týsdagur 27. januar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 27. januar 2004
29
29
28
Nr. 17 - 27. januar 2004
C
M
Y
K
28
StÍF mátti vera fleiri
av mest týðandi leik-
arunum fyriuttan til
dystin móti KÍF, og
hetta lótu kollfirðing-
ar sær ikki siga tvær
ferðir
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast StÍF eftir fyrru hálv-
finalurnar í steypakapping-
ini hevur ein lítlan fyrimun
í dystinum móti VÍF, so er
einki at taka seg aftur í, at
tann sigurin í nógvar mátar
kann vísa seg at vera sera
dýrt keyptur.
Longu undan teirri upp-
gerðini var støðan tann, at
liðið mátti vera Svein
Justinussen fyriuttan, og
eftir at Marian Cirloganes-
cu varð borin av vøllinum,
og Mihai Marinescu síðani
fekk reytt kort, stóð greitt,
at tað fór at verða eitt sera
skert strandalið, sum sunnu-
dagin skuldi royna seg á
útivølli móti KÍF.
Ov tungt at taka
Og tað vóru heldur ikki
lidnir nógvir minuttur av
dystinum í Hoyvíkarhøllini,
fyrr enn tað varð staðfest,
at talan fór at gerast um
tunga uppgávu hjá StÍF.
Heimaliðið leyp nevnliga
avstað alt fyri eitt, og áðr-
enn VÍF veruliga var komið
fyri seg, høvdu kollfirðing-
arnir longu langað sjey
bóltar í kassan aftan fyri
Rasmus Magnusson. Strand-
ingarnir royndu at koma
afturí aftur, men gloppið
upp til mótstøðuna var ov
stórt. Kollfirðingarnir strídd-
ust manniliga fyri at verja
leiðsluna, og hartil var tað
heilt góða lagið á Óla
Christian Dhurhuus, soleið-
is at StÍF ikki kom ov lætt
til nakað sum helst.
Í seinna hávleiki var tó
fleiri ferðir líkt til, at
strandingarnir hóast alt
skuldu fáa nakað burturúr.
Teir vunnu seg upp á javnt,
og teir hóttu við at fara
framvið, men hetta seinasta
eydnaðist teimum ongan-
tíð. Kollfirðingar høvdu
alla tíðina meira eftir í sær,
og teir megnaðu alla tíðina
at geva eitt skump afturat,
tá støðurnar gjørdust ov
spentar, og tá teir av álvara
settu trumf á seinastu løt-
una, var ikki stórt meira hjá
StÍF at gera.
Koppaði talvuni
Og einki er at taka seg aftur
í, at sigurin hjá KÍF á ein
hátt koppaði stigatalvuni.
Her vóru strandingar
undan dystinum næstir
Kyndli, men tapið viðførir í
fyrsta umfari, at tað nú eru
fýra stig upp til grøna
oddaliðið. Og við tveimum
komandi dystum móti VÍF,
harav annar er í steypa-
kappingini, kundi væl hent
seg, at hesin munurin
gjørdist enn størri.
Og
hartil,
so
skulu
strandingar nú eisini til at
líta nakað niðureftir á stiga-
talvuni. Hálveringin av
stigunum hevur sjálvsagt
havt við sær, at munurin
niður eftir eisini minkaði,
og sum støðan er nú, so
standa kollfirðingar brád-
liga við einum góðum
møguleika at leggja seg út í
heiðursmerkjastríðið. Her
hava teir ikki verið staddir í
eini tíggju ár ella so, men
VÍF, StÍF og Neistin eru
bert ávíkavist eitt, tvey og
trý stig burturi.
Hvussu stórum álvara
hóttanin frá KÍF skal takast
í, fæst helst ein greið
ábending um komandi vik-
urnar. Fyrst er talan um
grannauppgerð móti hoy-
víkingum,
áðrenn
KÍF
hevur
heimadyst
móti
Neistanum, og fáast stig
burturúr hesum báðum
dystunum, tykist alt standa
púrasta opið í so máta. Út-
gangsstøðið varð í øllum
førum skapt sunnudagin,
og fyri KÍF man tað ikki
telja so nógv, at StÍF mátti
vera fleiri leikarar fyri-
uttan. Tann leiklutin hava
kollfiriðingar sjálvir átt
stóran part av grundspæl-
inum.
