mánadagur 30. mai 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 30. mai 2011 · Nr. 62
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Málini í níggjunda landskapp
ingarumfari í næstbestu mans
deildini skolaðu inn og vóru ikki
færri enn 22 í tali. Ein dystur
endaði 7-0, ein 3-3 og tveir 3-1 og
bara ein 1-0. Dystirnir, ið strektu
seg frá hóskvøldinum til í gjár,
vóru við øðrum orðum avgjørt ikki
keðiligir.
Serliga gjørdi FC Suðuroy bart,
tá 07 Vestur vitjaði á Vágseiði í gjár,
tí heimaliðið vann ein greiðan 7-0
sigur, ið væl og virðiliga staðfesti
oddasessin, AB annars hevði havt
til láns síðani hóskvøldið. Í Vági var
einki at rafla um og fyrri hálvleikur
var ikki meira enn hálvrunnin, tá
tað longu var 5-0.
Úrslitið bendir á eitt sera væl
upplagt
suðuroyarlið,
ið
eftir
øllum at døma ætlar sær uppaftur
millum 10 tey bestu sum skjótast,
meðan kósin hjá vágamonnum er
beint tann øvugta. Higartil hevur
tann næstbesta manningin hjá 07
Vestur ikki fingið so mikið sum
eittans stigið.
AB og TB fylgja við
Tey, ið geva FC Suðuroy harðastu
kappingina um uppflyting, eru AB
og TB. Argjamenn spældu longu
hóskvøldið, tá teir á heimavølli í
framskundaðum dysti tóku ímóti
grannunum í FC Hoyvík. Í goml
um døgum høvdu liðini bæði
verið heimahoyrandi í tí, sum tá
kallaðist Tórshavnar uttanbíggja
kommuna.
Men hóast gestirnir úr Hoyvík
fingu betru byrjanina og fóru
framum, megnaðu teir ikki at halda
stand, men máttu leggja rygg til
eitt 3-1 tap, ið gav AB oddasessin
til láns í nakrar dagar. Framvegis
er AB á uppflytingarplássi, meðan
FC Hoyvík í besta føri sær út til at
líkjast einum miðjuliði í ár.
Eisini tvøramenn liggja væl fyri,
og tá teir leygardagin vóru á útivølli
og spældu ímóti EB/Streymi, skund
aðu teir sær at leggja seg á odda við
tveimum málum í fyrra hálvleiki,
og sjálvt um teir í seinna hálvleiki
brendu eitt brotsspark, sum varð
skotið uppum, rukku teir á mál og
vunnu 3-1.
Kortini gjørdist sigurin ikki so
lættvunnin, sum turru tølini siga,
tí teir næstbestu í Sundalagnum
royndu av øllum alvi at herja á, so
Ivan Stojkovic í TB-málinum fleiri
ferðir mátti vísa góðar bjargingar.
Tí er TB á triðfremsta plássinum
bara eitt stig aftan fyri AB.
Skála togar seg upp
Skála hevur havt eina spakuliga
byrjan, men so smátt eru úrs
litini farin at líkjast. Og tá skála
menn vóru á eystara armi á Skála
fjørðin og vitjaðu grannarnar í
NSÍ, eydnaðist at fáa fulla úrtøku
burturúr, so Skála nú er á fimta
plássi, tvey stig aftan fyri NSÍ, sum
annars hevur ligið og argað fremstu
liðini í longri tíð.
Bara eittans málið kom í dyst
inum, og tað fekk Skála stutt undan
hálvleikssteðginum.
Hóast
NSÍ
royndi at trýsta í seinna hálvleiki,
knípti við ítøkiligum málmøgu
leikum, og tí vann Skála dystin.
