týsdagur 27. januar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 17 - 27. januar 2004
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Tað man vera langt síðani,
at Kyndil seinast hevur
vunnið somikið sannfør-
andi í Vestmanna, sum teir
gjørdu tað sunnudagin.
Sjey mál tala helst fyri seg í
so máta, men tað skal so
eisini leggjast afturat, at
nakrir partar av annars
stinna VÍF-liðnum full-
komuliga hoyknaðu undan
trýstinum, sum nú er komið
á liðið.
Trýst í eina løtu
Trýsti var annars nóg mikið
av til báðar partar, tá dyst-
urin byrjaði.
Úrslitini í fyrru hálv-
finalunum hava lagað tað
so, at bæði Kyndil og VÍF
hava tung tøk at taka, um
tey skulu verða partur av
nakrari finalu. Nakað sum
ivaleyst ger kravið um gott
úrslit í landskappingini enn
størri.
Men fyrstu longu løtuni
bendi alt á, at tað bara var
VÍF, sum megnaði at liva
upp til hetta kravið. Eftir
eina byrjan, har partarnir
líka sum kendu hvønn ann-
an á tonnunum, settu teir
gulu av álvara eld undir
ketlarnar, og eina langa løtu
varð leikluturin hjá Kyndli
bara tann hjá statistum, har
teir – uttan at hava nakra
ávirkan á útfallið – kundu
hyggja at eini lítlari hond-
bóltsframsýning hjá VÍF.
Ferðin á spælinum hjá
heimaliðnum var hesa løt-
una á einum støði, sum
sjáldan er sætt hetta sein-
asta árið í øllum førum.
Skjúttarnir hóttu og veng-
urnir tambaðu grønu verj-
una, og aloftast var Johan
Danielsen
fullkomuliga
seldur, tá skotini fuku um
oyruni á honum. Eyðkendu
rópini hjá heimaáskoðar-
unum rungaðu í høllini,
meðan tað tóktist valda
fullkomin tøgn á veing-
inum, har Kyndils-áskoðar-
arnir sótu.
Men stóra løtan hjá VÍF
var nú ikki so drúgv, tí so
líðandi fekk Kyndil fatur á
rætta endanum. Fyrst og
fremst fingu teir verjupart-
in at rigga nakað væl betri,
soleiðis at vestmenningar
ikki høvdu eins lætt við at
opna verjuna, og tá VÍF
samstundis misti nakað av
ferðini, sum teir høvdu havt
eina løtu, byrjaði dysturin
so spakuliga at koppa hin
vegin aftur.
Enn tóktist tað tó, sum
um Dejan Lacok í VÍF-
málinum skuldi gerast ein
sera drúgvur seinasti skansi,
og meira enn tað einu ferð-
ina forðaði hann Kyndli í at
taka seg alt ov skjótt upp
móti Vestmenningunum.
Men hóast hesa stokkutu
bjargingarlínu, so skarst tað
í steðginum ikki burtur, at
tað í løtuni var Kyndil, sum
hevði betra takið. Ikki
minst var stórur munur á
verjuspælinum hjá liðunum
báðum, har VÍF-verjan til
tíðir stóð víðopin. Somikið
opin, at Kyndil sjálvt í
undirtalsstøðu kundi toga
seg seinasta pettið upp á
javnleikinum fyri steðgin,
og eftir steðgin var ikki so
nógv, sum bendi á, at tað
skuldi eydnast heimalið-
num at mana grønu hóttan-
ina niður í jørðina aftur.
Styrkin er
nú veikleikin
Eina løtu megnaði VÍF tó at
fylgja við, men eftir fyrra
helmingin av seinna hálv-
leiki, tóktist alt vera mest
sum liðugt fyri teirra við-
komandi. Tá vóru teir
komnir afturút við nøkrum
málum, og andlitsbráðini á
bæði leikarum og áskoðar-
um mundu siga tað mesta
um tað, sum var at siga um
dystin fyri teirra viðkom-
andi.
Einki smíl og eingin
gleði var at hóma. Leikarar
vóru mest sum givnir at
koyra undir hvønn annan,
og heldur enn at royna at
hava tol við spælinum eina
løtu, varð fyri tað nógv
roynt í sjálvsøkni móti mál-
inum, og tá hetta heldur
ikki letur seg gera, fer tað
av álvara at blíva tungt.
Í so máta má næstan sig-
ast, at størsta styrkin hjá
VÍF seinnu árini í ár hevur
víst seg sum ein av heilt
stóru veikleikunum á lið-
num. Nevnliga stóra talið
av stórum profilum, sum
liðið hevur.
Seinnu árini hevur tað
næstan kenst soleiðis hjá
mótstøðuliðunum, at tað
hevur næstan kunna gjørt
tað sama, hvussu tey hava
roynt at vart fyri vestmenn-
ingunum, tí har hevur alla
tíðina verið onkur leikari,
sum hevur megnað at tikið
yvir, tá mest hevur staðið á.
Hetta hevur bara ikki
gingið í ár. Enn eru leikar-
ar, sum royna at taka
ábyrgdina á seg, tá mest
stendur á, men munurin
millum at »royna« og at
»megna« er stórur. Móti
StÍF mitt í vikuni mundi
stóri syndarin á liðnum
vera Sámal Joensen, sum tá
hevði eitt hav av misnýttum
skotroyndum, og hesa ferð
var tað so Áki G. Olsen,
sum stóð fyri tørni í so
máta. Heldur enn at sláa
kalt vatn í blóðið, tá spælið
ikki gekk eftir vild, gjørd-
ust royndir hansara alt
meira frustreraðar, og
strikurnar
undir
teiginum fyri mis-
nýttar skotroyndir,
mundu gerast heilt
nógva á blokkinum hjá
VÍF-beinkinum, sum tó
ikki framdi nakra útskifting
av teirri orsøk.
