Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juni 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 111 - 14. juni 2000 JÁKUP MØRK FS Vágar-GÍ 0-0 GÍ víðari við 4-3 samanlagt Eftir tepra tapið í Gøtu í fyrry hálvfinaluni, vóru helst fleiri vágafólk, sum hómaðu møguleikan fyri einum heldur óvæntaðum finalusessi í steypakapp- ingini. Dysturin móti GÍ leyg- ardagin hevði helst eisini sítt at siga í hesum sam- bandi. Her megnaðu vága- menn endiliga at prógva, at tað ber til at vinna móti lið- um í bestu deildini, og fyri sjálvsálitið hevði hesin sig- ur helst alstóran tydning. Tamt i fyrra Fyrra umfarið av dystinum mánadagin gav eisini á- bendingar um, at tað kanska kundi eydnast vágamonn- um at fáa ein sigur móti gøtumonnunum, sum als ikki tykjast hava funnið rætta spælið fram í ár. GÍ hevði vindin í ryggin, og hetta viðførdi eisini, at teir høvdu góðar fortreytir fyri at leggja trýst á vága- liðið. Teir heilt stóru møguleik- arnir varð tó sjáldan talan um, tó at Remi einar tvær ferðir noyddist út í fulla longd at verja fyri skotum frá ávíkavist Magna Jarn- skor og Súna Olsen. Vága- menn vóru tó ikki sørir, og við eitt sindur av hepni kun- di eisini eydnast Kim Poul- sen at lagt heimaliðið fram- um, men tvørstongin bjarg- aði fyri GÍ. Vandamiklir deyðbóltar Seinna umfarið hevði heimaliðið vindin í ryggin, og tað tóktist eisini greitt, at teir ætlaðu at gagnnýta henda sum best. Hetta hevði eisini einstak- ar vandamiklar støður fram- man fyri GÍ málinum við sær, men hinvegin var eisini um reppið, at GÍ brádliga avgjørdi dystin, tá Remi við eini frálíkari bjarging forð- aði fyri, at Bartal Eliasen stútaði bóltin í málið. Í hinum endanum var mesti vandin á ferð, tá verjurisin, Darius, kom sær framvið í deyðbóltsstøðum, og eina ferð tók bólturin í stólpan, áðrenn GÍ verjan fekk ruddað bóltin burtur. Eisini gav støðuga trýstið einstakar aðrar møguleikar, men í flestu førum gjørdist talan um skot úti frá, harav eitt frá Tór-Ingar Akselsen tók í tvørstongina á vegnum út. Sum tíðin gekk, tóktist tað alt meira sannlíkt, at gøtumenn skuldu megna at standa móti trýstinum. Tað var sjónligt, at teir høvdu royndirnar, sum eru so týd- ningarmiklar í slíkum dyst- um, og hóast tað onkuntíð stóð nógv á, so var ongantíð líkt til, at talan skuldi gerast um ræðslukent verjuspæl. Geva altíð alt Seinastu løtuna av dystinum royndu vágamenn at flyta alt fólkið fram, og royndu Hava ikki mist takið á hornunum Løgmanssteypið: GÍ megnaði at halda tætt móti vágamonnum, og tískil brast dreymurin hjá samansetta liðnum um at røkka finaluni í steypakappingini teir so at senda langar bóltar móti høvdinum á Darius. Nærmast eini avger mundu teir tó vera, tá Bartal Eliasen skuldi leggja aftur til Sunn- vard, men í staðin stútaði beint fram við stólparótini. At Remi so eisini kom fram við til eftirfylgjandi horna- sparkið nyttaði heldur einki, og tá Lassin so floytaðu fyri seinastu ferð, kundu GÍ leikararnir fegnast. Finalusessurin í sjálvum sær er sjálvandi ein góð or- søk at fegnast um, men gleðin á gøtumonnunum botnar helst eisini í, at teir við samanlagda sigrinum á vágamonnum framvegis hava møguleikan at fáa okk- urt burtur úr einum kapp- ingarári, sum hevur verið alt annað enn væl eydnað hig- artil. Sjálvandi kunnu teir framvegis gera onkrar skreytir í landskappingini, men