mánadagur 30. mai 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
Sosialurin
Ítróttarblaðið
øl í hondini. Wembley er fyri kort
um bygt upp á nýggjum og tað
sæst bæði á byggninginum og um
støðunum rundan um. Tað er nógv
pláss og tað er lætt at finna røttu
inngongdina. Á atgongumerkinum
stendur Blok B 119, row 36, seat 234.
Barcelona bara best
Fyrstir á vøllin at hita upp eru
Manchester
United
leikararnir
og á fyrsta sinni vaknar fjøldi á
Wembley, hóast tað ikki er meir
enn hálvfult. Løtu seinni kemur
lív í Barcelona fjøldina, tá Lionel
Messi og hini Barcelona leikararnir
koma á vøllin. Undan dystarbyrjan
framføra fimleikarar og onnur
eitt lítið show, ið setur sín dám
á stemningin. Løtu seinni koma
leikararnir á vøllin og klárt er til
Champions League finaluna 2011.
Fyrstu løtuna av dystin leggur
Manchester United eitt høgt trýst
á Barcelona, sum tykjast fjáltur
stungnir og fáa als ikki eyðkenda
spælið at hanga saman. Einar tvær
ferðir er Manchester United um at
leggja seg á odda og líkt er til, at Sir
Alex Ferguson enn eina ferð hevur
hálað eina kanin úr hattinum.
Tá dysturin er tíggju minutt
ir gamal trínur tó veruligi ganda
kallurin á pallin. Hann er lítil av
vøkstri við síðum hári og sær út
sum ein smádrongur. Men við
eitt framførur gandakallurin úr
Argentina eitt av sínum kynstrum.
Matadorurin verður fagnaður av
spaniólinum og brádliga kemur
vend í. Barcelona, við Lionel Messi,
Xavi og Andrés Iniesta á odda,
tekur yvir og er nú leikliga oman á.
Tað er bara ein spurningur um tíð,
so kemur fyrsta málið. Xavi finnur
ein leysan Pedro og so er Barcelona
á odda.
Tann hvíti Pelé
Tað syngja Manchester United
viðhaldsfólkini um Wayne Rooney.
Tað var ikki nógv Pelé yvir Wayne
Rooney leygarkvøldið, men 10
minuttir fyri hálvleik vísur hann
somuleiðis kynstur á høgum stigi.
Eftir gott samanspæl við Ryan
Giggs kemur Wayne Rooney at
standa væl fyri og skorar. Onkur
vil verða við, at talan var um rang
støðu, men líkamikið hvat, so var
málið á eins høgum stigi sum málini
í hinum endanum.
Manchester
United
hevur
fingið eina vón í einum vónleysum
dysti og tað eru bara 45 minuttir
eftir til málstrikuna í Champions
League stríðnum. Lagið millum
áskoðararnar frá norðuronglandi
er gott í hálvleikinum og álitið er
sett á Sir Alex Ferguson. Vinnur
hann dystin í dag, so er hann ein
av bara tveimum, ið hava vunnið
kappingina fyri meistaralið tríggjar
ferðir. Hin er Bob Paisley.
»Messi er essið«
»Magical
Messi«
skriva
tey
í
Onglandi, »Miraklet Messi« skriva
tey í Danmark. Føroyska staðfest
ingin má verða(við vágadialekt)
at »Messi er essið«. Allan dystin
ígjøgnum gekk hann og hugnaði
sær á vøllinum og trillaði bóltin
millum beinini á monnum sum
Nemanja Vidic. Tá seinni hálvleikur
er tíggju minuttir gamal staðfestur
Lionel Messi, at hann er millum teir
størstu, ið nakrantíð hava verið á
einum fótbóltvølli. Hóast fótbólts
heimurin hevur sæð nógvar framúr
fótbóltsspælarar, so er tað ongin, ið
hevur megnað at blanda seg seg
upp í stríðið millum Pelé og Diego
Maradona,
sum
heimsinsbestu
nakrantíð. Menn sum Alfredo Di
Stefano, Johan Cruyff og Zinedine
Zidane, umframt fleiri aðrir, sleppa
ikki upp í part, men í framtíðini
verður spurningurin helst;
Hvør er heimsinsbesti fótbólts
leikari nakrantíð, Pelé, Maradona
ella Messi?
