mánadagur 30. mai 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað er sanniliga stuttligt at vera
viðhaldsmaður hjá B36 í dag. Tað
ásannar formaðurin í felagnum.
Árstalsfelagið hevur knógvað HB,
NSÍ og Víkingi seinastu vikurnar.
B36 er oddalið við 24 stigum. Tað
er fýra fleiri enn nærmasti kapp
ingarneytin.
Mikkjal Thomassen og John
Petersen hava havt evstu ábyrgdina
av liðnum. Tað hevur hilnast sera
væl. Úrtøkan er betri enn væntað
undan kappingarbyrjan, og ungir
spælarar hava tikið ábyrgd. John
Hansen og Høgni Eysturoy eru
millum teirra, sum brádliga eru
millum mest eyðsýndu spælararnar
í kappingini.
Hóast fyrstu 10 landskappingar
dystirnir hava kastað nógv stig av
sær, ger Sámal Ímundarsson, for
maður, greitt, at nevndin fer helst
at knýta aðrar leikarar at hópinum
í summarsteðginum.
– Kappingarárið er strævið.
Spælararnir verða slitnir, og vit
vita, at skaðar og leikbann fara at
gera um seg. Vit skulu vera fyri
reikaðir. Nevndin er sera errin av
ungu spælarunum, sum hava staðið
seg væl, men úrvalið av leikarum
er lítið. Væntandi verður onkur
knýttur at hópinum, tá flytingar
vindeygað letur upp, sigur Sámal
Ímundarsson. Hann vil ikki seta
nøvn á spælarar, sum nevndin hev
ur víst áhuga. Tað er hugsandi, at
talan er um útlendskar spælarar,
sigur hann.
Vunnu greitt
B36 vann sannførandi á Víkingi,
sum er nummar tvey, fríggjakvøldið.
Úrslitið var 2-0. Tað var bara fyrstu
løtuna, at gestirnir bitu frá sær, ann
ars hevði høvuðsstaðarliðið tamar
hald á støðuni. Lukasz Cieslewicz
sendi heimaliðið á sigurskós. John
Hansen varð rendur um koll í brots
teiginum. Pólski framherjin tók av
møguleikanum úr ellivu metrum. 23
ára gamli Cieslewicz hevur skotið
sjey mál higartil. Fýra mál eru eftir
brotsspark.
Súni Olsen økti um leiðsluna. Tað
var stutt eftir hvíldina. Miðvallarin
dróg við bóltinum, og staddur
skamt frá brotsteigarmarkinum,
sendi hann leðurkúluna avstað. Eitt
flott mál.
Víkingur royndi at trýsta í seinna
umfarinum. B36 var sera væl skipað
í verjustøðu, og gestirnir spældu
seg ongantíð fram til upplagdar
møguleikar.
Errin liðskipari
Klæmint Matras er liðskipari hjá
B36. Hann heldur, at tað er fan
tastiska deiligt, sum hann málber
seg, at ungu spælarar taka ábyrgd.
Hópurin hevur havt fráveru til
summar dystir. Súni Olsen stóð
millum áskoðararnar nakrar vikur,
tí hann var skaddur. Jákup á Borg
hevur havt skaðar at dragast við,
og Klæmint Matras hevur havt
leikbann. Tað hevur ikki darvað
úrslitunum.
– Eg eri errin av avrikinum higar
til. Vit hava smalan hóp, men vit
hava prógvað okkara virði á vøll
inum, sigur Klæmint Matras.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Bill Mc. Leod Jacobsen, venjari
hjá B68, hevur gramt seg í miðl
unum fleiri ferðir. Tað hevur
ofta verið nógvur vindur, tá
toftamenn hava spælt á heima
vølli. Onkutíð hevur tað darvað
somikið, at venjarin hjá tofta
menn hevur ikki skilt, at dóm
arin ikki útsetti dystin.
Tað var kanska ikki neyðugt,
tá NSÍ vitjaði á Toftum fríggja
kvøldið. Tó so, vindurin var so
nógvur, at liðini fingu sjáldan
ferð á bóltin. Úrslitið var ein
keðilig grannauppgerð.
Lítið spæl
Heimaliðið var meira á bólt
inum fyri steðgin. Orsøkin var
fremst av øllum, at toftamenn
høvdu vindin undan. Teir
høvdu hinvegin lítið hugflog.
Møguleikarnir vóru fáir.
Tað regnaði av grimd fyri
hvíldina. Regnið oysti niður.
Toftamenn kendu seg noydd
ar at skifta búnar í hálv
leikinum. Teir spældu í reyðum
troyggjum í fyrra hálvleiki,
og í hvítum troygjum eftir
steðgin.
Christian Høgni Jacobsen
legði gestirnar á odda. Tá var
seinni hálvleikur júst byrjaður.
Heðin á Lakjuni fór til stroks í
vinstru síðu. Klaksvíkingurin
legði
innfyri,
og
Niklas
Joensen royndi at sparka
bólturin burtur av vandaleið.
Leðurkúlan fór fyri føturnar á
Christian Høgna Jacobsen, sum
sendi bóltin í málið. Heimaliðið
svaraði aftur miðskeiðis í
seinna hálvleiki, tá Niklas
Joensen slapp framvið fleiri
mótstøðuleikarum og sendi
bóltin til Stig-Roar Søbstad,
sum stýrdi honum í málið.
Komnir fyri seg
B68 kom illa frá byrjan í hesum
kappingarárinum, men tofta
menn hava skavað sær 12 stig
saman higartil. Bill Mc. Leod
Jacobsen hevur fingið stig frá
nøkrum av fremstu liðunum
seinastu vikurnar. Hann við
gekk eisini eftir dystin, at hann
var nøgdur við eitt stig – men
tað var hinvegin eisini tað
einasta, hann var nøgdur við
fríggjakvøldið.
uni@sosialurin.fo
Vindurin
darvaði aftur
Fótbóltur Vindurin hevur darvað
fótbóltsspælinum á Svanga
skarði í fleiri umførum hetta
kappingarárið. Veðrið syrgdi aftur
hesaferð fyri, at undirhaldið var
millum lítið og einki á Toftum
Onkutíð hevur vindurin darvað somikið, at venjarin
hjá toftamenn hevur ikki skilt, at dómarin ikki útsetti
dystin. Tað var kanska ikki neyðugt hesaferð
Mynd: Birita Hansen (nsi.fo)
B68
1
NSÍ
1
B36
2
Víkingur
0
B36 skal hava
nýggjar spælarar
Fótbóltur Tað hevur framvegis ikki eydnast hinum liðunum í
Vodafonedeildini at knógva oddaliðnum B36. Hóast árstalsfelagið
hevur verið betri enn mótstøðuliðini higartil, ásannar formaðurin,
at nýggir spælarir verða knýttir at hópinum í summarsteðginum
Nevndin er sera errin av ungu spælarunum, sum hava staðið seg væl, men úrvalið
av leikarum er lítið, sigur Sámal Ímundarsson, formaður í B36
Mynd: Álvur Haraldsen