una Arge, sum tó ikki fær spælt í løtuni, megnaði at vinna tepran 1-0 á Stjarnuni, sum við einum stigi er niðasta liðið í deildini. Sigurin viðførdi, at ÍA nú er um at fáa rættuliga samband við oddaliðini í deildini, og eru tað í løtuni bert tý stig upp til KR, sum er einsamalt á fyrsta plássinum, tó at fleiri lið eru beint aft- anfyri. Menninir hjá Páll Guðlaugssyni í Keflavík teljast eisini millum lið- ini í oddinum. Teir leiktu málleysan javnleik móti Fram, sum er á 7. plássi, og hetta hevði við sær, at Keflavík datt eitt pláss niður á stigatalvni, har teir nú eru á 4. plássinum. Vann Keflavík dystin, høvdu teir vunnið seg upp á liðina av KR, men so varð kortini ikki hesa ferð. Hans Fróði framvegis úti Í næstbestu norsku deild- ini máttu Julian Johnsson og Kurt Mørkøre enn einaferð klára seg uttan hjálp frá Hans Fróða Hansen. Mánakvøldið leikti Sogndal móti Strømsgod- set, sum er annað av liðunum, sum longu hev- ur sett kós uppeftir, og endaliga úrslitið gjørdist javnleikur, 1-1. Sogndal legði seg ann- ars á odda tá 28 minuttir vóru leiktir, men Strøms- godset javnaði fýra min- uttir seinni. Málið hjá Strømsgodset skeyt navn- frami Jostein Flo. Hóast teir vóru ein mann í yvirtali seinasta hálva tíman, eydnaðist tað ikki Sogndal at avgera dystin til egnan fyrimun. Líkt er tó til, at Sogndal eftir eina laka byrjan hev- ur fingið meira glið á spælið, og í løtuni eru teir á einum sætta plássi, og fjarstøðan upp til uppflyt- ingarsessirnar tykist ikki vera alt ov stór. Liðið hjá Una Arge var einasta føroyska útiseta- liðið, sum vann ein sigur um vikuskiftið Sumba vardi borg í trý korter, men í seinna hálvleiki skrædnaði fullokomuliga