Dysturin í tølum
KÍF-StÍF 26-24 (13-10)
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8(2),
Regin Petersen 6, Gert
Hansen 5, Petur Martin
Poulsen 4, Teitur Joensen 2,
Rógvi Weihe 1
StÍF: Alexandur Johansen
11(4), Artur Johansen 7,
Leivur
Justinussen
2,
Andre F. Danielsen 2, Jón
Rasmussen 1, Sverri Justin-
ussen 1
Brotskøst: KÍF 3, StÍF 5
Útvísingar: KÍF 7, StÍF 3
Dómarar
úr Tjaldur:
Trygvi Mortensen & Kári
Hansen.
KÍF-StÍF 26-24 (13-10):
Tung frávera
Kollfirðingar stríddust
manniliga í samfullar 60
minuttir, og hesa ferð fingu
teir eisini løn fyri stríðið
Savnsmynd
VÍF fekk valla sveitt-
an fram í dystinum
móti Kyndli, sum
helst skulu frøast um,
at Tjaldur ikki tykist
hava møguleikan at
flyta upp aftur í bestu
deildina
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dysturin millum VÍF og
Kyndil var enn ein staðfest-
ing av, hvussu stórur mun-
urin er millum ovaru og
niðaru hálvu av bestu
kvinnudeildini.
Flestu áskoðararnir mundu
eisini undan dystinum vita
á leið, hvat tey skuldu
rokna við, og tað tók heldur
ikki VÍF serliga langa tíð at
sannføra um, at her kundi
bara verða ein vinnari av
dystinum. Ein munur á eini
fimm mál varð alt fyri eitt
bygdur upp, og so ráddi
sum so bara um at halda
fast. Og tað gjørdi VÍF eis-
ini uttan stórvegis trupul-
leikar.
Fyri kappingina sum so
var hetta ikki ein av teimum
dystum, sum broytir serliga
nógv upp á stigatalvuna, tó
at VÍF við sigrinum vann
seg upp um Neistan, sum jú
tapti fyri Stjørnuni.
Heldur ikki hjá VÍF
mundi dysturin hava stór-
vegis at týða, annað enn at
halda battaríunum koyr-
andi, nú seinna hálvlfinalan
móti VB stendur á skránni.
Ivaleyst verður tað júst tann
dysturin, sum hevur størsta
týdningin í hugaheiminum
hjá Vestmanna-kvinnunum
í løtuni. Dystirnir í lands-
kappingini móti hinum
oddaliðunum eru allir settir
á skránna einaferð í mars
mánaði, so í so máta eiga
áskoðararnir í Vestmanna
ikki at rokna við tí heilt
stóra spenninginum.
Hjá Kyndli eru tað hin-
vegin dystirnir móti hinum
botnliðunum, sum munnu
standa fremstir í huganum.
Her hevur liðið enn møgu-
leikan at lyfta sær nakað á
stigatalvuni, og miðskeiðis
í næstu viku býðst helst
møguleikin til hetta, tá
Kyndil vitjar á Skála. Verð-
ur tann dysturin vunnin, so
heldur grøna havnarliðið
framvegis fast í møguleik-
anum um at lyfta sær av
botnsessinum. Um ikki, so
skulu tær helst bara vera
fegnar um, at Tjaldur er á
niðasta plássinum í aðru
deild, og tí ikki tykist hava
møguleika at troka seg upp
í bestu deildina aftur.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 25-16 (14-7)
Málskjúttar
VÍF: Sóley Mikkelsen 6,
Ioana Rápa 4(3), Jacklin
Durhuus 4, Irina Radovici
4, Fríða Marjunardóttir 3,
Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3,
Eydna Joensen 1
Kyndil: Annika Thomsen
4, Randi Wardum 4(1), Sú-
sanna Petersen 2, Linda
Weihe 2(1), Anja Heina-
dóttir 2, Fríða Petersen
1(1), Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen.
