mánadagur 30. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Wembley, London
Seinasti Barcelona leikarin fer
av vøllinum við stóra steypinum
í hondunum. Annar endin av
Wembley er fullur av fegnum
Barcelona viðhaldsfólkum, sum
syngja, dansa og fagna einari
framførslu ólíkari nakrari aðrari
sæð á altjóða fótbóltspallinum í
mansminni. Í hinum endanum av
Wembley er meir enn hálvtómt.
Tey, ið standa eftir, standa bara og
stara út í tóman heim og trúgva
ikki lítlu gandakallinum, sum hava
undirhildið seinastu tveir tímarnir
á vøllinum. Hvussu gjørdu teir?
Høvdu teir lím á skónum, vóru teir
kanska 12, ella var alt hetta bara
ein óndur dreymur? Nei, hetta
var bara FC Barcelona anno 2011
– heimsinsbesta fótbóltslið við
trimum av heimsins bestu fótbólts
spælarum.
»I will buy ticket«
Tað leygarmorgun og tað eru 10
tímar til finalan byrjar. Á Heathrow
Airport gongur alt sína dagligu
gongd. Fimm dagar forsøgnin var
ikki blíð og lovaði regn, men starvs
felagirnir hjá Peturi Skeel í London
lovaðu betur veður so hvørt sum
tíðin nærkaðist fráferðini til OL
býin. Fyrsta tekin um at London
er karmur um Champions League
finaluna kemur tá gingið verður út
gjøgnum úthurðina til komuhøllina
á flogvøllinum. Millum barna
familjur, ið bíðað eftir at babba skal
koma heim, standa tveir mans við
hvørsínum skelti.
»I will buy tickets«
Báðir standa teir í Manchester
United jakkum og vóna at onkur
hevur eitt atgongumerki til sølu,
so teir kunnu sleppa at uppliva
Champions League finalua millum
tvey tey bestu liðini í heiminum
í løtuni. Við eygum, ið kundu siti
á hundahvølpi, tykjast teir biðja
fyri lívinum so hvørt sum fólk
ganga framvið. Tann eini segði seg
vilja gjalda 5000,- krónur fyri eitt
atgongumerki. Hvar hesin maðurin
sá Champions League finaluna er
óvist.
»UEFA guests«
Stutt frá komuhøllini standa fólk
frá UEFA og leiðbeina fólk, um
framt at møguleiki er at blíva
avmyndaður við eini bakgrund,
ið sigur; »UEFA guests«. Fyrst
gongur leiðin í býin og framvegis
er lítið at síggja til tey heilt nógvu
viðhaldsfólkini. Onkur Barcelona
og Manchester United troyggja er
at hóma, men øll tosa um finaluna.
Tænarar, barrvørar og handilsfólk
fáa spurningin, men hóast finalan
er í Onglandi, so vil meirilutin hava
Barcelona at vinna. Og næstan
hvørja ferð kemur navnið – Lionel
Messi – á tunguna saman við einum
tummil upp og einum smíli.
Ferðin til Wembley Park
Góðar fýra tímar fyri dystarbyrjan
byrjar ferðin til Wembley Park.
Ferðin byrjar úr King’s Cross
undirgrundsstøðini og nú gerast
Barcelona viðhaldsfólkini alsamt
meiri sjónlig. Øll eru tey ílatin
Barcelona troyggju, hálsturriklæði
og við flaggi í hond. Eftir tvey stopp
verður skift á Westminister støðini
og nú er ongin ivi. Champions
League finalan er í London í kvøld.
Men tað er ein markantur meiriluti
av Barcelona viðhaldsfólki. Í tok
inum til Wembley Park er gott lív
í, sjálvt um tað er sum sild í tunnu.
Barcelona og Manchester United
viðhaldsfólk standa hvørt um
annað. Fyrstir at tríva í ein sang
eru sponsku gestirnir og stutt
eftir fylgja undirmannaðu ong
lendingarnir við. Onkur spanióli
klárar seg nøkunlunda á enskum,
meðan tað er straks verri umvent.
Samtalurnar blíva tí til nakað, sum
kundi komið úr einum filmi við
Arnold
Schwarzenegger,
Dolph
Lundgren og Mr Bean.
»Messi two«, sigur ein. »No no,
Wayne Rooney«, svarar hin aftur.
Fingrarnir verður nýttir sum telji
amboð so boðskapurin kemur fram,
men felags fyri allan toktúrin og
allar samtalurnar er vinarligi tónin
millum viðhaldsfólkini. Ikki eitt ilt
orð um hvønn annan, men verri er
fyri Liverpool, Real Madrid og José
Mourinho, sum fáa toyggi í argandi
og til tíðum ógvusligum sangum.
Wembley, eitt
fótbóltsmekka
Eftir ein lítlan tíma sum sild í tunnu,
sigur ein blíð rødd úr hoytalarinum,
at næsta stopp er Wembley Park
og viðhaldsfólkini jubla. Handan
nakrar runnar og ein gamlan fram
leiðslubyggning hómast eitt stórt
byggningsverk. Fyrst kemur nakað
sum minnur um ein hvíta ælaboga
undan og síðani sjálvt Wembley.
Leikvøllurin har Ongland vann
HM í 1966, Manchester United vann
Champions League(Tá Europa Cup)
í 1968 og Barcelona í 1992 somuleiðis
vann sítt fyrsta heitið sum besta
liðið í Evropa.
Tokið steðgar á Wembley Park
støðini og viðhaldsfólkini fara
syngjandi úr tokinum og lagið er
framvegis gott. Tað eru tríggir tímar
til Viktor Kassai bríkslar fyri fyrstu
ferð og sjónin yvir Wembley Way
frá toppinum av Wembley Park
støðini vísur greitt, at Barcelona
viðhaldsfólkini eru meiri sjónlig og
gera meiri um seg. Fleiri av teimum
hava eisini gravað gamlar troyggjur
fram. Í 1992 skoraði hollendski mið
verjin, Ronald Koeman, einsamalla
málið í Champions League finaluni
á Wembley fyri Barcelona móti
Sampdoria. Tað hava Barcelona við
haldsfólkini ikki gloymt og navnið
hjá honum er at síggja á rygginum
hjá fleiri.
Veðrið hevur hildið sær allan
dagin, men nú er regn og fólk leita
sær inn í matstovur og barrir, ið
eru stutt uttanfyri Wembley økið.
Tíbetur gongur hetta skjótt yvir og
fólk koma aftur á gøturnar.
Wembley Way
Vegurin til Wembley eitur einki
minni enn Wembley Way. Tað er
gongugøtan í leiður áskoðararnar
til stóra og nýggja leikvøllin. Tað
er í løtum trongt, men aftur her er
greitt, at øll eru komin fyri at síggja
fótbólt og stuðla sínum liðið og
ikki at skapa nakrar trupulleikar.
Hvørki øl ella brennivín verður
selt á økinum kring Wembley og tí
síggjast fleiri viðhaldsfólk ganga
við svørtum posum og eini dósa
Barcelona
Fótbóltur Barcelona staðfesti
leygarkvøldið, at teir eru heimsins
besta fótbóltslið – møguliga nakrantíð.
Lionel Messi staðfesti leygarkvøldið, at
hann er heimsins besti fótbóltsspælari
– møguliga nakrantíð. Sosialurin
var á Wembley til framførsluna hjá
gandakallunum úr Barcelona, sum vunnu
3-1 á Manchester United og harvið vunnu
sítt fjórða Champions League heiti