Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 14 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Hóast Helgi Winther Olsen kom á mál sum nummar 16 hesaferð, so hevur hann súkklað seg upp á sætta plássið á samlaðu stigatalvuni. Orsøkin er, at súkklarnir fáa stig fyri kappingarnar, teir luttaka í. Helgi Winther Olsen hevur verið við til allar fýra kappingarnar higar­til við nøktandi úrslitum. Hann hevur soleiðis skavað sær nógv stig saman. Teinurin Tað var skjótt at súkkla teinin hesa­ferð. Vegurin var hinvegin á tremur við tekniskum brekkum. Onkrastaðni skuldu súkklararnir framvið skráningum við leysari mold í botninum og rótum á topp­ inum, og aðrastaðni noyddust súkkl­ar­nir at balansera yvir smælar brýr. Byrjaði væl Helgi Winther Olsen legði bragdliga fyri, men hinir súkklarnir fóru skjótt frá honum. Tá tveir kilo­ metrar vóru lagdir afturum, var hann nummar 28. Hann vann seg framaftur, og hóast hann snávaði og datt av súkkluni, kom hann á mál sum nummar 16. Tað er millum hans­ara bestu úrslit higartil. uni@sosialurin.fo 2-0 gevur eisini trý stig, og mest av øllum er at fegnast um, hvussu trygt stigini komu til høldar. Enn er langt eftir á mál, og vit vita væl, at trø sjáldan veksa upp í himmalin. Men sum føroyski fótbóltsheimurin sær út beint nú, so ber illa til at vera annað enn bjartskygdur her í B36-húsinum. www.b36.fo – Teir hava ein ótrúliga stóran vilja at stríðast fyri sakini. Á liðinum er nógvir profilar, men tað er samlaða liðið, sum er styrkin. Eg vænti ikki, at KÍ kemur í nakað botnstríð í ár, tí liðið er »simpulten« ov gott til tað, sigur Abraham Løkin. www.nordlysid.fo Marcin Dawid var í málinum, meðan »the grand old man« Hans á Lag var í miðverjuni saman við Rógva S. Holm. Tað er einki at taka seg aftur í, at ávirkanin av at hava Hans á liðnum var sjónlig. Har var meira friður á, og miðverjarnir báðir spældu ein fínan dyst. www.hb.fo Ilt er at síggja hvat vit kunnu fáa burturúr hesum, og fragast er nokk at gloyma og reisa seg aftur til næsta dyst. www.07vestur.fo Tað var oysregn allan dystin og nakað av vindi lágt. Bóltarnir vóru hálir og ringir at fáa tamarhald á. Tað var vónleyst at spæla bóltin í luftini. Men, men… NSÍ skuldi havt avgjørt dystin væl og virðiliga í seinna hálvleiki, og málið hjá B68 var milt sagt bíligt. www.nsi.fo Klaksvík er steypavinnari Klaksvíkingar staðfestu enn einaferð, at teir eru stinnasta talvfelagið í steypakappingini. Klaksvíkingar gjørdu bart, tá teir vunnu steypið á triðja sinni uppí slag og harvið til ognar. Sigurin kom til høldar í sambandi við Talvgalla-veitsluna við Gjógv leygardagin. Fimm feløg settu stevnu, at telva um snotuliga steypið. Tá avtornaði vann Klaks­ víkar Talvfelag við 42,5 stigum (av 48 møguligum), meðan Sandavágs Talv­felag gjørdist nr. 2 við 37 stigum og Vestmanna nr. 3 við 36 stigum. Harvið hava Klaks­ víkingar vunnið Steypakappingina 2007, 2009, 2010 og 2011. Havnin vann í 2008. Á Galla­veistluni varð 13 ára gamli Silas Eyðsteinsson, úr Sandavági, kosin Ársins Stjørnuskot 2011, meðan IM Helgi Dam Ziska varð kosin Ársins Telvari 2011. Helgi er millum teir bestu Súkkling Helgi Winther Olsen kom á mál sum nummar 16 í fjórða umfari av DustCup MTB, sum var mikukvøldið. Tað er millum hansara bestu úrslit. Hann er nummar seks í samlaðu kappingini Hóast Helgi Winther Olsen kom á mál sum nummar 16 hesaferð, so hevur hann súkklað seg upp á sætta plássið á samlaðu stigatalvuni Eyðun Klakstein Tað eru tríggir landsliðsspælarar, ið eru á aldukambinum, sum nú koma heim úr Íslandi at fyrireika seg til altjóða avbjóðingarnar. Í kvøld hevur Valur vunnið 2-0 ímóti meistaraliðnum Breiðabliki úr Kópavogi. Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen vóru á vøllinum alla tíðina, og Christian R. Mouritsen var við í uppspælinum til bæði málini. Tað fyrra varð skorað longu í 11. minutti, og tað seinna varð skorað í 77. minutti. 6. umfar í dag: ÍBV-Víkingur 2-0, Fram-KR 1-2 og Valur- Breiðablik 2-0. Í morgin eru tríggir dystir: Fylkir-Keflavík, FH-Stjarnan og Grindavík-Þór. Trý tey ovastu á talvuni hava spælt 6 dystir: KR 14, ÍBV 13 og Valur 12 stig. Valur fekk aftur trý stig Fótbóltur Teir tríggir føroysku landsliðs­spælararnir í Vali vóru á vøllinum alla tíðina, tá ið Valur í kvøld vann 2-0 á Breiðabliki