mánadagur 30. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
6
Sosialurin
Finnur Jensen
Hvat hava Signar á Brúnni, Tór
bjørn Jacobsen, Heini O. Heinesen,
Karsten Hansen – og nú eisini
Sjúrður Skaale – til felags?
Umframt at hava sitið á løgtingi
fyri Tjóðveldi eru teir allir í tí parti
num av kórinum, sum ikki altíð
hevur sungið eftir somu takt, sum
pinnurin hjá dirigentinum í flokki
num hevur sveiggjað eftir síðani
aldarskiftið.
Meðan Høgni Hoydal í øllum
fimm førum hevur vunnið stríðið
ella ósemjuna, hava avleiðingarnar
hjá taparanum verið ymiskar.
Signar á Brúnni varð mestsum
tveittur út gjøgnum vindeygað,
Tórbjørn Jacobsen og Heini O.
Heinesen sita hálvgum í skammi
króki, meðan Karsten Hansen og
Sjúrður Skaale sjálvir funnu hurð
ina.
Rakar innastu sovjettina
Tað kostar at missa góð fólk.
Karsten
Hansen
var
neyvan
einsamallur, tá hann rýmdi yvir
í Miðflokkin áðrenn seinasta val.
Helst hava nakrar fyrrverandi
tjóðveldisatkvøður verið millum
tær 800 atkvøðurnar, sum norð
oyingurin megnaði at skava til sín
seinast.
Í so máta rakar missurin av
Sjúrði Skaale neyvan eins meint –
bæði tí ”einans” 416 atkvøður eru
leysar, og tí atkvøðurnar liggja
beint til høgra beinið hjá Høgna
Hoydal, sum er av sama ”slagi”; ein
frælslyntur akademikari í besta
aldri úr høvuðsstaðnum í mun
til t.d. tann meira konservativa
politistin úr Norðuroyggjum.
Missurin av Sjúrði Skaale er hin
vegin eitt stórt prestigutap.
Fyri tað fyrsta er tað mátin, tað
hendi uppá; hóast báðir ikki vilja
kennast við tað, so var talan um eitt
langt og persónligt stríð – nærmast
fyri opnari mikrofon. Tað sá snøgt
sagt ikki gott út.
Harumframt pilkaði hendan
ósemjan um stjórnarskipanar
uppskotið við innastu sovjettina
í Tjóðveldi; at tjóðveldismenn
klandrast um eitt kjarnumál, sum
hevur við ríkisrættarligu støðuna
at gera, er ein sjáldsom - og ikki sørt
komisk – sjón.
Fyri tað næsta er tað ein av
mest trúføstu stuðlunum, sum nú
hevur sagt formanninum farvæl.
Hann hevur verið við allan vegin
– fyrst sum embætismaður und
ir
fullveldislandsstýrinum,
har
hann m.a. spældi ein týðandi leik
lut handan leiktjøldini undir full
veldissamráðingunum á Christ
iansborg, síðani sum skrivari í
Norðuratlantsbólkinum og seinni
sum politiskur avloysari í Fólka
tinginum.
Væl umtóktur formaður
Tað er einki at siga til, at Høgni
Hoydal hevur staðið eftir sum
sigursharri, hvørja ferð innanhýsis
stríð hevur verið í Tjóðveldi. Hann
er ímyndin av flokkinum, sum sein
astu mongu valini hevur staðið
stinnur og hildið fast um fimtu
hvørja atkvøðu.
Persónliga atkvøðutalið – 1250
atkvøður seinast - týðir eisini uppá,
at Høgni Hoydal er best umtókti
politikarin í nýggjari tíð.
Góðu valúrslitini stava neyvan
einans frá óvanliga góðum talu
gávum kryddrað við einari góðari
kandidat-útbúgving í søgu og sam
skifti. Hann hevur hugsjónir og
hjartamál, sum hann íðin brennur
fyri og komprimisleyst heldur fast
um, og tá er ikki lukkuligt at standa
í vegin. Tað kann Sjúrður Skaale nú
skriva undir uppá.
Samgonguslit á samvitskuni
Men Høgni Hoydal hevur eisini
havt sínar dystir uttan fyri varda
floksmúrin, og tá er ídni floksfor
maðurin úr Hoyvík verri enn so al-
tíð komin snikkaleysur heimaftur.
Hóast hann hugsjónaðarliga
sjáldan hevur mist andlit, tí hann
hevur staðið við sítt, hava serliga
tvær kompromisleysar telvingar
ikki beinleiðis verið flokkinum at
gagni.
Fyrra telvingin gjørdist endin á
fullveldissamguni, tá Høgni Hoydal
í desember 2003 setti táverandi
løgmanni, Anfinn Kallsberg, eitt
ultimatum um antin at reinsa seg,
biðja um umbering ella fara frá
eftir avdúkingarnar í bókini ”Skjót
journalistin”. Trekkið sló bakk og
sendi flokkin út í politiska kuldan
í fýra ár.
Seinna kostnaðarmikla trekkið
var undir CHE-samgonguni á heys
ti 2008.
Landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi
høvdu ikki meir enn sett tuflurnar
í gongina í Tinganesi, so noyddust
tey at venda heim aftur, tí illstøða
var komin millum Høgna Hoydal og
ein annan løgmann, Jóannes Eides
gaard, um eitt lás.
Jørgen minnist enn
Skuldi okkurt gamalt agg framvegis
verið millum Høgna Hoydal og hin
ar báðar floksformenninar, hev
ur tað lítlan týdning í dag, tí bæði
Annfinn Kallsberg og Jóannes
Eidesgaard spæla ikki við longur á
hægsta støði.
Men skal Høgni Hoydal hava
nakran dreym um eina nýggja full
veldissamgongu, so er torført at
sleppa undan samstarvi við nýggja
formannin
í
Fólkaflokkinum,
sum eisini hevur fingið oyruni í
maskinuna hjá Tjóðveldi.
Jørgen Niclasen hevur neyvan
gloymt pínligheitina, tá hann ein
kaldan dag í januar 2003 – við tárum
í eygunum – varð kroystur at leggja
frá sær sum landsstýrismaður við
fiskivinnumálum, tí Høgni Hoydal
veittraði við einum misálitisupp
skoti í salinum.
Men farið er farið, og okkurt
bendir á, at tjóðveldisformaðurin
endiliga hevur broytt strategi.
Tey flestu munnu vera samd um,
at hann í seinastuni hevur spælt
kortini ómetaliga væl, eftir at hann
setti seg við samgonguborðið, sum
knappliga vantaði ein politiskan
viðleikara.
Tað tynnist í
Tjóðveldis
kórinum
Politisk greining Sjúrður Skaale er tann
nýggjasti í eini røð av tjóðveldistingfólki,
sum hava tikið avleiðingarnar eftir
ósemju við floksdirigentin, hvørs
sigursvanda stríðslyndi á egnari jørð eisini
hevur avbyrgt hansara egna flokk frá
ávirkan á stóra politiska vígvøllinum