VÍF-Kyndil 25-16 (14-7):
Leikandi lætt
VÍF hevði at kalla ongar trupulleikar sunnudagin, tá munurin millum ovaru og niðaru hálvu í
bestu kvinnudeildini enn einaferð varð framsýndur
Savnsmynd
Claus
aftur í
Bourn-
mouth
Hálvi
føroyingurin,
Claus bech Jørgensen,
hevur higartil í hesum
kappingarárinum leikt
við Coventry, eftir at
hann annars hevur gjørt
vart við seg í Bourne-
mouth og Bradford í
nøkur ár.
Men hóast skiftið var
ætlað til at lyfta Claus
Bech Jørgensen enn
longur upp á ensku
fótbóltstindarnar,
so
hevur hetta gingið eftir
vild.
Coventry hevur langt
ífrá staðið seg somikið
væl, sum vónirnar ann-
ars vóru til undan kapp-
ingarárinum, og at væl
umtókti venjarin, Gary
McAllister, hevur biðið
um farloyvi frá starvin-
um, tí hann vil vera
meira hjá sjúku konu
síni, hevur ikki betrað
um støðuna í so máta.
Fyri Claus Bech Jørg-
ensen hevur avleiðingin
verið, at hann restina av
hesum kappingarárinum
verður aftur í Bourne-
mouth, har enska æv-
intýr hansara byrjaði.
Og í fyrstu atløgu er í
øllum førum líkt til, at
skiftið loysti seg. Um
vikuskiftið
leikti
Bournemouth á heima-
vølli móti QPR, sum er
á øðrum plássi í deild-
ini, og hendan dystin
vunnu Claus og teir við
einum máli móti ong-
um.
Bournemouth er nú á
11. plássi, men tað eru
bert trý stig upp til sess-
irnar, sum geva atgongd
til sonevndu play-off
dystirnar, har seinasti
uppflytarin skal finnast.
Neistin-Stjørnan 27-24 (12-19):
Stjørnan avgjørdi beinanvegin
Í dystinum millum
kvinnuliðini hjá
Neistanum og
Stjørnuni í Havn
sunndagin, gjørdi
Stjørnan bart beinan
vegin, og tískil gjørd-
ist dysturin ongantíð
spennandi
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
Lagt var upp til ein spenn-
andi dyst í endaspælinum
hjá kvinnum, tá ið odda-
liðið Stjørnan sunnudagin
var á vitjan hjá Neistanum í
Havn. Men tað var skjótt,
so høvdu kvinnurnar úr
Klaksvík víst, hví tær eru
oddalið.
Ferð á beinanvegin
Tær reyðklæddu kvinnur-
nar úr Stjørnuni høvdu
ongar ætlanir um at taka
sær av løttum í dystinum
móti Neistanum sunnudag-
in. Tær vóru tendraðar frá
fyrsta bríksli, og tað gekk
ikki long tíð, so høvdu tær
lagt sjógv ímillum seg og
heimaliðið.
Neistaliðið
bleiv tikið á bóli av skjóta
álopsspælinum hjá Stjørn-
uni, og skotini fuku um oyr-
uni hjá Helenu í málinum
hjá Neistanum.
Eftir fyrstu tjúgu minutt-
irnar av dystinum hevði
Stjørnan lagt seg á odda við
átta málum, 16-8, og so var
dysturin í veruleikanum
avgjørdur. Tað tóktist sum
um oddaliðið hevði eitt
gear meiri enn Neistin, og
serliga væl lá fyri hjá
Stjørnuni at revsa neista-
kvinnurnar, tá ið hesar
høvdu mist bóltin í álopi.
Tað var eitt-tvey-trý, so
høvdu kviku kvinnurnar úr
Klaksvík skorað í hinum
endanum.
Eftir at Stjørnan hevði
lagt seg trygt á odda, dovn-
aði dysturin fullkomiliga.
Neistin royndi at gera
nøkur sprell viðhvørt, men
hvørja ferð svaraði Stjørn-
an aftur. Tá ið komið var til
hálvleiks vóru gestirnir á
odda við sjey málum, 19-
12.
