mánadagur 30. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Tað er rættiliga stórur áhugi
fyri at sleppa inn á nýggja
ellis- og røktarheimið, Ham
ragarður, í Vági, at búgva.
Tað sigur Jastrid Nielsen,
leiðari
á
heiminum,
nú
stórt hátíðarhald var í Vági
leygarmorgunin í sambandi
við, at húsið er liðugt og
lyklarnir lætnir Nærverki
num.
Har var stúgvandi fult av
fólki komið saman at skoða
tað snotiliga heimið.
Og tað er nettupp tað,
hetta skal verða: Eitt heim
hjá teimum eldru og eitt tað
fyrsta, tey hava avgjørt, er, at
tey, sum búgva Hamragarði,
eru ikki búfólk, sum so nógva
aðrastaðni, men húsfólk.
50 umsóknir
Jastrid Nielsen sigur, at nú
heimið læt upp, vóru 50 um
sóknir frá fólki, sum vildu
sleppa á heimið at búgva.
Talan er í mesta mun
um fólk úr teimum fýra
kommununum í syðru helvt
í Suðuroy, Sumbiar-, Vágs-
Porkeris- og Hovs Kommu
nu, sum hava bygt heimið.
Onkur er á ellis- og røkt
arheiminum á Tvøroyri og
vilja sleppa suður at búgva
og onkur er eisini uttanlands,
men vil sleppa heim aftur.
Fólk úr kommununum,
sum hava bygt heimið, hava
framíhjárætt at sleppa inn at
búgva.
Av teimum 50 umsókn
unum, verða 18 fólk tikin inn
á heimið at búgva í fyrstu
syftu og eitt fólk verður tik
in inn til umlætting og so
verður heimið fylt so við og
við. Leiðarin ætlar, at fyrsta
fólkið verður tikið inn 16. ella
17. juni og 1. juli skuldu øll 18
fólkini verið tikin inn.
Tilsamans er pláss fyri 24
fólkum á heiminum.
Harafturar eru 10 íbúðir
til sinnisveik bygdar beint
við heimið.
Men í sama viðfangi er
ætlanin at niðurleggja tvey
manskømrini á Tvøroyri og
so verður heimið í Vági fylt
so hvørt.
Men tað verður ikki fyrr
enn næsta ár, at tað verður
heilt fult.
Gravgangur
Starvsfólkini eri 27 í tali og
tað var eisini gravgangur
eftir størvunum, tí tað vóru
heilar 130 umsóknir til størv
ini.
Leiðarin heldur, at um
støðurnar á Hamragarði eru
sera góðar og at, hvat hand
verki viðvíkur, er talan um
valaverk.
Umstøðurnar til endur
venjingar eru eisini sera góð
ar.
Heimið verður rikið eftir
Eden hugtakinum, sum í
stuttum merkir, at tað skal
verða eitt heim og ikki ein
stovnur.
Eden hugtakið ger upp við
tær tríggjar umsorgannar
plágurnar: Einsemi, keðsemi
og hjálparloysi.
- Denturin skal ikki leggj
ast á ellisbrek og avmarking
ar, men á lívsgleði og lívsinni
hald.
Opið hús
Mary í Garði, leiðari í Nær
verkinum segði, at teirra
hugsan er, at Hamragarður
skal verða so opin, sum gjør
ligt, so at tað verður natúrligt
hjá bygdarfólki, og øðrum at
støkka inn á gólvið og at tað
unga ættarliðið og børnini
føla seg heima, tí tað hevur
týdning at byggja brýr ímill
um ættarliðini.
Tey vilja eisini, at húsfól
kið í Hamragarði skulu eisini
varðveita sín sjálvsavgerð
arrætt í øllum lutum, so at
tey fáa møguleikan at seta
sín egna dám á teirra lív og
teirra heim.
Á www.portal.fo er ein
myndafrásøgn
við
fleiri
myndum frá hátíðarhaldi
num.
Yvir 50 fólk vilja vera
húsfólk í Hamragarði
GRAVGANGUR Tað er gravgangur eftir at sleppa á nýggja ellis- og
røktarheimið í Vági – bæði at búgva og at arbeiða
Denturin skal
leggjast á lívsgleði og
lívsinnihald
Ætlanin er, at
Hamragarður skal
verða eitt opið hús
OPIÐ HÚS
Jastrin Nielsen er
leiðari á Hamragarði