fríggjadagur 27. mai 2011síða 78
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
kappingin
Summar
Ráð 1: Kanna fleiri
heimasíður
Internetið er á tremur við
hotellum sum bjóða hotell
kømur. Tað kann tykjast
ørkymlandi, men gevur tær
samstundis møguleikar at
samanbera prísir hjá nógv
um ymiskum veitarum.
Ráð 2: Góð tilboð
Fylg við kampanju-
tilboðum sum lýst verður
við á netinum. Einfaldast
er at melda seg til
tíðindabrøv frá teimum
ymisku feløgunum sum
selja hotell – sum t.d.
Gotogate, Reisefeper,
Restplass, Ticket og onnur.
Ráð 3: Kanna hotellið
Tá tú hevur funnið
fram til eitt stað ið tær
dámar, gloym so ikki
at kanna heimasíðuna
hjá hotellinum. Nógvar
hotell-ketur bjóða
teir bestu prísirnar á
teirra heimasíðu, hóast
hetta kann skifta.
Uppaftur betri er, um
tú setir teg beinleiðis í
samband við hotellið.
Hesin framferðarhátt
urin er tann besti í
lágárstíðini og hotellini
ynskja at fylla kømrini.
Ráð 4: Bjóða
uppá kamarið
Tann ævintýrhugaði
kann fáa rættiliga
stóran avsláttur. Á
heimasíðunum priceline.
com og hotwire.com fært
tú høvið at bjóða uppá eitt
hotellkamar. Um boðið
verður góðtikið, ert tú
tvungin til at bíleggja her.
Ráð 5: Hvat sigi hini
Hvussu kanst tú vita,
at lýsingin talar satt og
at hotellið veruliga er
gott? Eitt hent amboð í
so máta er heimasíðan
tripadvisor.com, her tú
kanst lesa hvat aðrir
gestir halda og meina um
hotell kring allan heimin.
Ráð 6: Kanna
staðsetingina
Her ræður um at hava
eyguni við sær. Eitt prís
kvetti er neyvan eins gott,
um hotellið liggur 14
kilometrar frá miðbýnum.
Ráð 7: Tíðarbilið
Hotell eru ofta bíligari
um vikuskiftini enn
gerandisdagar. Hetta ger
seg serliga galdandi fyri
støð, har nógv handilsfólk
gista mitt í viku.
Ráð 8:
Vanliga ferðaskrivstovan
vil uttan iva geva tær
góð ráð um, hvussu tú
kemur fram til rætta
staðið, heldur enn at
brúka tíð og kreftir sjálvur.
Onkustaðni má ein gjalda
fyri hesa tænastuna,
men hon er skjótt spard
innaftur, um ein kemur
fram til besta tilboðið.
Ráð 9: Pakkaferðir
Tá ein skal bíleggja bæði
flogferð og hotell, kann
tað løna seg at leita eftir
flogfari og hotelli hvør
sær, og síðani hyggja
eftir tí sum ein pakkaferð
kostar. Eisini her kann ein
melda seg til tíðindabrøv
frá teim ymsu aktørunum.
Ráð 10: Í góðari tíð
Tað lønar seg annaðhvørt
at bíleggja tíðliga ella
í seinastu løtu.
Ráð 11: Fleiri tilboð
Fyri at sleppa undan at
verða snýttur, er tað eitt
gott hugskot at samanbera
fleiri ymisk tilboð.
Soleiðis kanst
tú búgva
– næstan - ókeypis
Við eitt sindur av ídni og tíð, kanst tú
fáa eitt hotellkamar nærum fyri einki.
Her koma nøkur ráð um, hvussu ein
kann bera seg at í hesum sambandi:
Lekkrir summarjakkar
til teir stóru sjeikarnar
Í Miðlon · Hoyvíksvegur 67 · 100 Tórshavn · Tel 321755