Sjávlandi telir tað skeiva
vegin hjá VÍF, at eitt nú
hvørgin av Olsen-brøðr-
unum var við sunnudagin.
Ingi hevur drigist við skaða
síðani landsliðsferðina í
baltisku londunum, og Áki
er nústaðni farin undir aftur
venjingina, eftir at hann
hevur verið úti tað mesta av
einum ári. Við teimum á
liðnum hevur VÍF eina
munandi
størri
skot-
styrki, men tá menn
eru skaddir, so kann
ikki
roknast
við
teimum, og so er
tað líkamikið, hvat
mundi og kundi
verið.
Stór breidd
í smølum hópi
Kyndil hinvegin tóktist bara
blíva betri og betri, so hvørt
sum minuttirnir gingu. Eins
og VÍF ger tað, so telir liðið
hjá Kyndli fleiri av stóru
profilunum í føroyskum
manshondbólti, men í mun
til teir hjá VÍF, so sýna
Kyndils-menninir í vetur,
hví teir verða roknaðir sum
profilar.
Tað gevur Kyndli ta hótt-
anina, sum VÍF annars hev-
ur átt so leingi.
Nevnliga at tað
altíð tykjast vera
leikarar á lið-
num, sum kunnu
taka ábyrgdina á
seg. Jacob Jóns-
son, Finnur Hans-
son, Janus Einar
Sørensen og Høgni
Klein tóktust hava eina
rotatiónsskipan
sína-
millum. Upp á skift
syftu teir týðandi skor-
ingar burtur úr ongum,
og at enda gjørdist
hetta ov nógv fyri VÍF,
sum skramblaði full-
komuliga
saman.
Seinastu 10 minuttir-
nar ella so gjørdust
rópini frá grøna
veinginum í høll-
ini alsamt harð-
mæltari, og hetta høvdu tey
eisini alla orsøk til. Ivaleyst
vóru nøkur útvarpstól mill-
um
áskoðararnar,
sum
kundu boða frá, at StÍF var
í ferð við at tapa sín dyst
hetta umfarið, og tí mundi
tað standa øllum greitt, at
Kyndil ikki bara slapp sær
av við VÍF í oddastríðnum.
Teir øktu eisini um frástøð-
una niður til næstu liðini,
og mugu nú roknast sum
greiðir favorittar í stríðnum
um gullkrónurnar, sum teir
ikki hava havt um hálsin
síðani á vári 1996.
Ta ferðina var tað helst
bara Jónleif Sólsker úr
núverandi hóp-
inum, sum var við á lið-
num, og sum so skuldi hann
als ikki verið við longur.
Eftir steypasigurin í fjør
boðaði hann nevnliga frá, at
nú var tað slutt við hond-
bólti í fremstu røð, men
smali hópurin hevur tó
gjørt sítt til, at hann so
spakuliga er tikin við aftur.
At byrja við var tað eina-
mest sum eitt slag av
»eyka-reserva«, varð sagt,
men hesaferð varð hann
stóran part av dystinum
nýttur til at avlasta viðleik-
ararnar, og við hondbólts-
fatan hansara er eingin
forðing fyri, at hann ikki
kann verða partur av enn
einum føroyameistaraheiti í
manshondbólti. Eitt heiti,
sum – um tað verður
veruleiki – verður hitt
tíggjunda í røðini fyri
hansara viðkomandi.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 23-30 (12-12)
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 7(1),
Agnar Joensen 6(1), John
Zachariassen 5, Áki G. Ol-
sen 2, Piti Negru 2(1), Har-
ald Bjørgvin 1
Kyndil: Janus Einar Søren-
sen 8, Josef Abrahamsen
6(2), Jacob Jónsson 5,
Finnur Hansson 4, Hans
Áki Dal-Christiansen 3(2),
Høgni Klein 3, Jónleif Sól-
sker 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 7
Útvísingar: VÍF 6, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen. Tað skerst ikki
burtur, at Piti Negru fær alt
annað enn nógvar gávur frá
dómarunum, og tað togaði
skeiva vegin í einum avriki,
sum annars var á eini leið.
Hóast Áki G. Olsen fleiri
ferðir royndi at taka málið í
egnar hendur, so kastaði
hetta ikki stórvegis av sær, og
fyri stóran part mátti hann
finna seg i leiklutinum sum
størsti syndarin í Vestmanna
sunnudagin
Hóast Áki G. Olsen fleiri ferðir royndi at taka málið í egnar hendur, so kastaði hetta ikki
stórvegis av sær, og fyri stóran part mátti hann finna seg i leiklutinum sum størsti syndarin í
Vestmanna sunnudagin
Við einum knúsandi sigri setti Kyndil VÍF á eitt síðuspor í
gullstríðnum, og hetta – saman við hinum úrslitunum um
vikuskiftið – inniber, at Kyndil nú má roknast sum greiður
favorittur til gullmerkini í manshondbólti
VÍF-Kyndil 23-30 (12-12):
Kyndil er favoritturin
C
M
Y
K
26
Nr. 17 - 27. januar 2004
27
27