Hálvleikur uttan
spenning
Seinni hálvleikur var meiri
at kalla ein avgreiðslu-
spurningur. Tað tóktist sum
um bæði liðini høvdu stað-
fest, at dysturin var av-
gjørdur, og tískil ráddi bara
um at fáa hann avgreiddan.
Gaman í royndu liðini at
gera onkran vørr, og høvdu
vengurnir hjá Stjørnuni
verið eitt sindur meiri
neyvir, hevði sigurin hjá
klaksvíkingum verið væl
størri, enn hvat hann var.
Tað skal eisini sigast, at
Helena Dam Poulsen í mál-
inum hevði fleiri góðar
bjargingar.
Einu løtuna nærkaðist
Neistin nakað, men so
gjørdi Stjørnan aftur bart
og skoraði fýra ferðir á rað,
og so var tann vandin av.
Leikur gekk rættuliga
javnt á restina av hálvleik-
inum, og tá ið tíðin var far-
in, hevði oddaliðið Stjørn-
an vunnið ein sera tryggan
sigur 34-27!
Stjørnan hevði fleiri
hóttanir
Tað var týðuligur styrkis-
munur á liðunum báðum.
Hjá Neistanum er Simona
Dzygyte nógv tann vanda-
miklasti leikarin, og hóast
hon bleiv mansvard stórsta
partin av dystinum, eydn-
aðist tað henni at skora
heili 12 mál. Hinvegin er
álopsspælið hjá Neistanum
ógvuliga skert, tá ið Sim-
ona verður mansvard, og
tað var sjón fyri søgn
sunnudagin. Álopini hjá
havnarliðnum vóru lang, og
mangan sá tað út til, at tær
vóru í iva um, hvør skuldi
royna seg.
Hjá Stjørnuni hinvegin
var heilt øðrvísi. Har vóru
tað nógv, ið bjóðaðu seg
fram, og tá ið eitt nú Alina
Olaru og Katarina Stjepa-
nov blivu mansvardar seint
í dystinum, tóku aðrar, eitt
nú Joan M. Djordjevic og
Anna Kristina Samson,
yvir og smekkaðu bóltarnar
í kassan.
Hvør tekur Stjørnuna?
Nú endaspælið av álvara er
komið í gongd, er trupult at
fáa eyga á nakað lið, ið
kann
hótta
Stjørnuna.
Komandi sunnudag koma
vágskvinnur á vitjan í
Klaksvík, og vinnur Stjørn-
an tá, er neyvan nakar ivi
um, at tær gerast føroya-
meistarar í ár.
Sjálvsagt skal ein ikki
taka munnin ov fullan, men
staðfestast má, at tað er
trupult at ímynda sær, at
nakar ger nakað við Stjørn-
una. Einasti møguleiki tyk-
ist verða VB, men vágs-
kvinnur hava ikki somu
breidd sum tær í Stjørnuni,
og tað kann vísa seg at
gerast avgerandi leikluturin
í kappingini um føroya-
meistaraheitið 2004.
Dysturin í tølum
Neistin-Stjørnan
27-34
(12-19)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dzygyte
12(1), Lív Sørensen 4, Ása
á Neystabø 3, Lina Audry-
aryte 2, Susan M. Brockie
2, Marjun Tróndarson 2,
Unn Kragesteen 1, Mildrið
Jacobsen 1
Stjørnan: Katarina Stjepa-
nov 12(6), Joan M. Djor-
djevic 6(3), Alina Olaru 5,
Annika Ljósstein 4, Una
Olsen 3, Anna Kristina
Samson 2, Bára Skaale
Klakstein 2
Brotskøst: Neistin 4(1),
Stjørnan 13(9)
Útvísingar:
Neistin
6,
Stjørnan 3
Dómarar: Eyðun Samuel-
sen og Hannis Wardum –
eingir trupulleikar av einari
yvirkomiligari uppgávu.
Nú endaspælið av álvara er
komið í gongd, er trupult at
fáa eyga á nakað lið, ið kann
hótta Stjørnuna
Mynd: Álvur Haraldsen