Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 Sosialurin Leo Poulsen Fyrrverandi bókhaldarin hjá Formula.fo og kassameistari í EB/Streymi varð í Føroya Rætti í morgun dømdur tvey ára fongsul, harav teir tríggir mánaðirnir eru treytaleysir. Eisini skal maðurin gera samfelagstænastu í 240 tímar innan 18 mánaðir eru farnir. Maðurin var ákærdur fyri í trimum førum at hava flutt pengar frá Formula.fo til EB/ Streym. Fyrsta ákæran ljóðaði upp á 34 flytingar á tilsamans 5.019.598,75 krónur í tíðar­ skeið­inum mars 2008 til febr­uar 2010. Onnur ákæran ljóðaði upp á 9 flytingar í tíðar­skeiðinum apríl 2009 til februar 2010 á tilsamans 118.242,00 krónur og í triðja lagi í tíðar­skeiðinum mai 2009 til februar 2010 at hava tikið út kontantan pening í 11 umførum á tilsamans 220.000,00 krónur. Tilsamans hevur fyrr­ ver­andi bókhaldarin sostatt svikað fyri 5.357.840,75 krón­ ur. Av hesum hevur ákærdi bók­haldarin goldið aftur 996.000,00 krónur. Ákærdi maðurin fekk um páskirnar 2007 áheitan um at gerast kassameistari í fótbóltsfelagnum EB/ Streymi, og eftir at hava hugs­að seg um, játtaði hann. Men hann dugdi ikki at siga, hví hann umleið eitt ár seinni byrjaði at flyta pening frá Formula.fo til EB/ Streym. Gjørt avtalu Fyrstu ferð, at maðurin flutti pengar frá Formula. fo til EB/Streym var í mars 2008. Upphæddin var 245.000 krónur. Orsøkin var sjálvandi, at fótbóltsfelagnum vantaði pengar. So undarligt tað enn ljóðar so segði kassa­ meist­arin, at eingin annar í felagnbum kendi nakað til hesar flytingarnar, hvørki formaður ella aðrir nevndar­ limir. Maðurin greiddi frá, at hann var undir ógvusligum trýsti orsakað av hesum pen­ingaflutningunum, og í februar 2010 gjørdi hann av at leggja kortini á borðið mót­vegis stjóranum á For­ mula.fo. Hann gjørdist sjálvandi skelkaður, tá hann fekk hetta at vita, og ákærdi maðurin bjóðaði sær til at hjálpa til við at fáa greiði á, hvussu nógvan pening, tað snúði seg um tilsamans. Í rættinum í morgun kom tað so fram, at samlaða upp­ hæddin var omanfyri 5,3 milliónir krónur, men tað áhuga­verda var kanska, at maðurin hevði gjørt eina avtalu við Formula.fo um at gjalda peningin aftur. Eisini varð eitt skriv lisið upp í rættinum, har Formula. fo boðar løgregluni frá, at teir ongan áhuga hava í at melda málið, og at fyritøkan hevur gjørt avtalu við fráfarna bókhaldaran. Samfelagstænastu Ein partur av avtaluni mill­ um Formula.fo og fráfarna bókhaldaran segði, at hon skuldi haldast loynilig. Men so hendi tað, at ein triði persónur meldaði bók­hald­ar­ an til løgregluna, sum síðani tók málið upp. Bókhaldarin hevur eisini alla tíðina játta seg sekan, so talan var um eitt játtanarmál, og tí var tað bert ein spurn­ ingur um revsingina. Har mælti ákærin, Finn Ougaard, til, at maðurin bleiv dømdur í tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing. Víst var sum altíð til líknandi dómar, og meðan ákærin dró á sítt borð, metti verjin, Anfinn V. Hansen, at umstøðurnar vóru so, at talan bert átti at vera um fongsul í eitt ár, og at revsingin átti at vera treytað. Dómurin gjørdist tvey ára fongsul, tó bert teir tríggjar mánaðirnar treytaleysir. Hartil skal maðurin gera sam­felagstænastu í 240 tímar inn­an fyri ei8tt tíðarskeið á 18 mánaðar. Eftr at hava ráðført seg stutt við verjan, góðtók mað­ urin dómin. Í bíðustøðu Maðurin fór beinanvegin úr starvi hjá Formula.fo, tá hann hevði avdúkað ólógligu flytingarnar, men fekk tó starv sum skrivstovumaður hjá aðrari fyritøku. Har starv­ aðist hann fram til november 2010, tá hendan fyritøkan fór av knóranum. Síðani hevur hann verið arbeiðsleysur, og við sakini hangandi yvir høvdinum hevur hann ikki gjørt tað stóra fyri at fingið arbeiði aftur. Hann segði seg hava fingið nógva og góða hjálp frá vinum og familju og kennir seg væl millum bygdarfólkið. Dómarin legði dent á, at tað, at hann hevði hjálpt til við kanningararbeiðinum og at hann ikki sjálvur hevði havt vinning av svikinum var við til lutfalsliga linu revsingina. Enn ber ikki til at siga, um ákæruvaldið góðtekur dómin ella kærir hann inn fyri Landsrættin. Tríggjar mánaðir treytaleyst fongsul Tað var dómurin fyri at hava svikað fyri 5,3 milliónir krónur frá Formula.fo til EB/Streym. Fyrrverandi bókhaldarin hevði játtað seg sekan og tók við dóminum, sum eisini umfatar 240 tímar samfelagstænastu Allir pengarnir fóru til EB/Streym