mánadagur 30. mai 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
Sosialurin
Signar varð offraður
Fyrsta stríðið var millum Høgna
Hoydal og Signar á Brúnni, sum á
vári ár 2000 varð tvungin at leggja
frá sær sum landsstýrismaður við
mentamálum, tí hann hevði játt
að pengar til Sjónvarp Føroya í
heimildarloysi. Hóast tað seinni
vísti seg, at einki hald var í hesum
ákærum, slapp fuglfirðingurin
ongantíð reiðiliga inn aftur í hitan.
Tá Tjóðveldi heldur valdi at
seta Tórbjørn Jacobsen í sessin,
kundi Signar á Brúnni ikki longur
dylja yvir sína ónøgd við nýggju
leiðsluna
í
flokkinum,
hann
annars hevði tænt í mong ár.
Løgna vápnahvíldin
við Tobba
Næsta stríðið, sum byrjaði millum
Torbjørn Jacobsen og Høgna
Hoydal á heysti í 2004, endaði líka
sum ongantíð.
Tórbjørn
Jacobsen
var
endaður úti í kuldanum eftir at
hava skrivað tvær hvassorðaðar
viðmerkingar um arbeiðslagið hjá
formanninum.
Júst, tá stríðið var komið hartil,
at báðir partar vóru settir upp
ímóti hvørjum øðrum, har annar
skuldi vinna og hin tapa á árliga
flokstinginum í januar 2005, kom
eitt danskt fólkatingval í vegin,
sum gjørdi, at Høgni Hoydal lýsti
”time-out” til eftir valið.
Lagnunnar speisemi vildi, at
júst teir báðir fingu eitt rimmar
val, sum tryggjaði flokkinum sæti
í Fólkatinginum. Nakrar dagar
seinni fekk Tórbjørn Jacobsen
aftur fundarboð frá tingbólkinum.
Karsten fekk nóg mikið
Karsten Hansen sat tungt á penga
kassanum sum landsstýrismaður
við fíggjarmálum, men hann sat
ikki tungt á tingstólinum hjá
Tjóðveldi, eftir at uppskotið um
at skoyta kynsliga sannføring inn
í 266b varð samtykt í desember
2006.
Hann var so ørkymlaður av, at
floksfelagarnir atkvøddu fyri upp
skotinum, at hann meldaði seg úr
Tjóðveldi.
Floksformaðurin vónaði til tað
síðsta, at norðoyingurin broytti
hugsan. So varð ikki; Karsten Han
sen fór upp í Miðflokkin.
Gamli outsidarin situr enn
Á pappírinum situr Heini O.
Heinesen
í
løgtinginum
fyri
Tjóðveldi, men í veruleikanum
telja hini sjey í tingbólkinum hann
ikki við.
Orsøkin er, at norðoyating
maðurin ikki tekur undir við
fiskivinnupolitikinum.
Bikarið
hjá Høgna Hoydal fleyt yvir í
august 2009, tá Heini O. Heinesen
undir CHE-samgonguni atkvøddi
saman
við
andstøðuni
ímóti
uppskotinum um fiskidagar.
Líkt er til, at hetta gjørdist
politiski
mønustingurin
hjá
fyrrverandi floksformanninum,
sum
ikki
slapp
á
endaliga
valevnislistan í Norðuroyggjum.
Men hann situr framvegis, og
hann hevur enn ikki givið upp.
Sjúrður takkaði fyri seg
Nýggjasta innanhýsis stríðið í
Tjóðveldi sveiggjaði eitt sindur
aftur og fram, áðrenn Sjúrður
Skaale at enda tók avgerðina at
pakka saman.
Fyrst skírdi hann Høgna Hoy
dal fyri at vera eina frekan lygn
ara; síðani tók hann orðini í seg
aftur og bað um umbering; at
enda kom ein nýggj ákæru um,
at formaðurin bara segði hálvar
sannleikar um umstrídda stjórn
arskipanaruppskotið, sum er rótin
til ósemjuna.
Óansæð um ósemjan er persón
lig ella politisk, so er Sjúrður
Skaale er ikki longur partur av
Tjóðveldi.