við tíggju stigum upp til ovasta liðið tykist tað ó- sannlíkt, at teir skulu røkka nøkrum í so máta hetta kappingarárið. Nú eru teir bert ein dyst frá sigri í steypakappingini, og hóast HB helst má met- ast sum favorittur at vinna finaluna, so hevur søga seinastu tíggju árini lært okkum, at tá tosað verður um GÍ, verður eingin avgerð tikin, fyrr enn leikararnir hava givið alt tað teir orka í 90 minuttir ella so leingi, sum dómarin ikki hevur blást dystin av. FS Vágar-GÍ 0-0 FÍ víðari við 4-3 samanlagt Dómari: Lassin Isaksen FS Vágar: Remigius Mikoliunis, Emil Hentze, Zylvanius Sudis, Darius Magdisauskas, Rim- vydas Bakus – Tór-Ingar Akselsen, John Johansen, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen – Birgir Jo- ensen, Kim Poulsen GÍ: Sunnvard Joensen – Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Martin Thomsen – Rúni Justinussen, Helgi L. Peter- sen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Súni Olsen – Hans Pauli Petersen, Henning Jarnskor Vandi tóktist vera á ferð, tá Darius kom fram við í teimum deyðbóltsstøðum, sum vágamenn vunnu sær Mynd: Álvur Haraldsen Endaðu arbeiðið Løgmanssteypið: HB lat ongan iva vera um samlaða sigurin á VB JÁKUP MØRK VB-HB 1-2 (0-1) HB víðari við 8-3 sam- anlagt Eftir at hava vunnið greiðan 6-2 sigur á VB í fyrru hálvfinaluni, mundu tey fægstu vera í iva um, at HB at hevði tryggjað sær sessin, áðrenn farið varð á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági. Løgdu ikki ov nógv fyri Tað tóktist eisini greitt, at liðini bæði vóru fullgreið um, at hendan hálvfinalan í roynd og veru var av- gjørd, og tí legði einki av liðunum ov nógv fyri, so- leiðis at skaðar og annað kundu gera um seg og kanska skapa ófrið í oddastríðnum í lands- kappingini, har bæði lið- ini eru heilt væl við. HB byrjaði heldur meira verjukent enn teir hava gjørt í undanfarnu dystunum, og serliga merkisvert var, at teir nú høvdu skift til eina 3-5-2 spælskipan, soleiðis at talan varð um beinleiðis mansverjan av teimum báðum pólsku áleyparu- num hjá VB. Hvønn mun hetta hevði gjørtí samlaða úrslitinum er ilt at siga, tí VB royndi so at siga ongantið at leggja veruligt trýst á HB liðið. Málini Trý mál komu í dystinum, og av hesum átti HB sum kunnugt tvey. Bárður Mortansson skey einasta málið í fyrra hálvleiki, eftir at Ingi og hann høvdu VB hálvuna fyri seg sjálvar, og Ingi valdi at trilla til unga á- lopsmannin, heldur enn at royna sjálvur. Seinna umfarið varð tað Jón Rói, sum fekk VB hálvuna at renna á, eftir at Rúni Nolsøe stakk inn um VB verjuna, og heldur ikki hann sveik álitið. VB fekk at enda pyntað um úrslitið, eftir at Jón Gærdbo av brotsteigar- markinum smekkaði til, tá bólturin varð spældir innfyri úr vinstru. Greipan á veg? HB hevur sostatt enn einaferð leikt seg í steypa- finaluna, og skal talan aft- ur í ár gerast um ein greipuvinnara, er einki at ivast í, at HB er einasta liðið, sum hevur ein veru- leikakendan møguleika fyri hesum. Við spælinum, sum ungu havnarmenninir hava sýnt seinastu dystir- nar, er heldur ikki óhugs- andi at so verður. Týd- ningarmikið er tó, at teir taka ein dyst í senn, og ikki fara at hugsa tveir trígggjar og fýra dystir fram. Megna teir hetta tykist greipan als ikki at vera langt burturi, men tað kann eisini vera, at vit øll eru klókari um knappan mánað, tá