Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Heimasíðan hjá HB ivast í øllum førum ikki. – Tað er einki at taka seg aftur í, at ávirkanin at hava Hans á liðnum var sjónlig. Har var meira friður á, og miðverjarnir báðir spældu ein fínan dyst, skrivar hb.fo. 36 ára gamli verjuspælarin var við í hópinum fyri fyrstu ferð í hes­ um kappingarárinum. Hans á Lag hevur raðfest privatlívið hægri seinastu vikurnar, men hann hev­ur vant við besta liðnum síðsta mán­ aðin. Nú er hann so mikið væl fyri, at Julian Hansen, venjari, sendi boð eftir honum. Marcin Dawid loysti eisini av Heðin Stenberg sum mál­ verja. Pólski málverjin noydd­ist hin­vegin av vøllinum við skaða í seinna hálvleiki, og tá slapp Sten­ berg aftur at royna seg. Føroyameistararnir hava verið lítið støðugir seinastu vikurnar. HB hevði tapt 1-4 fyri B36 og KÍ undan vitjanin á Sandi. Við verjukempuni á liðnum eydnaðist tað loksins aftur at fáa trý stig í skjáttuna. Veteranarnir skoraðu Tað kom einki mál undan steðg­ inum. Tað var fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at Símun Rógvi Hansen, málverji hjá B71, ikki noydd­ist í meskarnar eftir bóltinum fyrstu 45 minuttirnar. HB fekk tvey mál í seinna umfarinum, og í báðum før­um vóru tað veteranar, sum vóru mál­skjúttar. Andrew av Fløtum sendi gestirnar á sigurskós, og Fróði Benjaminsen staðfesti sigurin, tá hann tók av møguleikanum eftir brots­spark. HB var meira á bóltinum, með­ an sandoyingar tóktist fremst av øllum hugsa um at fáa eitt stig. B71 royndi at trýsta seinastu løt­ una, men føroyameistararnir høvdu tamarhald á støðuni. Bogi Hermasen, B71, var útvístur, tá átta min­utt­ir restaðu í av dystinum. Ein lætti Tað var ein stórur lætti fyri føroya­ meistararnar, at tað eydnaðist at vinna hesaferð. Venjarin ásannaði síðsta vikuskiftið, at úrslitini hava ikki verið nøktandi, og hann var undir trýsti. Sigrar geva altíð sjálvs­ álit, og tað er umráðandi at hava við sær, tá B68 vitjaði í Gundadali um tvær vikur. Fótbóltur Tað var fyri fyrstu ferð í fimm landskappingar­ dystum, at tað ikki eydnaðist mótstøðuliðnum at fáa mál móti HB, tá B71 hevði vitjan av føroyameistarunum. Tað hevði ávirkan, at Hans á Lag var aftur í miðverjuni Uni Holm Johannesen Kristoffur Jakobsen hevur verið millum bestu spælararnar hjá klaksvíkingum í hesum kappingarárinum. Miðvallarin hevði torført við at vinna sær pláss á liðnum hjá EB/Streymi í fjør. Tað, sum vendi niður, vendir nú upp. Hann flutti aftur til barndómsfelagið í vetur, og Jakobsen er væl upp­lagdur. Síðsta vikuskiftið kom hann tvær ferðir á mál­ talvuna, tá klaksvíkingar vunnu trivaligan sigur á HB í Gunda­dali. Fríggjakvøldið stóð hann fyri báðum málunum, tá KÍ vann 2-0 á ÍF. Gjørdi bart Tað var í seinna hálvleiki, at Kristoffur Jakobsen gjørdi bart. Hann var farin framvið fleiri mótstøðumonnum, tá hann smekkaði til, og Haldgrím Hansen, sum loysti skadda Jákup Mikkelsen av fyri steðg­ in, hevði lítlan møguleika at verja fyri. Liðini spældu seg ann­ars ikki fram til stórvegis møgu­leikar. Fuglfirðingar tóktist ikki hava stórvegis amboð at svara aftur við. Tað kom eisini dátt við, at Jan Ellingsgaard varð útvístur nakrar fáar minuttir seinni. Tá fekk hann sítt seinna gula kort. 10 minuttir restaðu í, tá Kristoffur Jakobsen økti um leiðsl­una. Henry Heinesen átti uppleggið úr høgru, tá Jakobsen sendi bóltin upp und­ir nettakið. Skulu hava 24 stig Klaksvíkingar hava 16 stig eftir 10 landskappingardystir. Málið er fremst av øllum at varðveita sætið í deildini. 24 stig plaga at vera nógmikið fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað restar tískil lítið í hjá KÍ. Hóast klaks­víkingar hava vunnið tveir dystir upp í slag, og liðið brádliga er við í stríðnum um altjóða luttøku, so hugsar KÍ fremst av øllum um at røkka málsetningnum, sum er at vera í bestu deildini í 2012. Tá tað er rokkið, kunnu klaksvíkingar hyggja upp eftir stigatalvuni. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað hevur verið lítið hugaligt fyri sundalagsmenn seinastu mána­ ðirnar. Fjølmiðlarnar hava varpað ljós á fíggjarsvik í felagnum. Sein­ asta málið var fyri tveimum vikum síðani, tá tað kom fram, at nevndin hevur ikki goldið sínum spælarum løn. Tann knúturin tykist nú vera loystur. Allir spælararnir eru farnir 20 prosent niður í løn. Heðin Askham, venjari, og hans­ ara leikarar tóktist hinvegin als ikki darvaðir av skrivingini í miðlunum. Avbjóðingin er framvegis at vinna fótbóltsdystirnar. Tað eydnaðist hesaferð. Væl og virðiliga. Spæl­ ararnir tóku ábyrgd og hugsaðu ikki um pengar. Bara um at vinna. EB/ Streymur bukaði vágamenninar. Úrslitið var 7-1. Udsen í hopla Daniel Udsen var stórspælandi. Lands­liðsleikarin skeyt heili fýra mál. Leif Niclasen skoraði tvær ferðir, og Arnbjørn Hansen, sum hevur verið skaddur, men sum var mill­um teir fyrstu ellivu fríggja­ kvøldið, fekk eitt mál. Sunda­lags­ menn vóru omaná allatíðina, sum úrslitið eisini staðfestir. Hetta er aðru ferð eftir trimum vikum, at 07 Vestur tapir stórt. Tá taptu uppflytararnir heili 9-0 í Runavík. uni@sosialurin.fo Fótbóltur Skrivingin um, at nevndin hevur ikki goldið sínum spælarum løn, fekk ein best hugsandi enda fríggja­ kvøldið. Sundalagsmenn sorlaðu vágamenn sundur Spælararnir tóku ábyrgd 07 Vestur 1 EB/Streymur 7 KÍ 2 ÍF 0 B71 0 HB 2 Kristoffur er hetjan Loksins riggaði tað Tað hevði ávirkan, at 36 ára gamli Hans á Lag var aftur í miðverjuni Mynd: Heðin Weihe (hb.fo) Fótbóltur Sjey dagar og fýra mál. Kristoffur Jakobsen er hetjan í Klaksvík í hesum døgum. Hann skeyt bæði málini, tá uppflytararnir vunnu uppiborið á ÍF Kristoffur Jakobsen hevur verið millum bestu spælararnar hjá klaksvíkingum í hesum kappingarárinum Mynd: Álvur Haraldsen