Dysturin leygardagin í Gunda
dali, sum taldi ikki færri enn seks
mál, sá leingi út til at gerast ein
knúsandi sigur til gestirnar úr
Víkingi, men vertirnir í HB vildu tað
øðrvísi, so tað endaði 3-3. Víkingur
var á odda 2-0 í hálvleikinum og
økti til 3-0 eitt korter inn í seinna
hálvleik, men allíkavæl megnaði
HB at koma sterkt aftur og skorað
trý mál.
hilmarjan@sosialurin.fo
Málríkt umfar
Fótbóltur Fýra av teimum fimm 1. deildardystunum
hjá monnum vóru málríkir, og serliga væl lá fyri í Vági og í
Havn, har ávikavist sjey og seks mál komu í dystunum
Hilmar Jan Hansen
Landskappingin í bestu kvinnu
deildini líkist sær sjálvari, tí har
stendur kappingin um oddasessin
millum KÍ og AB, sum eisini hava
kappast um hann seinnu árini.
Og – sum vant – er tað KÍ, sum er
fremsta liðið. Hini kappast nokk
so javnt um bronsuna, men í løtuni
hevur B36 munin á hinum.
KÍ var á útivølli og spældi ímóti
Víkingi, ið royndi at stríðast ímóti,
men kortini ikki fekk gjørt so nógv.
Klaksvíkskvinnur fóru framum 2-0
í fyrra hálvleiki, og hóast Víkingur
minkaði um munin eitt lítið korter
inn í seinna hálvleik, hevði KÍ fleiri
mál í sær og vann at enda 4-1.
Á Skála sá eitt sindur øðrvísi
út, hóast tað endaði við, at AB
vann stórt, tí í hálvleikinum var
tað altso Skála, sum var á odda 1-0.
Men ikki gekk long tíð av seinna
hálvleiki, so hevði AB bæði javnað
og lagt seg framum, so tað endaði
við einum knúsandi 6-1 sigri til
argjakvinnur, sum í øllum før
um røkja málúrtøkuna, nú tær í
stigum eru aftan fyri kvinnurnar
úr Klaksvík.
Triði dysturin var grannauppgerð
í Gundadali millum B36 og HB, sum
eru uppflytararnir hetta kapp
ingarárið. Fyrri dysturin teirra
millum endaði við javnleiki, men
hesa ferð læt B36 ongan iva vera,
men vann ein tryggan 3-1 sigur,
ið var grundaður í fyrra hálvleiki
við einum einum máli. Síðani
skoraði B36 tvær ferðir aftrat í
seinna hálvleiki, áðrenn HB fekk
eitt troystarmál ímóti endanum.
Úrslitið merkir, at B36 í løtuni hevur
tikið seg fram á bronsuplássið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Stórsigrar til toppliðini
Kvinnufótbóltur Tey bæði ovastu kvinnuliðini,
KÍ og AB, vunnu sannførandi stórsigrar, og eisini
gjørdi B36 bart í grannauppgerðini ímóti HB
GRANNASIGUR
Meðan oddaliðini, KÍ og AB, vunnu stórsigrar í sínum dystum, vann B36
seg við greiðum grannasigri á HB upp á bronsuplássið í kvinnukappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
MÁLRÍKT
Ikki færri enn seks mál komu í dystinum í Gundadali
leygardagin, tá teir næstbestu hjá HB og Víkingi møttust
og spældu ein undirhaldandi 3-3 javnleik
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 FC Suðuroy
9
7
2
0
30
10
+20
23
2 AB
9
7
0
2
29
11
+18
21
3 TB
9
6
2
1
29
10
+19
20
4 NSÍ II
9
5
0
4
21
15
+6
15
5 Skála
9
4
1
4
16
13
+3
13
6 EB/Streymur II
9
4
0
5
18
20
-2
12
7 FC Hoyvík
9
3
1
5
13
22
-9
10
8 HB II
9
3
1
5
13
23
-10
10
9 Víkingur II
9
1
3
5
12
22
-10
6
10 07 Vestur II
9
0
0
9
8
43
-35
0
Føroyska 1. Deild kvinnur
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 KÍ
8
7
1
0
29
6
+23
22
2 AB
8
6
1
1
33
10
+23
19
3 B36
8
3
1
4
9
17
-8
10
4 Víkingur
8
2
1
5
19
22
-3
7
5 Skála
8
2
1
5
8
19
-11
7
6 HB
8
1
1
6
4
28
-24
4