GÍ hevur vitjað á Tórsvølli. VB-HB 1-2 (0-1) HB víðari við 8-3 sam- anlagt 0-1: Bárður Mortansson 0-2: Jón Rói Jacobsen 1-2: Jón Gærdbo Dómari: Kim Ejdesgaard VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Eyðun Jacob- sen, Magni Jacobsen, Jón Pauli Olsen - Palli Au- gustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic, Janus Kjærbo - Krzysof Pop- czynzki, Robert Ciesle- wicz HB Bárður Johannesen - Hans á Lag, Jóhannis Jo- ensen, Símun Eliasen - Ingi Rasmussen, Rói Ár- ting, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl, Janus Joensen - Bárður Mortansson, An- drew av Fløtum Bárður Mortansson skeyt annað av málu- num hjá HB móti VB Bólkur A Bólkur D Bólkur C Bólkur B Komandi dystir: 17.06 Rumenia-Portugal 17.06 Ongland-Týskland 20.06 Ongland-Rumenia 20.06 Portugal-Týskland Komandi dystir: 16.06 Kekkia-Frakland 16.06 Danmark-Holland 21.06 Danmark-Kekkia 21.06 Frakland-Holland Komandi dystir: 13.06 Spania-Noreg 13.06 Jugoslavia-Slovenia 18.06 Slovenia-Spania 18.06 Noreg-Jugoslaivia 21.06 Jugoslavia-Spania 21.06 Slovenia-Noreg Komandi dystir: 14.06 Italia-Belgia 15.06 Svøríki-Turkaland 19.06 Turkaland-Belgia 19.06 Italia-Svøríki Týskland Rumenia 1-1 (1-1) 1-0:Moldovan 3. 1-1: Scholl 27. Portugal-Ongland 3-2 (2-2) 0-1: Scholes 3. 0-2: McManaman 18. 1-2: Figo 22. 2-2: J. Pinto 37 3-2 Gomes 59. Belgia-Svøríki 2-1 (1-0) 1-0: Goor 43. 2-0: E. Mpenza 46. 2-1: Mjallby 52. Turkaland-Italia 1-2 (0-0) 0-1: Conteh 52. 1-1: Ogan 61. 2-1: Inzaghi (br.) 70. Frakland-Danmark 3-0 (1-0) 1-0: Blanc 16. 2-0: Henry 64. 3-0: Wiltord 92. Holland Kekkia 1-0 (0-0) 1-0: F. de Boer (br.) 88. Støðan v j t mál stig 1 Portugal 1 0 0 3-2 3 2 Týskland 0 1 0 1-1 1 3 Rumenia 0 1 0 1-1 1 4. Ongland 0 0 1 2-3 0 Støðan v j t mál stig 1 Frakland 1 0 0 3-0 3 2 Holland 1 0 0 1-0 3 3 Kekkia 0 0 1 0-1 0 4 Danmark 0 0 1 0-3 0 Støðan v j t mál stig 1 Spania 0 0 0 0-0 0 2 Noreg 0 0 0 0-0 0 3 Jugoslavia 0 0 0 0-0 0 4 Slovenia 0 0 0 0-0 0 Støðan v j t mál stig 1 Belgia 1 0 0 2-1 3 2 Italia 1 0 0 2-1 3 3 Svøríki 0 0 1 1-2 0 4. Turkaland 0 0 1 1-2 0 EURO 2000 endaspælið JÁKUP MØRK Eftir góðveðrið í mei mán- aði, vóru helst mong, sum við gleði bitu merki í, at lágtrýstini við regni og vindi komu um okkara leið- ir móti endanum av und- anfarnu viku. Hetta gav sofaíðkarunum møguleika at sita inni í hyggja at EM-fótbólti held- ur enn at striðast við at spula tún ella lúka í urtagarðinum, og at døma efdir dystunum higartil, verður talan kanska als ikki um nakað keðiligt endaspæl. Gott undirhald Vanliga verður tikið til, at fyrstu dystirnir í endaspøl- unum eru teir keðiligast at hyggja at. Aloftast eru liðini so ræðslusligin fyri at tapa fyrsta dystin, at tey gloyma alt um álopsfótbólt, og í- staðin leggja doyðin á, at mótstøðuliðið ikki skorar, men soleiðis tykist ikki at vera í ár. Eftir ein opningsdyst, sum, hóast hann ikki var av teimum bestu, var nakað væl frægari enn so nógvir aðrir av hesum slag, hava vit longu nú sæð nakrar heilt góðar dystir, sum hava gjørt sítt til, at vónirnar um eitt gott fótbóltssummar framvegis liva – og liva væl. Ring norðurlendsk byrjan Meðan hvørki Belgia ella Svøríki vístu seg at vera eitt av teimum, sum roknast skal við, so góvu hini bæði liðini í bólkinum okkum ein undirhaldandi dyst. Serliga tóktist Italia at vera væl fyri og spældu