Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 8 Sosialurin Reyni Service í Klaksvík vann firmakappingina hjá Rás2, har heili 91 fyritøkur tóku lut á hesum sinni. Talan gjørdist um eina sera spennandi og javna finalu í Miðlahúsinum. Finalan varð avgreidd leygardagin millum klokkan 18 og 19. Vaðhorn á Strondum og Reyni Service í Klaksvík góvu av sonnum hvørjum øðrum ein skarpan gang. 9 fólk mannaðu hvørt liðið, og høvdu bæði liðini nógvar larmandi starvsfelagar, sum komu suður til Havnar at heppa sínum liði, og tað hoyrdist aftur í beinleiðis sendingini hjá Rás2. Liðini fingu ein góðan drekkamunn við einum ábiti, áðrenn tey skuldu kappast. 11 spurningar í part Liðini fingu 11 spurningar í part. Talan var um spurningar úr Portal, Sportal, Planet, og so eisini ljóðspurningar frá Rás2. Talan var alt um spurningar, sum høvdu verið frammi seinastu átta dagarnar undan finaluni. Vaðhorn legði hart út, og legði seg á odda 5-0 og 8-3. Eftir hetta kom Vaðhorn í ein ringan stima, og Reyni Service vendi 3-8 til 9-8. Tá liðini tóku ein steðg var støðan 12-11 til Reyni Service. Eftir stegðin fingu liðini fult teir næstu fýra spurningarnar, og var støðan 24-23 til Reyni Service áðrenn tann seinasta spurningin til bæði liðini. Reyni Service kendi ikki røddina á Agnari Joensen í Vestmanna, og hevði Vaðhorn tá møguleikan at taka seg framum, tá røddin hjá Jónfinni Egilsnes í Vestmanna varð spæld fyri teimum. Tey 9 fólkini sum kappaðust fyri Vaðhorn vóru ikki samd um svarið, og tey komu við einum skeivum boði, sum gjørdi, at Reyni Service vann kappingina í ár. Reyni Service í Klaksvík fekk heiðursskjal handað, sum eitt minni um tann stóra sigurin. Tvey “Ársins Virki” Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service minti við góðum kappingaranda á, at báðar fyritøkurnar, Vaðhorn og Reyni Service hava fyrr í hesari øldini verið ”Ársins Virki”. Reyni Service í Klaksvík vann eina ferð fyri 20 fólk við Norrønu. Tey níggju sum kappaðust fyri Vaðhorn fáa ein døgurða á matstovuni ”11” í Havn. Talan er um bestu undirtøkuna higartil í firmakappingini hjá Rás2. Hini bæði árini hava ávikavist 63 og 49 fyritøkur tikið lut í kappingini, so vit eru ovurfegnir um undirtøkuna hesaferð. Hesaferð býtti Rás2 landið upp í lokaløki, so fyritøkurnar sluppu at kappast ímóti fyritøkum/ arbeiðsplássum, sum tey kenna í nærøkinum, og tað var nakað, sum fólkini veruliga tóku undir við kring landið. Eftir hetta hevði Rás2 eitt bólkaspæl fyri teir lokalu vinnararnar, har bólkavinnararnir, Vaðhorn og Reyni Service í Klaksvík komu í finaluna. 1348 spurningar 1348 spurningar eru skrivaðir og framleiddir til kappingina hesaferð. Í seinnu helvt av august byrja tilmeldingarnar til Firmakappingina 2011/2012. Hesaferð verður landið skipað í seks lokaløki: Norð­ oyggj­ar, Eysturoyggin, Norð­ streym­oy, Vágar, Høvuðs­ staðar­økið og suðurøkið, sum umfatar Sandoynna og Suður­oynna. Ì 2010 vann P/F Poul Hansen kappingina. Í 2009 vann Tryggingarfelagið Føroyar kappingina. Reyni Service í Klaksvík er gløggasta fyritøkan