mánadagur 30. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað skrivar heimasíðan hjá
VÍF.
– Hann segði, at sjálvt um
SunSet og Atlantic-liðini ikki
vóru har, sum felagið ynskir,
so var tað á eini leið. Felagið
fegnast um tey góðu úrslitini,
sum yngru deildirnar fingu, og
har er ein framtíð, sum felagið
fer at fáa gagn av seinni, segði
formaðurin á aðalfundinum.
Roknskapurin var eisini
viðtikin á fundinum.
VÍF hevur boðað frá í vetur,
at Ingi Olsen, sum stóð á odda
fyri besta mansliðnum hjá
Neistanum í fjør, og Dia Mid
jord verða venjarar hjá besta
mansliðnum næsta kappingar
ár. Agnar Joensen, sum spældi
við KÍF, er eisini aftur í barn
dómsfelagnum.
uni@sosialurin.fo
VÍF er á
rættari kós
Hondbóltur Áki Olsen, formaður
í VÍF, segði á aðalfundinum
hjá felagnum, at úrslitini hjá
besta kvinnuliðið og besta
mansliðið kundu verið betri, men
at liðini eru á rættari kós
Uni Holm Johannesen
Tað skrivar heimasíðan hjá
Neistanum
Orsøkirnar er tvær, sigur
Andrias Nielsen við neistin.fo.
– Tað fyrsta er, at hugurin er
at royna nýggjar avbjóðingar
eftir at hava spælt trý ár í
KÍF. Hin orsøkin er, at svágur
mín, Heini Hanusarson, spælir
í Neistanum, og frá honum
kann eg fáa nýggjan íblástur
og læra nógv á høgra bakki,
sigur Andrias Nielsen.
uni@sosialurin.fo
Andrias
Nielsen
til Neistan
Hondbóltur 21 ára gamli
Andrias Nielsen fer at spæla við
Neistanum næsta kappingarár
Mynd: Álvur Haraldsen
Uni Holm Johannesen
Heimasíðan hjá Neistanum skrivar,
at Erla Eliasen fer aftur at spæla við
Neistanum. Fyrrverandi føroyski
landsliðsmálverjin hevur spælt við
danska Ålborg DH seinastu árini.
Hon flytir nú aftur til Føroya, og
hon er longu knýtt at hópinum hjá
føroyameistarunum.
Fríða Petersen hevur eisini
boðað frá, at hon heldur fram í
felagnum. Hon vardi málið síðsta
kappingarár.
Ruth Heen, sum eisini var
málverji síðsta kappingarár, fer av
landinum.
uni@sosialurin.fo
Eliasen skiftir til
føroyameistararnar
Hondbóltur Tað verða Fríða Petersen og Erla Eliasen, sum fara
at kappast um at verja málið hjá Neistanum næsta kappingarár
Uni Holm Johannesen
Føroyska
landskappingin
er
í
summarfrí, men landsliðshópurin
venur framvegis. Manslandsliðið,
sum Dia Midjord hevur evstu
ábyrgdina av, sleppur at royna seg
um vikuskiftið, tá Luksemburg
vitjar í Føroyum. Tveir landsdystir
eru á skránni. Leygardagin spæla
liðini í Kollafirði, og sunnudagin
verður spælt í Vestmanna.
Tveir dystir í ár
Føroyska manslandsliðið hevur
spælt tveir landsdystir í hesum ár
inum. Mótstøðuliðini vóru Skotland
og Írland. Føroyar vunnu sann
førandi í báðum førum. Mótstøðan
verður munandi sterkari hesaferð.
Føroyar og Luksemburg hava spælt
átta ferðir áður. Bæði liðini hava
vunnu fýra dystir. Seinast, før
oyingar vunnu á Luksemburg, var
í 1987.
Tekur út í dag
Dia Midjord, landsliðsvenjari, hev
ur lagt seinastu hond á fyrireik
ingarnar um vikuskiftið. Seinna
partin í dag, eftir at blaðið fór til
prentingar,
verður
kunngjørt,
hvørjir spælarar skulu umboða Før
oyar næsta vikuskiftið.
uni@sosialurin.fo
Nú skal landsliðið
aftur royna seg
Dystirnir higartil millum Føroyar og Luksemburg:
Luksemburg – Føroyar 23-27 (10-11) 29. november, 1976
Føroyar – Luksemburg 21-17 (8-7) 4. februar, 1980
Luksemburg – Føroyar 23-27 (10-13) 13. februar, 1982
Luksemburg – Føroyar 20-21 (8-11) 15. oktober, 1987
Luksemburg – Føroyar 16-12 (8-7) 16. oktober, 1987
Luksemburg – Føroyar 32-23 (15-13) 24. november, 2006
Luksemburg – Føroyar 41-29 (18-18) 25. november, 2006
Luksemburg – Føroyar 31-25 (12-11) 28. oktober, 2007
Hondbóltur Føroyska manslandsliðið skal spæla
tveir landsdystir næsta vikuskiftið. Luksemburg
vitjar í Føroyum. Hópurin verður úttikin í dag
Føroyar og Luksemburg hava spælt átta ferðir áður. Bæði liðini hava vunnu
fýra dystir. Seinast, føroyingar vunnu á Luksemburg, var í 1987