fríggjadagur 27. mai 2011síða 79
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sosialurin
Fríggjadagur 27. mai 2011 · Nr. 61
kappingin
Summar
Hepni vinnarin í Summarkappingini mikudagin var Mai-Britt Debes í
Havn. Hon og maðurin fara til Íslands í komandi viku.
– Ætla okkum at vitja Operahúsið
Hon var heppin henda dagin, hon
ringdi til Rás2. Tað er ikki lætt at
sleppa ígjøgnum, men henda dagin
lá væl fyri hjá Mai-Britt.
– Ja, tað lukkaðist so hjá mær.
Men tað var næstan so, at man ikki
trúði tí beinanvegin, at man slapp
ígjøgnum, sigur hon.
Teir fimm spurningarnir vórðu
rætt svaraðir, og 60 sekund seinni
kundi útvarpsmaðurin kunngera
henni, at hon hevði vunnið dagsins
vinning – eina ferð fyri tvey við At
lantsflogi til Reykjavík og uppihald
á Hotel Ørkini.
Sjálv hevur Mai-Britt verið í
Íslandi eina ferð áður, men tað var
líkasum ikki nóg mikið til allar upp
livingarnar sum býurin gevur.
– Reykjavík er ein deiligur býur
at vera í, og har er nógv at síggja og
nógv at fara til.
– Hesaferð ætla eg og maðurin í
øllum førum at vitja nýggja Opera
húsið, slær hon fast.
Sambært kappingini skal vinning
urin ”avgreiðast” innan ásetta tíð, og tí
fara tey við Atlantsflogi til Reykjavíkar
fríggjadagin í næstu viku.
Nýggja Operahúsið
í Reykjavík er eitt av
ferðamálunum hjá
Mai-Britt Debes, tá hon
fer hagar í næstu viku,
eftir at hava vunnið í
Summarkappingini hjá
Sosialinum og Rás2
Franskur hotdog og ein
1/2 litur Føroya bjór
35,-
bert galdandi í viku 22
blandað bomm
og soFt ice
landavegur 77