mánadagur 30. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
10
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Vit eru vælkoyrandi og
sterk og vit eru til reiðar at
taka ímóti nýggjum avbjóð
ingum.
Tað var niðurstøðan hjá
Jórun Petersen, leiðara á
heilsuskúla Føroya, tá ið hon
tók saman um á hátíðar
haldinum fríggjadagin í sam
bandi við, at heilsuskúlin nú
hevur 10 ár á baki.
Hon staðfesti, at hesi 10
árini hava tey í miðal tikið
tríggjar flokkar upp i, árið og
tey hava handað útbúnum
næmingum prógv tríggjar
ferðir um árið.
Fyrst var talan bara um
heilsuhjálparar, men í 2006
kom
heilsurøktaraútbúgv
ingin afturat og nú geva út
búgvingarnar atgongd til
aðrar útbúgvingar.
Í hesi 10 árini eru eini 470
næmingar útbúnir á skúla
num. Av hesum eru einir 400
heilsuhjálparar og 72 heilsu
røktarar, segði Jórun Peter
sen.
Harafturat hava tey á
heilsuskúlanum haft fýra
vegleiðaraskeið
har
eini
120 starvsfólk í Almana- og
heilsuverkinum hava verið á
skeið í at vegleiða næmingar.
Umhugsni og virðing
Leiðarin staðfesti, at ein tann
fremsta uppgávan við út
búgvingini er at brynja næm
ingarnar til at vera førar fyri
at taka sær av menniskjum
við tí umhugsni og virðing,
ið tað starvið krevur.
- Ein og hvør kann sjálvur
hugsa sær til, hvat ið ein vil
hava av virðing, skuldi komið
í ta støðu, at vit vórðu óhjálp
in og verðu noydd at taka
ímóti hjálp frá øðrum.
- Tað krevst góð útbúgving
til, um eitt starvsfólk skal inn
í tað innasta rúmið hjá okk
um, privatrúmið, fyri at tað
skal vera eitt virðiligt upp
livilsi, staðfesti Jórun Peter
sen.
Hon legði afturat, at frá
næmingunum fáa tey at vita,
at tað er bara ein fyrimunur,
at skúlin er á útoyggj, tí tað
gevur heilt aðrar møguleikar
at fordjúpa seg í lesnaðinum
og til at vera næmingur
burturav.
Nýggjar útbúgvingar
í Suðuroy
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í menta
málum, vísti á, at hon nú er
farin at kanna, hvørjar út
búgvingar afturat, tað ber
til at leggja í Skúladepilin í
Suðuroy.
Í løtuni er studentaskúli
og heilsuskúli í skúladepli
num, men fyri stuttum setti
landsstýriskvinnan
eina
nevnd at kanna, hvørjar aðr
ar útbúgvingar vit eiga at
seta á stovn í skúlanum.
- Eg eri spent upp á, hvat
tilmælið frá teimum verður,
segði hon.
Hon nevndi kortini onkr
ar útbúgvingar, sum hon
visti, at nevndin umhugsaði.
Eitt, nevndin fer at kanna,
er, hvussu ein pedagog
hjálparaútbúgving
kann
skipast í Suðuroy.
Pedagoghjálparaútbúgv
ingin er eisini ein yrkisfaklig
miðnámsútbúgving, ið fevnir
um 54 vikur í skúla og 52 vik
ur í starvsvenjing.
- Hetta er ein útbúgving,
ið tey, sum í mong ár hava
starvast á økinum, tørva, og
sum eisini nógv ung vilja
hava.
Nevndin hevur eisini um
hugsað aðrar, viðkomandi út
búgvingar.
- Eitt, nevndin hugsar um,
er eina útbúgving í at føra
sjúkrabil, men hugsað verður
eisini um skeið til ymsar fak
bólkar, bæði í Suðuroy, men
eisini fyri alla Føroyar.
- Talan kann eisini verða
um stakgreinalestur, fjar
lestur, førleikamenning og
førleikameting í sambandi
við, at nógv eru blivin ar
beiðsleys seinasta árið, segði
Helena Dam á Neystabø.
Hon væntar, at nevndin
verður liðug við sítt arbeiði
í heyst.
- Eg hugsi, at tað er bert
hugflogið, og so sjálvandi
fíggjarligar
játtanir,
sum
kunnu
seta
avmarkingar
fyri teir møguleikar, ið her
eru, segði hon.
Og hon lovaði eisini at
kanna, um politisk undirtøka
er fyri at byggja eitt næm
ingaheim við tilknýti til
Skúladepilin í Suðuroy og
hon lovaði samstundis at
streingja á at fáa eina slíka
verkætlan framda skjótt.
Aðrir røðarar á samkomu
ni vóru Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna
í
al
mannamálum,
Súsanna
Mortensen, rektari á sjúkra
røktafrøðiskúlanum, Ronnie
Midjord, stjóri á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, umframt umboð
fyri
Heilsuhjálparafelagið,
Almanna- og heilsurøktara
felagið og Ása Olsen, fyrr
verandi forkvinna í Heima
hjálparafelagnum, sum tá
var og sum legði stóran dent
á at fáa skúlan.
Á
www.portal.fo
er
myndafrásøgn
við
fleiri
myndum frá hátíðarhaldi
num.
470 næmingar slúsaðir
ígjøgnum heilsuskúlan
10 ÁRA DAGUR Ein tann fremsta uppgávan er at gera
næmingarnar førar fyri at taka sær av menniskjum við tí
umhugsni og virðing, ið tað krevur, segði leiðarin á Heilsuskúla
Føroya, tá ið hann hátíðarhelt 10 ára dagin fríggjadagin
Nú verður kannað eftir,
hvørjar útbúgvingar afturat, tað
ber til at seta á stovn í Suðuroy
Jórun Petersen er leiðari
á Heilsuskúla Føroya