meira álopssinað enn leingi, men turkarnir vera undir ongum umstøð- um nakar gloypibiti hjá Bel- gia ella Svøríki. Sæð við føroyskum eyg- um, hevði dysturin hjá Dan- mark kanska størsta áhugan, men mest áhugaverda við dystinum var, at Frakland aftur er farið at spæla sum heimsmeistarar. Verður sæð burtur frá fyr- sta korterinum ella so, vóru fransmenninir fleiri klassar omanfyri danir, og serliga tóktist miðvøllurin og álop- ið at rigga væl. At enda vóru danir so móðir, at teir valla fingu runnið seinasta kort- erið, og í roynd og veru kun- di franski sigurin verið størri, um leikararnir høvdu havt áhuga í hesum. Órættvíst kekkikst tap Hini bæði liðini í bólkinum prógvaðu í hvør sínum hálv- leiki, at heldur ikki móti teimum, skulu danir rokna við nøkrum løttum stigum. Eftir at heimaliðið í fyrra hálvleiki hevði havt tam- arhald á tí mesta, blakaðu kekkar alt varnið fyri borð seinna umfarið, og tað tók- tist heldur órættvíst, at hol- lendingar skuldu fáa sigurs- málið, tá Frank de Boer setti brotsspark í netið, eftir at tvíburðabróðir hansara fekk tiltuskað sær eitt heldur tunt brotsspark. Hóast talan í allar mátar var um ein órættvísan sigur, so er kortini ikki vist, at føroysku hyggjararnir tóku synd í kekkum, sum høvdu royndir á bæði stólpa og tvørstong í seinna hálvleiki. Hagi enn í serflokki Mánadagin varð so hol sett á bólk A, og eisini her gjør- dist talan um tveir sera á- hugaverdar dystir. Í tí fyrra, millum Týsk- land og Rumenia, prógvaðu rumenar enn einaferð, at hó- ast fleiri av stjørnum teirra nú eru komnir nakað upp í árini, so er framvegis dugur í teimum, og serliga stuttligt var at síggja Hagi, sum framvegis spælir sum ein unglingi. Spell at heimurin um stutta tíð ikki longur hevur møguleika at síggja hansara evni á einum fót- bóltsvølli. Týskland megnaði tó at fáa stig burtur úr dystinum, og hetta kann í øllum førum ikki sigast um Ongland. Hó- ast teir tíðliga í dystinum So byrjaði fótbóltssummarið Nei, sipað verður ikki til veðrið, men heldur til sjónvarpsskýggjan, sum komandi vikurnar fer at varpa landsdystirnar úr Hollandi og Belgia Donsku vónirnar fingu eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá danir vórðu spældir niður og norð av Fraklandi Risin, Koller, var alla tíðina ein stór hóttan, men Kekkia mátti at enda lúta fyri vertunum úr Hollandi komu á odda við tveimum málum, so megnaðu teir ikki at halda fast um leiðs- luna, og alt í alt var tað fult uppiborið, at tað ístaðin gjørdist Portugal sum vann 3-2 í einum dysti, sum helst var meira undirhaldandi enn væl spældur. Komandi dagarnir Eftir evstamark í gjár vórðu tveir dystir spældir, og uttan iva verður spennandi at síggja, hvussu norsku grannar okkara standa seg móti sponsku favorittunum, men eisini verður spennandi at vita, hvussu leikur fer, tá Slovenia og Jugoslavia skulu royna seg móti hvør- jum øðrum. Vónandi fer umtalan av hesum at snúgva seg um tað, sum fer fram á vøllinum heldur enn uttan- fyri. Í dag verður so at siga fótbóltsfrítt. Bert ein dystur á skránni, har vinnarin av Italia-Belgia kann gerast fyrsta liðið, sum tryggjar sær sess í fjórðingsfinalu- num. Jú, fyrstu dagarnir fram- man fyri skíggjan hava so avgjørt birt undir vónirnar til eitt frálíkt fótbólts- summar. Filippo Inzaghi helt høvdið kalt, og legði Italia á odda 2-1 móti Turkalandi