Verjan hjá Manchester United
tøvir
og
essið
hjá
Barcelona
smekkar til. Fyri fyrstu ferð í ár
sær Manchester United málverjin,
Edwin van der Sar, út sum ein 40-
ára gamal maður og kundi helst
havt tikið skotið var hann nøkur
ár yngri.
Í eini roynd at hótta Barcelona
skiftir
Sir
Alex
portugisiska
Nani inn. Hansara fyrsta aktión
í dystinum er ein tvídystur móti
Lionel Messi. Aftur vísur Messi hví
hann er heimsinsbesti og bólturin
endaði hjá David Villa, sum við
góðum
skoti
endaliga
sendur
Champions League steypið til
Barcelona á fjórða sinni.
Dream Team 2.partur
Tá Barcelona fyri 19 árum síðani
vann Champions League á sama
leikvølli, var tað við tí sokallaða
Dream Team, ið taldi menn sum
Ronald Koeman, Michael Laudrup,
Hristo
Stoichkov
og
Romario.
Leygardagin vann Barcelona aftur
Champions League á Wembley
og hesa ferð við einum nýggjum
Dream Team, ið fer at standa eftir
sum eitt av teimum minniligastu
liðnum nakrantíð. Ongantíð fer
heimurin at gloyma Barcelona liðið
við Xavi, Andres Iniesta og Lionel
Messi. Liðið fer í søguna saman
við fyrra Dream Team liðnum hjá
Barcelona, Real Madrid liðnum,
sum í seinnu hálvu av 50’inum
vann fleiri Champions League
heiti við Alfredo Di Stefano, AC
Milan liðnum hjá Arrigo Sacchi og
øðrum.
Hattin av fyri Barcelona
Lagið er gott millum Barcelona
viðhaldsfólkini og tað er ball á
Wembley Way. José Mourinho
royndi at dálka avrikini hjá Barce
lona sum mesta, tá hansara Real
Madrid og Barcelona fýra ferðir
upp á tríggjar vikur brustu saman.
Á einum tíðindafundi kom hann
við eini talu, sum síðani hevur
fingið heitið; “?Por Que?”(Hví?). Har
hann remsaði upp nøvnini á dóm
arum, sum hann metti høvdu dømt
til fyrimuns fyri Barcelona. Eftir
sigurin leygarkvøldið rópu fleiri
Barcelona fjepparar;
Por Que!? Por Que!?
Ein heilsan til José Mourinho.
Fleiri staðni sást eisini Manchester
United viðhaldsfólk fara yvir til
Barcelona viðhaldsfólk og ynskja
teimum til lukku við sigrinum.
At síggja til, so viðurkendu øll
Manchester United viðhaldsfólkini
at Barcelona bara er betri.
Eftir ein langan dag gekk leið
in á gistingarhúsið, sum lá ein
góðan hálvan tíma frá Wembley í
hýrivogni. Komin á gistingarhúsið
vísur tað seg, at Barcelona undan
finaluni í 1992 gisti á sama stað.
Eisini plagar Manchester United
at gista á sama gistingarhúsi tá
teir eru í London, men vegna fleiri
brúdleyp, so var ikki pláss fyri
Manchester United leikarunum á
hesum sinni.
Tvey tey bestu
Barcelona og Manchester United
eru tvey tey bestu liðini í heiminum.
Tey skúgvaðu alla mótstøðu til viks
á veg til Wembley. Sir Alex Ferguson
hevur fingið væl burtur úr liðnum
hjá sær í ár, men staðfestingin er
púra greið. Barcelona er bara so nógv
best í øllum heiminum og kunnu av
røttu kalla seg Champions League
vinnari 2011. Lionel Messi hevði
undan hesum kappingarárinum
ikki skorað móti José Mourinho og
heldur ikki á enskari grund. Hann
skoraði í hálvfinaluni móti Real
Madrid, og leygarkvøldið skoraði
hann á enskari grund í Champions
League finaluni móti Manchester
United – Lionel Messi, heimsins
besti nakrantíð?
trondur@sosialurin.fo
bara best